mikudagur 9. juli 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 127 - 9. juli 2003
sum á hvørjum ári verða
latnar sum studningur til
skúlabókaútgávu, gjørt,
at vit eru rokkin fram á
hetta mál?
Svarið er nei - heilt av-
gjørt: nei!
Kann tað hugsast, at
ein onnur skipan enn
tann
miðstýring,
vit
framvegis liva undir í
Føroyum, hevði verið
betri?
Tað er spurningurin, ið
Heðin átti at tikið upp.
Mín sannføring er: jú
vit kunnu heilt víst fáa
nógv meira fyri somu
upphæddir. Vit kunnu
um somu leið fáa fleiri
bøkur á marknaðin, vit
kunnu betur nøkta tørvin
hjá skúlunum og fáa
fleiri forløg at blóma.
Fyri somu upphæddir, ið
latnar verða í dag. Tað
einasta, ið krevst, er, at
læsingar á játtanirnar til
almenn
forløg
verða
loystar.
Ómetaliga nógvar bøk-
ur kosta millum 40 og
80.000 kr at greiða til
prentingar. Tær útreiðsl-
urnar áttu forløgini at
fingið endurgoldnar. Er
bókin góð, selur hon væl.
Og yvirskotið átti høv-
undurin at fingið. Tann
góða bókin selur nógv -
tann ringa selur ikki.
Høvundurin at tí góðu
bókini fær ein góðan
kekk - hin fær einki.
Soleiðis høvdu vit eisini
farið undir at sáldað
dumbuna frá korninum.
Ein lagalig kombinatión
av fríum marknaðar-
kreftum og einum al-
mennum grunni, sum
rindaði
framleiðslu-
kostnaðin, tí marknað-
urin er so lítil.
Í almennu skipanini,
sum nú er, fær høvund-
urin løn, áðrenn bókin er
komin út. Og sama um
hon er góð ella ei, um
hon verður brúkt ella ei,
so hevur hann (og sjálv-
sagt øll hini) fingið sítt.
Restin ger ikki so nógv, tí
tað almenna rindar. Og
tað haldi eg vera skeivt.
Eg kundi hugsað mær, at
vit sluppu burtur úr teirri
skipanini. Tað almenna
fær ikki nóg nógv fyri
pengarnar við hesi skip-
an. Haldi eg. Og tað
kundi verið áhugavert at
skift orð um.
Men tað heldur Heðin
ikki. Hann ger, sum smá-
sárir almennir stjórar
mangan gera í hesum
landi - hann leggur eftir
tí, ið ger vart við málið
og skýrir íkastið í kjakið
fyri gor og spillu. Men
hann viðger ikki evnið.
Situr bara prippin og
lúnutur í sínum egna
kongsríki og fýsir eftir
fólki, ið ganga ríkinum
ov nær. Men tað sømir
seg
ikki
almennum
stjóra. Tað ber boð um
vantandi stjóraevni. Tað
ber boð um ómegd.
Framhald av síðu 11
Fríggadagin 23. mai
2003 var móttøka á
Veitsluhøllini á
Landssjúkrahúsinum,
í sambandi við at
Jógvan Elias
Thomassen fór frá
sum leiðari á
Tænastudeildini eftir
at hava starvast 36 ár
á stovninum
MÓTTØKA
Magnus Gunnarsson
Jógvan Elias byrjaði sum
assistentur á lønardeildini í
1967 og seinni sum yvir-
assistentur á hesi deild.
Hann var í fleiri ár vara-
umjónarmaður á Lands-
sjúkrahúsinum og í fleiri
tíðarskeiðum sum virkandi
sjúkrahússtjóri. Eftir sein-
astu bygnaðarbroytingarnar
í sjúkrahúsleiðsluni var
hann, síðan 1. februar
1997, leiðari á Tænastu-
deildini á Landssjúkra-
húsinum.
Her eru brot úr røðum
sum sjúkrahússtjórin Poul
Geert Hansen og Marin
Vang,
sjúkrarøktarstjóri,
hildu hendan dagin. Um-
leið 250 fólk vóru til mót-
tøkuna.
Nógv hent síðan 1967
Sjúkrahússtjórin segði m.a.
við Jógvan Elias "Nú eru
vit komin til markeringina
av tínum fráfaringardegi.
Tú ert blivin tað institutio-
nella minnið á Lands-
sjúkrahúsinum. Tú hevur
verið alt ígjøgnum í tey 36
árini, sum tú hevur starvast
her - meginpartin av tíðini á
teimum ovastu rókunum
sum varaumsjónarmaður,
virkandi umsjónarmaður
og depilsleiðari á tæn-
astudeplinum". eisini segði
hann "Tú hevur við tínum
opna sinni og lætta lyndi
haft evnini at røkka inn til
fólk - at tosa við tey, at
skapa álit og at fáa tingini
at rigga, hóast umstøðurnar
milt sagt ikki altíð hava
verið tær bestu á Lands-
sjúkrahúsinum. Tú hevur
eisini havt nógv sambond
uttanfyri Landssjúkrahúsið,
sum tú hevur røkt bæði væl
og virðiliga. Tað hevur
ongantíð verið nakar ivi
um, at tú hevur verið eitt
ordans menniskja".
Síðan kom sjúkrahús-
stjórin inn á, at nógv er
hent hesi árini, síðan Jógv-
an Elias sum ungur maður
byrjaði á Landssjúkrahús-
inum í februar 1967. Tá var
tann stóra útbyggingin av
Landssjúkrahúsinum,
so
smátt við at fáa skap. Tann
nýggi hvíti høvuðsbygn-
ingurin hevði reist seg
øðiligur upp við síðunar av
tí gamla Dronning Alex-
andrines hospitalinum og
tað var helst torført at
ímynda sær, hvat alt hetta
plássi skuldi nýtast til. Teir
teknisku bygningarnir vóru
rættuligir skálar, og grýt-
urnar í køkinum kundu
kóka suppu til alla Havnina
í senn - um tað skuldi verið
neyðugt. Eitt stórt psyki-
atriskt sjúkrahús var lagt
afturat tí, sum hevði verið
virksemið frammanundan,
og so komu allir íbúðar-
bygningarnir. Tað vóru tíðir
við stórum broytingum, tey
fyrstu árini hann starvaðist
her.
Eisini segði hann um
Jógvan Elias "Heilt frá
byrjan hevur tað verið
greitt, at her hevði Lands-
sjúkrahúsið fingið fatur á
einum álitismanni.
Brotasjógvarnir skolaðu
inn yvir Landssjúkrahúsið í
nógvum
umførum
í
kreppuárunum, meðan tú
eisini hevði tíni tørn á
brúnni. Ópopulerar av-
gerðir vóru tiknar og
skuldu førast út í lívið.
Avgerðir, sum høvdu fylgir
fyri fleiri menniskju. Tað
kravdi eitt hjarta á røttum
staði at kunna boðað frá
slíkum á ein menniskja-
ligan hátt, so at tey sum
taptu ikki bara føldu seg
sum taparar.
Tú vísti ein loyalitet bæði
upp eftir og inn eftir í
organisatiónini"
Poul Geert segði at hann
hevði hoyrt frá nógvum, at
Landssjúkrahúsið
hevur
verið heimsins besta ar-
beiðspláss. "Her veit eg, at
tú hevur gjørt tín stóra
insats fyri at medvirka til
hetta. Tú hevur spreitt
hugna og trivna við at
ganga runt og tosa við fólk,
víst áhuga og motivera tey.
Innanfyri leiðsluteori verð-
ur hetta á enskum kallað:
"Management by walking
around". Men tað er ikki
nakað tillært hjá tær - tað er
bara heilt nattúrligt - sum tú
ert. Nú byrjar eitt nýtt skeið
í tínum lívi. Har arbeiðið er
tað, sum var - og dagligi
dagurin, fær eitt annað
innihald, sum tú sjálvur
kanst fylla hann við. Við tí
sum tú hevur hug til"
At enda segði hann, at
tað hevði verið ein frægd at
hava haft loyvi til, at arbeitt
saman við Jógvan Eliasi, og
hann takkaði honum fyri
alt, sum hann hevði gjørt
fyri Landssjúkrahúsið.
Góður við
Landssjúkrahúsið
Marin Vang, sjúkrarøktar-
stjóri, segði eisini nøkur
orð, hon segði m.a. "Í
sambandi við at tú hevur
valt at halda uppat við at
arbeiða eftir øll hesi ár, eru
vit samlaði her í dag fyri at
takka tær fyri øll tey
arbeiðsár, tú hevur lagt eftir
teg á Landssjúkrahúsinum,
og ynskja tær alt tað besta
frameftir. Nær tú veruliga
heldur heilt uppat við at
vísa teg á Landssjúkra-
húsinum er enn eitt sindur
ósikkurt, og vit vita at tað
eru nøkur ting tú gjarna vil
gera liðugt, áðrenn tú ert
heilt liðugur, og at vit
framvegis koma at møta
tær her. Tað er ein góð
niðurtrapningsavtala
vit
hava gjørt, fyri báðar
partar.
Tað sum eyðkennir teg
Jógvan Elias, er títt blíða og
fyrikomandi lyndi, tíni
evnir til at nýta tær góðu
løturnar, títt góða minnið
og at tú ert góður við
Landssjúkrahúsið. Tað fara
vit at sakna. Vit hava merkt,
at tú hevur havt eitt innar-
ligt ynski um, at Lands-
sjúkrahúsið skal vera eitt
gott stað at arbeiða á. Tá ið
tað so ikki altíð hevur
gingið sum ætlað, ert tú
kanska blivin eitt sindur
troyttur og rísin, men
verður altíð skjótt blíður
aftur.
At enda vil eg bert enn
einaferð vegna sjúkrahús-
leiðsluna og Landssjúkra-
húsið sum heild, siga tær
stóra tøkk fyri tína langu og
trúgvu tænastu hjá okkum
og ynskja tær alt tað besta
frameftir", segði Marin
Vang at enda.
Jógvan Elias Thomassen
– stórar broytingar í 36 ár
Jógvan Elias Thomassen arbeiddi 36 ár á Landssjúkrahúsinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Nr. 127 • mikudagur • 9. juli 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Karmurin skal framvegis stýra kappingini
Formaðurin í RSF
heldur tað ikki at vera
aktuelt, at róðrarnir
skulu leggjast á ávís
øki, har umstøðurnar
verða roknaðar at
vera berti til kapp-
róður, enn tær eru
aðra staðni
KAPPRÓÐRARØKINI
OG FM
Jóannes Hansen
Leygardagin
var
síðsti
kappróðurin í ár, har tað
varð róð á øllum trimum
teinunum - á 1000, 1500 og
2000 metrum. Í Sandavági
leygardagin verður teinurin
í øllum seks FM kapping-
unum eitt túsund metrar, og
á Ólavsøku verður teinurin,
sum hann plagar at vera -
900,31 metrar.
At 6-mannaførini við
monnum, 8-mannaførini og
10-mannaførini ikki longur
fara at kappast á longru
teinunum hevur við sær, at
kappróðrarprátið
hesa
síðstu tíðina eisini hevur
snúð seg um, at tað hevði
verið rættast bara at kapp-
ast á økjum, har tað eisini
ber til at rógva á longu tein-
unum. Ein annar spurning-
ur, sum hevur verið uppi og
vent, er, at tað er burturvið,
at tað verður kappast í økj-
um, har røðin, sum bátarnir
koma á mál, er nógv treytað
av, hvar í róðrarøkinum,
bátarnir eru plaseraðir.
Tað kann ikki vera rætt, at
vit brúka nógva tíð og orku
frá nýggjárinum av, og at tað
kortini ikki eru styrki,
teknikkur og taktikkur, sum
gera av, hvør ið vinnur og
hvør endar aftari í røðini,
men at tað fyrst og fremst
eru veður og vindur, sum eru
avgerandi, sigur royndur
rógvari, sum vildi ynskt, at
FM kappingarnar vórðu
hildnar í teimum plássum og
økjum, har tað er best at
rógva. Eitt nú verður víst á,
at tað hevði einki verið í
vegin fyri, at fleiri FM kapp-
ingar
vórðu
hildnar
á
Skálafjørðinum.
Har
er
kyrrupláss og eingin hav-
alda, og har hevði borið til at
róð málið, sum vanliga hev-
ur verið nýtt á Skálafjarðar-
stevnuni, málið sum varð
nýtt á Fjarðastevnuni fyrr í
summar og málið, sum teir
ætla at nýta á Skála, tá ið
kappróður verður har um
tvey ár.
Gomul søga
Hannis Joensen, formaður í
RSF, staðfestir, at tað bara
eru tveir mánaðir síðani, at
tað á eykaaðalfundi í Róðr-
arsambandinum fyri aðru
ferð innan stutta tíð av fel-
øgunum varð samtykt, hvar
tær sjey FM kappingarnar
skulu haldast. Hann tekur
ikki soleiðis beinanvegin
undir við sjónarmiðnum
um, at kappróðurin ikki skal
fylgja summarstevnunum.
- Søgan, um at umstøður-
nar kunnu darva, er gomul,
og hon kemur upp at venda
viðhvørt. Serliga tá ið lík-
indini hava verið ólagalig. Í
ár hava umstøðurnar tíbetur
verið góðar, tá ið vit síggja
burtur frá Norðoyastevnuni.
Vit í RSF nevndini hava so
ofta sagt, at okkara fremsta
uppgáva er at tæna feløgun-
um. Um feløgini koma á að-
alfund við uppskoti um, at
nú skal tað rógvast fleiri
ferðir á t. d. Skálafjørðinum,
og at okkurt annað øki, sum
verður mett at vera minni
hóskandi, skal strikast, so
mugu vit taka tað til viðgerð-
ar. Men eg kenni ikki til, at
hetta er eitt sjónarmið, sum
tað er breið undirtøka fyri.
Nakað annað er, at tað
støðugt eigur at vera arbeitt
við at bøta um umstøðurnar í
ymsu økjunum. At tað loysir
seg, sóu vit eitt nú í Kolla-
firði, har teir hava broytt
málið, so tað nú fylgir meiri
havnarlagnum. Tað hevði við
sær, at bátarnir høvdu lættari
við at halda pláss, og tað
hevði eisini við sær, at tað
var nógv lættari hjá áskoðar-
unum at fyljga við.
Tú heldur altso, at í tí
stóra og heila man tað vera
best, sum tað er?
- Tað er í hvussu so er
tað, sum róðrarfeløgini
hava gjørt av, at tað skal
vera. Í kappróðri telja trad-
itiónirnar nógv. Kanska
meiri enn tær gera í fleiri
øðrum ítróttargreinum. Hjá
teimum, sum rógva, verður
tíðin innstillað eftir, at
fyrsti FM róðurin er á
Norðoyastevnu, sum er
síðst í mai ella fyrst í juni,
og at síðsta kappingin er á
Ólavsøku. Eg ivist ikki í, at
tað hevði verið alt annað
enn væl dámt at nortið við
eitt nú ta traditiónina.
Men er tað ikki óheppið,
at teinarnir, sum tað verður
kappast á, ikki altíð eru teir
somu?
- Tað er so við og við
eisini vorðin ein partur av
føroyska
kappróðrinum.
Havnaútbyggingarnar hava
seinastu tredivu árini broytt
og avmarkað róðrarøkini.
Fyrst var tað í Havnini, og
so hevur tað verið aðra
staðni, eitt nú í Miðvági og
í Vági. Men eg ivist í, um
kappróðrarfólkini høvdu
verið áhugað í, at Vágur
varð strikaður sum róðrar-
økið, og at tað t. d. var
kappróður á Kaldbak, sum
heilt víst er eitt gott róðrar-
økið, tann leygardagin, tá
ið tað er jóansøka í Vági.
Tað er ein partur av kapp-
róðrarárinum at ferðast við
Smyrli suður til Vágs og
norður aftur, og róðrar-
fólkunum dámar væl, at
rómin frá summarstevnun-
um smittar av upp á kapp-
róðurin, heldur Hannis
Joensen.
Upp á stás
Formaðurin í Róðrarsam-
bandinum sigur seg vera
væl nøgdan við tað, sum
higartil er farið av róðrar-
árinum.
- Vt hava havt onkrar
smávegis trupulleikar. Men
tað hevur einki verið at tosa
um. Hóast vinnararnir ofta
vísa seg at vera teir somu,
so hevur intensiteturin og
spenningurin verið framúr í
nógvum kappingum. Eitt
nú var tað fantastiskt leyg-
ardagin at vera eygnavitni,
tá ið bátarnir í dýrdarveðr-
inum í Fuglafirði komu
skúmandi framvið landin-
um. Undir slíkum umstøð-
um og í slíkari kapping er
róðurin eisini fyri áskoðar-
arnar framúr spennandi og
undirhaldandi.
Formaðurin í RSF heldur tað ikki at vera aktuelt, at róðrarnir skulu leggjast á ávís øki, har umstøðurnar verða roknaðar at vera betri til kappróður, enn tær eru aðra staðni
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
13
12