Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 1994síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið | sostalurín | Nr. 162 — 27. AUGUST 1994 Sida 21 "Schindlers Liste" í Havnar Bio: | Bjargadi jødum I tyningarlegunum Hálvthundrað ár eru liðin, síðani seinni heimsbardagi var av, og hóast tað tíverri hevur verið ófriður og kríggj í heiminum hvønn dag síðni, so verður bardag- in móti nazistunum ikki gloymdur. Júst sum tú helt, at ongin filmur um ræðuleikarnar hjá jødunum í týningarlegu- num kundu siga okkum meir, kemur filmurin "Schi- ndlers Liste", hjá Steven Spielberg, sum hevur verið mest umrøddi og best um- tókti filmurin í år., Oskar Schindler (Leam Neeson), er høvudsleikarin f filminum. Hann hevur leiklutin sum tann skemti- ligi kvinnudårarin, ið kem- ur år heimlandinum Eystur- riki til Polens f hølunum å tysku hermegini. Vinur nazistana Oskar Schindlers roynir at fåa sær vinir millum tysku hermenninar, sum hava nakað at týða. Hetta ger hann m.a. fyri at fáa bíliga arbeiðsmegi til virksemi, sum hann ætlar at stovna. Á GILJANESI PS & % TAXA FERÐAMANNAHEIM Tlf. 32900/Tif. 87199 Ætlanin hjå Schindler er at gerastrikur handilsmadur eftir stuttari tíð, og virksem- ið skal grundast á bíliga ar- beiðsorku, sum týska her- valdið skal lata honum - nevniliga teir jødar, sum nazistarnir hava tvingsils- útskrivað í arbeiðslegur. Meðan Schindler dusar sær við sínum vaksandi rík- idømi, veitslum og luksus- tilveru, fær hann dugnaligar jødiskar handilsmenn at hjålpa sær. Teir samla pen- ing saman, og ein evnaríkur bókhaldari rekur virkið fyri hann. Arbeiðsfólkini arbeiða fyri einki, men týskarnir fáa eitt ávíst gjald fyri at loyva Schindlers at nýta jødisku arbeiðsmegina. Aftur fyri fáa jødarnir loyvi at fara til arbeiðis úr avbyrgda jøda- býlinginum. Varnast ræðuleikarnar Sum frálíður fær Schindler tó eyguni upp fyri ræðu- leikunum, sum nazistarnir seta í verk. Hann varnast, at øll tokini sum fara framvið, føra beinleiðis til deyds- fangalegunar hjá nazistu- num. Avleiðingin er, at hann fer undir eina bjargingar- roynd, sum í eygunum hjá arbeiðsfólkum gera stjóran til eina hetju. Filmurin "Schindlers Liste" er grundaður á eina veruliga frågrejDing frá seinna heimsbarðaga, eftir bók hjá Tomas Keneally. Hetta er ein drama- doku- mentariskur filmur, sum er gjørdur eftir fråsøgnum, ið jødar, sum sluppu við lívi- num, hava sagt frá. Tað hevur eisini verið nógv sagt og skrivað um veruliga persónin Oskar Schindler, sum eftir seinna heimsbardaga flutti til Ar- gentina. Fólk eru ikki øll á einum máli, tá sagt verður, at Osk- ar Schindler var ein hetja. Nøkur halda, at hann bert bjargaði jódum, tí hann hevði brúk fyri teirra ar- beiðsorku og dugnaskapi. Tað hoyrir eisini við til myndina av Schindler, at hann ikki var serliga góður handilsmaður, og at tað on- antíð eydnaðist honum at fáa egna virki at bera seg, hvorki fyri ella eftir seinna heimsbardaga. Fekk einki at bera seg Oskar Schindler arvaði eina maskinverksmiðju eftir pápa sín í Eysturríki, men hon fór á húsagang. Seinni royndi hann seg sum sølu- maður, men ongastaðni fekk hann fótin fyri seg, fyrr enn tyskamir og jødarnir undir krígnum hjálptu hon- um. Í Argentina royndi hann seg sum bóndi, men heldur ikki her hevði hann eydnu- na við sær. Seinastu árini av lívitíðini fekk hann pening frá teim- um jødum, sum hann bjarg- aði undir krignum. Oskar Schindler doyði í 1974, og varð, eftir egnum NONINNIRINREIIIIIA ynski, jarðaður á katólskum kirkjugarði á Zion-fjalli- num í Jerusalem. Ræðuleikin eru litleysur Filmurin "Schindlers Liste" er svart/hvitur, og tað er annars ikki vælumtókt hjá áskoðarunum í dag. Kortini hevur hesin filmur í ár fingið flestu virdislønir og størsta áskoðaratal í biohgllum kring allan heim. Steven Spielberg sigur sjálvur, at hann ikki kundi lýsa søguna um ræðuleikar- nar í týningarlegunum hjá nazistum í litum, av tí at tað fór at gera filmin ov óveru- ligan og Hollywood-kend- an. "Schindlers Liste" verður sýndur fyrstu ferð í Havnar Bio månakvøldid kl. 21, og hann er bert å skrånni f 14 dagar. Filmurin varir í 3 1/2 tíma, og tí er atgongumerkið hækkað til 65 krónur, tó bert til henda filmin. Dagny . HE Dagsins tekstur Trettanda sunnudag eftir trinitatis enn 8 Kollekt. Latum okkum øll biðja: Harra, vár Guð, himmalski faðir! Vær tøkkum tær av hjartans grund fyri, at tú hevur latið okkum liva í hesi náðitíðini, tá ið vit kunnu hoyra heilaga evangelium títt, har sum tú hevur latið okkum kenna faðirliga vilja tín móti okkum, og síggja son tín, Jesus Krist, sum hevur útint miskunn móti okkum. Vær biðjum tína ósigandi náði, at tú vilt lata okkum hava ljós tíns heilaga orðs og leiða hjórtu okkara við heilaga anda tínum soleiðis, at vit aldri falla frá tí, men halda okkum at tí og at endanum verða sæl um ævir fyri elskuliga son tín, Jesus Krist, váran harra, sum við tær livir og ræð- ur í einleika heilaga andans, ein sannur Guð um aldur og ævir allar! Amen. Epistulin skrivar Paulus ápostul, í fyrra brævi sínum til Timoteusar, 1. kap. 5.—17. v. Men endamál boðsins er kærleika av reinum hjarta og góðari samvitsku og faðirligari trúgv, sum summir eru viknir frå og hava tikið sær 6- nyttutalu fyri, við tað at teir vilja vera lóglærarar, men ikki skilja, hvorki hvat teir siga, ella hvat teir tala so ráðisliga um. Men vit vita, at lógin er góð, um einhver nýtir hana á lógligan hátt, og hann veit tað, at lógin er ikki ætlað rættvisum manni, men lógloysingum og tvørlyntum, gudleysum og synd- arum, vanheilagum og óreinum, faðirmorðarum og móðurmorðarum, mann „ horkallum, siðloysingum móti náttúruni, mannatjóvum, lygn- arum, meinsvornum, og hvat so annað er, sum er móti hini heilnæmu læruni, samsvarandi gleði- boðskapinum um dýrd hins sæla Guðs, sum mær er litin til. Eg takki honum, sum meg gjørdi sterk- an, Kristi Jesusi, harra várum, fyri tað at hann helt meg vera trúgvan, við tað at hann setti meg til tænastu, meg, sum áður var spottari og forfylgjari og yvirgangsmaður; men mær varð miskunnað, tí at eg gjørdi tað óvitandi, í vantrúgv, og náði várs harra var ovurstór við trúgv og kærleika í Kristi Jesusi. Tað orðið er satt og til fullnar tess vert, at tikið verður við tí, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar, og teirra millum eri eg fremstur; men tí varð mær miskunnað, at Kristus Jesus skuldi sýna á mær, sum var fremstur, alt langmóð sitt, til eitt fyridømi fyri teimum, sum skuldu trúgva á hann til ævigt lív. Men kongi ævanna, hinum óforgongiliga, ósjónliga, einasta Guði veri heiður og dýrd um aldur og allar ævir! Amen. Hetta heilaga evangeliið skrivar Matteus evan- gelistur, 20. kap. 20.—28. v. Tá kom fram til Jesus) móðirin at Sebedeus- sonunum vid sonum sinum, og hon fall å knæ fyri honum og bað hann um nakað. Men hann segði við hana: >Hvat vilt tú?< Hon sigur við hann: >Sig, at hesir báðir synir mínir mega sita, annar við høgru lið og annar við vinstru lið á tær í ríki tínum!< Men Jesus svaraði og segði: >Tit vita ikki, hvat tit biðja um. Kunnu tit tóma ta skál, sum eg skal tóma?< Teir siga við hann: >Tað kunnu vit. Hann sigur við teir: »Skål mína skulu tit tóma; men at sita við høgru og vinstru lið mína, tað er ikki í mínum valdi at geva; men tað verður givið teimum, ið tað er lagað av faðir mínum.< Men tá ið teir tíggju hoyrdu hetta, ilskaðust teir inn á báðar brødurnar. Men Jesus kallaði teir til sín og segði: >Tit vita, at høvdingarnir yvir fólka- flokkunum eiga valdið á teimum og stórmenn teirra hava á teimum ráð. Men so skal ikki vera tykkara millum, men tann, ið vil vera stórur tykk- ara millum, hann skal vera tænari tykkara; og tann, ið vil vera fremstur tykkara millum, hann skal vera trælur tykkara. Eins og menniskjusonur- in ikki er komin at verða tænaður, men at tæna og geva lív sítt sum loysigjald fyri mong.<