Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juli 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 127 - 9. juli 2003 Nr. 127 - 9. juli 2003 3 UTTAN ÚR HEIMI Bóru ótta fyri burturflyting Mánakvøldið ivaðist løgreglan í suðurenska býnum Bri- ghton ikki í, at onkur hevði burturflutt ta seks ára gomlu Summer Haipule. Gentan skuldi fara til vinfólk at vitja, men tá hon ikki kom vegin fram, fekk løgregl-an boð. Ein trettan ára gamal drongur greiddi løgregluni frá, at hann hevði sæð ein mann toga gentuna inn í ein bil uttan fyri eina matstovu. Hetta vísti seg kortini ikki at vera rætt. Tá gentan nakað seinni kom afturíaftur, vísti tað seg, at hon hevði fingið sær ein lúr inni hjá einari vinkonu. Tilburðurin í Brighton hevði við sær, at løgreglan har fyri fyrstu ferð nýtti eina serliga ávaringarskipan, sum verður sett í verk, tá børn hvørva. Skipanin varð sett í verk fyri einum ári síðani, tá ein átta ára gomul genta varð burturflutt og seinni myrd. Ein liður í skipanini er, at sjónvaps- og útvarpsstøðir alt fyri eitt kunngera upp- lýsingar um tað horvna barnið. Best at búgva í Noregi Triðja árið á rað er Noreg ovast í einum ST-yvirliti, sum vísir á lond, sum hava tey bestu livilíkindini, bestu út- búgvingarskipanina og hægsta meðallivialdurin. Numm- ar tvey, trý og fýra eru Ísland, Svøríki og Avstralia. Yvirlitið hjá ST vísir kortini, at japanar liva longst. Meðallivialdurin í Japan er 81,3 ár, og Japan er tað einasta landið í heiminum, har fólk í meðal liva meiri enn 80 ár. Men norðmenn eru ikki langt aftanfyri. Í meðal liva norðmenn 78,4 ár. Svøríki liggur haraftur- ímóti á ovasta plássi, tá talan er um at fyribyrgja fá- tækradømi. Men yvirliti hevur sjálvandi eisini ein niðara enda, og har eru afrikonsk lond sum Mali, Burkina Faso, Niger og Sierra Leone. Eitt nú er meðallivialdurin í Sierra Leone bert 38,3 ár. Eitt annað, sum sigur ein sindur um munin er, at í Sierra Leone eru sjey læknar fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Í Noregi eru 413 læknar til hvørji 100.000 fólk. Shell er størst Royal Dutch/Shell Group er tann størsta fyritøkan í Evropa og samstundis tann fjórðstørsta í heiminum. Tað sæst í einum yvirliti hjá amerikanska tíðarritin- um Fortune. Har sæst eisini, at næststørsta fyritøkan í Evropa er bretska BP, og á triðja plássi er Daimler- Chrysler. Almenna norska oljufelagið Statoil er eisini á listanum og er á 49. plássi í Evropa og á 122. plássi í heiminum. Statoil er tann einasta norðurlendska fyri- tøkan á evropeiska topplistanum. Fyritøkurnar eru mettar eftir umsetninginum, og heimsins størsta fyritøka er tann amerikanska Wal- Mart. Men yvirlitið hjá Fortune vísir eisini, at tær stóru fyritøkurnar høvdu næstan 1,3 millión færri fólk í arbeiði í fjør enn í 2001, og at heimsumsetningurin minkaði 281 milliardir dollarar í fjør. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Alfred Sofus Dam Norðskála andaðist og varð jarðaður. Ein serlig tøkk til Emil prest fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til sangarar, berarar, gravarar, kirkjutænarar og øll tykkum, ið á annan hátt hjálptu til við jarðarferðina.Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Norðskála kirkju. Tøkk, øll somul. Fyri tey avvarðandi Rasmina, Ása, Bjarnhild, Bjartur og Steinbjartur Týskarar bíða í hes- um døgum eftir, at nøvnini á túsundtals hjálparmonnum hjá eysturtýsku fregnar- tænastuni Stasi verða almannakunngjørd. NJÓSNING Árni Joensen Fyri einum mánað síðani fingu týsku myndugleikar- nir ein hóp av skjølum, sum amerikanska fregnartæn- astan CIA hevur havt í varðveitslu. Talan er um tey sonevndu Rosewood-skjøl- ini. Í teimum vóru upplýs- ingar um túsundtals fólk, sum arbeiddu fyri ta gomlu eysturtýsku fregnartænast- una Stasi, men nú CIA hev- ur latið skjølini frá sær, eru bara nøvn á týskum ríkis- borgarum eftir í yvirlitin- um. Tey útlendsku nøvnini eru sáldað frá, at myndug- leikarnir í teimum einstøku londunum hava fingið at vita, hvørjir av teirra borg- arum hjálptu Stasi. Tað er framvegis ein gáta, hvussu tað eydnaðist CIA at fáa fatur á teimum loyniligu skjølunum, beint eftir at Berlinmúrurin fall, og hví amerikanarar hava havt skjølini í varðveitslu heili tólv ár. Fleiri halda, at CIA á hendan hátt kundi fáa nøvnini á teimum, sum fóru í russiska tænastu, tá Stasi varð upployst. Týsku myndugleikarnir eru greiðir yvir, at innihald- ið í skjølunum er sera eld- fimt, men tað er eisini greitt, at á navnalistanum eru fleiri, sum als ikki vistu, at nøvn teirra vóru komin at standa har. Sambært blaðnum Ber- liner Zeitung arbeiddu um- leið 50.000 fólk fyri Stasi. Av teimum vóru 38.000 eysturtýskarar. Tey hava kanska ikki so nógv at stúra fyri, men verri er við hinum 12.000, sum sambært blaðn- um vóru vesturtýskarar. Mong av hesum sita sum á nálum í dag. Tað kann eisini fara at vísa seg, at fleiri teirra hava verið og kanska eisini eru virkin í týskum politikki. Týskarar stúra fyri avdúking Eitt stórt hol kom á annan vongin, tá rúmdarferjan varð skotin út í rúmdina. VANLUKKA Árni Joensen Serfrøðingar hjá amerik- ansku rúmdarumsitingini NASA siga seg nú vera komnar eftir, hvat tað var, sum gjørdi, at rúmdarferjan Columbia sprongdist, tá hon var á veg aftur á Jørðina. Á einari royndarstovu sendu serfrøðingarnir eitt petti av bjálvingarskúmi ímóti øðrum vonginum á ferjuni. Pettið, sum vigaði minni enn eitt kilo, varð sent ímóti vonginum við 850 kilometra ferð um tím- an, og tað vísti seg, at eitt umleið 40 sentimetrar stórt hol kom á vongin. Hetta var nógv størri skaði, enn ser- frøðingarnir høvdu roknað við. Scott Hubbard, sum hevur sitið í nevndini, sum hevur kannað vanlukkuna, sigur, at nú er endaliga staðfest, hví rúmdarferjan sprongdist. Øll tey sjey rúmdarfólk- ini, sum vóru við Col- umbiu, doyðu, tá ferjan sprongdist. Stórt hol var á Columbiu Eitt so stórt hol var eftir øllum at døma á øðrum vonginum á rúmdarferjuni Colombiu. Tí sprongdist hon, tá hon var á veg niðuraftur C M Y K 3 2