mikudagur 31. august 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 164 — 31. AUGUST 1994 Síða 3
Nú er havhestatíð
Havhestaungar inni-
halda somu eitur-
evni sum spik
—Fitin í gomlum havhesti er eins nógv eitrað sum
spik og okkara kanningar vísa at somu eitur-
evnir eisini finnast í ungunum, sigur Marjun
Hanusandóttir, stjóri á Starvsstovuni
Havhestatíðin er í hæddini
og kring landið verða í
hesum døgum tiknir 1000
tals havhestaungar. Hav-
hestaungi tíkin úr salti og
útvatnaður er góður vetrar-
kostur.
Heilsufrødiliga Starvs-
stovan hevur ávarað fólk
um ikki at eta grind meira
enn einaferð um vikuna og
vit hava tú spurð um
havhestur eisini er eitraður.
— Vit hava nógv stórri
tilfarð av kanningum av
grind. Men vit hava kannað
havhest. Okkara kanningar
vísa, at fitin í gomlum
havhesti inniheldur eins
nógv av somu eitur-
evnunum, sum finnast í
spiki. Serliga PCB, DDT og
diedrin. Hetta eru øll evnir
sum ikki finnast náttúrliga í
náttúruni men eru komin av
mannaskaptari — dálking,
sigur Marjun Hanusar-
dóttir.
— Vit hava eisini kannað
havhestaungar og kanning-
arnar sýna at somu eitur-
evnir eisini finnast í ung-
unum. Men eg havi ikki
tølinifyri fyri hvussu nógv
teir eru dálkaðir, sigur hon.
Ongin ávaring
Men Marjun Hanusar-
dóttir ávarar ikki fólk móti
at eta havhestaungar.
— Tað er eitt sindur ørvisi
við grind. Hon er gerand-
iskostur. Havhestaungar
eta fólk vanliga bert eina-
ferð til tvær ferðir um árið
og tí er ikki vandi á ferð,
sjálvtum ungin er dálkaður,
sigur Marjun Hanusar-
dóttir.
Annars hevur Heilsu-
frødiliga Starvsstovan fing-
ið nýggja útgerð og í heyst
verður farið undir nýggjar
umfatandi kanningar av
matinum føroyingar eta, eitt
nú kanningar av fiski.
Gravgangur
eftir ungum
Vit tosaðu við leiðaran á
Hjallinum í SMS í gjára-
morgunin. Hann segði, at
teir seldu nógvar hav-
hestaungar teir fyrstu
dagarnar. Sølan minkaði
sum fráleið. Hann legði
afturat, at sølan av
havhestaungum í SMS er
nógv minkað síðan bátarnir
eru farnir at selja sjálvir í
Vágsbotni í Havn.
Havhestaungarnir í SMS
kosta 30 krónur stykkið.
jústinus
Nátarnir
regna niður
Bátarnir í Norðuroyggjum fáa fleiri hundrað
nátar um dagin
Óvanliga nógvur náti er at
fáa í ár. Tað hevur verið so
turt, og tí er væl undan-
komið.
Í Hvannasundi eru bát-
arnir komnir upp í 430 um
dagin. Mánadagin fekk ein
320, og hann fór ikki longur
Finnur Egholm, skipari:
enn at stima einar 20 min-
uttir út í Svinoyarfjørd.
So væl stendur til, at nát-
arnir koma dettandi niður í
sundið úr fjøllunum oman-
fyri. Onkur hevur tikið fleiri
hundrað inni á deyðavatni í
sundinum.
Teir flestu taka náta bara
til seg og síni. Eitt sindur
verður selt, men teir flestu
halda seg aftur við at selja, tí
tað verður einki eftir, um
MVG og skattur fara av, og
so er nógv roks av øllum ti.
randi
Loysir seg at
selja kvotuna
— Upsaprisurin er so vánaligur í løtuni, at
hóastvit áttu ein knappan túr eftir í Íslandi, so
loysti tað seg betri at liggja og selja kvotuna,
sigur skiparin á Havbúgvanum
Snellubáturin Havbúgvin
av Eiði liggur í løtuni og
hann hevur ligið seinastu
vikumar, Hann átti knapp-
liga 60.000 pund eftir av
fslandskvotuni, men
upsaprisurin er so våna-
ligur í løtuni, at tað loysti
seg betur at selja kvotuna.
Finnur Egholm sigur, at
við at selja kvotuna fekk
báturin meir burturúr og
manningin hevði íkki
fingið meir enn minstulgn ;
burturúr tí sum var eftir av
íslandskvotuni.
var seld fyri tvær krónur
kiloið, upsaprísurin liggur
på
Kvotan $ 47
beint omanfyri tríggjar 9
ónur. Men meðan báturin
liggur eru ongar útreiðsl-
ur, eitt nú til olju 0.3.
- Eg haldi, at snellu-
bátarnir áttu at fingið ein
minstaprís fyri upsan sum
átti at verið hægri enn tað
trolararnir fáa. Vit hava
møguleika at hava nógv
betri fisk enn trolararnir
og tí áttu vit eisini at:fingið
betri prís. Einar fimm
krónur fyri kiloið av upsa
hevði verið í lagi.
Finnur Egholm er ikki
glaður fyri nýggju skip-
anina við uppbodssølum,
fyri hann merkir hendan
skipan minni inntøku i
krónum og oyrum.
— Fyri upsan, sum vit
veiða mest av, fæst ong-
antíð meir enn minstaboð,
tað tykist sum allir keyp-
aramir eru samdir um ikki
at bjóða hægri. Tað vil
siga, at tað er ongin kapp-
ing millum keyparamar
um upsan, sígur Finnur
Egholm.
— Eg haldi eisini, at pris-
urin á landingini eigur at
lækka, hann er alt ov
høgur í løtuni. Fiska-
virking krevur av okkum,
at vit skulu hava kassar,
men okkara royndir eru, at
fiskurin heldur sær betri á
hyllum. Tað er ikki fyri
góðskuna, at Fiskavirking
vil hava kassar, men
heldur fyri spara um land-
ingarútreiðslumar, sigur
Finnur Egholm.
— Tá skipið er landað, so
fáa vit lastina vaskaða. Ein
skuldi hildið, at fiska-
keyparin vil hava so
góðan fisk sum møguligt,
men tá vit hyggja eftir
hvussu illa teir vaska
lastina, so sær tað út sum
góðskan ongan týdning
hevur. Tað er komið fyri at
vit hava vaskað lastina
umaftur, aftaná at
fiskakeyparin er liðugur
við skipið. Skitin last
gevur vánaligan fisk, tað
vita øl] sum hava vid fisk
at gera, sigur hann.
Havbúgvin hevur gjørt
tveir túrar undir Íslandi í
ár. Veiðan annan túrin vá
83.000 pund og hin túrin
63.000 pund.
jústinus