Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 162 — 27. AUGUST 1994 Sida9 k KÍ vinnur sjálvdan hittast í toppdysti Størsti spenningurin við- víkjandi møguleikunum at vinna FM er knyttur at dystinum millum B71 og GÍ, sum ávikavíst liggja á triðja og fyrsta plássi. Felags fyri bæði liðini er, at tey undan vikuskiftinum eru komin aftur av Europa Cup ferð. GÍ leikti týs- kvøldid, meðan sandoying- ar leiktu mikukvgldið. Tað vil siga, at B71 hevur havt ein dag minni at hvíla seg í, og tað kann hava týdning fyri dystin í morgin. Tað talar eisini í móti sandoy- ingum, at teir hava verið á drúgvari ferð enn GÍ. Eftir góðu avrikini í heimligu kappingini og í Europa Cup hava gøtumenn so stórt sjålvsålit, at teir dylja ikki yvir, at teir fara suður til Sandoyar fyri at vinna. Gera teir tað, er ein stórur steinur fluttur á veg- num móti fjóðra FM heiti- num. GÍ hevur vunnið allar úti- dystirnar í ár uttan tann móti HB. Tá taptu teir 1-0. B71 hevur vunnið allar heima- dystirnar uttan tann móti HB. Tá taptu teir 2-1. Okkum kunnugt hava bæði liðini mest sum alt fólkið tókt. Tó er tað iva- samt, um Niclas Joensen er í sandoyarverjuni. Hann fór út móti HB og var ikki á vellinum í Helsingfors. Toppskjúttin í 1. deild, John Petersen, hevur fyri GÍ skorað sjey mál í teimum trimum landskappingar- dystunum síðani summar- steðgin. Try móti B68 og tvey móti HB og NSÍ. John Petersen er farin til Dan- markar at ganga í lærara- skúla, men skráin hjá GÍ man hava borið við sær, at kann hava gjørt nógv við bøkurnar. f fyrradagin og i gjår var hann í skúla, men í dag lendir hann aftur í Vágum. Tølini Gf plagar at standa seg væl i Sandoynni. Teir hava verið har suðuri fýra ferð. Fyrsta ferðin var í 1989, tá B71 vann FM. Sandoyingar vunnu ta ferðina 3-2. Árið eftir vann GÍ 2-0, og í fyrra- árið vunnu teir 2-1. Í fjør var javnleikur 1—1. Fyrri dysturin teirra mill- um í ár varð spældur í Gøtu 23. mai, og hann endaði við javnleiki 1—1. Tað er einki at liggja om- an á, at tað hevur gingið misjavnthjáteimum báðum feløgunum síðani summar- stedgin. GÍ hevur fingið seks stig í trimum dystum, og teir hava ein málmun upp á 13-2, meðan B71 hevur fingið tvey stig, og teir hava ein málmun upp á 44. Vanligaeru bædi sandoy- ingar og gøtumenn f gulum troyggjum og blåum buks- um. I slimum fórum er ásett, at liðið, sum er á útivglli, skal fara í annan búna. -nn- Tætt millum havnaliðini Unglingar, B36-HB 1-1 (1-0) Spenningurin í unglinga- deildini varð varðveittur, tá tey bæði havnaliðini hós- kveldið spældu 1-1. Dyst- urin var góður, soleiðis at skilja at ferðin var høg, og tað fløtum var flótandi sam- anspæl. HB legði best fyri, og fyrsta korterið trýstu teir nógv. Tað hevði m.a. eitt brotsspark við sær. John Heri Dam varð feldur, men Regin Reinert, sum annars plagar at skora í slíkum stóðum, sendi eitt vánaligt skot móti Sigmundi av Teigum, ið hevði lætt við at bjarga. Julian Johnsson sneiddi mótstóðumenninar eftir rað, men eftir at hava drigið einar 70 metrar, varð sneið- ingin fram við málverjanum ov long, og so stóðst einki av. B36 spældi stak væl nógva av fyrra hálvleiki, og —— 2 7 Brukt 7? 2 SJONVARP Vit hava nøkur brúkt sjånvørp á goymslu 14" - 20" - 21 ” - 25" - 26" - 28" v/ teleteksti - stereo - fjarstýring Prísir úr 1.900,- T.d. 28" Stereo - Tekstvarp Nýprísur 14.800,- rt 4.800,- Spar 10.000,- 1 ÁRA GARANTI RADIOVERKSTAÐIÐ v/ GUTTORM MORTENSEN Lýðarsvegur 15 - Tlf. 19544 tað var uppiborið, tá teir í 38. minutti komu á odda. Gunnar Nielsen skoraði, men HB málverjin, Eigil Olsen, noyðist at taka sín part av skuldini, tí skotið varikki serliga vandamikið. Tá HB málverjin varð út- vístur nakað inn í 2. hålvleik bendi alt á B36 sigur. Men tað gekk sum so ofta, at undirmannaða liðið fær eyka stríðsvilja. John Heri Dam fór í málið og stóð seg væl, og í hinum endanum fekk HB mál, tá 18 minuttir vórueftir. Heðin Lamhauge skoraði eftir klumpspæl. IF vann á B68 Í A bólkinum vóru fuglfirð- ingar á Toftum. ÍF hevði bóltin nógv, men stóran part av dystinum hevði B68 størstu møguleikarnar, sum vórðu sendir vid síðuna av og upp um ella Jón Helgi Egholm bjargaði. B68 kom á odda mið- skeiðis í 2. hálvleiki. Ólavur Olsen skoraði eftir flatt inn- legg úr høgru. Lítla ltu seinni javnaði ÍF, og tað gingu bara nakrir minuttir, til teir fingu sigursmálið. Báðu ferðirnar var tað Bartal Eliassen, sum stútaði í kassan, báðu ferðirnar var uppspælið og innleggið úr høgru, og báðu ferðirnar gloymdu toftaunglingarnir at dekka upp. Stødurnar verða gjørdar upp í komandi viku. -hn- -— a var í 1985 Klaksvíkingar fara mann- sterkir í Eysturoynna í morgin. Hugurin hjá áskoð- arunum at fylgja við á úti- velli økist, tá tað gongur væl, og teir 90 ára gomlu hava havt undanvind í langa tíð. Í landskappingini hava teir ikki tapt síðani á Sandi 26. juni, teir hava vunnið løgmanssteypid, og miku- kvøldid vann dreingjaliðið démsnevndarsteypid í Runavík. Men tá besta liðið hjá KÍ fer á vøllin við Løkin, hava teir nakað at spæla fyri. Tí sambært hagtølunum, so hevur KÍ meiri enn trupult at vinna og fáa stig, tá teir í landskappingini dystast móti NSÍ í Runavík. Tað skal leitast níggju ár aftur í tíðina fyri at finna síðsta KÍ sigurin í Runavík. Í 1985 vann KÍ 2-0, og í teimum fimm dystunum, sum eru leiktir síðani tá — NSÍ hevur verið í 2. deild trý ár — hevur NSÍ vunnið triggjar ferðir, og triggjar ferðir hevur verið javnleik- ur. Í fjør var NSÍ í 2. deild, meðan teir í 1992 og 1991 vunnu 1—0. Undan summar- steðginum endaði dysturin í Klaksvík 2-2. Um KÍ skal finna nakað positivt við hagtølunum, so skal tað vera, at í seinnu semifinaluni um løgmans- steypið eydnaðist tað 12. maí í ár at vinna móti NSÍ í Runavík. Fólkið Klaksvíkingar havaalt fólk- ið tókt Spurningurin er, hvussu Sverri Jacobsen ger av at seta liðið. Tað verður roknað við, at Kurt Mørk- øre verður við frá fyrsta bríksli, og tað kann væl vera, at John Hansen, sum var á beinkinum fyrstu løt- una móti ÍF, eisin verður á liðnum frá byrjan. Í Runavík er tað meiri óstøðugt við fólkinum. Uni L. Hansen og Djóni N. Jo- ensen sótu leikbannaðir utt- an fyri seinast. Teir eru báð- ir tøkir aftur, og Djóni er eisini sloppin av við skað- an, hann fekk fyri 14 dógum síðani. á útivelli móti NSÍ Seinasti sigurin hjá klaksvíkingum í Runavík burtur, skal finnast í, at meistararnir hava meiri roynt fólk. HjáNSÍ er nógv ungt fólk á liðnum, og tá eru avrikini ofta eitt sindur Gjøvn. Men eydnast tað Peturi Simon- sen at seta teir upp, soer ikki óhugsandi, at KÍ fær tað eins torført, sum tað plagar at vera í Runavík. ; -hn- Tummas Magnussen sá reytt, tá teir vóru í Gøtu síðsta leygardag. Hann loysti Una L. Hansen av, og tískil kemur hesin inn aftur á sitt pláss. NSI stóð seg stak væl í Gøtu. Teir høvdu betri uppiborið enn eitt tepurt tap. Einki er at í vast í, at or- søkin til, at teir søpladu í hvussu so er annað stigið OLJUFYRISITINGIN sekir eftir AVLOYSARA Vegna barnnsburðarfarloyvi er eitt starv sum avloysari fyri planleggjara á Oljufyrisitingini leyst at søkja. Oljufyrisitingin, sum er stovnur undir landsstýrinum, hevur sum starvsøki at umsita undirgrundar- og oljumál sambært galdandi lóggávu. reglu- gerðum v.m., at umsita alt, sum landsstýrið leggur til stovnin, at geva landsstýrinum ráð og vegleið- ing í ellum spurningum innan máls- økid, heruppii gera uppskot til lógir, reglugerðir og almennar fyriskipanir, at umsita tey mál, sum beinleiðis hava við målsøkid at gera og samskipa virksemi við aðrar stovnar og at vera skrivstova hjá oljuráðlegging- arnevndini. Uppgåvurnar hjå planleggjaranum eru, umframt vanliga målsvidgerd, at hava åbyrgdina fyri ti umsitingarliga partinum å Oljufyrisitingini, at sam- skipa virksemi vid adrar stovnar og al- mennar myndugleikar og taka lut i ar- beidinum hjå Oljurådleggingarnevnd landsstyrisins, harimillum at samskipa arbeidi og at vera skrivari hjå nevndini. Umsøkjarin skal hava hóskandi út- búgving og hollan kunnleika til enskt. Tann, ið settur verður, verður at byrja sum skjótast. Starvið verður lent sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarandi yrkis- felag. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Martin V. Heinesen ella Tinu Hansen á Oljufyrisitingini, tlf. 12306. Umsóknir skulu vera Oljufyrisitingini, Debesartrød, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi 5. september 1994