Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juli 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 127 - 9. juli 2003 Ørvur kappast bara við seg sjálvan Kvívíkingar vóru aftur næstfremstir, og nú hótta teir Argja- bátin, sum higartil hevur verið besta boðið upp á silvur- krónurnar 8-MANNAFØR Jóannes Hansen Teir hava roynt allar snildir, men tað sigur tað sama hjá Argjabátinum og Kvívík- inginum. Teir megna ikki at gera nakað við Ørvin. Leygardagin syrgdin Argja- báturin fyri einum so góðum starti, sum tað ber til at hugsa sær. Tá ið start- spurturin var av, var Argja- báturin eina hálva báts- longd frammanfyri Ørv og Kvívíkingin, men tað segði tað sama. Teir umborð á Ørvi fóru ikki at títta og gasa og fjasa, sjálvt um teir høvdu mist eitt sindur í startinum. Teir vita, hvat tað snýr seg um, og teir vístu enn eina ferð, at teir hava álit á, at kreftir- nar, teknikkurin og taktikk- urin eru í lagi. Við longum, seigum og kraftmiklum tøkum drivu teir á. Eftir at teir fyrstu ferð høvdu tikið Argjabátin, tóktist tað sum um, at teir eina lítla løtu høvdu trupul- leikar av onkrum slagi, so teir mistu tempo, men talan var bara um eina evarska lítla løtu. So var Ørvur við aftur, tað var skjótt, at tað var leyst aftur til hinar, munurin øktist til fleiri bátslongdir, og so var talan bara um kapping við seg sjálvar. Í uppvísningsstíli kom Ørvur á málið, og hann var enn eina ferð mest sannførandi vinnarin. Kappingina um næst- fremsta plássið vunnu kví- víkingar, sjálvt um Argja- báturin hevði besta startin. Kvívíkingurin arbeiddi seg væl fram og eina løtu var hann stavn um stavn við Argjabátin. Men so misti blái báturin eina hálva báts- longd aftur, og harvið kundi tað sæð út til, at tað ikki fór at eydnast teimum hesa ferð at vinna silvur- merkini. Men Kvívíking- urin kom fyri seg aftur, og í endaspurtinum var hann væl drúgvari enn Argjabát- urin. Á málinum var mun- urin ein lítil hálv bátslongd. Kappingin um næst- fremsta plássið kundi eina løtu benda á, at munurin fram til Ørv minkaði eitt vet. Men talan var ongantíð á nakran hátt um hóttan ímóti bátinum við dreka- stevninum. Teir umborð á Ørvi kundu ivaleyst havt tikið meiri á og harvið vunnið uppaftur meiri sannførandi, men tað var ikki neyðugt. Hesa ferð var Toftabátur- in, sum hoyrir til kappróðr- arfelagið NSÍ, ikki við. Knørrur kom á mál eina bátslongd aftanfyri Argja- bátin, og Teistin nógvar bátslongdir aftari. Tað man vera langt síðani, at luttøk- an í kappingini millum 8- mannaførini hevur verið so lítil, sum hon nú er, og tað man vera langt síðani, at ein bátur hevur verið so sannførandi vinnari, sum Ørvur í teimum fimm FM kappingunum higartil hev- ur verið. Hann man vera mest upplagda evnið at vera ársins kappróðrar- bátur. Teir hava roynt allar snildir, men tað sigur tað sama hjá Argjabátinum og Kvívíkinginum. Teir megna ikki at gera nakað við Ørvin Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 14 Nr. 127 - 9. juli 2003 15 Í tveimum kappingum er púra opið Í FM kappingunum millum 5-mannafør- ini við dreingjum og gentum er framvegis púra opið, meðan tað í hinum kappingun- um ber sera illa til at ímynda sær aðrar meistarar enn teir bátarnir, sum longu nú eru væl fremstir FM VINNARAR Jóannes Hansen Hóast fimm av teimum sjey FM kappróðrunum eru fingnir frá hondini, so er framvegis eingin FM vinn- ari kosin. Á pappírinum ber tað framvegis til í øllum fimm kappingunum at røkka tí bátinum, sum er fremstur í FM kappingini. Men tað er bara á pappír- inum. Í veruleikanum eru tríggjar kappingar so at siga avgjørdar, og gongdin í einari aðrari kapping hevur verið so mikið greið, at har fer mest sum at vera gjørt av undan Ólavsøkuni, hvør fer at vinna. Bara í tveimum kapping- um er framvegis púra opið. Tað eru kappingarnar mill- um 5-mannaførini við gent- um og 5-mannaførini við dreingjum. Í hesum báðum kappingunum bendir alt á, at tað verður ikki fyrrenn síðsta skotið fyri vinnara- bátunum á Ólavsøku verður latið av, at tað verður greitt, hvør fer at vinna FM. Í gentukappingini er spenningurin størstur. Har hevur Blikur 26 stig, Sílið hevur 24 stig, og Drekin og Havfrúgvin hava 23 stig. Í dreingjakappingini hevur Sílið 31 stig, og Havfrúgv- in, sum hevur 28 stig. So í hesum kappingunum fer serliga nógv at standa upp á spæl í Sandavági leygar- dagin og á Havnarvág Ólavsøkuaftan. Men tíbetur er tað soleiðis í kappróðrin- um, at sjálvt um kappingar- nar um FM eru avgjørdar, so er spenningur í hvørji kapping, og tað er altíð ein avbjóðing at vinna á meist- arunum. Næstan meistararnir Gongurólvur hevur vunnið allar fimm kappingarnar millum 6-mannaførini við kvinnumanning, sum hava verið higartil. Ørvur hevur vunnið allar fimm kapping- arnar millum 8-mannafør- ini, sum hava verið higartil. Í báðum kappingunum hava fleiri enn ein bátur roynt at verið næstfremstir. Ørvur er tólv stig framm- anfyri Argjabátin, og Gong- urólvur er trettan stig frammanfyri Páll Fanga. Tilsaman fara tað í Sanda- vági og á Ólavsøku at vera fjúrtan stig at kappast um. Tað er hesin veruleikin, sum ber við sær, at tað uttan nakran sum helst iva kann sigast, at Ørvur og Gongur- ólvur fara at vinna FM. Men tað eigur sjálvandi at verða bíðað við lukkuynskjunum inntil eftir róðurin í Sanda- vági leygardagin. 6-mannaførini við kvinn- um hava frammanundan hesum kappingarárinum kappast um FM í 20 ár. Gongurólvur hevur áður verið meistari fimm ferðir. Seinasta FM heitið vunnu tær í 1995. Nú Gongur- ólvur verður meistari fyri sættu ferð, fer báturin at røkka sama talinum í FM sigrum, sum tær umborð á Jarnbardi hava rokkið. Páll Fangi er nummar trý í tí kappingini. Tær hava vunn- ið fimm ferðir. Ørvur verður leygardagin FM vinnari fyri fyrstu ferð síðani 1999. Tað hevur frammanundan verið kapp- ast um FM eftir núverandi reglum í 30 ár. FM heitið í ár verður tað sjeynda hjá Ørvi. Stinnastur í hesi kappingini tey seinastu tredivu árini hevur Argja- báturin higartil verið. Argjamenn eiga sjey FM heiti í hesi kappingini, og Kvívíkingur, sum kappast við Argjabátin um silvur- krónurnar í ár, hevur vunn- ið seks ferðir. Smyril úr Vági við monn- um er í kappingini millum 6-mannafør við monnum tíggju stig undan Páll Fanga, og tí verður hann ivaleyst eisini meistari nú leygardagin. Talan verður um endurtøku av FM heit- inum í fjør, tá ið Smyril fyri fyrstu ferð vann FM. 6- mannaførini hava kappast síðani 1975. Hvessingur hevur vunnið átta ferðir, Gongurólvur hevur vunnið fimm ferðir, og Kollfirð- ingur og Strálan hava vunnið fýra ferðir í part. Er væl ávegis Eysturoyingur er fimm stig frammanfyri Nólsoyingin. Og tað skal vilja heilt illa til, um tað ikki fer at eydn- ast teimum at vinna FM, og tað er ikki so lítið sannlíkt, at tað verður longu leygar- dagin. Tað eru bara fýra bátar við í kappingini mill- um 10-mannafør. Tað vil siga, at tann, ið kemur síðstur á mál, er nummar fýra og fær tískil trý stig. Um Eysturoyingurin ikki skal vinna FM, so verður Nólsoyingurin FM vinnari, og Nólsoyingurin kann ikki sjálvur gera av, um hann skal vinna FM. Fyrsta treytin er, at Nólsoyingurin skal vinna bæði í Vágum og á Ólavsøku, og so skal onk- ur annar enn Eysturoyingur vera nummar tvey í hvussu so er í aðrari kappingini. Eysturoyingurin vann FM í fjør, meðan nólsoy- ingar mugu leita heilt aftur til 1989 fyri at finna síðsta FM heitið hjá teirra báti. Gongurólvur rennur framvegis undan Men hesa ferð var munurin aftur til tær umborð á Jarnbardi so lítil, sum tað ber til, at hann kann vera 6-MANNAFØR KVINNUR Jóannes Hansen Hetta var fimta kappingin, og fyri fimtu ferð var Gongurólvur fyrstur á mál. Tað er framúr avrik, og tær í Havnar Róðrarfelag hava í verulekanum longu tryggj- að sær FM heitið. Hóast sami bátur enn eina ferð var fyrstur á mál, so ber ikki til at siga, at kappingin var keðilig. Á málstrikuni var munurin frá Gongurólvi og aftur til Jarnbard bara stavnurin. Gongurólvur hevði tíðina 5.25.10, og Jarnbardur hevði tíðina 5.25.16. At tað var so stutt millum fremstu bátarnar vísir, at tað á ongan hátt kann met- ast avgjørt, at Gongurólvur fer at vinna allar róðrarnar í ár. Men eingin ivi man vera um, at kvinnurnar í Havnar Róðrarfelag eru rættuliga uppsettar uppá at gerast fyrsti báturin yvirhøvur, sum í einum og sama ári vinnur sjey FM kappingar. Tær umborð á Jarnbardi fóru seint undir venjingar- nar. Tær luttóku ikki í fyrstu kappingunum, og harvið eru tær ikki við í FM kappingini. Reglurnar siga, at tað er bara millum bátar, sum luttaka í øllum FM róðrunum, at tað verður kappast um meistaraskapin. Men framgongdin hjá royndu og annars væl vandu manningini umborð á Jarnbardi hevur verið so stór seinastu ferðirnar, at tað er væl hugsandi, at tær kunnu hótta bátin, sum í Sandavági fer at vinna FM. Men tað hevði dámt teim- um umborð á Gongurólvi lítið at vunnið FM og ikki at vunnið tann róðurin, har tær tryggja sær FM heitið. Tí verður talan um stóra kapping leygardagin. Og so skal ikki gloymast, at tað var ein annar bátur enn teir báðir, sum endaðu á fremstu plássunum, sum leygardagin var á odda størsta partin av róðrartein- inum í Fuglafirði. Páll Fangi leyp avstað, og tá ið ein fjórðingur av teininum var rógvin, vóru tær úr Klaksvík tríggjar fjórðingar av einari bátslongd framm- anfyri hinar bátarnar. Páll Fangi helt leingi tørn um oddasessin. Gongurólv- ur og Jarnbardur nærkað- ust, so munurin minkaði fyrst niður í hálva báts- longd, og tá ið teinurin var hálvrógvin, var bara ein lítil skutur á muni. Kanska Gongurólvur var fremstur eina ella tvær ferðir, men tær umborð á Páll Fanga vildu ikki sleppa. Tá ið tað varð farið undir sjálvan endaspurtin, var Páll Fangi ikki tikin, men so megnaðu tær ikki tað sama, sum tær gjørdu umborð á hinum báðum bátnum. Endaspurt- urin var ikki eins góður, og á málstrikuni var munurin frá Jarnbardi og aftur til Páll Fanga meiri enn ein hálv bátslongd. Avrikið hjá teimum í Klaksvík var kortini so mik- ið gott, at tað framvegis mugu metast at vera vánir fyri, at tær kunnu vinna ein róður í ár. Men tað eru tær altso ikki einsamallar um at gera av. Tær umborð á Gongurólvi ætla sær at halda Páll Fanga aftanfyri seg, og tær ætla framvegis at halda Jarnbard aftanfyri seg. Smyril úr Vági við monnum er í kappingini millum 6-mannafør við monnum tíggju stig undan Páll Fanga, og tí verður hann ivaleyst eisini meistari nú leygardagin Mynd: Jens Kr. Vang 15