leygardagur 27. august 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 162 — 27. AUGUST 1994 Tíðindablaðið { sosíalurin }
Frálíkt avrik hjá ungdómi í Fuglafirði:
ak."
ii. 0
Fuglfirðingar á fólkafundi uppi á Skarði í góðveðrinum miðskeiðis í august
Endurreist varðarnar
Bygdagøtan millum Fuglafjørd og Oyndarfjørd sær nú aftur út sum tå hon var álitið í gomlum døgum
Orð og myndir Jústinus Eidesgaard
Leygarkveldið 13. august var
håtidarløta uppi á Fuglfjarðar-
skarði. Undirritaði var hjástad-
dur av áhuga hendan dagin
mitt í summarfrítíðini og regl-
umar her skulu ikki skiljast
sum ein vanlig tíðindagrein,
men heldur flógvir tankar um
hesa fjálgu løtu.
Í summar hava ungdómar úr
Fuglafirði bøtt uppá gomlu
bygdagøtuna millum Fugla-
fjørð og Oyndarfjør5. Hetta
hevur verið gjørt í samband við
landsumfatandi tiltakið "Ung í
arbeiði."
Á Varmakeldustevnuni í
fjør gekk eg eftir gomlu bygda-
gøtuni til Fuglafjarðar. Eg
minnist hvussu harmiligt tað
var at síggja hvussu illa getan
var farin, varðarnir vóru niður-
rapaðir og í stødum hevði tíð-
arinnar tonn verið so hvøss, at
gøtan var nærum horvin.
Sjálvsagt ber ikki til at varð-
veita alt tað gamla, tí so verður
ikki pláss fyri tí nýggja. Vit
ansa eftir at
dreymarmir um tað farna ikki
gerast alt ov romantiskir, men
ein bøtandi hond er ikki at
kimsa at. Farleiðin um Skarið
skulu eisini
var áliuð hjá oyndfirðingum
;g elduvíkingum eftir landi til
Fuglafjørð og umheimin, heilt
fram til vegirnir komu seinast í
seksti og í sjeytiårunum. Ung-
dómar úr Fuglafirði hava hetta
summarið syrgt fyri, at minnið
um hesa farleið ikki hvervir,
tað skulu teir eiga rós fyri. Ikki
bara teir, men eisini tey fólk
sum fingu litið játtanina frå
"Ung í arbeiði" uppí hendur.
At fríðka um inni í Fuglafirði
og at endurreisa varðaranar er
vin vakur tanki. Tit gleða eisini
onkran hellumann, onkran
oyndfirðing og onkran víka-
mann við hóast ongin vísti seg
á fólkafundinum hendan leyg-
ardag. Mentaði rómurin uppi á
Skarði rakk ikki til smábygd-
imar fyri norðan, hóast líggin
ikki var borin út í flestu húsum
um hetta mundið og arbeiðs
loysið er stórt í øllum bygd-
unum.
Sjálvur eru eg ein av teimum
sum haldi, at vit eiga at fjålga
um søguna. Ikki soleiðis at
liva sum í
skilja, at vit skulu
gomlum døgum. Mær dámar
nógv betri at sita í bili um
Helvtina ein gráan regndag
enn at stúta móti ættini niðan
Kliv. Men vit skulu fjálga um
søguna, tí lívið hjá teimum
gomlu var neyðugur liður í før
oysku menningini til vælferð
arsamfelagid í dag. Teir løgdu
lunnar, í dag súpa vit róman.
Hetta hendir hóast sváru trup-
ulleikarnar í løtuni við arbeiðs-
loysi og vanligum fíggjarlig-
um tungsinni í samfelagnum.
Eitt land uttan segu er veruliga
eitt fátækt land og ein væl-
hildin bygdagøta kann siga frå
søgu og vekja minnir.
Allir varðarnir av Hellunum
og til Fuglafirðan eru laðaðir
uppaftur. Teir standa snoti-
sligir í dag og eisini kråirnar
fram við bygdagetuni er hond
tikin í.
Fólkafundurin varð hildin
eftir bókini. Hornorkestrið var
komið niðan og neyvan fyrr
hevur ljóðað horntónleikur
yvir hesi blånandi fjøll í vest-
urskininum. Sum altíð so eru
fuglfirðingar raskir at syngja
og sangurin rungaði. Ditlev
Róin helt eina frálíka talu og
Poul Martin á Treðni greiddi
frá arbeiðinum at endurreisa
varðarnar. Hann hevði staðið
fyri arbeiðinum og tey ungu
fingu heiðursbræv fyri gott
avrik. Eini 50 fólk høvdu leitað
niðan á Skarðið hendan dagin
og tey fingu eina ógloymandi
løtu burturúr
Aftaná fundin fóru fleiri at
ganga niðan á fjøllini kring
Skarið. Sjálvur gekk eg niðan á
Altarið. Tað er tindurin á Rust-
ini, fjallið á syðru síðu á Oynd-
arfirði. Skaparin hevur ikki
verið natin tann dagin hesin
parturin av Føroyum lá á tekni-
borðinum. Eg finni ikki orð fyri
øllum vakurleikanum og ti
verður sett punktum nú.