mikudagur 31. august 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Borgarliga alterna-
tivið spælt fallit!
SAMGONGAN rokin visti útvarpið at
siga frå í tíðindasending síni måna-
kveldið. Sama dag sum tosað varð um
at skriva undir samgonguskjalið millum
teir fýra flokkarnar, samband, fólka-
flokk, miðflokk og teir kristiligu sá ikki
mætari út enn at einki fór at spyrjast
burturúr. Orsøkin: fólkaflokkurin setti
fram nýggj krøv, sum sambandið ikki
vildi góðtaka. Einki sum helst nýtt er í
hesum. Hetta er bara endurtøka av tí
sjónleiki, sum sprellimenninir í fólka-
flokkinum hava sýnt Føroya fólki nú í
skjótt tveir mánaðir. Skrúva vit tíðina
nøkur ár aftur, so minnast øll, hvussu
somu fólkafloksins sprellumenn gjørdu
bæði sambandsmenn og
sjálvstýrismenn trillrundar í høvdinum
við aftur og aftur at spæla flokkarnar
teir vóru í samgongu við út móti
hvørjum ødrum. Tað er nettup hetta
sama vit nú síggja, og hvør veit, kanska
fólkafloksmenn hugsa so taktiskt og
kyniskt, at ping-pong spæl teirra við
sambandsflokkin er partur av komandi
fólkatingsvalstríði floksins! Einhver
veit, hvussu nógv tað hevur at siga fyri
tann eina fólkafloksmannin at verða
afturvaldur á fólkating, so hví ikki
brúka (misbrúka) tingingarnar um
landsstýri til at markera seg!
TAÐ er nokk einki dulsmál, at tað er
fólkaflokkurin, sum er upphavið til
ótelandi parlamentarisku støðuna. Og
nú Jógvan Sundstein ikki er millum
tingmanningina longur stendur Anfinn
Kallsberg tað veikari í innanhýsis
stríðnum millum dúgvur og heykar í
fólkaflokkinum. Tað man eisini nú
standa meira greitt fyri Føroya fólki enn
nakrantíð, hví Marita løgmaður gjørdi
av at síga samarbeiðið upp við somu
fólkafloksheykar, sum nú gera sam-
bandsmenn heitar um oyruni. Javnaðar-
flokkurin fór í samgongu við fólka-
flokkin eftir næstsíðsta val. Tað vóru
tey, sum hildu, at hetta átti at roynast,
nú tað var gjørligt at skipa landsstyri
við bara tveimum flokkum. Men tíðin
skuldi vísa, at hetta var ein skeiv av-
gerð, tí fólkaflokkurin rætt og slætt ikki
er til at arbeiða saman við.
NÚ bendir so nógv á, at sami fólka-
flokkur er einki broyttur. Hetta hava
sambandsmenn enn einaferð sannað.
Tað sær tí ikki mætari út enn, at vit ant-
in fáa eit nýval ella eina samgongu, har
boð m.a. verða eftir javnaðarflokkinum.
Flokkurin hevur higartil havt ta stóðu,
at hann vildi lata teir borgarligu royna
seg, tí teir vunnu valið. Ein skilagóð og
ærlig stóða. Nú er so spurningurin, um
fortreytirnar eru broyttar, soleiðis at tað
als ikkiber til at skipa eina samgongu
uttan at javnaðarflokkurin er við.
NÚ tað sýnist sum at tað borgarliga al-
ternativið hevur spælt fallit er so spurn-
ingurin, hvat m.a. javndarflokkurin
kann og vil gera. Skal flokkurin til at
umhugsa sína stóðu av nýggjum fyri
harvið enn einaferð at gerast álitið í
føroyskum politikki, tá verður so
sanniliga neyðugt hjá sambandinum
eisini at leggja á annan bógv. Leidslan
og nýggju menninir í flokkinum hava
undan valinum gjørt javnaðarflokkin,
sum teir nú royna at fríggja til, til sín
høvudsfigginda. Tað sigur tí seg sjålvt,
at sambandið má fyrst taka í egnan
barm og rætta javnaðarflokkinum hond-
ina, skal hugsingur verða um at fáa
javnaðarflokkin til samráðingarborðið.
Skuldi tað komið hartil, at eingin sam-
gonga er megulig uttan
javnaðarflokkin, so skal sambandið
vita, at tað verður ikki ein reint
borgarligur politikkur, sum fer at verða
rikin komandi árini. Tá verður tað ein
politikkur, sum verður nógv merktur av
sjónarmiðum javnaðarfloksins. Men í
einum samarbeiði eru allir flokkar
noyddir at geva og lata. Tað sama
verður sjálvandi eisini at galda fyri
MEN tað er ikki nóg mikið við hesum
báðum flokkum. Neyðugt er við einum
ella tveimum flokkum aftrat. Er íkki
meiriluti fyri nývali og tað ikki er
gjørligt at skipa eina samgongu uttan
um javnaðarflokkin, so vildi tað verið
rætt at havt bæði tjóðveldi og verka-
mannafylking við í somu samgongu. Tá
sluppu vit heilt undan teimum smærru
flokkunum, og tá vóru tað sigursharrar
og taparar, sum tóku seg saman til tess
at fáa landinum eitt stýri. Skal javnað-
arflokkurin út í Tinganes - og tað eru
tað ymiskar meiningar um í flokkinum
- so má tað eisini vera eitt ófrávíkiligt
krav, at verkamannafylkingin, sum
hevur staðið sum tann stóri revasarin og
um somu tíð endurnýggjarin, er-við til
at taka ábyrgd. Og tá sama fylking jú
alla tíðina hevur tosað um eina breiða
samgongu, skuldi hetta verið ein
møguleiki tvs. samband,
javnaðarflokkur, tjóðveldið og
verkamannafylking. Harvið sleppur tú
undan tí magiska 17 talinum og tú fær
eina stjórn, sum umboðar ein breiðan
meiriluta av føroysku veljarunum.
VIT hava loyvt okkum at gera hesa
samanseting sum eitt tankaeksperiment.
Tað er ikki vist, at tað er meiriluti fyri
hesum í javnaðarflokkinum, og tað er
heldur ikki vist, at hinir flokkarnir, sum
her verða nevndir, eru sinnaðir at fara í
eina slíka samgongu. Men soleiðis sum
stødan er vorðin, so kann verða neyðugt
við ótraditionellum loysnum, og her má
sambandið gera sær greitt, at tá tað ikki
megnaði at skipa eina borgarliga sam-
gongu og harvið brúka henda meiri-
lutan, so verður tað noytt til at laga sín
politikk eftir teimum ikki borgarligu
flokkum, sum tað nú “helst" fer at
banka á dyrnar hjá at biðja um stuðul.
Sambandið - ynskir tað at skipa
samgongu saman við umrøddu flokkum
- verður tí eisini noytt til at gloyma
nógv av tí, sum tað annars hevur sett
niður í eitt borgarligt samgonguskjal.
VIT fara annars at ávara bæði javnað-
arflokk og tjóðveldisflokk um at lata
seg lumpa við í eina møguliga sam-
gongu, har fólkaflokkurin aftur verður
tann avgerandi atkvødan. Hetta er
sjálvandi ein møguleiki tveitir sam-
bandið frá sær. Men royndirnar áttu at
havt lært okkum, at soleingi fólka-
flokkurin verður styrdur av einstak-
ligum, sum hver í sær hugsa um
egináhugamál, verður hann ikki nakar
haldbarur samarbeiðspartnari.
VIT hava onga patentloysn. Møguliga
er eitt nýval tað einasta rætta fyri at
reinsa luftina og fyri at fáa eina ting-
samanseting, sum ger tað gjørtligt at
skipa eina samgongu. Hinvegin kann
ein siga, at tað er skomm, at mongu
flokkarnir ikki megna at skipa
landsstýri so ella so. Vit kunnu í hvussu
er staðfesta, at fortreytirnar fyri at skipa
samgongu síðani valið eru nógv
broyttar. Tað vísir seg, at borgarligi
vongurin, sum vann valið, er ikki førur
fyri at liva upp til hetta álit. Tað broytir
støduna fullkomiliga. Og spurningurin
er tf hvat m.a. javnadarflokkurin og fyri
tað eisini tjóðveldi og verkamanna-
fylking siga til hesa nýggju stóðu. Teir
smærru flokkarnar, sum hver hava tveir
tingmenn, eiga vit at síggja burtur frá.
Tað er upp á tíðina, at føroyskur poli-
tikkur ikki verður avgjørdur uppá
atkvøduna hjá smáum flokkum, sum í
veruleikanum hava alt ov nógv vald, tá
avtornar. Nú er at bróta upp um armar
og vita, hvat kann gerast. Alternativið
er nýval.
SOSIALURIN
Eingin trygd fyri
at nakað virki letur upp
Samgonguskjalið er ikki
undirskrivað og sostatt er
eingin samgonga góðkend,
so sigur formaður fólka-
floksins í sínari viðmerking
til ta ósemju, sum hevur
stungið seg upp, nú bæði
Jákup Olsen úr kristiliga og
John Petersen úr Fólka-
flokkinum, vilja hava eina
aðra orðing, eina meira
greiða orðing viðvíkjandi
Fiskavirking.
Til støðuna hjá John Pe-
tersen, sigur Anfinn Kalls-
berg, at hetta er stóða Fólka-
floksins, og sanniliga skuldi
ein hidið tað, tí júst ein sam-
gonga varð slitin upp á
Fiskavirking, og tá ein
minnist tað orðavalið, sum
eg tó ikki vil endurtaka her,
tað, sum Svend Áge Ellef-
sen í Dimmalætting skýrdi
floksfelagan, Poul Michel-
sen, tí hann var blivin
stjórnarlimur í hesum
felagsskapi. Hesin sami
fólkafloksmaður sigur í
samrødu í Oyggjatíðindum
fyri 26/8, at hansara leiklut-
ur í Fiskavirking, er ein av-
bjóðing, hvat so Poul
Michelsen meinar um tað.
Eg meti at hetta er eitt spæl
fyri gallarínum frá Fólka-
floksins síðu, tí við einum
stjórnarlimi hava teir javn-
vág ímóti sambandinum við
Edmundi Joensen.
Eg havi fyrr sagt, at
Fólkaflokkurin hevur rætt
viðvíkjandi Fiskavirking.
Taðereiu monopol. Hesum
havi eg ikki broytt stóðu
um, men tað hevur so sanni-
liga Fólkaflokkurin og sam-
bært formanninum, er tað
ein samdur flokkur, so
skoðsmálið frá Svend Áge
Ellefsen er nú galdandi all-
an flokkin, tí John Petersen
og Jákup Olsen hava ongan
tryggleika fyri nakrari for-
deiling og heldur ikki fyri at
nakað virki, sum nú stendur
afturlatið, at tey verða latin
upp, tí Fiskavirking eigur
øll virki og teir vilja ikki
hava nakað mótspæl. Og
við tað at eisini bankarnir
nú eru samanlagdir, so har
er bert tann eini møguleiki
fyri fígging, og tað er so-
leiðis, at tað er émøguligt at
fáa fígging uttan fyri Fiska-
virking. So er tann tilsøgn,
sum er fest í samgongu-
skjalið hesum viðvíkjandi.
Hon er virðisleys. Tá so
Fiskavirking fær eina
bankasanering og hartil aft-
ur borið fyrst 12% fyri at
hækka tað til 40% av øllum
skatti, so verður tað bert eitt
stórt og sterkt monopolvirk-
ið í Føroyum og hetta studl-
að av verandi samgongu.
Tað berst ongum gðrum
bøtur, og hetta er tryggja í
verandi samgonguskjalið,
sum í sínum útgjaringar-
politikki er gingin nógv
longur enn nakað sosialist-
iskt skjal vildi krav.
John Petersen og Jákup
Olsen hava lokal krøv, sum
eru væl skiljandi. Tað vóru
fleiri serliga frá kristiliga
fólkaflokkinum í Suðuroy,
sum væl eru komin við í
samgonguskjalið, til dømis
fiskiloyvi til skip, sum í dag
eingi fiskiloyvi hava. Tað
verður trongligt á Føroya-
leiðini.
Eg vil vóna at samgongu-
skjalið verður undirskrivað,
tí tað hava hesir persónar,
sum hava tíkið saman um
landsins stýri, tá hava teir
bitið hevdið av allari
skomm, og tá tað er gjørt, so
kunnu KUT í Dimmalætt-
ing og John Petersen sita
hond í hond og regulera
stóru slangu úr landskassa-
num til Fiskavirking og
onnur monopolir, sum eru
styrd av fólka- og sam-
bandsflokkinum. Reinføri
hjå komandi samgongu er
væltryggjað í tí skjalið, sum
sambandssakførarin hevur
greitt úr hondum, har hann
eisini hevur ella kemur at
tryggja sær sín part í aftur-
beringini.
Leingi livi tað borgarliga
trúvirði, og at tað er væl
tryggjad, gongur eisini fram
av ti, at sambandsflokkurin
skal hava 3 landsstýris-
menn, so er nakar gísli, so
verður tað fólkaflokkurin.
Oftani etur hundur tað
Sverre Midjord