mikudagur 9. juli 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 127 - 9. juli 2003
Nr. 127 - 9. juli 2003
9
ARBEIÐSUMHVØRVI
Marjun Dalsgaard
Tað loysir seg at taka sær
væl av starvsfólkunum, vís-
ir ein nýggj kanning, sum
er gjørd av donskum fyri-
tøkum, sum geva starvs-
fólki sínum heilsufremj-
andi tilboð. Danir hava
eisini funnið útav, at har er
nógvur peningur at spara.
40 prosent av spurdu fyri-
tøkum bjóða starvsfólki
sínum sunnan mat ella
møguleika fyri at íðka ítrótt
ókeypis ella bíliga, antin á
arbeiðsplássinum ella á
annan hátt.
Kanningina, sum fatar
um 822 donskar fyritøkur,
hevur Ledernes Hoved-
organisation gjørt, og hon
vísir, at fyritøkur, sum
bjóða
starvsfólkunum
heilsufremjandi tiltøk, sum
til dømis sunnan mat og
umstøður til at íðka ítrótt,
hava ein sjúkradag færri
fyri hvørt starvsfólk um
árið, enn fyritøkur, sum
einki gera á hesum økinum.
Sostatt hava starvfólk á
fyritøkum uttan heilsu-
fremjandi tiltøk umleið sjey
sjúkradagar um árið, móti
seks døgum hjá teimum,
sum hava heilsufremjandi
tiltøk.
Tað er serliga rørsla,
sunnur matur og heilsu-
tryggingar, sum gera mun-
in. Onnur tiltøk, sum eru
roynd, eru stuðul til at
leggja av at roykja og
drekka.
Rákið kemur til
Føroya
Heilsufremjandi tiltøk eru
tó ikki nakað, sum før-
oyskar fyritøkur gera nógv
burtur úr, men tað er tann
vegin rákið gongur, og vit
fara helst at síggja meira av
tí her heima, heldur Karl
Joensen, stjóri á Arbeiðs-
eftirlitinum.
- Tað plagar at vera so-
leiðis, at tað ganga nøkur
ár, áðrenn tílíkt slær ígjøg-
num í Føroyum, men tað
kemur uttan iva, og tað er
eisini eitt gott hugskot, at
fyritøkur gera nakað fyri, at
starvsfólkið hevur tað gott.
Umframt at tey verða sunn-
ari, fremur tað eisini um
áhugan hjá teimum at
arbeiða og vera í fyritøkuni.
Á tann hátt kann fyritøkan
eisini fáa nakað burturúr tí,
sigur hann. Tað er tó ikki
nakað Arbeiðseftirlitið gev-
ur ráð um.
Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum heldur eis-
ini, at heilsufremjandi til-
tøk eru góð leiðsluamboð,
men tað er ymiskt, hvussu
ein fyritøka best nýtir tað.
- Um tú hevur eina
fyritøku, har fólk arbeiða
sjálvstøðugt og sita framm-
an fyri ein skíggja allan
dagin, kann tað lata seg
gera, at tey fara inn við síð-
una av og mýkja vøddarnir
av og á. Hinvegin, hevur tú
eina fyritøku, har hvørt
starvsfólk er ein liður í eini
samanhangandi
arbeiðs-
gongd, ber tað ikki til, sigur
hann. Hann heldur, at tað er
meiri vanligt í Føroyum, at
fyritøkur leiga eina høll,
har starvsfólkið kann spæla
fótbólt eina ferð um vik-
una, tað er eisini gott bæði
fyri
samanhaldið
og
likamið.
Tað er tó ikki møguligt at
siga, um sjúkrafrávera er
ein trupulleiki í Føroyum, tí
eingi tøl finnast yvir saml-
aðu sjúkrafráveruna. Tí er
tað ógjørligt at samanbera
Føroyar við onnur lond.
Tað verður sagt, at tað er
ikki so nógv sjúkrafrávera í
Føroyum, men tað man
verða ein ógvuliga leysur
pástandur, um eingi tøl eru,
sigur Karl Joensen, stjóri á
Arbeiðseftirlitinum.
Rørsla minkar um
sjúkrafráveru
ARBEIÐSUMHVØRVI
Marjun Dalsgaard
Føroya Tele er ein fyritøka,
ið roynir at vera frammar-
laga, tá tað kemur til leiðslu
og starvsfólkapoltikk, og
nýggju hølini í Klingruni í
Hoyvík
hava
eisini
rammurnar
til
hetta.
Ætlanin er møguliga at
innrætta eitt kondirúm til
starvsfólkið,
og
tankin
aftanfyri er at økja um
arbeiðsgleðina hjá starvs-
fólkinium og fyribyrgja
skaðar, sigur ein av deild-
arleiðarunum á Føroya
Tele.
- Vit hava eitt høli, sum
skal nýtast tilstarvsfólkið,
men enn er ikki endaliga
avgjørt, hvat tað skal nýtast
til. Tað hevur verið upp á tal
at gera eitt kondirúm, sigur
Ása Andreasen, sum er ein
av
tveimum
deild-
arleiðarunum á starvsfólka-
deildini hjá Føroya Tele.
Á henda hátt ynskja tey
at minka um sjúkrafrá-
veruna og fyribyrgja til
dømis høvuðpínu og músa-
skaðar.
- Hartil er tað sera moti-
verandi fyri starvsfólkið, at
tey kenna seg væl á
arbeiðsplássininum, og at
vit gera nakað fyri tey.
Fyritøkan skal tó eisini
hava nakað burturúr, og tí
verður tað neyvan eitt
billiardborð, sum kemur at
standa inni í starvsfólka-
hølinum. So verður tað
heldur
kondimaskinur,
leggur hon aftrat.
Ætlanin er tó ikki, at
starvsfólkið skal mýkja
vøddar í arbeiðstíðini, men
eftir arbeiðstíð.
Tað er tó sera umráðandi,
at tú ikki stjelur alla tíðina
hjá starvsfólkunum, sigur
Ása Andreasen.
- Um fólk hava lyndi til at
arbeiða ov nógv, biðja vit
tey ikki fara heim, men vit
vilja fegin, at tey ikki eru
her ov nógv – eisini fyri
okkara egnu skyld, tí hava
tey ikki eitt lív við síðuna
av, brenna tey út. Tað skal
vera eitt mark millum ar-
beiði og privatlív, sigur
hon.
Kondirúm til starvsfólkið
– Vit fara helst at síggja meira av heilsufremjandi tiltøkum fyri starvsfólk, heldur Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum
Í nýggju hølunum í Klingruni verður eisini rúm fyri heilsufremjandi tilboðum.
Týsdagin 8. juli var mót-
tøka í Norðurlandahúsin-
um, í sambandi við at Finn
Christiansen hevur lagt frá
sær sum norskur aðal-
konsul í Føroyum, og Petur
Even Djurhuus advokatur
hevur tikið við. Í hesum
sambandi er norski sendi-
harrin í Danmark, Dagfinn
Stenseth, komin á vitjan. Á
móttøkuni í Norðurlanda-
húsinum handaði norski
sendiharrin Finn Christian-
sen
"Den
Kongeliga
Norske
Fortjernstorden,
Ridder af første klasse".
Hetta heiðurstekin fær Finn
fyri sítt arbeiði sum norsk-
ur aðalkonsul í Føroyum
frá 1995 til 2003.
Finn Christensen er 57
ára gamal og ættaður av
Skála. Eftir at hann varð
liðugur við sína útbúgving
sum maskinverkfrøðingur í
1977, arbeiddi hann hjá
Burmeister & Wain í
Keypmannahavn til 1980.
Meðan hann las, koyrdi
hann eisini hýruvogn í
Keypmannahavn.
Hann
hevur eisini arbeitt hjá SEV
sum maskinverkfrøðingur.
Frá 1985 til 2000 arbeiddi
hann
hjá
Det
Norske
Veritas í Føroyum, fyrst
sum sýnsmaður og frá 1991
sum stjóri. Síðan novenber
2000 hevur Finn rikið sítt
egna ráðgevavirki, Sp/f
Atlantic Marine Surveyors,
á Argjum. Umframt sína
útbúgving hevur Finn tikið
nógv ymisk skeið innan sítt
yrki. Hann er giftur við
Margrethu, f, Næs, tey
búgva á Argjum og eiga
tveir vaksnar synir.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
12. apríl 1953 vóru 34 børn
fermd í Havnar kirkju.
Fimmti ár aftaná, 12 apríl
2003, hittust 13 av teimum
til eina hugnaliga løtu í
somu kirkju, har Sverri
Steinhólm
prestur
helt
guðstænastuna við altar-
gongd fyri teimum. Aftaná
fóru tey oman á Hotel
Hafnia, har tey fingu ein
góðan bita og hugnaðu sær
við práti og sangi restina av
kvøldinum. Konfirmantar-
nir takka Sverra Steinhólm
fyri at hann hóast kon-
firmatión næsta dag, tók
sær stundir til at koma í
kirkjuna við teimum og á
hendan hátt gjørdi dagin til
nakað heilt serligt. Eisini
skulu kirkjutænararnir hava
eina stóra tøkk og tað sama
starvsfólkini
á
Hotel
Hafnia fyri góða móttøku.
Tey, ið ikki kundu vera
við, eru: Eina Dam,
Tórshavn, Liss Sivertsen,
Tórshavn, Riborg
Simonsen, Tórshavn, Erla
Kirsten Viberg Olsen,
Tórshavn, Sanna Jacobsen,
Tórshavn, Sigrid Elisabeth
Dalsgaard, Tórshavn, Sonja
Clementsen, Tórshavn,
Gunnvør Hammersheimb
Christiansen, Tórshavn,
Marjun Vilhelmsen,
Tórshavn, Amalia Malena
Olsen, Nólsoy, Sigga
Caroline Johansen,
Tórshavn, Andreas
Joensen, Tórshavn, Tórur
Grønborg Holm, Tórshavn,
Jørgen Frands Heinesen,
Tórshavn.
Tey, ið ikki eru okkara
millum meira, eru:
Niclas Jacob Hansen,
Tórshavn, Christian
Sigmundur Djurhuus,
Hvítanes, Arnold Karbech
Mouritsen, Tórshavn,
Eivind Vøgg Guttesen,
Tórshavn, Egin
Wenningsted Jacobsen,
Tórshavn, Marita Holm,
Argir, Olina Marie
Niclasen, Tórshavn.
Martin Næs 50
Í dag, 9. juli, fyllir lands-
bókavørðurin fimmti ár.
Martin Næs er vágbingur,
sonur Brynhild, f. Sten-
berg, úr Sumba og Johs.
Andr. Næs úr Nesi í
Hvalba.
Martin tók studentsprógv
í Hoydølum í 1975, og trý
ár seinni tók hann prógv
sum bókavørður á Dan-
marks Biblioteksskole í
Keypmannahavn.
Hann var síðani bóka-
vørður á Landsbókasavnin-
um í eitt ár, á Býarbóka-
savninum í tvey ár, 1.
bókavørður á Landsbóka-
savninum 1981-83 og eftir
tað bókavørður á Akuroyri í
tvey ár.
Frá 1985-88 var Martin
Næs
settur
landsbóka-
vørður, og síðani 1989
hevur hann havt hetta starv.
Hann hevur eisini havt
ymisk
nevndarstørv:
í
Setursráðnum á Fróðskap-
arsetrinum, í Rithøvunda-
felagnum, stýrinum fyri
Norðurlandahúsið
og
Orðabókagrunninum hjá
Fróðskaparfelagnum.
Martin er eisini skald.
Hann hevur givið trý yrk-
ingasøvn út og fýra barna-
bøkur. Í 1990 gav hann út
skaldsøguna Tvey, og í
1995 kom eitt savn av
greinum, ummælum, røð-
um og samrøðum. Tað kall-
ast Hvør eigur flagg-
knappin?
Eisini hevur hann týtt
nógv, barnabøkur, yrkingar,
og saman við konuni týddi
hann kanska fremstu skald-
søgu Halldór Laxness:
Garpatáttur.
Í 1975 giftist Martin við
þóru
þóroddsdóttir
av
Akuroyri, og tey eiga
børnini Flóvin þór, Guðný,
Brynhild og Jónas Tór.
Dagurin
9. juli. Sostrata.
Hetta grikska kvinnu-
navnið er einki
halgimennisnavn.
Dagurin hevur hevur
borið ymisk onnur
nøvn, men frá árinum
1726 kemur navnið
Sostrata í álma-
nakkarnar.
Konfirmantar frá 1953 hittust
Aftast f.v.: Norman Tom Egholm, Tórshavn, Hjørleiv Poulsen, Hestur, Andreas Ziska, Tórshavn, Albert Hansen, Tórshavn.
Mittasta rað f.v.: Fanny Karbech Mouritsen, Tórshavn, Marjun Niclasen, Tórshavn, Tórbjørg Rubeksen, Tórshavn, Ragnheiður
Petersen, Tórshavn, Dagny Nielsen, Nólsoy. Fremst f.v.: Andrea Nicolina Jakobsen, Tórshavn, Sunneva Lindenskov, Tórshavn,
Oddvør Jovina Herdis Petersen, Argir, Hallgerð Dalsgarð, Argir.
Finn Christiansen heiðraður við riddarakrossi
Finn Christiansen við útnevningarbrævinum hann fekk, tá hann bleiv norskur aðalkonsul í
1995
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
9
8