Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juli 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 127 - 9. juli 2003 Nr. 127 - 9. juli 2003 11 Í gjár umrøddu vit tað sonevnda Tvøroyrar- skjalið og vístu á, hvussu óheppið tað er, um ein tepur meiriluti á løgtingi trumfar allar yvir- tøkurnar ígjøgnum við stuttum skotbráð. Løg- frøðiliga er væl eingin ivi um, hvat ein meiriluti kann loyva sær. Hinvegin er nøkur mál, sum hava so stóran týdning fyri alt fólkið, at ein meiriluti eigur at hugsa seg tvær ferðir um, áðrenn hann brúkar sítt vald. Soleiðis er við Tvøroyrarskjalinum og soleiðis er við serføroysku grundlógini, ið landstýrið ætlar skal verða sett í gildi um ikki alt ov langa tíð. Í útvarpinum hoyrdu vit herfyri greitt frá, hvussu støðan var viðvíkjandi grundlógar- arbeiðinum. Hetta er eitt arbeiði, ið viðkemur hvørjum einasta mannsbarni í Føroyum. Er tað rætt, at ein lítil meiriluti fremur grundlógar- arbeiðið og samtykkir ein føroyska grundlóg uttan um andstøðuna? má ein spyrja. Vit skulu ikki siga, at hetta er eindømi, men í øllum lond- um, har frælsar og demokratiskar grundlógir verða gjørdar, verður roynt at finna so breiðar semjur sum møguligt. Hvussu er so hjá okkum? Sum kunnugt var grundlógarnevndin samtykt við lóg móti at- kvøðunum hjá andstøðuni. Hetta var ikki skilagott. Í staðin fyri at majorisera, sum tað nevnist, tá ein stjórn nýtir sín meiriluta á harðrendan hátt, átti landsstýrið at útvega sær eitt so breitt grundarlag sum møguligt. Hetta merkir við øðrum orðum, at landsstýrið átti at havt samráðst við andstøðuna til ein semja fekst í lag. Men soleiðis ger landsstýrið ikki. Man hevur eina samgongu og ein meiriluta og meira er ikki um tað. Hetta er arrogantur og stuttskygdur politikkur, og hesin politikkur er vandamikil fyri demokratiið. At seta and- støðuna uttan fyri ávirkan í einum so álvar- somum máli er, sum vit skrivaðu í gjár, at økja um ósemjuna í fólkinum. Um fólkið alt ikki av fullum huga tekur undir við landsins grundlóg, hevur øll tjóðin ein trupulleika. Tað liggur tí ein stór ábyrgd á øllum pørtum í grundlógararbeið- inum. Men høvuðsárbyrgdin liggur á sam- gonguni, sum jú leiðir grundlógararbeiðið. Enn er ikki ov seint at finna semjur, og eigur hetta at verða gjørt. DAGSINS MEINING Sosialurin Grundlógin Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SANGKÓR Tíðindaskriv Kristiliga sangkórið hevur 50 ár á baki. Kórið er á konsertferð í Danmark, Svøríki og í Noregi. Sungið verður í dómkirkjunum í Roskilde, Oslo og Lund umframt konsertir í Ros- kilde og Keypmannahavn Sunnudagin 5. juli luttók kórið við trimum løgum á hámessu í Roskilde dóm- kirkju. Um kvøldið kl. 19 var konsert í Himmelev kirke nærindis Roskilde. Mánakvøldið 7. juli kl. 17, syngja tey í dóm- kirkjuni í Lund. Mikudagin 9. juli á miðdegi, luttaka tey við trimum løgum, í fleirtjóða guðstænastu í Oslo dómkirkju. Fríggja- kvøldið 11. juli, er konsert í føroyahúsinum í Keyp- mannahavn kl. 20. Leygardagin 12. juli verður farið heim aftur við Norrønu. Sunnudagin verð- ur guðstænasta umborð á Norrønu, har presturin, ið er við á ferðini prætikar. Kristiliga sangkórið 3. juli 2003. Kristiliga Sangkórið varð stovnað á vári í 1953 av Holger Borgen Hansen (nú Lindhardt) úr Varde. Hann arbeiddi nøkur ár sum grannskoðari í Havn. Tá var einki veruligt kirkjukór í Havnini og KFUM og K og meinigheitshúsið høvdu heldur einki fast kór knýtt at sær. Tað var tí natúrligt, at kórið luttók í ymiskum tiltøkum í Havnar Kirkju og á øðrum samkomum, so sum á ad-ventssamkomum og til jólar, har kórið um- framt at halda jólakonsert í Havnar kirkju, eisini sang á Landssjúkrahúsinum, á ell- isheiminum, í meinigheits- húsinum, í KFUM og K o.s.v. Í fyrstani vandi kórið á Sjómansheiminum. Tað gekk ikki so long tíð, so varð kórið væl mannað og menti seg skjótt til at gerast eitt veruligt kór, sum ídag hevur 50 ár á baki. Kórið býtir gjarna kon- sertirnar upp í ein seriøsan part við sálmum og kór- verkum og ein lættari part við fosturlandssangum og lættari sangum. Sálmarnir eiga tó enn eitt stórt pláss í skránni. Við í kórinum eru í løtuni 35 limir. Í 1964 gjørdi kórið eina rundferð í Føroyum. Kórið vitjaðu so gott sum allar kirkjurnar, sjálvt um ferða- sambandið ikki var so gott sum nú. Hesin túrurin vardi eina heila viku. Í 1973, tá kórið fylti 20 ár, varð farið til Danmark- ar, har konsertir blivu hildnar í ymiskum býum. Í 1978, tá kórið fylti 25 ár, varð farið til Noregs, har kórið fekk samband við Fana-kórið í Bergen. Hetta kórið hevur seinni vitja í Føroyum. Í 1983, tá kórið fylti 30 ár, varð farið til Onglands, og í 1993 á 40 ára haldinum fyri stovnanini gekk leiðin aftur til Danmarkar, har kórið vitjaði stovnarin Holger Borgen Hansen (nú Lindhardt) og konuna, Jenny, sum sang við í kór- inum øll árini, tey vóru í Føroyum. Hesi hjálptú kórinum at leggja ferða- og sangskránna til rættis. Kórið sang fleiri av løg- unum og útsetingunum hjá Borgen Hansen. Stovnarin er í dag 85 ár. Seinast kórið varð á uttanlandaferð var á 45-ára degnum fyri fimm árum síðan. Tá gekk túrurin aftur til Noregs. Og umframt at vitja Fana-kórið varð sungið í Bergen, Spjelkavik við Ålesund, á Stikla- støðun og í sjálvum Nida- rosdóminum í Tróndheimi. Kórið hevur umframt Borgen Hansen (Lindhardt) havt 9 kórleiðarar. Tann núverandi leiðarin er Han- us Joensen, skúlastjóri í Tórshavnar kommunuskúla Sálmar og sangir í trimum dómkirkjum Kristiliga Sangkórið á konsertferð í Nidaros dómkirkju í Tróndheimi 1998 Jonhard Mikkelsen blaðstjóri á Fregnum Skúlabókagrunnurin fær stívliga 6 milliónir krón- ur í stuðli, og tað er uml. 2.500 kr fyri hvørja síðu. Úrslitið fæst við at dividera síðutal upp í stuðulsupphædd. Heðin M. Klein, stjóri á Føroya Skúlabókagrunni, kallar roknistykkið fyri fúlastu útspilling í blaðsøgu landsins. Fríggjadagin 04 juli hevur Heðin M Klein, stjóri á almenna forlagnum Føroya Skúlabókagrunni, lesara- bræv í Dimmalætting og Sosialinum. Brævið skal eitast at vera svar upp á grein, undirritaði skrivaði í Fregnum 27 juni. Av tí at hvørki høvd ella hali - bara gall og gor - er í svarinum frá Heðini M. Klein, kann tað fáa lesarar Dimmalættingar og Sosial- sins at halda, at undirritaði er farin undir eina haturs- ferð móti føroyskum bóka- útgevarum og Bókamiðsøl- uni. Tí fari eg at biðja um at fáa stutta útgávu av greinini endurprentaða í Dimma- lætting og Sosialin saman við nøkrum viðmerkingum, so lesarin fær høvi at taka støðu sjálvur. "Kappingaravlagandi stuðul til bókaútgávu" Greinin æt: "Kappingar- avlagandi stuðul til bóka- útgávu", og hon byrjar so- leiðis: Í 2002 vóru næstan átta milliónir krónur játtaðar av tí almenna til bókaútgávu. Hetta ár høvdu føroysku bøkurnar 14191 síður. Stuðulin er tí 553,38 kr fyri hvørja síðu. (Viðm.: Tøl, ið nýtt eru sum grundarlag, eru fingin úr: Fíggjarlóg landsins fyri 2002 og úr ársfrágreiðing frá Føroya landsbókasavni 2002). Greinin heldur fram: Løgtingið kann sam- tykkja at játta stuðul til bókaútgávu í Føroyum. Grundgevingin kann eitt nú vera, at Føroyar eru so lítil marknaður fyri bókaút- gávu, at neyðugt er, at vit øll við skattum okkara stuðla útgávu av føroyskum bókum. Men tann áhuga- verdi spurningurin er, hvørt tað er í lagi, at hesin studn- ingur til bókaútgávu verður veittur á ein slíkan hátt, at mismunur verður gjørdur á teimum bókum, sum koma út í Føroyum. Um so er, er studningurin kappingarav- lagandi, og tað er beinleiðis í stríð við kappingarlógina. Og tað er ikki ringt at síggja, at vit her hava eitt upplagt dømi um kapping- aravlagandi studning. Hvat fáa ymsu forløgini? Millum tey føroysku for- løgini er toppskorarin Før- oya Skúlabókagrunnur, sum í 2002 gav út 2495 síður. Hetta forlag fekk 5.277.000 kr í stuðli, og harumframt 776.000 til handrit til skúlabøkur. Til- samans er studningurin til hetta forlag tí 6.053.000. Verður hetta sett í mun til útgivna síðutalið, er talan um 2426 kr. fyri hvørja síðu, sum forlagið gav út. Bókadeild Føroya Lærara- felags fær 1.100.000 kr. Forlagið gav hetta ár 4258 síður út, og er stuðulin tí 258 krónur fyri hvørja síðu. Hesi bæði forløgini hava eina heilsølu, sum eitur Bókamiðssølan. Henda fær 298.000 kr í stuðli, og svar- ar tað til 44 kr. fyri hvørja síðu, sum hesi forløg geva út. Hetta veksur um stuðul- in til 2470 til Skúlabóka- grunnin og 302 kr. til Bóka- deildina fyri hvørja síðu. Onnur forløg, sum geva út tilsamans 7.696 síður, fáa stuðul úr Mentanar- grunni Føroya Løgtings. Í 2002 var hann 402.000 kr. Tann stuðul, tey fáa, er tí 52,23 kr. fyri hvørja síðu. Hetta var greinin - so fá vóru orðini. Lesarin fer sjálvur at meta um, um hetta er útspilling og á hvønn hátt eg havi spilt og niðrað tey, ið varða av almennu og hálval- mennu forløgunum. Hetta eru bara tøl, ið tala sítt egna mál. So og so nógv verður latið í stuðli, og so og so nógv kostar hvør síða, ið verður útgivin. Ein turrislig staðfesting. Einki annað. Lutfallið ímillum 2470 kr og 302 kr og 52 kr talar sítt egna týðiliga mál. Ein kvalifiserað meting Síðan verður formaðurin í felagnum „Føroysk bóka- forløg" spurdur, hvussu sleppast kann burtur úr kappingaravlagandi stuð- ulsskipanini. Hann gevur okkum í stuttum hetta svar: - Tað eru tríggir møguleikar. Øll, sum geva nakað út í Før- oyum, fáa eins høgan stuð- ul og Skúlabókagrunnurin fær, ella 2470 kr fyri hvørja síðu. Hetta hevði borið við sær, at útreiðslurnar til bókaútgávu á fíggjarlógini fóru at vera 35 milliónir krónur. Tað er ikki sannlíkt, at politikarar vilja ganga við til tað. Tí er neyðugt at taka nakað frá onkrum. Tað lættasta er sjálvandi at skera allan stuðulin burtur. Men heldur ikki er sannlíkt, at politikarar vilja tað. Gongd leið kundi verið at hildið fram við at givið stuðul við umleið somu upphædd sum í dag, men soleiðis, at henda upphædd verður javnt býtt millum forløgini alt eftir, hvussu nógv tey geva út. - Hevði triði møguleikin verið brúktur, hevði tað lætt munandi um bókaútgávu í Føroyum. Tað hevði gjørt, at forløgini fingu megin- partin av sínum beinleiðis útreiðslum av útgávunum inn aftur beinanvegin. Vísti tað seg harumframt, at bókin fekk undirtøku, so kundu tey, sum høvdu verið við í hesum arbeiði, fingu nakað fyri tað, tey høvdu gjørt, og tað kundi elvt til, at vit fingu nakrar av teimum bókum, sum vit ikki enn hava á føroyskum. Hetta segði formaðurin fyri bókaforløgini, og spurningurin, eg seti mær nú, er: Er nakað forgjørt í at seta henda spurning fram? Hevur hetta svar sett Skúlabókagrunnin í ringt ljós? Um so er, hví? Tænir tað okkum øllum best, at slíkir møguleikar ikki verða nevndir og við- gjørdir? Um so er, hví? Tað er veruleiki, at summi forløg í Føroyum standa á løgtingsins fíggj- arlóg og fáa stuðul til út- gávuvirksemi, goymsluhøli og heilsølu. Um so var, at hesin studningur var lítil, kundi tað kanska verið í lagi. Men talan er um heilt stórar upphæddir. Um so var, at hesin studningur gjørdi, at vit fingu nóg mikið av bókum út í Føroyum, so kundu vit kanska sagt, at tað var í lagi. Men tað er ikki støðan. Alt ov fáar bøkur verða útgivnar í Føroyum. Hvat gera vit við tað? Skulu vit góðtaka, at skúlin fær ikki nóg nógv tilfar? Skulu vit góðtaka, at før- oysk skúlabørn ikki hava nóg gott føroyskt undirvís- ingartilfar? Er tað víst, at henda skip- anin - at eitt stórt alment forlag fær meginpartin av peninginum - er tann rætta? Kundi tað hugsast, at vit kundu fingið nógv meira tilfar og nógv fleiri fólk drigin inn í arbeiðið við eini aðrari skipan, sum gjørdi tað gjørligt hjá øðrum forløgum at virkað? Kundi tað hugsast, at ein liðiligari skipan eisini var dynamiskari enn ein stór, føst, almenn eind? Tað eru spurningarnir, Fregnir leggja upp til í greinini. Og hvat er so for- gjørt við tí? Harafturat er øll greinin endurgivin nú, so ein og hvør kann meta um, um hetta er útspilling ella bara eitt mál, vit hava tikið upp, tí vit halda tað vera vert at taka fram. Hvussu gera vit milliónir til oyru? Heðin sigur, at tølini, vit føra fram, eru skeiv. Og tað er álvarsamt. Men so hevði verið lag á manni at víst á, hvat ið er galið. Men tað ger Heðin ikki. Standa kanska skeiv tøl í fíggjar- lógini? Eru tølini, sum landsbókasavnið kemur við í bókalista sínum skeiv? Tað eru tølini, ið brúkt eru. Tað minsta, ið almenni stjórin má gera, er at seta røttu tølini upp, so vit vita, hvar vit hava lisið skeivt. Hesi loyndarmál heldur hann ikki vera verd at leggja fram fyri undrandi almenningin. So er tað hansara egna roknistykki. Hann sigur okkum bara úrslitið, men ikki hvørji tøl hann nýtir til tess at koma fram til úrslitið. Men hann sigur tó eitt áhugavert - Hann tosar um upplag - hvussu stór uppløgini eru. Tað merkir, at hann tekur hvørja bók sær og roknar út, hvussu nógv hvørt eintakið fær í studningi. Og tá er lætt at fáa studningin niður. Tað er bara at prenta so nógv sum møguligt. Kanska tús- undavís av bókum, sum ikki verða seldar. Um bøkurnar verða seldar ella ikki hevur einki at siga, tí tess størri upplagið er, tess minni verða útreiðslurnar fyri hvørja bók! Soleiðis kunnu vit sjálvandi seta tølini upp. Og skulu vit hava studningin at lækka niður um tey 47 oyruni, sum Heðin hevur roknað seg fram til, so er bara at prenta uppaftur størri upplag, sum síðan verða løgd á goymslu. So kunnu vit redusera studningin upp á 8 milliónir til at kalla 0 oyru fyri hvørja síðu! So lætt kann tað gerast. Ein avgerandi fortreyt er kort- ini, at fyritøkan er almenn og henni tørvar ikki at geva bøkur út sum skulu bera seg. Men tað er at manipulera við tølunum og bera blak fyri eyguni á fólki - og tað veit Heðin Klein, sum gamal landsstýrismaður, væl. Tá ið søkt verður um stuðul til eina bók, verður søkt um stuðul til fyrsta eintakið. Bókin er fyrsta eintakið. At fara at dividera alt upplagið upp í upp- runatalið er burturvið. Ein bók sum telur 200 síður og fær 20.000 kr í stuðli, fær 100 kr í stuðli fyri hvørja síðu. Heðin sigur, at er upplagið 10.000 bøkur verður stuðulin 2 oyru. So fikst kann tað gerast. Tað reingir ikki veruleikan - men fær hann at kámast ógvusliga fyri eygunum á teimum, sum ikki eru í yrkinum. Tí hvør fer at leggja seg út í hvørt 2 oyra, sum tað almenna brúkar? Men hví er tað so píniligt at leggja kortini á borðið og siga, hvussu stórar útreiðslurnar eru til hesar útgávur? Hetta er peningur, vit øll hava goldið, og sum politkararnir hava latið Heðini upp í hendur at umsita. Tað minsta er, at vit kenna tølini. Og fær Heðin ilt av tí, so ruggar ikki alt rætt. Hvussu svarar almenni stjórin Heðin Klein? Jú - makan til fúlheitir hev- ur almenni forlagsstjórin ongantíð sæð á prenti. Hetta er útspilling av fúl- asta slagi. Útrokningarnar volapykk. Tølini skeivt roknað. Greinskrivarin lýgur. Blaðstjórin er spilli- klútur. Heðin M. Klein rør fram- undir, at Fregnir eru ikki farnar í summarfrí, men bara eru farnar (t.d. foknar, farnar á heysin). At lítið skil man vera á fyritøkuni og tí líkt. Heðin M. Klein leggur meg undir at finnast at bókamiðsøluni, sum eg annars haldi vera eina heilt avgerandi fortreyt, skulu smá forløg klára at arbeiða. Ein stovnur sum virkar fínt, og sum eg havi fínt sam- starv við. Eg segði bara, hvat Bókadeildin fekk í almennum stuðli. Tøl úr fíggjarlóg landsins fyri 2002. Heðin M. Klein leggur meg undir at finnast at Bókadeild Føroya lærara- felags, sum er eitt framúr væl virkandi forlag við dugnaligum fólki og sum fær ómetaliga nógv burtur úr sínum pengum. Eg segði bara, hvussu nógvan stuðul BFL fekk. Tøl úr fíggjarlóg landsins fyri 2002. Almenni stjórin Heðin M Klein lesur alt handa grugg inn í greinina, sum ikki stendur har. Gud viti hví - men tað er lítið sømiligt og beinleiðis píniligt fyri ein almennan stjóra at avdúka, hvussu smáum skóm, hann gongur í. Eg væntaði, at Heðin fór at verja sítt kongsríki og siga okkum, hví útgávurnar hjá tí almenna forlagnum kosta so nógv, nógv meira enn bøkurnar hjá øðrum forløgum - onkur grund má vera til tess. Men hann sigur einki um evnið. Hann nevnir ikki evnið við einum orði, hóast hetta er áhuga- verdur spurningur. Frá í erva og niðureftir Annars er áhugavert at síggja, at hann sigur, at eitt skipað skúlaverk, eisini tað føroyska, krevur eina skipaða, framhaldandi undirvísingarmiðlaútgávu. Hetta merkir, at nøkur skulu sita í erva og gera av, hvat ið skal nýtast til undir- vísing, og eingin koma og taka tey av ræði. Men hetta er beinleiðis ímóti øllum tí, sum galdandi er fyri undir- vísing í dag, nú lærarar saman við næmingum gera av, hvat tilfar ið nýtast skal til undirvísing. Hetta er ein ein aveld hugsan. Eins aveld og tank- in um ein Skúlabókagrunn. Handa hugsanin hvarv í øðrum londum, tá ið kommunistisku skipanirnra fóru í knús. Stýring av has- um slagnum er langt síðan avdúkað sum tjóður og fjøtur og leinkjur, sum darva allari menning. Forløg eru ikki almenn longur. Tey eru privat. Men av tí at føroyski marknað- urin er so lítil, má ein serlig skipan vera, sum ger, at bøkurnar eru loystar frá framleiðslukostnaði, áðr- enn tær koma á marknaðin, tí bara tær fáu bera seg. Ein grunnur at søkja stuðul úr til framleiðsluna sjálva hevði eftir mínum tykki verið loysnin. Høvdu stuð- ulsupphæddir, ið nú verða latnar, verið loystar og lagdar í ein grunn, sum øll forløg og ikki bara summi sluppu framat, so skuldu fólk sæð, hvussu nógv meira fekst fyri peningin. Tað er mín støða. Er núverandi skipan lýtaleys? Vit eiga at krevja, at tilfarið til skúlarnar er á føroysk- um, men hvussu stendur til í so máta? Hava tær milliónirnar, VIÐMERKINGAR Kongurin í Føroya skúlabókaríki lúnast Svar til Heðin M. Klein, stjóra á Føroya skúlabókagrunni Framhald á næstu síðu C M Y K 11 10