Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. august 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 163 — 30. AUGUST 1994 Síða 3 Tíðindablaðið Skálafjall við bryggju á Skála. Vinstrumegin í gerð Ocean Castle, ið politiid eisini kannar Nógv ødrvisi enn Heygadrangur Hósdagin fer Føroya Rættur at viðgera sakarmálið um Skálafjall Nú byrjar næsta skipamálið í Føroya rætti. Hósmorg- unin klokkan níggju verður rætturin settur á Parnass- inum á Hotel Hafnia. Hetta sakarmálið verður minst líka drúgt sum Heygadrangsmálið, tí í hes- um málinum eru sjey ákærdir. Í Heygadrangs- málinum vóru teir bara fýra. Sjálvt um Heygadrangur og Skálafjall líktust, bæði skipini vórðu bygd á Skála, skipasmiðjustjórin var tann sami, og ráðgevin tann sama, verður hetta eitt ødr- vísi sakarmál, sigur ákærin Magnus Møller. Ein munurin er, at Skåla- fjall bleiv liðugt bygdur, byggikostnaðurin varð endaliga uppgjørdur, og endaliga fíggingin var í lagi. Heygadrangur var ikki liður, tá skipasmiðjan fór á húsagang. Ákæruvaldið bað um at fáa sakarmálið um Skála- fjall vidgjørt í rættinum, áðrenn landsrætturin við- gjørdi Heygadrangsmálið, men so varð ikki. Ákæru- valdið helt tað hevði lætt um, júst tí viðurskiftini vóru nógv greiðari við Skála- fjalli, ið var tað fyrra skipið. Enn er ilt at vita, hvussu nógva tíð Føroya Rættur skal brúka til at viðgera tað stóra Heygadrangsmålid. Fyrsta umfarið røkkur frå 1. til 8. september. Síðan verð- ur byrjað aftur 26. septem- ber. Tað verða tvær og tríggjar vikur millum hvort umfarið, og ákæruvaldi vónar, at málið kann takast upp til dóms í april næsta år. Tað vil siga, at meira ennn hálvt ár gongur við at við- gera málið. Teir fýra ákærdu banka- menninir í málinum hava higartil noktað at úttala seg til politiid. Tað hava teir rætt til. Teir kunnu eisini nokta at siga nakað í rætt- inum. Gera teir tað, verður málið uppaftur drúgvari, tí so verða vitnini so mikið fleiri. Á fyribils vitnislist- anum standa nøkur og 60 nøvn. Reidarin Jørgen Bech, rådgevi hansara Magnus Petersen og skipasmidju- stjórin Oli Zachariassen eru åkærdir fyri svik mótvegis landsstýrinum, danska skipskredittgrunninum og Tjóðbankanum/ danska ídnaðarmálaráðnum í sam- bandi við yvirfígging, og fyri at hava fingið ov góða fígging við at broyta dag- festingina í umsóknini um fígging. Bankamenninir Eyðun Hammer, Niels Juel Nattestad, > Hans-Jørgen Laursen og Helgi Fossadal eru åkærdir fyri at hava luttikid í svikinum móti teimum omanfyri nevndu stovnunum. Teir eru eisini ákærðir fyri svik móti leiðsluni í Føroya Banka. Magnus Møller verður einasti åkæri i hesum måli- num. Tá Heygadrangsmálið byrjaði, var hann hjálpari hjá einum ødrum ákæra, men tá hesin gav málið frá sær, tók Magnus Møller við sum ákæri. Verjamir í Skálafjals- málinum eru Kári D. Pet- ersen, Thomas Rørdam, Christian Andreasen, Man- fred W. Petersen og Henrik Christrup - nakrir kenningar aftrat frå Heygadrangs- målinum. Dómari verður Svend Erik Hansen, sum er dómari í Holbæk. Hann arbeiddi á dómaraskrivstovuni mitt í 70-árunum. randi Sovnaður í bátinum Leygardagin aftaná døgurda kom Tjaldrið inn á Havnina við ein- um manni, sum nú verður ákærður fyri at hava siglt við kenning. Maðurin var farin út eftir nátum, men kenn- ingin var so mikið stór, at hann sovnaði í báti- num. Ein annar bátur boð- aði Vaktar & Bjarging- artænastuni frá, hvussu skilið var. Teir sluppu ikki at båtinum, sum við ferð sigldi í klingur. Tjaldrið fór síðan til bátin, sum var staddur millum Stong og Eyst- nes, og úr gumibáti sluppu teir í henda bátin. Báturin varð lagdur í bátahylin á Argjum - mannin fekk politiið. randi Stolið úr bilinum Tað er altíð klókt at læsa bilin, um hann so stendur í túninum. Ein bileigari í Klaks- vík kann sanna, at sjålvt um bilurin er inni, er vandi fyri stuldri. Hesin hevði bilin í bilhúsinum, og kortini hevur onkur hósnáttina verið í bilinum og tikið m.a. ein kikari og kasettubond. Sunnukvøldid fóru 22 mans frá Vága Bjarging- arfelag út í hagan at leita eftir einari konu og ommusoni hennara, sum ikki vóru komin fram ul Slættanesar, hagar tey skuldu ganga. Mjørki kom á tey, og tey funnu ikki. Tey bæði vóru úr Miðvági og skuldu ganga gjøgnum hagan úr Sandavái til Slættanes- ar. Har skuldi ein båtur úr Miðvági taka tey við sær heimaftur. Báturin var á Slætta- nesi, men tey bæði vóru ikki komin leiðina fram, og so varð farið at leitað. Teir fóru bæði úr Sanda- vági og úr Miðvági at leita. Aftaná midnátt vóru tey funnin í haganum omanfyri Oyragjógv. Bæði høvdu tað gott. Einaferð fyrr í summ- ar var Vága Bjargingar- felag úti og leitaði eftir fólkið. Hetta var um Viltust Ein kona og ommusonurin komu afturí aftur í øllum góðum, eftir at vera vilst í haganum í Vágum mánaðarskiftið juni juli. Tveir danir settu sær fyri at ganga av Fjalla- vatni úl Oyragjáar og fara haðani við seinastu rutuni. Men bara annar kom fram til tíðina, og hann var bangin um hin. Tá fóru 14 mans út at leita. Teir funnu hin mannin, sum var eitt sindur bangin í tokuni, men annars var hann væl fyri. Dagfinn Petersen, formaður í Vága Bjarg- ingarfelag, letur væl at arbeiðinum í felagnum. Teir eru væl fyri, tá teir soleiðis fara út at leita eftir fólki, tí teir eru altíð somu menninir, og allir eru teir staðkendir. Teir eru fegnir um umsíðir at hava fingið loyvi at brúka VHF. Dagfinn Petersen ber eisini Tórshavn Radio alt gott, samstarvið er 6ført, sigur hann. randi Skeið um sukursjúku Um nóg stórur áhugi er, bjóðar Diabetesfelag Føroya øllum børnum og ungum saman við foreldrum til áhugavert tiltak á Gjáargarð við Gjógv vikuskiftið 17.- 18. september. Ætlanin við tiltak- inum er at geva børnum og ungum høvi til at vera saman vid javngomlum í somu stóðu og læra av hverjum ødrum. Foreld- ur fáa samstundis møgu- leikan at hitta onnur, sum eru ella hava verið í somu stødu. Serkgn fólk, lækni, sjúkrasystr- ar og kostrådgevar verða eisini vid, og tey fara at greida frå um diabetes- vidgerd. Um kveldið verður hugni á skránni. Skeiðið byrjar leygar- morgunin 17. september og endar dagin eftir. Fyri børn upp til 13 år verdur kostnadurin 100 krónur, 14-16 ára gomul 150 krónur, fyri 17-20 ára gomul 200 krónur, eitt foreldur 300 krónur, og eru bæði froeldrini við gjalda tey 450 krón- ur. Skeiðleiðari vewrður danin Jørgen Vesterdal Jørgensen, sum er kend- ur serlækni. Tey, sum hava åhuga fyri skeidinum, kunnu ringja å tlf. 44478 i sein- asta lagi 6. september. Góðar gåggur fåast til keyps. Tlf. 18161 - 14304