mikudagur 9. juli 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 127 - 9. juli 2003
Nr. 127 - 9. juli 2003
5
Vágbingar hava havt
nógv at tosa um
seinastu tíðina, tí nú
skulu allir vegir í Vági
hava navn
GØTUNØVN
Áki Bertholdsen
Vágur: Nú verður spenn-
andi at vita, hvar eg búgvi.
Hetta var bara ein við-
merking úr rúgvuni, tá ið
vágbingar ein dagin fyri
stuttum komu saman at tosa
um gøtunøvn.
Allir vegir í Vági skulu
nú hava nøvn og hvørt hús
skal hava sítt nummar so nú
fáa allir vágbingar at vita,
hvar teir búgva.
Seinastu tíðina hava vág-
bingar gjørt uppskot um,
hvussu 25 gøtur og vegir í
bygdini skulu eita og síðani
hevur ein gøtunavnanevnd
mett um tey innkomnu
uppskotini. Eitt fríggja-
kvøld nakað síðani var so
almenn móttøka, har ið
uppskotini vórðu løgd al-
ment fram.
Men
fyrireikararnir
høvdu týðiliga undirmett
áhugan hjá fólki fyri,
hvussu gøtunøvnini skulu
vera, tí fundurin varð lagd-
ur at vera í Stóra Pakkhúsi
og har var verri enn so pláss
fyri øllum teimum mongu,
sum høvdu ætlað sær á
fund.
Og enn minni var pláss at
vísa gøtunøvnini í upp-
vørpu, soleiðis sum ætlanin
var.
Fimm vágbingar høvdu
latið uppskot inn um,
hvussu gøtunøvnini skulu
vera og á samkomuni hetta
sama fríggjakvøldið fingu
tríggir
teirra
virðisløn
handaða.
Palli Jacobsen fekk 3.
virðisløn, sum var upp á
1000 krónur. Arnfinnur
Bjarkhamar
fekk
aðru
virðisløn og hon var 1500
krónur. Og 1. virðisløn,
sum var 3.000 krónur, fekk
Martin Andreasen.
Læknarnir funnu ikki
Ásgerð Stenberg, sum er
formaður í mentanarnevnd-
ini í Vágs Býráð, segði, at
nú er langt síðani, at
kommunan fór undir ar-
beiðið at seta nøvn á vegir
og gøtur í bygdini.
Arnfinnur
Thomasen,
sum hevur mannað gøtu-
navnanevndina, saman við
Ebbu
Skaalum, Torleif
Augustinussen
og
Páll
Jacobsen, segði, at nevndin
hevði lagt dent á at varð-
veita tey gomlu staðanøvn-
ini.
Eisini
staðanøvn,
ið
mestsum
eru
farin
í
gloymskuna, hevur nevndin
tikið framaftur.
Soleiðis verður nú skotið
upp at kalla vegin, sum í
mong ár vanliga hevur
verið kallaður Loprans-
vegurin fyri Navargøta, tí
gamla staðarnavnið er Inni
á Nøvunum.
Annars
hava
eisini
gamlir, kendir vágbingar
fingið vegir uppkallaðar
eftir sær, eitt nú Jákup
Dahl,
próvstur,
Jóan
Hendrik Schrøter, lærari og
Magnus Dahl, vinnulívs-
maður.
Sum heild tóku vág-
bingar væl undir við nøvn-
unum, men eftir fundin var
kortini lívligt kjak um
nøvnini.
Summi hildu, at okkurt
navn kundi verið betri valt,
og so vóur tað onnur ið
spurdu, hví ikki tann og
tann vágbingurin eisini
fekk eina gøtu nevnda eftir
sær, tá iðhin kundi fáa........
Men øll tey, sum hava
viðmerkingar
til
gøtu-
nøvnini, kunnu gera vart
við seg. Nøvnini, sum nú
eru sett á, eru bert uppskot
og ætlanin var júst, at geva
fólki høvi at koma við
viðmerkingum.
Seinni fer so Vágs Býráð
endaliga at áseta gøtu-
nøvnini.
Bróta reglugerðina
Í samrøðuna við Dan Reinert Petersen í gjár
endurgeva vit hann fyri at siga, at tað stendur í
viðtøkunum fyri Framtaksgrunnin, at hann skal
selja fyritøkurnar, tá ið tær eru sølubarar.
Tá ið Framtaksgrunnurin ikki selir Fiskavirking,
brýtur hann sostatt sínar egnu viðtøkur.
Dan Reinert Petersen ger vart við, at hann segði,
at tað stendur í sjálvari reglugerðini fyri grunnin, at
fyritøkurnar skulu seljast, tá ið tær eru sølubarar og
hann heldur, at tað er rættari at brúka tað orðið.
Reglugerðin er oman fyri grunnin og er sostatt
heilt bindandi fyri grunnin, sigur hann, men
viðtøkurnar fyri grunnin kann nevndin sjálv
samtykkja at seta í gildi og úr gildi aftur. Hinvegin
hevur nevndin onga ávirkan á reglugerðina, men
skal virka treytaleyst eftir henni.
Nú fáa vágbingar at vita
hvar teir búgva
Hetta kortið vísir, hvussu
ætlanin er, at høvuðsvegirnir
í Vági skulu nevnast. Hetta
eru tó bert uppskot og
býráðið fer at taka endaligu
støðu seinni. Kortið hevur
Munin gjørt
Martin Andreasen fekk fyrstu virðisløn í kappingini um gøtunøvn í Vági. Sjálvur býr hann í
Fossagøtu, verður uppskotið fylgt. Dagfinn Olsen tók myndina av honum uttanfyri húsini í
Fossagøtu
Einki spart upp á Føroyar
Danmark hevur ong-
antíð brúkt Føroyar
til at sleppa undan
útreiðslum í NATO.
Soleiðis sigur danska
verjumálaráðið í ein-
um avgjørdum svari
til føroyanevndina
hjá Fólkatinginum
VERJUÚTREIÐSLUR
Ingi Rasmussen
Føroyanevndin hjá Fólka-
tinginum fyrireikaði seg
væl, áðrenn føroyaferðina
herfyri. Nevndin setti And-
ers Fogh Rasmussen fleiri
ítøkiligar spurningar, sum
hon kundi vænta fóru at
stinga seg upp á ferðini.
Forsætisráðharrin varð
millum annað biðin um »en
samlet opgørelse af det øk-
onomiske mellemværende
mellem Færøerne og Dan-
mark, herunder de eventu-
elle gevinster Danmark får
i NATO, fordi det danske
rige omfatter Færøerne og
Danmark.«
Fyri at fáa svar upp á
tann
síðsta
spurningin
vendi Anders Fogh Rasm-
ussen sær til verjumála-
ráðið, sum púrasta vísir
aftur, at Danmark nakrantíð
hevur fingið nakað burtur-
úr, at Føroyar vóru partar
av danska ríkinum.
»Danmark har på intet
tidspunkt unddraget sig ud-
gifter i NATO som følge af
Færøernes status og placer-
ing. En sammenkædning
mellem geografisk beligg-
enhed samt strategisk be-
tydning og ønsket om et
mindre bidrag til Alliancen
ville desuden være et klart
brud på de grundlæggende
principper i NATO«, sigur
verjumálaráðið í svarinum.
Verjumálaráðið greiður
frá, at felags verjuætlanin í
NATO hevur til endamáls
at tryggja, at verjusam-
gongan kann loysa samlaðu
uppgávurnar. Sum partur
av hesum verður tillutað
hvørjari tjóð nøkur styrki-
mát. Hesi styrkimát verða
m.a. ásett fyri at býta byrð-
una javnt millum londini.
NATO fær javnan fráboðan
um hetta og harafturat
hendir ein jøvn eftirmeting
av hvørjum landi, sigur
verjumálaráðið.
Niðurstøðan er altso, at
Danmark ikki hevur spart
útreiðslur í NATO, við at
Føroyar hava lagt land til
verjuna av vesturheiminum
í 50 ár. Hinvegin vísir
verjumálaráðið á, at verjan
av Føroyum framvegis er
fíggjað av dønum. Í 2002
kostaði verjan av Føroyum
144 milliónir krónur.
Jens Aage Jensby, verjumálaráðharri, á ferð í Føroyum. Upp undir føroyaferðina hjá
Føroyanevndini, avvísti verjumálaráðið, at Føroyar hava spart dønum útreiðslur í NATO
Mynd: Jens K. Vang
Bæði Jens Otto Kragh
og Uffe Elleman Jen-
sen hava brúkt Før-
oyar sum trumf, tá
samráðst hevur verið
við NATO um verju-
útreiðslurnar hjá
Danmark. Tað vísti
frágreiðingin um
»Føroyar í kalda
krígnum«, sum so-
statt sáar iva um út-
søgnina hjá verju-
málaráðnum til før-
oyanevndina hjá
Fólkatinginum
BAKGRUND
Ingi Rasmussen
Spurningurin um verjuút-
reiðslurnar hjá Danmark í
NATO hevur javnan verið
frammi síðstu árini. Og
niðurstøðan hevur ikki altíð
verið, at Føroyar einki hava
vigað, tá gerast skuldi upp.
Uppundir samráðingarnar
við donsku stjórnina í 2000
royndi Føroya landsstýri at
vísa á, at Danmark hevur
spart
risaupphæddir
í
NATO, tí Føroyar og Grøn-
land eru partar av danska
ríkinum. Sagt var, at frá
1976 til 1989 spardi danska
stjórnin smáar 90 milliardir
krónur í verjuútreiðslum til
NATO, tí hon læt øki í Før-
oyum og Grønlandi frá sær.
Somu árini læt stjórnin
Føroyum og Grønlandi 60
milliardir í stuðli, og
danska yvirskotið var so-
statt 30 milliardir krónur.
Segði landsstýrið.
Jenis av Rana, tingmaður,
nýtir eisini øll høvi at vísa
á, at blokkstuðulin er ongin
ein olmussa, men eitt gjald
fyri, at NATO brúkar før-
oyska jørð til sínar her-
støðir.
Svartabók svarar
Hvussu er og ikki. Niður-
støðan hjá danska verju-
málaráðnum, sum onki
sigur seg hava spart í verju-
útreiðslum til NATO upp á
Føroyar, samsvarar ikki
heilt við tað, sum kom fram
í Svørtubók, frágreiðingini
um Føroyar í kalda krígn-
um. Eitt av teimum fýra
punktunum í frágreiðingini
snúði seg um »at krevja
eina gjølliga frágreiðing frá
stjórnini um, hvussu her-
støðirnar í Føroyum hava
verið mótroknaðar donsk-
um útreiðslum.«
Tað eydnaðist ikki søgu-
frøðingunum Sámali Tróndi
Finnson Johansen og Jákupi
Thorsteinssyni
at
svara
spurninginum í krónum og
oyrum. Men í teim-um
skjølum, sum Sámal Trónd-
ur fann í amerikonskum
skjalagoymslum kom kortini
fram, at Danmark nýtti Før-
oyar og Grønland sum sjón-
armið, tá verjuútreiðslurnar
skuldu vigast.
Eitt, sum týðiliga bendir
á tann bógvin, er ein fundur
í november 1958 millum
»Charges d’Affaires« L.
Satterthwaite frá amerik-
ansku sendistovuni í Keyp-
mannahavn og danska utt-
anríkisráðharran Jens Otto
Krag um uppseting av
Loran-C støðini í Føroyum.
Ein býtishandil
Á fundinum kemur Krag
inn á, at tað er ein saman-
hangur millum tær lágu
verjuútreiðslurnar hjá Dan-
mark og hetta at lata rættin
til føroyskt og grønlenskt
øki frá sær. Í roynd og veru
legði hann tað beinleiðis
fram soleiðis, at veruliga
orsøkin til, at donsku verju-
útreiðslurnar vóru so lágar,
var at Danmark læt øki í
Grønlandi og Føroyum frá
sær til uppseting av hernað-
arligu støðunum.
Í frágreiðingini »Føroyar
í kalda krígnum« er eitt
skjal endurgivið, sum er ein
frágreiðing frá fundinum
millum Krag og Satterth-
waite. Eftir at Krag hevur
sæð skjølini hjá sendistøð-
ini um Loran-C støðina í
Føroyum, sigur hann, at
Danmark við gleði hjálpti
NATO og gjørdi sítt til at
uppfylla síni krøv við at
geva NATO Føroyar og
Grønland at ráða yvir.
Hetta fekk donsku verjuút-
reiðslurnar at síggja betri út
og gav meining. Og hann
var glaður fyri at síggja, at
hesin veruleiki var viður-
kendur av amerikonsku
stjórnini, er Krag endurgiv-
in fyri at siga.
Fundurin snúði seg um at
fáa danska góðkenning fyri
Loran C støðina á Eiði við
teimum hernaðarligu enda-
málum, ið har vóru. Tí fat-
aði Satterthwaite hetta sum
ein býtishandil. Hann svar-
aði, at hann var fegin um, at
Danmark hevði ræði á
Føroyum og Grønlandi, og
at londini tískil vóru tøk til
felags verju.
Hóast fundurin og diplo-
matiska spælið ikki bein-
leiðis avdúkar, um danir í
veruleikanum seldu Føroy-
ar, so vísir hetta, at eitt
»Føroya-kort« tilvitað var
brúkt sum ein trumfur hjá
Danmark.
Uffe stuðlar
Hetta sjónarmið verður eis-
ini stuðlað av Uffe Elle-
man-Jensen, sum í dagbók
síni frá 1996 greiðir frá,
hvussu hann nýtti Grønland
og Føroyar í samráðingun-
um um donsku verjuút-
reiðslurnar í NATO.
Tað vísti seg eisini at
hava størri áhuga hjá amer-
ikanarum at tryggja sær
atgongd til føroyska og
grønlendska økið enn at
trýsta donsku stjórnina til
at økja um sínar verjuút-
reiðslur, so tær svaraðu til
tær hjá øðrum londum í
NATO, segði hann.
So hóast verjumálaráðið í
dag er sannført um, at tað
ikki hevur spart útreiðslur í
NATO av Føroyum, so eru
aðrar ábendingar í søguni
um, at Føroyar í sær sjálv-
um vóru eitt gott kort.
Føroya-kortið var trumfur
Føroyar vóru eitt gott kort hjá
Danmark undir kalda krígnum.
Kortið varð tikið fram, tá
samráðst var um
verjuútreiðslurnar til NATO
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
5
4