mikudagur 9. juli 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 - 9. juli 2003
21
Í hesum døgum er ein
skótaleiðaralega á
Selatrað, har ung fólk
úr øllum Norður-
londum luttaka
SKÓTAR
Rógvi Borðoy
Útróður,
hornarbeiði,
klintrimúrur og síging eru
millum mongu aktivitetir-
nar á Skótaleiðaraleguni á
Selatrað. Magni Laksáfoss
er leguovasti á leguni, og
hann letur sera væl at.
Hóast hann hevur verið á
nógvum skótalegum gjøg-
num tíðirnar, sigur hann, at
hendan hevur verið ein tann
besta nakrantíð.
- Eg havi ikki upplivað so
góðan hýr fyrr, sigur Magni
Laksáfoss. Hetta er eitt
ótrúligt upplivilsi.
Á stevnuni eru umleið 90
luttakarar, sum allir eru
millum 12 og 16 ára gamlir.
Haraftrat koma leiðararnir,
soleiðis at talið nærkast 150
tá mest er um dagin.
Endamálið við stevnuni er
undirvísing. At læra skóta-
leiðarar at gerðast betri.
Magni Laksáfoss sigur,
at grundarsteinurin í skóta-
rørsluni er patruljan, og
meiningin við leguni er at
styrkja hendan grundar-
steinin.
Fólk eru ymisk
- Vit vóru eitt sindur bangin
fyri, hvat mundi fara at
henda, tá vit gjørdu bólk-
arnar, tí luttakararnir eru úr
ymiskum londum. Men tað
hevur gingið sera væl, sigur
Magni Laksáfoss, og leggur
aftrat,
at
avbjóðingin
akkurát er tann, at fólk eru
so ymisk.
Sum dømi nevnir hann,
at teir svensku skótarnir eru
vanir við tveir heitar rættir
hvønn dag, meðan restin av
luttakarunum vanliga hava
fingið ein um dagin.
Vanliga hevur skótarørsl-
an í Føroyum arbeitt fyri
kristnum sjónarmiðum, og
vanligt hevur verið at hava
eina andakt hvønn morgun.
Á leguni ber hetta ikki altíð
til, tí fleiri luttakarar eru,
sum lýsa seg sum ateistar.
Leiðslan fer ikki at noyða
nakran at gera nakað, hann
ikki vil, so tey hava frí,
meðan restin er í kirkju og
til andakt.
Nógv tiltøk
Luttakararnir kunna royna
at síga seg oman í ein foss á
Selatrað, og tann aktivitet-
urin hevur verið sera væl
vitjaður,
sigur
Magni
Laksáfoss. Men mest vitj-
aði aktiviteturin hevur tó
verið útróðurin. Skótarnir
hava ein bát, teir kunna fara
á sjógv við, og har kunna
teir so royna seg sum
fiskarar.
Mikudagin er liðugt
Skótaleiðaralegan byrjaði
mikudagin tann 2. juli og
mikudagin tann 9. juli fara
tey fyrstu heim. Legan
verður annars hildin umleið
annað hvørt ár, og londini
skiftast um at skipa fyri.
47.000 til
Barnaheimið
Tann 29. mei varð
skipað fyri stuðuls-
tiltaki á Barnaheim-
inum á P. við Stein-
gøtu. Høvuðsstuðul
var ein motor-
súkklufelagsskapur,
sum eitur Blue
Berets
VÆLGERÐ
Rógvi Borðoy
Endamálið við tiltakin-
um var at savna saman
pening til eina ferð hjá
búfólkinum á Barna-
heiminum. Ove Ritter og
Solrun Kristensen sam-
skipaðu innsavningina,
og Solrun Kristensen
sigur, at tiltakið var sera
væleydnað.
Tey høvdu fingið ein
motorsúkklufelagsskap,
sum eitur Blue Berets, til
Føroya í sambandi við
tiltakið. Limirnir eru
krígsveteranar úr Bosnia,
og slíkir felagsskapir
skipa ofta sjálvir fyri
stuðulstiltøkum. Mein-
ingin var at geva børnun-
um eina serliga uppliv-
ing.
Motorsúkklufylgi
Motorsúkklurnar koyrdu
í fylgi frá Hotel Føroyum
oman á Barnaheimið, har
Finnur Helmsdal, leiðari
á Barnaheiminum helt
røðu. Ove Ritter helt
eisini røðu, og síðani var
peningurin
handaður
Barnaheiminum.
Bú-
fólkið fekk eisini gávur.
Aftaná tiltakið inni á
Barnaheiminum
fingu
øll búfólkini ein túr á
motorsúkklu í Havnini.
Hvør túrurin var umleið
níggju
kilometrar
til
longdar, og børnunum
dámdi sera væl.
Góður hýrur á Selatrað
Skótarnir hugna sær á "nordisk lejrbål" - nógv gott undirhald var á kvøldinum
Hvør torir fara nidur eftir høga fossinum? - Trygdin er í
hásæti tá farast skal nidur eftir fossinum
Veggurin er 7 m høgur. Hvør klatrar skjótast upp? Rekordin er
13,3 sekund
Tiltakið var hildið í fagrasta veðri og børnunum dámdu
sera væl motorsúkklurnar
Mynd: Jens Kristian Vang
21
20
Nr. 127 - 9. juli 2003
Dato:
Lið:
Dómari:
0907
FS Vágar - HB
Niklas á Líðarenda
0907
KÍ - GÍ
Birgir Sondum
0907
B36 - VB
Dagfinn Olsen
0907
B68 - EB/Streymur
Páll Augustinussen
FS Vágar - HB:
Eiga enn fyrsta heimasigurin til
góðar
FS Vágar er væl fyri
og hevur helst allar
sínar leikarar tøkar,
men meistararnir úr
HB hava minst fimm
fastar leikarar sitandi
uttanfyri
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Tað hevur verið stórt mann-
fall í HB í ár, og undan
hesum umfarinum er held-
ur einki undantak. So hvørt
sum leikarar eru blivnir
klárir aftur, hava nýggir
skaðar stungið seg upp.
Bárður Johannesen fekk
ein knæskaða ímóti B36,
og hann var ikki við í
Klaksvík. Enn er ikki
greitt, um meniskurin er
farin, og um málverjin skal
leggjast undir skurð í
knænum. Hann verður í
øllum førum ikki tøkur í
kvøld.
Andrew av Fløtum var
heldur ikki við í Klaksvík
vegna ein knæskaða, og
hann verður heldur ikki við
í Vágunum. Kári Nielsen
breyt beinið fyri nøkrum
vikum síðani, og sleppur
væntandi ikki at spæla fyrr
enn eftir ólavsøku.
Venjarin Frank Skytte
upplýsir, at hann í havt
millum tveir og fimm leik-
arar sitandi uttanfyri við
skaða til hvønn dyst í ár.
Hann leggur hinvegin dent
á, at lítil nytta er í at hugsa
um teir skaddu leikararnar.
Hinvegin
spældi
Jan
Dam sín fyrsta dyst í 2-1
sigrinum í Klaksvík. Hann
er sera virðismikil spælari,
tá liðið er undir trýsti, og
hann byrjar væntandi inni
ímóti FS Vágum.
Miðvallarin Nicu Dogaru
er eisini á veg innaftur í hit-
an eftir skaða, men hann
verður neyvan við frá byrj-
an í Vágunum. Bergleif
Sólsker er heldur ikki tøk-
ur, tí hann er farin aftur til
B71.
Tvey leikbann
Teir báðir donsku leikarar-
nir hava báðir leikbann í
kvøld. Miðvallarin Martin
Christensen hevur savnað
sær trý gul kort, og fram-
herjin Carsten From fekk
beinleiðis reytt kort ímóti
KÍ. Stórur saknur verður
óivað í teimum báðum, og
Frank Skytte skal nú finna
nýggjar leikarar at seta inn.
Ein møguleiki er at seta
Jan Dam inn í miðverjuna,
og síðani flyta Símun Elia-
sen fram á tann defensiva
miðvøllin, har hann áður
hevur spælt.
HB-leikararnir fáa onga
summarfrítíð í ár. Næsta
mikudag skulu teir í eldin
ímóti litaviska liðnum FBK
Kaunas, og eina viku seinni
skulu teir spæla á útivølli.
FS Vágar væl fyri
Heimaliðið FS Vágar er
hinvegin væl fyri. Einki
leikbann er, og tann einasti
leikarin, sum er ivasamur,
er Ari Thomassen. Verju-
leikarin fór út við skaða
ímóti NSÍ, og tí er óvist,
um hann verður við í kvøld.
FS Vágar hevur enn ikki
vunnið nakran dyst á
heimavølli, og hevur bert
fingið eitt stig, tá spælt
hevur verið í Vágunum. Tað
var ímóti EB/Streymi. Lið-
ið er eisini í einum aldudali
beint nú, og hevur einki stig
fingið í trimum teimum
seinastu dystunum.
Sigrarnir hjá FS Vágum
eru heldur óvæntað fingnir
til høldar á útivølli ímóti
VB og B68. Fyrri dysturin
millum HB og FS Vágar
endaði við 3-1 sigri til
havnarfelagið.
Fleiri leikarar hjá FS
Vágum hava áður spælt við
HB, og eitt nú Jóhannis
Joensen hevur vunnið tvey
meistaraheiti við havnar-
liðnum. Jens Erik Rasmus-
sen, Ari Thomassen og
Jógvan Hendrik Samuelsen
hava allir roynt seg í HB í
styttri ella longri tíðarskeið
Jens Erik Rasmussen, leik-
andi venjari, brendi eitt
brotsspark í seinasta dystin-
um ímóti NSÍ, og FS Vágar
hevur enn ikki vunnið á
heimavølli. Møguliga fer tað
at eydnast ímóti einum
skerdum HB-liði
Savnsmynd
Langi listin við skadd-
um leikarum gevur GÍ
venjaranum Krzystof
Popczynski mikið
høvuðbrýggj. KÍ er
hinvegin væl fyri, men
hevur tó teir royndar
leikarar uttanfyri
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Í dystinum móti B36 í Havn
sunnudagin misti GÍ tveir
leikarar fyri steðgin, og
frammanundan stóð illa til.
Símun Louis Jacobsen
hevur fingið ein álvarsam-
an knæskaða, og lands-
kappingin er fyri hansara
viðkomandi væntandi av á
hesum sinni, frætta vit úr
Gøtu. Símun Samuelsen
hevði
trupulleikar
við
andadráttinum undir dyst-
inum móti B36, og hann er
sendur suður til Vágs í
summarfrí.
Eisini er sera ivasamt,
um venjarin Krzystof Pop-
czynski verður í álopinum
ímóti KÍ. Hann varð borin
av vøllinum á børu ímóti
B36, men hann kom tó inn-
aftur á vøllin, tí hann hevði
brúkt allar tríggjar útskift-
ingarnar. Hans Pauli Peter-
sen er somuleiðis ivasamur.
Sagt verður úr Gøtu, at
einir 8 til 9 leikarar eru utt-
anfyri við álvarsomum og
minni álvarsomum skaðum.
Hinvegin verður Súni Ol-
sen við aftur, eftir at hann
hevur sitið leikbannið av sær.
Bartal Eliasen verður eisini
við frá byrjan hesuferð.
Summarsteðgurin kemur
tískil sera væl við hjá GÍ, nú
liðið skal fyrireika seg til
steypafinaluna á ólavsøku.
Hjá KÍ stendur hinvegin
nógv betur til. Bert John
Ryan og Allan Joensen eru
ikki tøkir hjá venjaranum.
John Ryan fór av vøllin-
um eftir bert átjan minuttir
ímóti HB við einum skaða í
knænum. Allan Joensen
hevur trupulleikar við hæl-
inum, og tað er sami skaði,
sum hevur plágað hann í
fleiri ár. KÍ vann fyrra
dystin 1-0.
KÍ-GÍ:
Lasarettið í
Gøtu er fult
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Árliga Politiken Cup í
Keypmannahavn, verður
leikt í døgunum 14-25.
juli. Umleið 250 luttakarar
hava boðað frá luttøku,
harav seks føroyingar.
Hesir eru John Arni Niel-
sen, Flóvin Tór Næs, Hans
Kristian Simonsen, Olaf
Berg, Herluf Hansen og
Jákup á Rógvu Andreasen.
Tað varð í somu kapp-
ing í fjør, at John Arni
vann sær sín fyrsta IM-
norm. Vónandi endurtek-
ur hann bragdið. Flóvin
fer normsvangur eftir sín-
um næsta IM-normi, og
spennandi verður eisini at
fylgja gongdini hjá Hans
Kristiani og Olaf.
Herluf er gamal kenn-
ingur í Politiken Cup,
meðan vestmenningurin
Jákup roynir seg á fyrsta
sinni í kapping uttanlanda.
Fylgið
við
á
http://www.politikencup.
dk.
Seks føroyingar
til Politiken Cup
B36-VB:
Heimalið í stórformi møtir
útiliði í aldudali
VB venjarin hevur
allar mans tøkar til
dystin móti oddaliðn-
um, og B36 hevur
somu manning sum í
seinasta dysti
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Hópurin hjá VB er full-
mannað undan dystinum
ímóti B36 í kvøld. Mortan
úr Hørg og Predrag Ziv-
kovic sótu báðir uttanfyri
við leikbanni í 2-0 tapinum
móti B68, men teir eru við
aftur ímóti B36.
Milan Kulic kom ikki á
vøllin fyrr enn seinastu
tíggju minuttirnar, tí venj-
arin valdi at spara tann
sterka miðvallaran, men
hann er nú klárur aftur.
Ion Geolgau, venjari hjá
B36, hevur teir somu
menninar tøkar hesuferð
sum síðst. Niels Joensen og
málverjin René Tórgarð eru
framvegis skaddir. Tróndur
Vatnhamar hevur tó staðið
seg væl, nú hann hevur
staðið millum stólparnar.
Bárður Mortansson er
farin at spæla aftur eftir
skurðviðgerð í knænum,
men hann er ikki nóg væl
fyri, til at vera millum teir
fyrstu ellivu enn.
Støðan, 1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v
-
j
-
t
mál mál
munur
stig
1 B36
9
6
-
1
-
2
21
7
14
19
2 NSÍ
10
5
-
4
-
1
20
9
11
19
3 HB
9
5
-
3
-
1
22
11
11
18
4 B68
9
3
-
5
-
1
8
5
3
14
5 KÍ
9
4
-
2
-
3
10
15
-5
14
6 EB/Streymur
9
3
-
4
-
2
14
14
0
13
7 GÍ
9
3
-
3
-
3
12
14
-2
12
8 FS V
9
2
-
1
-
6
10
20
-10
7
9 VB
9
1
-
3
-
5
9
18
-9
6
10 Skála
10
1
-
0
-
9
6
19
-13
3
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Hvørki B68 ella EB/-
Streymur hava stórvegis
mannfall undan dystinum
teirra millum. Hjá EB/-
Streymi er Magni á Lakjuni
tøkur aftur eftir leikbann,
men Andrzej Pacek er
langtíðarskaddur.
Hjá B68 er einki leik-
bann, og annars er bert
talan um smáskaðar hjá
nøkrum leikarum. Venjar-
arnir báðir hava tí stórt sæð
sterkastu manning at taka
av.
Fyrri dysturin millum
EB/Streym og B68 endaði
við javnleiki 2-2.0
B68-EB/Streymur:
Magni við aftur
C
M
Y
K
20