mikudagur 9. juli 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 127 - 9. juli 2003
Nr. 127 - 9. juli 2003
25
18 ára gamla Kristina
Poulsen úr Klaksvík
er júst afturkomin úr
Tasmania, har hon
hevur verið skiftis-
næmingur í eitt ár.
Hon er nógv upp-
livilsir ríkari og
heldur, at hon hevði
kunnað búð á Tas-
mania í eina tíð, men
ikki altíð
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Kristina er ein
blíð og fryntilig, ung genta,
sum dugir væl at greiða frá.
Við sær í taskuni hevur hon
eina ørgrynnu av myndum
frá Tasmania, sum hon vísir
fram, og hvørja ferð hon
sigur okkurt navn ella
annað á enskum hoyrist
tann serstaka avstralska
dialektin aftur.
Tann 1. juli í fjør fór
Kristina úr Føroyum til
Danmarkar, har hon møttist
við øllum hinum, sum eis-
ini vóru so heppin at sleppa
út í heim sum skiftisnæm-
ingar. Haðani gekk leiðin
til Singapore, og so skiltust
tey. Leiðin hjá Kristinu
gekk til býin Launceston á
Tasmania, har hon skuldi
búgva tað komandi árið.
– Tað var ikki gott veður,
tá eg kom niður. Juli er ein
tann kaldasti mánaðurin
har niðri, og tey hava ikki
sentralvarma, so ta fyrstu
tíðina var eg sera køld. Tá
komu
tann
føroyska
troyggjan og hosurnar til
sín rætt, greiðir hon flenn-
andi frá.
– Kuldin var bítandi,
sigur hon, og tað var torført
at venja seg við.
Henni longdist illa heim
ta fyrstu tíðina, tí alt var
nýtt og ókent. Men hon
hevur lætt við at koma í
samband við fólk, so tað
tók ikki so langa tíð hjá
henni at venja seg við sítt
nýggja heim og land.
Hon greiðir frá eini
rúgvu av upplivilsum, sum
henni hevur verið fyri, men
hon leggur út við at siga, at
eitt tað besta upplivilsi á
túrinum var, tá hon saman
við øllum hinum skiftis-
næmingunum í Avstralia
fór ein túr kring landið. Tey
vitjaðu mong forkunnug
støð og upplivdu nógv.
– Tann dagin eg fylti 18,
14. apríl, klintraði eg upp á
Ayers Rock í Avstralia, og
har sungu tey til lukku til
tín fyri mær, og eg lat eitt
kort upp frá míni familju,
sigur Kristina, meðan hon
vísir myndir frá klettinum.
Og tað er ikki ein klettur,
sum vit kenna teir. Ayers
Rock stendur mitt í onga-
mannalandi í Avstralia, og
onki er rundanum, uttan
fjøll langt burturi og sand-
ur, steinar og grús. Kristina
sigur, at tað var ein øðrvísi
føðingardagur, sum hon
ongantíð fer at gloyma.
Hon sigur, at tað var
ongin, sum kendi nakað til
Føroyar harniðri, og tey
spurdu hana nógvar løgnar
spurningar.
– Tey spurdu, um vit hava
el, teldur og vegir til dømis.
Tað var ikki frítt, at eg
hevði hug at flenna at teirra
spurningum viðhvørt, tí teir
kundu vera rættuliga býttir,
sigur hon smílandi. Og
heldur fram, at við tíðini
gjørdist tað ein vani at siga,
hvar hon var frá, og hvar
Føroyar liggja. Hon segði
tað bara altíð í einum
setningi, so slapp hon und-
an teimum somu spurning-
unum.
Lítladidda
Kristina kom at búgva hjá
eini familju, har fýra synir
vóru. Teir vóru allir fluttir
út, so Kristina bleiv lítla
diddan í húsinum. Pápin
var lærari og mamman
sjúkrasystur. Kristina kom
at ganga í einum privat-
skúla við 600 næmingum í
tí elsta flokkinum, sum er
tann tólvti. Hon var tann
fyrsti skiftisnæmingurin á
hesum skúlanum, so tey
vóru so at siga líka spent
sum hon. Tá næmingarnir
eru lidnir við hetta skúla-
árið, kunnu tey fara víðari
til hægri lesnað, og eru
sostatt á sama støði sum
miðnámsútbúgvingin í Før-
oyum.
Henni dámdi sera væl á
skúlanum, og tað var ikki
torført hjá henni at læra, tí
enskt er ikki nakar stór-
vegis trupulleiki hjá henni.
Hon hevði tvær ymiskar
enskar lærugreinar, onnur
var enskt mál og hin enskar
bókmentir. So hevði hon
eisini søgu. Hon var í skúla
hvønn dag frá klokkan 9 til
gott 3 seinnapartin, men
ímillum hevði hon nógvar
frítímar.
Summarfrítíðin vardi frá
novembur til februar. Og tá
bleiv veðrið heilt gott,
oghitin var nógvur.
– Tá tað var heitast, lá tað
upp móti 40 stigum, men
vanliga var tað mest millum
20 og 30 stig, so tað var
ordiliga
lekkurt,
sigur
Kristina. Og hóast hon ikki
er so sólbrend í andlitinum
longur, so sást á ørmunum
hjá henni, at hon einaferð
hevur fingið sera nógva sól.
Í summarfrítíðini fór hon
saman við øðrum skiftis-
næmingum har á leið á eina
rundferð kring Avstralia.
Tað dámdi henni sera væl.
Hon upplivdi mangt og
hvat. Men eitt tað fyrsta
hon byrjar at tosa um, tá
hon greiðir frá hesum túrin-
um er, at tað eru nógvir
rúsdrekkatrupulleikar mill-
um upprunafólkaslagið í
Avstralia.
– Tey sótu allastaðni, og
tey
drukku
allatíðina.
Sjálvandi ikki allir, men
meginparturin av teimum.
Uttanfyri handlar og rús-
drekkasølur sótu tey og
tømdu eina fløsku fyri og
aðra eftir, greiðir hon frá.
Á hesum túrinum upp-
livdi hon nógv, og hon kom
víða um. Hon slapp at
snorkla, at sova undir
stjørnunum í eina nátt,
surfa, ríða kamel og mangt,
mangt annað.
Hon greiðir frá, at á Tas-
mania vóru ikki so nógv
flogkykt, men tað var ann-
að lív í Avstralia.
– Har vóru so nógvar
flugur, og tær settu seg á
teg allastaðni, har væta er.
Lat tú munnin upp, so flugu
tær inn í munnin, tær settu
seg á eygnalokini og fóru
næstan ikki vekk aftur,
sjálvt um tú turkaði tær
vekk við hondini. Ótrúliga
nærgangandi flugur, má eg
siga, greiðir hon flennandi
frá. Hesar flugurnar vóru tó
ikki allastaðni í Avstralia.
Jól á hásumri
Á Tasmania er heitast, tá
tað er kaldast í Føroyum.
Og hetta slapp veruliga at
standa
sína
roynd,
tá
Kristina skuldi halda jól
harniðri.
– Eg royndi at heingja
prýði upp ymsastaðni inni,
tí tey vóru givin við hesum,
tá synirnir vóru blivnir
vaksnir. Sjálvan jólaaftan
vóru 22 stig úti í havanum,
og tey grillaðu kyllinga-
pylsur og bringur og ótu
salat
afturvið.
Kristina
hevði tó gjørt rís a la
mande, so okkurt heimligt
var við.
Tá fór longsulin aftur at
gera vart við seg hjá henni,
og táhon tosaði heim við
mammu sína og hoyrdi, at
tey fóru at eta tað vanliga,
also dunnu við øllum góð-
um og so at pakka upp, ja,
tá longdist henni illa heim.
Men í dag er hon tó fegin
um at hava roynt at hildið
jól á ein so øðrvísi hátt.
Kristina heldur, at hetta
at royna eitt skúlaár úti í
heimi er við til at menna
ein nógv. Hon er sera fegin
um, at hon fekk hendan
møguleikan, tí vinarbond
eru knýtt fyri lívið.
– Eg fari niður aftur í
brúdleyp hjá einum av
beiggjunum hjá mær har
niðri, og tað gleði eg meg
til. Eg kundi væl búð á
Tasmania, men bara í eina
tíð. Óansæð hvar eg so fari,
so fari eg altíð at koma
heimaftur til Føroyar, sigur
Kristina Poulsen, sum fer at
royna seg á arbeiðsmarkn-
aðinum í eitt ár, áðrenn hon
fer á HF.
18 ára føðingardag á Ayers Rock
18 ára gamla Kristina Poulsen úr Klaksvík hevur verið
skiftisnæmingur í Tasmania í eitt ár. Hon kom heimaftur fyri
tveimum vikum síðani
Hendan klettin klintraði Kristina saman við sínum vinfólkum uppá, tann dagin hon fylti 18 ár
– Vinarbond verða knýtt fyri lívið, og tað var torført at skula heimaftur, tí eg bæði gleddi meg
og var kedd um at skula fara haðani, sigur Kristina
Starvsfólk
til køkin á
Læraraskúlanum
Lýst verður eftir starvsfólki til køkin á Føroya
Læraraskúla.
Uppgávan er at vera kokkinum til hjálpar í dag-
liga arbeiðinum í matstovuni.
Umframt vanligt matstovuarbeiði, sum at standa
við kassan, at vaska upp og at halda køkin og
umhvørvið í matstovuni reint og hugnaligt,er ein
spennandi avbjóðing at vera við til, saman við
kokkinum og øðrum starvsfólki, at menna eina
matskrá eftir tíðarinnar matsiðum.
Royndir frá tílíkum arbeiði eru ein fyrimunur.
Starvið verður sett frá 15. august.
Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarð-
andi yrkisfelag.
Tey, ið vilja hava meira at vita, kunnu seta seg í
samband við rektaran,Paula Nielsen,á tlf.225328,
ella við kokkin, Edna Bisp, á tlf. 215207.
Teldupostur til rektaran kann sendast til
paulini@flsk.fo
Umsóknir við møguligum viðkomandi prógvum
og viðmælum skulu sendast Føroya Læraraskúla,
við frámerkinum »Umsókn«. Tær skulu vera
skúlanum í hendi innan 25. juli.
Tórshavn 26.juni 2003
Føroya Læraraskúli
Postrúm 348
Frælsið 20
FO-110 Tórshavn
Maskinmeistari
Søkt verður eftir maskinmeistara til nýggja virkið
hjá P/F Salmon Proteins á Eiði.
Arbeiðsuppgávur
At hava ábyrgd fyri dagliga rakstrinum, sum í høv-
uðsheitum er at ansa eftir dampketli, trýstkókara,
reinsiskipan,pumpum og hartil hoyrandi útbúnaði.
Viðlíkahald av rakstrartólum.
Førleikakrøv
Maskinmeistaraútbúgving. Ketilpassaraprógv er
ein fyrimunur. Kunnleika til telduskipanir, serliga
skipanir til stýring av rakstrartólum.
Tað er umráðandi, at tann, ið settur verður, kann ar-
beiða sjálvstøðugt, og er førur fyri at leggja arbeiði
til rættis sjálvur.
Setanartreytir
Løn og arbeiðstíð sambært avtalu.
Umsókn
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og
royndir, skal vera P/F Salmon Proteins, Postboks 9,
470 Eiði í hendi seinast 17. juli 2003.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til Jógvan Emil Nielsen á tlf. 423478 ella
210270.
P/F Salmon Proteins er eitt nýtt felag,ið skal savnað saman slógv
frá alivinnuni í Føroyum og hagreiða hetta á nýggja virkinum á
Eiði.
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3626
Navn: Sp/f Forritan
Adressa: Víkavegur 4, 700
Klaksvík
Kommuna: Klaksvíkar
Kommuna
Stovningardato: 01.07.2003
Viðtøkudato: 01.07.2003
Kapitalur: Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur: Kr.
70.000,00 kontant og kr.
10.000,00 í øðrum virðum til
kurs 100.
Stovnari: Heini Justinussen,
Víkavegur 4, 700 Klaksvík.
Stjórn: Heini Justinussen,
Víkavegur 4, 700 Klaksvík.
Tekningarreglur: Felagið
verður bundið við undirskrift
av einum stjóra.
Grannskoðari: P/F
Føroyabók, Vágstún 2, 700
Klaksvík.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12.
Fyrsta roknskaparár:
01.07.2003 - 31.12.2004.
Endamál: Endamál
felagsins er forritan, handil,
umboðan og annað starv í
hesum sambandi.
Skráseting Føroya tann 7.
juli 2003
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3629
Navn: Sp/f Vípan
Adressa: Niðan Horn 2, 700
Klaksvík
Kommuna: Klaksvíkar
Kommuna
Stovningardato: 01.07.2003
Viðtøkudato: 01.07.2003
Kapitalur: Kr. 100.000,00
Inngjaldingarháttur: Kr.
100.000,00 í øðrum virðum
til kurs 100.
Stovnari: Jastrid Sofía
Gullaksen, Niðan Horn 2,
700 Klaksvík.
Stjórn: Jastrid Sofía
Gullaksen, Niðan Horn 2,
700 Klaksvík og Símun
Gullaksen, Niðan Horn 2,
700 Klaksvík
Tekningarreglur: Felagið
verður bundið við undirskrift
av einum stjóra.
Grannskoðari: Sp/f Agnar á
Dul, Gerðagøta 31, 700
Klaksvík.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12.
Fyrsta roknskaparár:
01.07.2003 - 31.12.2004
Endamál: Endamál felagsins
er heil- og smásøla,
umboðan, útleiðan,
útflutningur v.m.
Skráseting Føroya tann 7.
juli 2003
Kristin Balle
_______________________
Heimarøktin øki 5
Suðuroy
Avloysarastarv
Vegna farloyvi verður søkt eftir heilsurøktara ella
heilsuhjálpara frá 1. september 2003 til 31. mai
2005, at arbeiða 25 tímar um vikuna í skiftandi
vaktum.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til:
Økisskrivstovuna
Jeanna í Lágabø, økisleiðari, tlf. 373907
Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal
sendast til:
Heimarøktin, øki 5
900 Vágur
Umsóknarfreist: 24. juli 2003
Miðvágs-Sandavágs
skúli
Søkt verður eftir lærara í tíðar-
avmarkað starv skúlaárið 2003/2004
Starvið verður sett fyri lærara í tíðaravmarkaðum
starvi, sum er upptikin á læraraskúla.
Umsøkjarin skal helst kunna yvirtaka tímatalvu
uppá 18 tímar í 1.–7. flokk, sum m.a. fevnir um
ítrótt gentur, hondarbeiði og undirvísing av
næmingi við serligum tørvi.
Starvið verða lønt samb. avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkun-
um 18.1 – 27.4
Fleiri upplýsingar kunnu fáast frá skúlastjóran-
um, tlf. 332820 ella 332318.
Umsóknir skulu vera Gitte Samuelsen, skúla-
stýrisformanni,í hendi í seinasta lagi 18.juli 2003.
Skúlastýrið fyri Miðvágs-Sandavágs skúla
v/ Gitte Samuelsen
Traðarvegur 32
FO 360 Sandavágur
Hús í Tórshavn
Búgva tygum í einum húsum við einari hædd,
sum hava stovu, køk, baðirúm við wc umframt
kømur í hæddini? Tað kann saktans vera kjallari
ella loft í húsunum.
Um tygum ynskja at búgva í einum størri húsum,
hava vit eini hús í trimum hæddum við hjalli og
bilhúsi. Kjallarahæddin er ikki innrættað.
Nærri fæst at vita á telefon 317081.
Góðskumeting
Søkt verður eftir einum fólki til góðskumeting av
ráfiski og annað fyrifallandi arbeiði. Nærri
upplýsingar fáast við at venda sær til
Føroya Fiskavirking Vestmanna
Postboks 118, Durita á Heygum
telefonnr. 424655
veitst tú ikki tað?
www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
25
24