Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juli 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 127 - 9. juli 2003 Nr. 127 - 9. juli 2003 7 Trupulleikarnir hjá føroysku alivinnuni eru so stórir og prís- irnir so lágir, at tær flestu alifyritøkurnar fara ongan eginpen- ing at eiga eftir, tá árið er runnið, sigur Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka. Hann heldur, at fleiri av alarunum eiga at fáa ein møgu- leika afturat, men tað krevur eina munandi eginogn, og íleggjarar eru torførir at fáa eyga í løtuni ALIVINNAN Heri á Rógvi Føroyska alivinnan er í svárum trupulleikum. Tað er nógv verri statt, enn tey flestu vita. Í ár er prísurin á aldum laksi fallin nógv. Prísurin er í løtuni um trettan krónur fyri kilo. Tá framleiðslu- kostnaðurin er einar tjúgu krónur kilo, gevur hvør aldur laksur eitt fitt undir- skot, og tá er kostnaðurin av ILA als ikki tikin við, soleiðis at samlaða tapið er munandi størri. Og tað er skjótt at koma til ta niðurstøðu, at hendan gongdin kann ikki halda fram. Vit hava vent okkum til forstjóran í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, sum fylgir væl við gongdini í alivinnuni, og tað er eisini Føroya Banki, sum saman við Føroya Sparikassa fíggjar ein stóran part av alivinnuni. - Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, so var samlaði egin- peningurin í alivinnuni í øllum førum 400-500 milli- ónir krónur. Í dag er egin- peningurin valla meira enn hundrað milliónir, og egin- peningurin er heldur ikki beinleiðis javnt býttur millum fyritøkurnar, sigur Jørn Astrup Hansen. Heldur gongdin fram sum er, so er orsøk at stúra fyri støðuna hjá alivinnuni. - Siga vit, at tað næsta árið verða seld 35.000 tons av laksi í Føroyum við nú- verandi prísum, so vil hetta merkja eitt tap upp á 250 milliónir krónur. Sjálvt um laksaprísurin veksur við fýra krónum til 17 kr/kg, so er eginpeningurin kortini burtur um eitt ár. Og hetta er væl at merkja sæð yvir alla vinnuna — í fleiri fyri- tøkum er eginpeningurin longu burtur, sigur Jørn Astrup Hansen. Tað er ikki bara í Føroy- um, men kreppan í alivinn- uni er heimsumfatandi. Hon skyldast serliga, at út- boðið av laksi er vaksið alt ov nógv í mun til, hvat marknaðargrundarlag er fyri. Føroyar eiga um fýra prosent av samlaða heims- marknaðinum av aldum atlantarhavslaksi, og tískil hava Føroyar lítla og onga ávirkan á prísstøðið. Nógvir alarar slakta nógvan laks í løtuni og væntandi eisini í nærmastu framtíð, og hetta gevur stórt útboð, men ikki samsvar- andi stóran eftirspurning til lønandi prísir. Við tí nógva laksinum, sum er á veg á marknaðin, so kann roknast við, at verandi støða heldur fram rúma tíð afturat. Gullfepur Miðskeiðis í nítiárunum varð ein roynd gjørd at seta ferð á alivinnuna í Føroy- um. - Alivinnan er í roynd og veru vaksin úr ongum síð- ani kreppuárini, tá byrjað varð av nýggjum. Gongdin hevur verið góð, og vinnan eigur nú 23% av føroyska útflutninginum. Samstund- is hava vit í Føroyum savn- að nógva servitan, sum ikki eigur at fara fyri skeytið, sigur Jørn Astrup Hansen. Í 2000 var skilið í før- oysku alivinnuni framúr gott. Yvirskotini vóru met- høg, og alt gekk upp á stás. Men síðani er vend komin í. Fyrst við ILA og nú við metlágum prísum. À henda hátt ber illa til at skapa eina lønandi vinnu. Jørn Astrup Hansen kall- ar gongdina í 2000 fyri ein gullfepur. Og honum vórðu øll rakt av - eisini føroysku peningastovnarnir. - Øll - alararnir, fóður- veitararnir og peninga- stovnarnir - vórðu raktir av gullfeprinum. Sjúkan kom til landið við nøkrum norskum ævintýrarum, sum skaptu nógv rok og gjørdu nógv fortreð, áðrenn teir í fjør mistu ondina. Av norð- monnum lærdu vit eisini, hvussu tað bar til at kapi- talisera og selja aliloyvi - loyvi, sum tað sambært lógini hvørki ber til at selja ella seta í veð, sigur Jørn Astrup Hansen. Hann heldur, at ein av or- søkunum til, at føroyingar hava klárað seg - higartil - eitt sindur betur enn norð- menn er, at føroysku pen- ingastovnarnir bert í lítlan mun hava verið við til at fíggja aliloyvini. Bust-and-Boom Alivinnan er ein typisk bust-and-boom vinnugrein, som Jørn Astrup Hansen kallar tað. Framleiðslan er annaðhvørt ov stór ella ov Jørn Astrup Hansen: Eginpeningurin um at hvørva í alivinnuni lítil í mun til eftirspurning- in. Úrslitið er ógvuslig sveiggj í laksaprísunum. Alvinnan í Føroyum er at líkna við svínaalingina utt- anlands, har prísirnir eisini broytast oftani. Ein annar trupulleiki er, at sjálv framleiðslutíðin er drúgv. Tá tú setir eina framleiðslu av laksi ígongd, ganga millum tvey og trý ár til fiskurin verður slaktaður og seldur. Og tá laksurin er komin í alibrúkini, so kunnu alararnir ikki bert steðga á, tí prísurin er fall- andi. Alarin kann ikki gera nógv annað enn at ala sum best og vóna, at prísurin verður góður, tá laksurin einaferð skal slaktast. Ali- vinnan hevur sostatt eina langa »bremsilongd«. Fyri tveimum-trimum ár- um síðani gekk alt av besta slag, og nógv meira smolt varð sett út, soleiðis at út- boðini í løtuni er alt ov stórt. - Tá ið so prísurin er fall- in í botn, verður nógv minni av nýggjum smolti sett út. Tað er júst hetta, vit síggja nú. Um 2-3 ár verður sann- líkt aftur eitt boom við høg- um laksaprísum, sigur Jørn Astrup Hansen. Eginpeningur neyðugur Sum nevnt er støðan hjá nógvum alifyritøkum heilt vánalig. Hyggja vit eftir roknskapartølunum, so sæst, at fleiri fyritøkur í fleiri ár hava verið illa píndar. Fleiri av teimum størri alifyritøkunum eru tó enn hampuliga væl bjálvaðar. Og onkur fyritøkur hevur eisini fingið nýggjan egin- pening. Men í tráð við om- an fyri nevnda roknistykki útfrá verandi prísum og framleiðslu, so bíðar eitt risastórt tap, sum samlaði eginpeningurin ikki er før- ur fyri at bjarga. - Tað, sum peningastovn- arnir og onnur kunnu læra, er, at alivinna krevur nógv- an kapital, og tað skal nógvur eginpeningur til - nógv meiri eginpeningur. Hetta er tað mest týdning- armikla, um vit skulu halda lív í alivinnuni, sigur Jørn Astrup Hansen. Íleggjarar Nú støðan hjá alivinnuni er trong í løtuni, so standa fólk ikki beinleiðis í bíði- røð við váðafúsum kapitali. - Fyri fáum árum síðani vildu øll seta pening í ali- vinnuna, men nú eru møgu- ligir íleggjarar ikki til at fáa eyga á. Tað er eisini torført at síggja, hvør tað skuldi verið, sum hevur pening tøkan at seta í alivinnuna, sigur Jørn Astrup Hansen. Forstjórin heldur, at tað fyri onkran kundi verið ein skilagóð íløga at sett pen- ing í, nú tá ið tað gongur illa, og síðani hava møgu- leikan at vinna nógv, tá prísirnar aftur fara at fóta sær. Jørn Astrup Hansen held- ur tað vera stórt spell, um tann nógva vitanin í ali- vinnuni og stóru íløgurnar gleppa okkum av hondum. - Tað hjálpir ikki nógv, um laksaprísurin er góður aftur um tvey ár, og øll virkini tá eru farin av knór- anum. So ella so kann tað lætt- liga hugsast, at politiski myndugleikin noyðist at vera við fyri at bjarga stór- um pørtum av alivinnuni. - Tá flakavirkini, sum vóru alt ov nógv í tali, komu í trupulleikar í sínari tíð, var bjargingin nýggjur eginpeningur, sum Fram- taksgrunnurin kom við. Men væl at merkja eftir at ognararnir høvdu avskrivað teirra tap. Ein líknandi loysn kann gerast neyðug, um vit skulu bjarga ali- vinnuni, sigur Jørn Astrup Hansen. Ein annar møguleiki er at nýta pening úr eitt nú Íleggingargrunninum. - Hvat nyttar tað, at Íleggingargrunnurin lænir pening til SEV ella Føroya Tele? Tað vildi verið skila- betri, um grunnurin kom við váðafúsum kapitali til alivinnuna eftir marknaðar- treytum, sigur Jørn Astrup Hansen. Líkamikið hvør loysn verður vald, so heldur for- stjórin í Føroya Banka tað vera av alstórum týdningi, at tað greitt verður tilskilað, hvussu ein møguligur al- mennur »luttakari« kemur burtur úr alivinnuni aftur, soleiðis at trupulleikarnir við Fiskavirking í løtuni ikki koma aftur á dags- skránna. Í tílíkum førum, har fyri- tøkurnar missa pening og fara av knóranum, eru tað fyrst partaeigararnir, sum missa; síðani ognarar uttan veðhald, t.e. útvegarar og onnur. Kunnu hesir ikki megna tapið, so endar svartiper hjá veðhaldarun- um — vanliga peninga- stovnunum. Tískil er ógvuliga sann- líkt, at peningastovnarnir fara at eiga fleiri alibrúk innan leingi. Men tað hevur ongan áhuga hjá Føroya Banka at reka alivirksemi. Sum støðan er nú, so mugu peningastovnarnir yvirtaka alifyritøkurnar uttan aliloyvi. - Tað er púra óhoyrt, at vit skulu yvirtaka virki uttan loyvi. Uttan aliloyvi kunnu vit einki gera við alibrúkini, ið vit sum veð- heldarar eru noyddir at yvirtaka. Tað tekur jú full- komiliga hugin frá okkum at fíggja alivinnuna, sigur Jørn Astrup Hansen. ILA Trupulleikarnir við laksa- prísunum kunnu føroyskir alarar sum so ikki gera so nógv við, tí Føroyar eru ein somikið lítil partur av samlaða heimsmarknaðin- um. Jørn Astrup Hansen held- ur, at veðhald í aliloyvun- um bert er ein partur av for- treytunum fyri at alivinnan kemur á føtur aftur. Týdn- ingarmikið er sjálvandi, at prísurin hækkar munandi. Men í Føroyum hava vit kortini eitt afturat at berj- ast, og tað er sjálvandi ILA. - Tað tykist ikki sum um, at man hevur fingið greiðu, hvussu sjúkan kann fyri- byrgjast. Alararnir skyldast mest upp á landsmyndug- leikarnar, men eg eri ikki so vísur í, at alararnir ikki eiga at gera meira við tað sjálvir. Í øllum førum tykist tað sum um, at tann alneyðuga loysnin ikki er at finna, og hetta er neyðugt. Føroyska alivinnan hevur illa ráð til eisini at berjast við ILA, sigur Jørn Astrup Hansen. Einki at frætta Eitt, sum undrar Jørn Astrup Hansen, og kanska eisini onnur, er, at lítið og einki hevur verið at hoyrt um kreppuna í alivinnuni. Nógv hevur verið tosað um rækjuskipini, sum sigla í tungari aldu, men trupul- leikarnir í alivinnuni eru ikki serliga vanligt prát millum manna, men heldur ikki millum politikarar. Og tað er tað, sum undrar mest, heldur Jørn Astrup. - Umframt at hugsa meira um spurningin við- víkjandi ILA, so mugu før- oysku politikararnir vakna, tí støðan er álvarslig. So ella so er tað ynskiligt at bjarga í øllum førum ein part av alivinnuni og vitan- ini, sum kann fara fyri skeytið. Tískil mugu po- litikararnir vera greiðir yvir støðuna, sigur Jørn Astrup Hansen. Tá ein vinnugrein, sum eigur ein lítlan fjórðing av landsins útflutningi, er í so stórum trupulleikum, so er lætt at gita sær til, at hetta fer at merkjast í samfelags- búskapinum. Kunnu vit rokna við stórari búskapar- ligari afturgongd? - Tað er klárt, at tá ein vinna, sum eigur so stóran part av búskapinum, kemur í so stóra trupulleikar, so fer hetta at merkjast. Í løt- uni merkir hvørki lønmót- takarin ella landskassin tað stóra. Fyribils eru arbeiðs- plássini í alivinnuni ó- broytt, men tað er á einum svikafullum grundarlagi. Det er rigtignok på et svigefuldt grundlag. Men við niðurgongdini hjá ali- vinnuni og við trupulleik- unum í fiskivinnuni í hug- anum, so kunnu vit rokna við einari munandi aftur- gongd í føroyska búskap- inum, sigur Jørn Astrup Hansen. Laksaframleiðslan í Føroyum í 2002 var 36.863 tons. Hetta eru eini fýra prosent av heimsfram- leiðsluni av aldum atlantarhavslaksi. 8.362 tons av sílum vórðu eisini kruvd og seld í 2002. Útflutningsvirðið av alifiski í 2002 var 943 mió. Hetta eru 23% av samlaða føroyska útflutnings- virðinum í 2002. Árið í fjør varð nógv merkt av søguliga lágum prísum. Lágu prísirnir skyldast, at útboðið av laksi er nógv vaksið seinnu árini. Eitt nú Kili er farið undir eina stóra framleiðslu av alilaksi. Noreg er heimsins størsti útflytari av ald- um atlantarhavslaksi. Flest øll kenna støðuna í Norra, har fleiri av stóru alifyritøkunum eru farnar av knóranum. Afturat lágu prísunum, sum liggja væl undir framleiðslukostnaðinum, eru stórir trupulleikar við ILA í Føroyum. Stóru alifyritøkurnar í Føroyum eru rímiliga væl bjálvaðar við eginpeningi, men í fleiri førum er støðan einki serlig, og lítið er av eginpeningi. Roknað verður við, at lágu prísirnir fara at halda fram í øllum førum eitt ár afturat. Hetta verður sagt við tí sum grundgeving, at tað kann væntast at ein rúgva av laksi verður slaktað og selt, og harvið verður útboðið framvegis størri enn marknaðurin fær svølgt fyri nøktandi prís. Fakta Eginpeningurin í alivinnuni er um at hvørja. Heldur verandi gongd fram, so stendur heilt illa til, áðrenn árið er runnið, metir Jørn Astrup Hansen Mynd: Jens Kristian Vang – Fyri fáum árum síðani vildu øll seta pening í alivinnuna, men nú eru møguligir íleggjarar ikki til at fáa eyga á. Tað er eisini torført at síggja, hvør tað skuldi verið, sum hevur pening tøkan at seta í alivinnuna, sigur Jørn Astrup Hansen Tilvildarliga mynd C M Y K 7 6