Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juli 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 - 9. juli 2003 19 Triða árið á rað John Rødgaard vann í suverenum stíli FM í snartalvi, sum varð telvað leygardagin TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Tað var væntað framanund- an. John Rødgaard, sum hevur vunnið FM í snar- talvi í 1998, 2001, 2002 og nú í 2003, var favoritturin yvir øllum. Hann hevur annars ikki havt eitt gott talvár. Ratingtal hansara er í øgiligari ferð farið skeiva vegin, og á feskasta rating- listanum liggur hann á einum sjeynda plássi. Tiltikin góður snartelvari hevur Rødgaard í mong ár verið. Hansara styrki er heilt einfalt, at hann ikki ger grov mistøk, sum van- liga eyðkennir snartelving við sínum einans fimm minuttum til hvønn telvara. Er ósvikaliga tryggur og tykist at bíða til mótstøðu- maðurin hevur ovtelvað støðuna. Ein strategi, sum ikki ein og hvør kann nýta. Tað krevur góðar talvdygd- ir, tol og rutinu. Leygardagin vann Rød- gaard kappingina við heili seytjan stigum av átjan møguligum. Hans Kristian Simonsen var tann einasti, ið var førur fyri at taka stig frá snarmeistaranum. Nakrar ferðir varð Rød- gaard undir hørðum trýsti, eitt nú serliga ímóti Torkili Nielsen. Sjalvt um ein eig- ur at vera varin við at eftir- meta eitt snartalv, mangl- aðu bert millimetrar í fyri at Torkil vann, og at kapp- ingin sostatt bleiv opin og spennandi. Rødgaard vann tó loksins hesa toppupp- gerð, og eingin megnaði hareftir at nærkast Rød- gaard. Ein uppirborin vinn- ari, ið vann FM-heitið triða árið á rað. Gott stríð um annað pláss Jøvn kapping varð um ann- að plássið. Sum tað sæst á stigatalvuni, vóru tað ser- liga teir tríggir Olaf Berg, Torkil Nielsen og Martin Poulsen, sum bardust um heiðurin at verða næsti maður eftir Rødgaard. Tó so, sjálvt Ólavur Simonsen, sum endaði á einum tólvta pláss, hekk leingi í oddin- um og var loksins bert hálvt stig frá fimta plássi. Olaf Berg var eins og vinnarin í góðum snar- formi, og bleiv ungi havn- armaðurin ein uppiborin silvurvinnari. Hevði Olaf vunnið kappingina, varð hann yngsti FM-vinnarin í snartalvi nakrantíð. Hetta met eigur Ólavur Simon- sen, sum bert var 17 ár, tá hann í 1994 vann FM-snar. Silvurvinnarin frá í fjør, Torkil Nielsen, endaði tri- fremstur á hesum sinni, og leikti somuleiðis eina góða kapping. Talentið er øgiligt hjá sandavágsmanninum, sum seinast - og einastu ferð higartil - í 1986 vann FM í snartalvi. Telvað varð í Kommunu- skúlanum, og sum vant stýrdi Eyðun Lamhauge kappingina óføra væl sum dómari, vegleiðari og um- farleggjari. Í alt luttóku 46 telvarar, sum er fimtan fleiri enn í fjør. Kappingar- talvan og annað kann lesast á faroechess.com. Toppurin: 1. Rødgaard, John VT17 av 18 2. Berg, Olaf HT 13.5 3. Nielsen, Torkil ST 12.5 4. Poulsen, Martin HT 12 5-11 Nolsøe, Eyðun KTF 11 Simonsen, Hans K. KT 11 Samuelsen, Carl E.N. HT 11 Dragaberg, Rúni KTF 11 Ziska, Bogi TT 11 Thomsen, Heri V KT 11 Joensen, Jógvan HT 11 12. Simonsen, Ólavur KTF 10.5 John Rødgaard vann FM í snartalvi um vikuskiftið. Hetta er triðja ferðin á rað, at John vinnur Savnsmynd 19 18 Nr. 127 - 9. juli 2003 Smyril argar vágbingar Enn eina ferð var tað í framúr endaspurti, at vágbingarnir settu alla mótstøðu upp á pláss, og nú skal vilja verri enn illa til, um FM heitið ikki endar í Vági 6-MANNAFØR MENN Jóannes Hansen Tað krevur sín mann at vera viðhaldsfólk hjá 6-manna- farinum Smyrli úr Vági. Hvørja ferð verður roknað við, at teir skulu vinna. Teir vinna ofta, og teir eru so greiðir favorittar til FM heitið, at tað ikki ber til at ímynda sær annan FM vinnara. Men sterku og væl trimmaðu ungu menninir, sum eftir lokna skúlagongd í høvuðsstaðnum nú allir eru aftur í Vági, so at siga spæla við hvørt við heils- una hjá viðhaldsfólkunum! Dømi um hetta var í Fuglafirði leygardagin, tá ið blóðtrýstið á vágbingum leingi mundi vera sera høgt og neglirnar bitnar heilt í botn, áðrenn tað var greitt, at aftur hesa ferð var teirra bátur - eftir vónbrotið á Jóansøku - tann besti. Smyril fekk ikki besta startin. Smyril var ikki millum tveir teir fremstu, tá ið bátarnir fóru um túsund metra málið, og Smyril var ikki fremstur, tá ið tað varð farið undir endaspurtin. Men Smyril var fremstur, tá ið tað ráddi mest um at vera fremstur, og tað var eingin ivi. Á málinum var munur- in frá Smyrli og aftur til næstu kappingarneytarnar ein stór hálv bátslongd. Fremsta plássið og hóast alt sannførandi sigurin vunnu vágbingar í framúr endaspurti. Við tøkum, sum ikki sóu sín líka í Fugla- firði, tóktist tað sum um hinir bátarnir so at siga stóðu fastir í siropi, meðan Smyril fór skúmandi ella flúgvandi fram í oddin. Hann var fremstur á sein- astu 50 metrunum, og tað var yvirhøvur eingin ivi á málinum. Á fyrstu metrunum bjóð- aðu aðrir seg fram. Eitt nú nýggi Sundabáturin, sum tað tykist ganga rætta vegin hjá, og so Hvessingur. At báturin úr Hvalvík/Streymnesi er komin afturíaftur er áhuga- vert. Hann hevur áður vunn- ið so nógv, men í ár hevur ikki borið teimum til at manna bátin fyrrenn til Jóansøkuna. Undan ferðini til Suðuroyar høvdu teir ver- ið eina ferð í bátinum og vant. Undan Varmakeldu- stevnuni høvdu royndu rógvararnir havt møguleika at venja nakrar ferðir afturat, og á fyrstu hundrað metrun- um vístu teir tenn. So var ikki meiri í teimum, men kanska teir fara at gera um seg og arga hinar á Ólav- søku. Páll Fangi legði bragdlig- ast fyri. Tað eydnaðist hjá teimum at nýta sama tak- tikkin, sum á Fjarðastevn- uni hevði sigurin við sær. Páll Fangi var leingi fremstur. Á túsund metra málinum var munurin aftur til hinar ein hálv bátslongd, og tá ið teinurin var hálva- rógvin, høvdu teir økt mun- in eitt sindur afturat. Tá var fjarstøðan frá Páll Fanga og aftur til Smyril, sum var aftanfyri Lóm, ein bátslongd. Men so var tað, at vágbingar fóru at leggja meiri í. Krútið hjá teimum var sterkari, enn tað var hjá klaksvíkingum, sum aftur noyddust at smyrja seg við, at Smyril er bestur. Á Jóansøku tók Jarnbard- ur Smyril, Páll Fanga og allar hinar á bóli. Hesa ferð var Jarnbardur ongantíð fremstur, men hann megn- aði at enda á bronsuplássinum, og hann er framvegis favorittur at vinna silvurmerkini í FM kappingini. At gullið fer til Vágs er tað eingin ivi um. 50 bátsmanningar róðu FM-róður á Varmakeldu í Fugafirði. Úrslitini vóru hesi: Fimmmannafør, dreingir 1 Havfrúgvin 5:07:07 2 Sílið 5:08:04 3 Tjaldrið 5:17:24 4 Blikur 5:18:06 5 Junkarin 5:24:04 6 Fípan Fagra 5:27:06 7 Báran 5:28:13 8 Royndin Fríða 5:29:19 9 Firvaldur 5:36:23 10 Kollur 5:38:10 Seksmannafør, kvinnur 1 Gongurólvur 5:25:10 2 Jarnbardur 5:25:16 3 Páll Fangi 5:27:22 4 Lómur 5:31:18 5 Smyril 5:36:05 6 Fuglfirðingur 5:48:10 7 Fortuna 6:09:24 Fimmmannafør, gentur 1 Drekin 5:29:22 2 Havfrúgvin 5:30:24 3 Blikur 5:32:03 4 Sílið 5:33:24 5 Firvaldur 5:37:19 6 Ørnin 5:39:06 7 Junkarin 5:41:05 8 Fípan Fagra 5:45:12 9 Tjaldrið 5:57:19 10 Kollur 6:11:03 11 Hulda 6:14:06 Seksmannafør, menn 1 Smyril 07.36.07 2 Páll Fangi 07.38.05 3 Jarnbardur 07.40.08 4 Strálan 07.40.11 5 Lómur 07.41.19 6 Sølmundur 07.43.11 7 Gongurólvur 07.44.06 8 Sundabáturin 07.45.11 9 Riddarin 07.57.03 10 Hvessingur 08.03.10 11 Fortuna 08.13.06 12 Kollfirðingur 08.17.18 Snopprikkur møttið ikki Áttamannafør 1 Ørvur 07,13,63 2 Kvívíkingur 07.17..67 3 Argjabáturin 7:18:02 4 Knørrur 7:22:50 5 Teistin 7:53:04 Tíggjumannafør 1 Eysturoyingur 9:23:06 2 Nólsoyingurin 9:24:10 3 Havnarbáturin 9:27:02 4 Vestmenningur 9:30:15 Kappróðrarúrslit á Varmakeldu 2003 Eftir róðurin á Varmakeldu er støðan í føroyameistaraskapinum í kappróðri henda: Fimmmannafør, dreingir nr. stig 1 Sílið 31 2 Havfrúgvin 28 3 Blikur 18 3 Tjaldrið 18 4 Fípan Fagra 6 5 Royndin Fríða 4 5 Junkarin 4 6 Kollur 1 7 Bárnan 0 Seksmannafør, kvinnur nr. stig 1 Gongurólvur 35 2 Páll Fangi 22 3 Lómur 17 4 Jarnbardur 15 5 Smyril 10 6 Fuglfirðingur 6 7 Fortuna 5 Fimmmannafør, gentur nr. stig 1 Blikur 26 2 Sílið 24 3 Havfrúgvin 23 3 Drekin 23 4 Firvaldur 7 5 Ørnin 6 6 Fípan Fagra 2 7 Kollur 0 7 Junkarin 0 7 Tjaldrið 0 7 Hulda 0 Seksmannafør, menn nr. stig 1 Smyril 31 2 Jarnbardur 25 3 Páll Fangi 19 4 Strálan 17 5 Lómur 9 6 Sølmundur 4 6 Gongurólvur 3 7 Sundabáturin 2 8 Snopprikkur 0 8 Kollfirðingur 0 8 Fortuna 0 8 Riddarin 0 Áttamannafør nr. stig 1 Ørvur 35 2 Argjabáturin 23 3 Kvívíkingur 21 4 Knørrur 16 5 Teistin 10 6 Toftabáturin 3 7 Gullbrandur 0 Tíggjumannafør nr. stig 1 Eysturoyingur 31 2 Nólsoyingurin 26 3 Havnarbáturin 22 4 Vestmenningur 16 Støðan í føroyameistaraskapinum í kappróðri C M Y K 18