Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juli 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 - 9. juli 2003 17 Eysturoyingurin var aftur drúgvastur, men enn eina ferð vóru bátarnir so mikið tættir, at tað alla tíð- ina var samband mill- um teir fýra bátarnar 10-MANNAFØR Jóannes Hansen Kappróður er altíð spenn- andi fyri luttakararnar og tey, sum kenna seg at vera tætt knýtt at manningunum. Fyri áskoðararnar, sum ikki hava so fast tilknýti til einstøku manningarnar og kappingarnar, kann tað tykjast eitt sindur langligt og ikki altíð so hugaligt at bíða. Og hóast kappingin millum 10-mannaførini verður søgd at vera tann í 1. deild ella kanska tann í superliguni, so hevur hon ikki altíð henda dámin yvir sær, tí hon er síðst, og kuldi og ótolni bera við sær, at tað kennist eitt sindur keðiligt. Einki sovorðið varð tað hugsað um, tá ið 10- mannaførini róðu í Fugla- firði leygardagin. Har gekk tað so mikið skjótt fyri seg, at 10-mannaførini komu á mál áðrenn klokkan var 17.30, og bíðitíðin kendist ikki long, tí veðrið var so framúr, og tað varð skipað fyri fleiri barnaróðrum. Og sjálv kappingin mill- um 10-mannaførini var eis- ini framúr. Fyrsti spurning- urin var, um Eysturoying- urin fór at vera førur fyri at taka fremsta plássið aftur, sum Nólsoyingurin tók frá teimum á Jóansøku. Spurningurin varð ikki svaraður fyrrenn fyrsta skotið small á málinum. Á málinum var guli báturin eina hálva bátslongd undan tí svarta. Men á teimum 2000 metrunum var støðug- ur spenningur, og fleiri ferðir vóru aðrir bátar enn Eysturoyingurin fremstir. Havnarbáturin, sum vann á Norðoyastevnu, men sum tað síðani ikki hevur roynst so væl hjá, tóktist á fyrsta teininum at ætla sær at vinna við taktikkinum, sum Eysturoyingur plagar at brúka, og sum Nólsoyingur hevði stórt gagn av á Trong- isvágsfirði. Men á 1500 metra málinum var Eystur- oyingurin skutin framm- anfyri teir næstu. Havnar- báturin vildi kortini ikki sleppa. Á 1000 metra málin- um stóð aftur stavn um stavn millum Havnarbátin og Eysturoyingin, og so var eina løtu púra javnt millum hesar báðar og Nólsoyingin. Einasti báturin, sum alla tíðina helt pláss, um tað ber til at siga tað soleiðis, var Vestmenningur, ið alla tíð- ina var aftastur. Men hann var ongantíð so mikið nógv aftastur, at tað var leyst frá hinum bátunum og aftur til hansara. Í endaspurtinum vóru áskoðararnir vitni til fram- úr intensa og spennandi kapping á deyðavatni. Teir sóu, at Havnarbáturin ikki heilt megnaði at fylgja hin- um báðum, og at teir um- borð á Eysturoyingi høvdu eitt vet meiri í sær, enn teir høvdu umborð á Nólsoy- inginum. Men tað var fram- úr undirhald, og tjóðar- ítróttin vísti seg frá bestu síðuni. Tað slitnaði ongantíð sundur Teir umborð á Eysturoyingi høvdu eitt vet meiri í sær, enn teir høvdu umborð á Nólsoyinginum. Men tað var framúr undirhald, og tjóðarítróttin vísti seg frá bestu síðuni Mynd: Jens Kr. Vang 17 16 Nr. 127 - 9. juli 2003 Hóast tær hava verið óhepnar og hava ver- ið noyddar at skifta fólk fleiri ferðir í summar, so roknar manningin á vinnara- bátinum í Varma- kelduróðrinum við møguleikanum at vinna meistaraskapin 5-MANNAFØR GENTUR Jóannes Hansen Ein av mest spennandi kappingunum higartil í ár hevur verið millum gentu- manningarnar. Fýra bátar eru við í FM kappingini, og leygardagin styrkti Drekin um sína støðu, tá ið tær vunnu fyri fyrstu ferðí ár. Talan er um spildurnýggjan bát hjá Havnar Róðrarfelag, sum við sigrinum staðfesti sína støðu sum besta kapp- róðrarfelagið av øllum. Hetta var annað 5-manna- farið hjá teimum, sum hev- ur vunnið hesa kappingina í ár. Áður hava genturnar umborð á Sílinum vunnið, og Sílið, sum hesa ferð end- aði á fjórða plássinum, er framvegis fremst í FM kappingini. - Undan róðrarárinum fingu vit at vita, at vit skuldu kappast í nýggjum báti. Tað hildu vit sjálvandi vera spennandi, men tíverri varð báturin ikki klárur til Norðoyastevnuna. Vit kappaðust fyrstu ferð í honum á Sundalagsstevnuni, og nú var tað stuttligt at vinna í honum. Vit tosa við Elviru Thom- sen, sum er bátsformaður umborð á Drekanum, sum var einasti báturin, sum vann í Fuglafirði og sum ikki hevði vunnið fyrr í ár. - Vit fingu sera góðan start, og vit fingu skjótt at vita frá stýrimanninum hjá okkum, at vit lógu væl fyri. Vit høvdu eisini góðan mið- spurt og endaspurt, men sjálvt um vit hildu, at vit vóru fyrstar á mál, so tordu vit ikki beinanvegin at trúgva uppá, at vit høvdu vunnið. Men tað var beinan- vegin onkur, sum rópti frá landi av, at vit høvdu vunnið, og tá vóru vit sera fegnar. Onkur græt av gleði. Høvdu tit ikki roknað við at vunnið? - Vit høvdu vónað tað. Hóast vit ikki hava verið fremstar í hinum fýra kapp- ingunum, so hava vit hvørja ferð verið so mikið væl við, at vit hava mett okkum at havt møguleika fyri at vinna, og úrslitið hesa ferð vísti, at vit hava ikki mett heilt skeivt. Sílið hevur vunnið fyrr í summar, meðan tit hava verið eitt sindur aftanfyri. Tað kundi kanska bent á, at Sílið so at siga er a-gentu- manningin hjá Havnar Róðrarfela, og at tit eru b- liðið, um tað ber til at siga tað soleiðis. Hvat heldur tú um tað? - Soleiðis hevur tað ivaleyst verið áður, men vit kenna okkum ikki sum nakað b-lið. Áður hevur tað verið soleiðis, at nýggja Sílið er komið fyrst, og at tað upp á tann mátan hevur kenst hugaligari at vera við til at manna tann bátin, enn tað hevur verið at manna Drekan, men soleiðis kenn- ist tað ikki, tá ið tað eru vit, sum hava tann nýggjara bátin, heldur Elvira Thom- sen. Kappingin hjá Drekanum við hinar bátarnir var sera stór í Fuglafirði. Drekin megnaði tíðliga at stinga seg tað mesta av einari bátslongd framum hinar bátarnar, og munurin øktist eina løtu at vera meiri enn eina bátslongd. Sílið, Blikur og Hav- frúgvin vóru við í kapping- ini um næstfremsta plássið. Blikur og Havfrúgvin megnaðu at minka um munin fram til Drekan, meðan Sílið dragnaði eitt sindur. Á málinum var fjarstøðan frá Drekanum og til Havfrúnna ein lítil hálv bátslongd, meðan Blikur var eina stóra hálva báts- longd aftanfyri Havfrúnna og Sílið var eina lítla hálva bátslongd aftanfyri Blik. Hinir bátarnir vóru væl aftanfyri, og Hulda, sum kom síðst á mál, nýtti 45 sekund meiri um teir tús- und metrarnar, enn nýggi báturin hjá Havnar Róðrar- felag gjørdi. Óroyndir rógvarar Tað hevur gingið eitt sindur striltið hjá Drekanum at hildið upp á fólkið fyrr í summar. Hetta var bara onnur ferðin, at tær róðu við somu manning. - Vit hava verið óhepnar, tí tað hevur fleiri ferðir verið neyðugt at skifta onkran út, tí tær hava verið skaddar, sigur bátsformað- urin á Drekanum. Drekamanningin á Varmakeldustevnuni var henda: Linda Dam Jacob- sen - Ata Høgnadóttir, Elin Sjúrðardóttir, Lisa H. Mikkelsen, Hildur Enni, Elvira Thomsen og Katrin Sørensen. Tær eru millum seytjan og tjúgu ára gamlar, og tað eru bara tvær teirra, sum undan hesum kapping- arárinum hava roynt seg í kappróðri. Tær grótu av gleði umborð á nýggja Drekanum Hinir bátarnir vóru fleiri bátslongdir aft- anfyri Havfrúnna og Sílið, sum eru í stór- ari innanhýsis kapp- ing um FM heitið 5-MANNAFØR DREINGIR Jóannes Hansen Á Varmakeldustevnuni var kappingin soleiðis, sum hon hevur verið alt summ- ar, og sum tað sást aftur á støðutalvuni. Havfrúgvin úr Vestmanna og Sílið úr Havnar Róðrarfelag eru í kapping fyri seg. Tjaldrið, sum vann FM í 2000 og í 2001, men sum í fjør noyddist at lúta fyri Síl- inum, royndi at blanda seg í oddastríðið á fyrstu metr- unum, men tað helt ikki so leingi. Tað var skjótt, at Havfrúgvin hevði lagt hinar bátarnar afturum seg við einari hálvari bátslongd, og tað var skjótt, at Tjaldrið misti eina hálva bátslongd til Sílið. Men Havfrúgvin slapp ikki soleiðis uttan víðari at eiga fremsta plássið. Sílið gjørdi fyrst eina roynd og so eina roynd afturat fyri at vinna oddasessin, og tað eydnaðist eina løtu. Tað tóktist skula gleppa hjá Sílinum, so teir runnu eina hálva bátslongd framum vestmannadreingir, men Havfrúgvin svaraði væl og virðiliga aftur. Í endaspurt- inum var Havfrúgvin drúgvari, og um munurin ikki var so stórur, so var sigurin sannførandi. Sílið er framvegis fremst í FM kappingini, og teir umborð á Havfrúnni hava knívin á barkanum. Um Sílið ikki skal endurvinna FM, so er tað neyðugt hjá Havfrúnni at vinna báðar kappingarnar, sum liggja fyri framman. At nakar annar bátur skal blanda seg upp í kappingina um sigrar- nar í Sandavági og á Ólav- søku tykist lítið sannlíkt, um tað verður mett út frá gongdini og úrslitinum í Fuglafirði. Kappingin um bronsu- krónurnar í FM kappingini er tøtt. Tjaldrið og Blikur hava báðir átjan stig. Og kappingin um triðja plássið var eisini tøtt í Fuglafirði. Tjaldrið hevði betri start enn Blikur, sum ongantíð av álvara megnaði at blanda seg upp í kappingina í oddinum. Men argjadreingir vóru drúgvir, og á málinum var munurin frá teimum og fram til Tjaldrið bara ein skutur og kanska minni enn so. Í kappingini um fimta plássið var Junkarin bestur, men har vóru fleiri bátar framvið, og tað kann væl henda, at Royndin Fríða, sum síðani á Jóansøkuni hevði loyst trupulleikarnar við róðurgreiðunum, og sum hesa ferð endaði afturi á sjeynda plássinum, hevur møguleika at ota seg longri fram. Tann møguleikan tykjast teir eisini hava um- borð á Fípuni Føgru og Báruni. Men í kappingini um heiðursmerkini eru ikki so nógvir luttakarar: Hav- frúgvin og Sílið kappast um FM heitið, og Tjaldrið og Blikur kappast um bronsu- merkini. Bara tveir bátar eru við í FM kappingini Ein av mest spennandi kappingunum higartil í ár hevur verið millum gentumanningarnar. Fýra bátar eru við í FM kappingini, og leygardagin styrkti Drekin um sína støðu, tá ið tær vunnu fyri fyrstu ferðí ár Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 16