mikudagur 9. juli 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 127 - 9. juli 2003
Nr. 127 - 9. juli 2003
23
Á fólkafundinum
sunnudagin á varma-
keldustevnu, helt
Malena Arnholds-
dóttir, formaður í
Javna, røðu. Hon
hugleiddi um
barnadagarnar í
Fuglafirði og tosaði
um kor teirra sum
bera brek
VARMAKELDU-
STEVNA
Rúna Sivertsen
Í ár er ár teirra brekaðu, og
fleiri av røðarunum á
summarstevnunum
hava
verið fólk við tilknýti til
teirra, ið bera brek.
Eisini tey, ið fyrireikaðu
var makeldustevnuna,
høvdu hetta í huga. Marjun
Sigurðsdóttir, formaður í
MBF, setti stevnuna leygar-
dagin, og sunnudagin var
tað formaðurin í Javna,
Malena
Arnholdsdóttir,
sum flutti fram røðu.
Marjun og Malena eru
báðar føddar og uppvaks-
nar í Fuglafirði.
Sunnudagin kom hann
við regni, men fitt av fólki
var tó samankomið við
bókasavnið,
har
fólka-
fundur var settur at vera.
Við minnunum frá barna-
døgum sínum í Fuglafirði,
megnaði Malena at seta
áhoyrararnar aftur í tíðina,
"tá lívið var eydnusamt á
hvørjum degi", sum bygd-
armaður hennara, Victor á
Lakjuni, sigur í einum av
meistarverkum sínum.
Síðani tosaði hon um
korini hjá teimum brekaðu
og greiddi frá, hví tað er
neyðugt við einum ári, ið er
oyramerkt teimum, ið bera
brek, sum hon tók til.
Hon vísti á, at fólk, ið
bera brek, ikki hava somu
møguleikar at virka og
mennast, sum tey, ið kunnu
kalla seg "normal".
Malena segði, at dreymur
hennara er, at Føroyar skal
verða eitt land, har tað
eisini er normalt at vera
ónormal.
Hon endaði røðu sína við
at biðja fólk leggja byrð-
arnar frá sær eina løtu,
njóta stevnuna og gleðast
um dagin og lívið.
Vit geva Malenu orðið:
Góðu fuglfirðingar - góðu
stevnugestir!
Eg má siga, at eg føli tað
sum ein stóran heiður at
vera boðin at halda røðu
her á varmakeldustevnuni,
og eg havi verið virkuliga
spent - og nervøs!
Eg eri sjálv fuglfirðing-
ur, varð fødd her í 1952,
heimi á Kross, í húsunum,
har Sparikassin er í dag.
Í Fuglafirði vaks eg upp,
og her sleit eg mínar
fyrstu barnaskógvar.
Her var gott at vaksa
upp; vit høvdu góðar
grannar, øll serstøk, men
góð, blíð og vinarlig.
Eitt stórt spælipláss
Fuglafjørður var eisini
vakur tá, og tað var gott
at vera barn her.
Tá spældu gentur við
dukkur, dukkulisir og
glansibíløt. Annars varð
nógv spælt úti, og øll
bygdin var eitt stórt
spælipláss.
Tey ymisku spølini vóru
staðbundin, eitt nú spældu
vit, "Gem" rundanum
húsini hjá Berthu og
Sigurð í Tøvuni ella hjá
Sámal Petur á Viðareiði.
Røvara og soldat á
trappuni niðri hjá Petur
Hans. Eg haldi, at tann
trappan var gjørd til koyri-
stólin hjá Henry; hon var
so breið og góð til fongsul.
Á trappuni hjá Sjúðra
Jakku spældu vit "Fugla-
nøvn" og "Skipanøvn".
Vit spældu handil
kjallarunum, tað var so
spennandi at koma inn í
teir ymisku kjallararnar.
Hjá onkrum var handilin
undir trappuni. "Handils-
ting" vóru tómir pakkar.
Onkuntíð var eitt sindur í,
tá kostaði tað meira - og
seymir vóru pengar.
"Børn spæla sær á
sandi"
Vit fiskaðu seiðamurtar á
Meinhardsakaj, og úti við
Kisturnar fiskaðu dreing-
irnir krabbar við toskar-
høvdum.
Á sandinum spældu teir
knívaspæl, meðan gent-
urnar samlaðu leikur til
búnýtir. Øll bygdu hús og
slott av sandi, har gjørdu
teir vegir og spældu blikbil
við sardindósum.
Vit vassaðu, og slerdu
vátu sokkarnar móti stein-
unum í Gjógvará. Í áar-
ósunum fangaðu vit állar.
Uppi í Rullubønum
rullaðu vit, og vit svumu í
Djúpukullu ella í svimju-
hylinum. Tá vórðu bil-
slangur nýttar til svimji-
ringar.
Uppi yvir Piddagarð
plagdu dreingirnir at
kríggjast, gjógvarádreingir
móti toftadreingjum. Her
var kirkjan mark millum
partarnar.
Teir høvdu so flott vápn.
Tað vóru Johan og Karl hjá
sýslumanninum, sum vóru
vápnasmiðir. Kristian
Asbjørn á posthúsinum
dugdi eisini so væl at gera
vápn.
Hundur til skræk og
advarsel
Men sunnudag sluppu vit
ikki út at spæla, fyrrenn
kirkjugongdin var av.
Onkur hevði sagt fyri mær,
at ein stórur svartur hundur
stóð uppi við "maks’sa-
hjall" og kom eftir børn-
um, um tey fóru út í
kirkjutíð.
Eg sá hann sjálv og
ræddist - eg ræðist annars
ikki hundar!
Vit hoyra til Brøðrasam-
komuna, so vit fóru í
sunnudagsskúla fyrst í
Siloa og so ofta eisini
niðan í Thabor. Har vóru
eisini so góðar søgur, og
har stóð ein nekari í gong-
ini, sum nikkaði, táið eg
koyrdi eitt oyra í bússina.
Fuglafjørður vakrast
Eg haldi, at Fuglafjørður er
enn vakrasta bygdin í Før-
oyum.
Hon liggur so væl og er
so fjálg, umgyrd av fjøll-
unum, og við føtur sínar
hevur hon hendan vakra
fjørðin.
Fólkið her er so friðsælt
og vinarligt, og tað munnu
vera fáar bygdir í Føroy-
um, har tú sært so nógv
fólk ganga úti. Tey møtast,
heilsast ella tosa saman og
koma hvørjum øðrum við.
Men, tá ið eg nú var
biðin um at halda hesa
røðu á varmakeldu, var tað
helst ikki bara tí, at eg eri
fuglfirðingur, men tí, at í
ár er "Ár teirra brekaðu",
og at eg nú eri formaður í
Javna.
Ár teirra brekaðu
Evroparáðið lýsti árið
2003 at vera ár teirra brek-
aðu, og okkara landsstýrið
hevur tikið somu avgerð
fyri okkum í Føroyum.
So kanst tú spyrja: Hví
skal eitt ár „oyramerkjast"
soleiðis, er tað neyðugt?
Hava tey, ið bera brek,
ikki somu møguleikar, sum
onnur í Føroyum?
Her noyðist eg at siga
NEI! - og eg veit tað, fyrst
og fremst, tí eg eri mamma
at einum 18 ára gomlum
drongi, ið ber brek og er
menningartarnaður.
Tit hava helst eisini lisið
greinina hjá Bjørg Høgne-
sen úr Lorvík. Hon saman-
bar Føroyar við eitt
menningarland, tá hugsað
verður um, hvussu tað er at
koma fram her á landi, tá
ið tú situr í koyristóli.
Tí eri eg sera glað fyri,
at landsstýrismaðurin við
almannamálum hevur gjørt
ætlan fyri árið við høvuðs-
yvirskriftini: "Føroyar fyri
øll", har málið er:
Sleppa øll »upp í part«
í Fuglafirði
- Tað sæst ofta á fólki, at tey eru brekaði ella menningartarnaði. Kanska eru tey ikki so brávøkur. Kanska sært tú, at ein limur manglar, ella okkurt á likaminum
ikki sær so væl skapt út.
Men hygg eitt sindur betur, hygg innum "skalið", til tú sært menniskja, tá er ongin munur, segði formaðurin í Javna, Malena Arnholdsdóttir, í røðu sínari á
varmakeldustevnu
Paulina í Dali tulkaði Malenu, so tey deyvu eisini kundu "hoyra"
Mynd Jákup Petur Eliassen
• at ljós skal varpast á
støðuna hjá teimum
brekaðu,
• at virka fyri, at brekaði
skulu eiga júst somu
samfelagsrættindi og
lívsmøguleikar sum aðrir
borgarar.
• at tey brekaðu skulu ikki
vera eitt hjól fyri seg,
men skulu verða partur
av samfelagshjólinum
Tí, sjálvt um støðan batnar,
so hava tey við breki verri
enn so somu umstøður at
liva undir í Føroyum, sum
tey uttan brek hava. Tí,
umstøðurnar eru ikki
gjørdar, so tær hóska til
teirra!
Hvat er menningar-
tarn
Men vit, ið kenna tey, ið
bera brek og eru foreldur
ella avvarðandi, vilja fegin
greiða frá, og her kemur so
Javni inn í myndina.
Javni er felagið hjá teim-
um, sum eru menningar-
tarnað, familjum og av-
varðandi teirra. Endamálið
hjá Javna er at stuðla
teimum menningartarnaðu
og avvarðandi og at virka
fyri áhugamálum teirra.
Hvat er tað at vera
menningartarnaður, og
hvat sermerkir tey fólkini?
Tey, ið bera eitt brek,
nýtast ikki at vera menn-
ingartarnaði.
Men tey, ið eru menn-
ingartarnaði, hava sítt brek
í heilanum, og tað ger, at
teirra menning verður
tarnað. At læra tekur longri
tíð hjá teimum enn vanligt.
Veldst um eyga sum
sær
Tað sæst ofta á fólki, at tey
eru brekaði ella menn-
ingartarnaði. Kanska eru
tey ikki altíð so brávøkur.
Kanska sært tú, at ein
limur manglar, ella okkurt
á likaminum ikki sær so
væl skapt út.
Men hygg eitt sindur
betur, hygg innum "skal-
ið", til tú sært menniskja;
tá er ongin munur!
Tey eru sum fólk flest,
summi blíðsint og summi
verri sint - summi meira
glað og summi minni glað.
Summi eru vøkur í útsjónd
og summi minni vøkur.
Men, sum tú eisini veitst,
tað veldst um eyga, sum
sær.
Jú, tey eru heilt vanlig
menniskju, sum hava eitt
brek, tað er nú so - tíverri
ella kanska tíbetur - at
okkurt brek hava tey flestu
av okkum.
Tey menningartarnaðu
uppfinna ikki tað stóra,
men kortini vísa tey okk-
um lívið og virðini í ein-
um øðrum ljósi. Læra
okkum at síggja mangt, ið
vit annars bara taka sum
eina sjálvfylgju, bæði stórt
og smátt, og soleiðis fáa
tey eisini okkum at
gleðast.
Tað hendir ikki mær
At eiga eitt barn við breki,
er ofta strævið. Nógv
strævnari enn tað nýtist at
vera. Tí vælferðarsam-
felagið hevur enn ikki lært
seg at liva við og taka tað
sum nakað normalt, at
nøkur eiga at vera ónor-
mal.
Satt er tað! Tað er ikki
tað, sum vit, ið eru for-
eldur, ynskja okkum, með-
an barnið er í móðurlívi.
Nei, vit vita, at tað hendir
viðhvørt, men vóna, at tað
hendir ikki hjá okkum.
Og vit verða kedd, kløkk
og bangin, og vilja ikki
trúgva tí, tá vit síggja tað,
ella tá ið vit fáa boðini, at
her er okkurt galið.
Vit ræðast jú øll tað
ókenda, tað sum er
øðrvísið, og himpra okkum
við eina slíka avbjóðing.
Men seinni vísir tað seg, at
tað er ongin "katastrofa",
men kanska enntá ein eyka
signing omanífrá.
Eg veit tað, tí eg eri
eisini mamma til trý
normal børn og vildi
ongan av teimum øðrvísi í
dag. Øll fýra hava líka
stórt virði í mínum eygum
nú.
Øll, við ella uttan brek,
hava jú av og á sínar
trupulleikar at dragast
við."Sorrig og glede, de
vandre ihobe", plagdi
omma at siga. Soleiðis er
tað at liva!
Vit, ið rópa okkum
normal, eru ofta so stutt-
skygd, vit síggja ikki
heildina, fyrrenn vit fara
eitt sindur burturfrá. Við
hvørt hjálpir tað at síggja
lívið í "fuglaperspektiv."
Sama rætt og virði
Men so er spurningurin:
Hava øll børn sama virði,
hava øll børn og foreldur
sama rætt?
Fyri at vera meira bein-
rakin, taki eg nú Fugla-
fjørð og skúlan her sum
dømi.
Hava øll børn í Fugla-
firði sama virði og sama
rætt at ganga í barnaskúlan
her í bygdini? "Ja, sigur
lógin, skúlin er fyri øll!"
Hevur eitt barn, ið situr í
rullistóli ella sum hevur
serligan tørv, sama rætt,
sum ein, ið ikki hevur tann
serliga tørvin? "Ja, eg
segði, at skúlin var fyri
øll!"
Er tað lóg í Føroyum?
"Ja, tað er tað! Fínt! So er
tað í lagi!"
Men brýtur nakar hasa
lógina? "Ja, eg havi hoyrt,
at skúlin hevur ikki tey
neyðugu hølisviðurskiftini
og ikki lærara við tí rætta
serkunleikanum."
"Tað er ikki so lætt tú, tí
ov fá brekað eru her!"
Ella kanska er svarið
okkurt annað líka undar-
ligt.
Lógin sigur eitt, men
lógin verður oftast ikki
hildin, og barnið er tað, ið
verður sett "fast". Og ofta
verða avvarðandi eisini sett
í líknandi støðu. Tey kenna
seg noydd at ganga bidd-
aragongd og biðja um
ymiskt, sum tey eftir lógini
hava fullan rætt til.
Hetta er eitt dømi um,
hví tað er soo strævið at
eiga barn, ið ber brek og tí
hevur serligan tørv.
Annaðhvørt má lógin
haldast, ella má hon
broytast, tí annars er hetta
bara dupultmoralur!
Vinarlig áheitan til
páparnar
Og nú kann eg ikki halda
mær, men má koma við
einari vinarligari áheitan til
páparnar.
Góðu tit pápar - misskilji
meg ikki!
Tað eru nógvir pápar,
sum saman við mammum
ella einsamallir hava strítt
og stríðast fyri, at barn
teirra, ið hevur serligan
tørv, skal fáa tað tí nýtist.
Men ofta eru tað mamm-
urnar, sum noyðast líka-
sum at liggja á knøum fyri
myndugleikunum fyri at
fáa okkurt neyðugt til
barnið.
Tá hon heldur á at biðja
um tað sama, sjálvandi tí
hon ikki fær tað, ið biðið
verður um, og tað vísir
seg, sum hini ikki síggja
ella skilja, so virkar tað
ofta sum knarr.
Her hava vit so harðliga
brúk fyri monnum og páp-
unum! Vit vita, at tit eru
líka góðir við børnini sum
mammurnar, men tær taka
kanska ræði her?
Enn er tað so, tíverri
noyðist eg at siga, at tað
ofta verður betri lurtað
eftir monnunum.
Eg haldi eisini, at menn
hava tann eginleikan, at
teir ofta eru betri til at
síggja heildina. Meðan vit
kvinnur síggja ofta betri
smálutirnar. Bæði eru
neyðug, tí er best, at bæði
foreldur stríðast saman!
Tað hjálpir ov lítið, tá
tað virkar sum knarr, men
vísið á tørvin, krevjið
rættin og sýnið ábyrgd!
Summarstevnur
okkara
Á summarstevnum okkara
er nógvur ítróttur fyri tey
normalu, meðan tey við
breki hava nógv minni at
ganga uppí. Eg hevði
ynskt, at tað var meira fyri
øll.
Las eitt árið, at borg-
meistarin her í Fuglafirði
skrivaði júst um hetta!
Fyri kortum tosaði eg
við ÍSB og fekk tá at vita,
at ÍF nú hevði spurt, um
tey høvdu nakrar luttakarar
til kappingar á varmakeldu
í ár.
Gott ÍF! Tað eiga tit takk
fyri!
Men ÍSB noyddust at
siga nei hesaferð, tí tey
hesa vikuna eru vertir fyri
norðurlenskari barna og
ungdómslegu fyri brekað í
Føroyum, við 80 gestum
uttanifrá. Men, seinni í dag
koma tey við gestunum til
Fuglafirðar at síggja eina
føroyska bygd í summar-
stevnu.
Á næstu varmakeldu, um
okkum unnast hana, vóni
eg, at vit eisini hava
spennandi kappingar, har
tey við breki luttaka.
Special Olympics í
Írlandi
Síðsta mánað vóru 9 ung
úr Føroyum og luttóku í
Special Olympics. Har
vunnu tey 3 gull- og 2
silvurheiðursmerkir.
Teimum kunnu vit øll vera
errin av!
Vit takka teimum i ÍSB,
sum skipa fyri og fara við
teimum.
Sjálv var eg við í Írlandi
í eina viku, og tað var sera
spennandi.
Har sá eg menningar-
tarnað, sum megnaðu
meira í svimjing, renning,
borðtennis og nógvum
øðrum, enn tey flestu av
okkum "normalu", ið her
standa.
Vita tit, hví tey kláraðu
seg so væl? Jú, tað er tí,
tey hava trenað og aftur
trenað! Og fyri at verða
líkastillað, so mugu tey, ið
læra seinni, fáa meira
trening og fáa meira
lærutíð!
Eg havi ein dreym
At ein dag koma vit í Før-
oyum at viðurkenna og
góðkenna, at tað er
normalt, at nøkur av
okkum ikki eru normal, og
tí gera rúm fyri øllum og
hava virðing fyri øllum.
Tí, hvat rós hevur tú
normali fyri, at júst tú ert
normalur? Og hvat kann eg
lasta tær fyri, sum ikki ert
normalur?
Tann sami skapti jú
okkum øll, og ongin á
klótuni hevur enn skapað
nakað, uttan at brúka tilfar
frá Honum!
Lívið hava vit øll fingið
sum gávu, hvørjum skapi
tað so er í. Latið okkum øll
tí virða hvønn annan fyri
tað, at vit eru livandi
menniskju.
Tá verða Føroyar eitt
land fyri øll!
Varmakeldustevnan
Men tit! Nú er varma-
kelda, og skráin er á
tremur við øllum góðum.
Skulu vit ikki leggja
byrðina av eina løtu og
fara at njóta stevnuna?
Veðrið verður vónandi
betri, men náttúran
smílist, og fólk er í góðum
hýri. Lívið er meira enn
stríð, og spæl er balsam
fyri sálina!
Latið okkum nú nýta
hetta høvið, so vit kunnu
fáa nýggja orku til
gerandisdagin. Men lat
okkum gera tað undir
ábyrgd!
Her hugsi eg mest um
drekkaríið og bilarnar!
Vit, ið eru komin nakað
til árs, hava stóra ábyrgd
her, tí tey yngru síggja
hvussu vit gera og læra av
okkum.
Tit! Grípið nú dagin -
Livið og verið glað!
Góða varmakeldu!
- Har sá eg menningartarnaði, sum megnaðu meira í svimjing, renning, borðtennis og nógvum øðrum, enn tey flestu av okkum
"normalu", ið her standa. Vita tit hví tey kláraðu seg so væl? Jú, tað er tí tey hava trenað og aftur trenað! Og fyri at verða
líkastilla, so mugu tey, ið læra seinni fáa meira trening og fáa meira lærutíð, segði Malena eisini.
Og Emma’as Blues Band eru eisini millum teirra, sum hava víst, at "øvelse gør mester"
Mynd: Jákup Petur Eliassen
C
M
Y
K
23
22