Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 164 —31. AUGUST 1994 Tíðindablaðið { sostalurin ] Ólavur í Beiti, rithøvundur: Nú er loyvt at lesa - til stuttleika — Men tað var tað ikki i 70-årunum og 80-årunum, tá ið Jógvan Isaksen, kritikari, fortaldi okkum, hvat vit skuldu lesa og ikki lesa Nú havi eg ikki lisið nýggju bókinaeftir Jógvan Isaksen, Gráur Oktober, men tað verða tað helst stundir til, verður hon ikki lisin í Ut- varpinum, sum tann fyrra arð. Tí verður hetta ikki ein viðmerking til sjálva bók ina, men ein líul viðmerk- ing til samrødu hesin nú kendi rithøvundur hevur vi? Sosialin tann 27. august 1994. Hann hevði stóra re sepuón nú nýggja bókin kom út og var nann u eisini í Sjónvarpinum, har hann tóktist so glaður og væl nøgdur eftir væl úr hondum greitt arbeiði, ið tað er, tá ið tú hevur skrivað eina bók, og serliga, tá ið fyrra bókin hjá honum, ið hann skrivaði til stuttleika, varð so væl umtókt ella móttikin. Hann segði tá í onkrum miðli, at hann hevði fingið eina teldu, setti seg at spæla á henni og hetta varð til eina krimisøgu, so lætt var tað hjá Jógvani Isaksen. Offarakátur Í samrøduni kemur okkurt hissini fram, ið kanska er sagt í offarakáti, eg veit tað ikki, sum hevði verið stutt- ligt at hoyrt nærri um. Eitt nú verður sagt, citat: Fyrsta krimisøgan fekk so góða móttóku, at eg fekk hug at halda fram. Hevdi tað ikki verið, so var eg givin at skriva. BRÚKTIR BÍLAR á Vit hava nakrar brúkt- ar bilar av ymsum merkjum til solu. Yvirlit við upplýsingum um merki, aldur, prísir v.m. fæst við at venda sær til skriv- stovu okkara, eins og sýn/royndarkoyring kann avtalast sama stað. v/ Atla Klein Olsen Rann "== ni 110 Tórshavn Teld Fax.: 18703 Tlf. 18903 - 88903 Hesi orðini eru sera å- hugaverd, tá hugsað verður um, at maðurin nú í fleiri ár hevur verið kritikari. Hann er so at siga, ein lærdur krit- ikari, ti hann hevur lisið við hægri læristovn. Og nú situr hann eisini sum primus mo- tor í útgevarafelag og velur og vrakar. Altso, hann gavst at skriva, fekk bókin ikki so góða móttøku, sum hon fekk. Tað sigur okkum, at hann skrivar til stuttleika og ikki av hugi, ella hvat? Hettaer tann reina business, at hesin kritikarin nú er far- in at skriva, haldi eg meg skilja. Og soleiðis verður taðeisini lagt út í samrøduni við Sosialin og í Sjónvarpi- num, tá ið bókin kom út. Sera åhugaverd ording. Tað næsta, ið vert er at nevna, er, tá ið hann sigur, citat: Krimisøgur mínar skulu fyrst og fremst vera spennandi og undirhald- andi. Eg haldi at føroyskar bøkur eru alt ov keðiligar. Hetta sigur so okkara kendasti rithøvundur og mætasti kritikari, at tað sum vit føroyingar hava skrivað higartil er »alt ov keðiligt<, men nú skulu vit síggja, hvussu tað eigur at skrivast. Nú veit eg ikki, hvat Jógvan Isaksen hugsar um, tá ið hann sigur, at føroysku bøk- urnar eru alt ov keðiligar, um hann hugsar um tær før- oysku krimisøgurnar ella um føroyska bókmenta- heimin í síni heild. Ger hann tað, fari eg ikki at geva honum rætt, og eg hugsi, at fleiri eru við mær, ið heldur ikki gera tað. Jógvan Isak- sen hevur valt tað bíligastu loysnina, sum hann sigur seg vita best um, tí hann hevur lisið so nógva krimi- søgur. Hann hevði ikki dug- að at skriva um hjún v.m., segði hann í Sjónvarpinum, tí valdi hann krimisøguna. Og tað er hansara val. Vit skilja kanska hansara orð um hetta, tá ið vit so lesa næsta reglubrotið í samrgð- uni við Sosialin, citat: Eg havi skrivad søgurnar vid ti fyri eygad, at ein vanligur føroyingur, sum ein sunnu- dag seinnapart situr og bladar í eini bók, skal fáa høvi at lesa á egnum máli(?) Tað skal bera til at lesa fóroyskt til stuttleikar, sigur Jógvan Isaksen. Hetta er sera áhugavert, at vit føroyingar nú sleppa at lesa til stuttleikar, tí tað hava vit ikki kunnað gjørt, tá ið Jógvan Isaksen var kritikari, tað fortaldi hann okkum í 70-årunum og gll 80-årini, men nú er tað loyvt. Nú hevur Jógvan Isaksen fortalt okkum, hvat er stuttligur lesnaður — tað sum hann skrivar — alt ann- að er keðiligt. Nú skulu vit ikki hugsa so nógv um góðsku, nú skal tað vera stuttligt at lesa, tí nú er hann komin inn á leikpallin við sínum lesnaði. Nú skulu vit bara góðtaka hansara lesn- að, at hanner stuttligur og so skulu vit øll lesa og flenna, tí hetta er góðtikið, tað er loyvt. Í einum »Søndags Leksi- kon< herfyri svarar Palle Lauring, rithøvundur og søgumadur, spurninginum hví Havfrúgvin er so kend. Og at enda skrivar Palle Lauring: En grund til hen- des verdensberømmelse? Kun at den er >vedtaget<. Af hvem? ikke af nogen be- stemt. Det gælder mange se- værdigheder verden rundt. Eitt spæl Og so sigur Jógvan Isaksen víðari í samrøduni, citat: Í fyrstuni fór eg undir at skriva fyri at stytta mær stundir. Hetta var eitt spæl... Ja, so lætt og ele- gant kann tað sigast. Hjá honum, ið nú hevur loyvt lesaranum at lesa til stutt- leikar, er tað eitt spæl at skriva, men (longur niðri í samrøduni) hjá teim flestu, sum fáast við skriving, tey gera tað, tí tey ikki kunnu lata vera. Júst tað. Taðer eitt sindur torført at lesaog skilja henda kritikar- an og rithøvund, tá ið tú les- ur hesar orðingarnar. Við ødrum orðum: Hann kriti- serar ikki seg sjálvan, tí hetta er eitt spæl, og spøl verða ikki kritiserað, tey eru bara har?! Og hesar og slíkar orðing- ar eru júst orsøkin til, at eg dittaði mær at seta meg við telduna, at eg skilji ikki henda nýggja høvundan, ið ikki fyrr hevur givið lesara- num loyvi at lesa bøkur, menat taderloyvt nå, at lesa til stuttleikar. Hvi er tað loyvt nú? Er tað bara ti at hann er farin atskrivakrimi- søgur ella fáa øll loyvi nú í frið og náum at skriva, so lesarin sjálvur fær loyvi sjálvur at velja at lesa til stuttleikar. Og hví fáa fólk ikki loyvi at lesa bókurnar hjá ødrum til stuttleikar, eis- ini mínar? Ella skrivar hann, tí hesar bøkurnar selja (og tær hjá Oddvør Johansen) og Ment- unargrunninum manglar pening? Føroyingurin hev- ur nú vidtikid at Jógvan er góður, haps, fleiri bøkur aft urat, vit smíðað meðan jarn- ið er heitt 0.s.fr. Sett kós Jógvan Izsaksen hevur nú í fleiri ár stungið út í kortið fyri vanliga føroyingin, hevur sagt okkum hver rit- høvundur verduer er at lesa og hver ikki verdur er at lesa. Fólk hava sagt: Tá ið Jógvan sigur bókin er góð, ja so er hon góð, tí hann er lærdur kritikari. Hvat sigur Jógvan Isaksen um mína bók, hugsaði eg einaferð, tí hann er kritikarin mikli. Ja, soleiðis kanst tú fara skeiv- ur av tær sjálvum. Og nú fortelur hann før- oyingum, at vit skulu lesa til stuttleikar, tí tað er loyvt. hann fortelur okkum bein- anvegin, at vit skulu lesa hann til stuttleikar, men tað skulu vit ikki, tá ið vit lesa aðrar rithøvundar, tá er tað alvor. Vit skulu taka eitt slag av fyrivarni, tá ið vit seta okk- um ein sunnudag seinnapart við nýggju bókini Gráur Oktober. -Men tað er loyvt! Vit skulu gloyma fyrru bókina, ið var eitt spæl og hevði ávísar grovar feil- ir, og hugsa meira um okk- um sjálvi, at vit nú lesa til stuttleikar. Annað fái eg ikki burtur úr hesi samrødu við Jógvan Isaksen, rithøvund, og onk- ur heldur kanska, at so er nóg mikið. Ólavur í Beiti Samkoman Sion Vágur Sunnudag kl. 11.00: Morg- unmøti. Sunnukvøld kl. 18.00: Evangeliskur fundur. Månakvøld kl. 20.00: Bønarfundur. Mikukvøld kl. 20.00: Bønarfundur. Bønartænastan svarar å tif. 73941, frå kl. 20.00 22.00. Beinir helst av landinum Tað er ein syrgilig sjón at síggja stoltleikan hjá gamla trolarareiðarafcl- agnum í Havn nú verða lagdan. Alttalar fyri, at Beinir ikki fer útaftur á for- oyskum hondum. Reið- arfid er komið í aftur- stóðu til Skibskredit- fonden og hesin hevur boðað frá, at skipið skal leggjast. Skip sum Skibskreditfonden hev- ur lagt sleppa ikki út- aftur meðan bíðað verð- ur eftir tvingsilssølu. Beinir kom seinasta vikuskifti úr Irminga- SKEIÐ verður í døgunum kunning. september kl. 18. á FJALSGARÐI 16., 17. & 18. sept. Pensionistafeløgini hava fingið nærri havinum. Hann hevur verið á kongafiska- veiðu. Orsøkin til at Beinir ikki klårar at svara hvørjum sitt er, at hann fekk ikki lut í nógv øktu kvotuni f Barents- havinum. Beinir er fyrrverandi Skålafjall og av tilvild verður málið um iva- sama partapeningin í Skálafjalli uppafturtikið í landsrættinum hós- dagin, júst um somu tíð sum punktum verður sett fyri Skálafjalli sum skip í Føroyum. jústinus. PENSIONISTA- > Tilmelding å tlf. 44522 seinast 7. FJALSGARDUR Oyndafjørdur