Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| FRÆLSI- JAVNAÐUR-BROÐRALAG 67. ÁRGANGUR Sambandið og Føroya fólk taparar LOKSINS eydnaðist tað teimum fýra borgarligu flokkunum at semjast um eitt samgonguskjal. Men tað lovar so sanni- liga ikki gott fyri føroyska samfelagið, at landið skal verða stýrt av eini sam- gongu, sum í veruleikanum - innast inni - als ikki eru so samd, sum tað nú kann síggja út til. Bara tað at tað var neyðugt at brúka fleiri dagar at semjast um nakrar fáar setningar og at fólkaflokk- urin setti samgonguna upp spæl fyri at fáa nakrar fáar setningar við í skjalið gevur okkum eina haldgóða ábending um, hvussu arbeiðslagið fer at vera í hesi komandi samgongu. SAMSTARVIÐ við fólkaflokkin má vera ein beiskur biti hjá mongum sam- bandsveljara at svølgja, tí her er ikki talan um samstarv við ein flokk men heldur um eitt tvungið samarbeiði við nakrar einstaklingar, sum alla tíðina vilja nýta eitthvørt høvi til at gera síni egnu serstøku krøv galdandi - og sogar seta samgonguna upp á spæl, hvør ferð hesir ikki fáa sín vilja. Og okkum nýtist ikki at leita leingi eftir dómum um hetta, tí sjálv stovnanin av hesi sam- gongu hevur víst okkum, at tað eru einstaklingarnir í fólkaflokkinum, sum hava trýst á og fingið sín vilja igjøgnum í einum og gllum. Sambandið hevur verið tvungið til at bakka í nærum øllum málum. Fólkaflokkurin hevur fingið bæði í posa og sekk. Sambandið hevur rætt og slætt latið seg draga eftir hárinum. So einfalt er tað. MEN ikki nokk við tí - við nú at lúta fyri fólkaflokseinstaklingunum - hevur sambandið eisini lagt eina linju, sum tað verður tvingað til at fylgja í stórum og smáum. Skal sambandið ikki missa andlit - skal tað varðveita leiðsluna í landsstýrinum - so verður tað noytt at gera sum fólkaflokkurin sigur. Tað verður ringt hjá nýggja løgmanni sambandsfloksins at skula liva við ikki at megna at halda samgonguni saman, og nettup tað verður eftir okkara metan hansara torførasta uppgáva og helst ein 6møgulig uppgáva. Hetta átti hann at hugsað meira um, áðrenn hann lat seg fanga í fólkafloksfelluni. Veruleikin er tí tann, at hóast sambandið vann valið og hóast vit fáa ein sambandsløgmann, so hava vit fingið eina fólkafloksstjórn, har tað verða áhugamálini hjá einstøkum fólkafloksmonnum - tvs. bæði í politikki og í vinnulívi - sum fara at stýra Føroya landi. UHA vil onkur siga. Ja tað er so sanni- liga øll orsøk til at stúra, tí einstakling- amir í fólkaflokkinum hugsa ikki um, hvat tænir fjøldini av Føroya fólki, men fyrst og fremt um hvat tænir teimum. Hetta eru tað so mong dómi um í søg- uni. Teir kalla seg superliberalar, men brúka orðið sum teir skifta hosur. Tá tað var gott látin hjá fólkafloksmonnum at trola eftir peningi í landskassanum, tá at hetta góður borgarligur politikkur. Tá so landskassin varð tómur, so fekk pípan bráddliga eitt annað ljóð, og nú var tað góður borgarligur politikkur at flyta pening úr sama landskassa til vinnulívið - hesaferð via skattin. VIT ivast onga létu í, at henda full- komiliga "leggjan seg á knæ fyri fólka- flokkinum" fer at koma sambandinum aftur um brekku. Tað man renna kalt niður eftir rygginum hjá tí vanliga sambandsveljaranum at skula síggja, hvussu fólkafloksmenn nú hava sett sambandsleiðsluna upp á pláss og nú fara undir ein nýggjan “útgjarðingar- politikk", har tað í síðsta enda verður Palleba, sum kemur at rinda gildið. Avleiðingin verður at hundraðtals - kanska 500 - kanska 1000 - fólk í almenna sektorinum verða søgd upp. Og hetta er jú fullkomiliga eftir fólkafloksresept. Helst hava sambands- menn enn ikki gjørt sær greitt, hvat tað vil siga at skulla siga øllum hesum alment løntu upp. Spennandi verður so at síggja, hvat sambandið fer at tora at standa model! til, tá fólkafloksmenn fáa fatur á knivinum og skulu til at kuta burtur av tí almenna sektorinum, sum tað við tógvið stríð hevur eydnast at byggja upp. HEVUR sambandið í heila takið gjørt sær greitt, hvussu nógv tað almenna skal skerjast fyri í heila tikið at kunna viga upp tað, sum landsskassin fer at missa av inntøkum! Lat okkum bara taka sum dómi landsins størsta almenna arbeiðspláss, Landssjúkrahúsið. Har er longu skorið inn á bein og starvfólkið er so niðurkoyrt, tí tað noyðist at renna skjótari, at har koksar rætt og slætt alt saman, fara menn nú at pilka enn meira við hetta fyri okkum øll so týðandi arbeiðsplássið. Og skal tað muna nakað at spara pengar hjá tí almenna, so mugu teir sjálvandi fara eftir teimum arbeiðs- plåssum, har flestu lønir verða útgoldn- ar, og her er LS tað størsta og har tað munar mest. Men álvaratos, hvat ætla tit? Tit siga, at heilsuverkið skal effektiviserast um somu tíð sum tit siga, at uppgåvurnar nú skulu býtast millum sjúkrahúsini. Er hetta ikki ein sjálv- mótsøgn í sær sjálvum og kemur hetta ikki heldur at kosta meira pening enn tað gevur nakra sparing! Hvar eru flottu orðini hjá valevnum sambandsfloksins um týdningin av ikki at syndra Lands- sjúkrahúsið enn meira enn tað er í dag! Hava tey fingið somu lagnu sum alt annað, ið sambandið nú hevur yvirlatið til fólkaflokkin at avgera!!! Og hvar er logikkurin, tá tað verður sett í sam- gonguskjalið, at nú skulu allar sjón- varpssendingar hava føroyskan tekst, tá vit vita, at tey har longu eru undir- mannað - um somu tíð sum eitt av høvudsmålunum hjá samgonguni er at spara hjå tf almenna! Ætlanin er neyvan at seta fleiri pengar av til sjónvarvarpið, so tey har verða før fyri at liva upp til Jan Miller Blaðfóik- Randi Jacobsen - Dagny Útgevari: P/1 Sosialurin Bústaður: Argjavegi 26 | Postadr: Postsmoga 76 Sa Krisjan Dahí Joensen - Tórfinn Smith - | Uppsetng. P/T Saslalurin Argjum 110 Tórshavn ' Fjósmyndari- Kalmar Lindenskov ale a ansen - Prent: Pí Pressan 1981 | Telefon: 11820 Taletax: 14720 tann setning, sum nå er komin f sam- gonguskjalið, at sjónvarpsfólkini skulu til at átaka sær fleiri og meira krevjandi uppgávur. Vit síggja, at komandi sam- gonga - um somu tíð sum hon stingur út í kortið nýggjar krevjandi uppgåvur - ætlar at skerja somu almennu stovnar enn meira. SOLEIÐIS kundi verið hildið fram. Vit geva ikki hesi samgongu langa livitíð, tí tað fer at koma tann dagur, tá sam- bandsfólk fáa eyguni upp fyri, hvussu floksleiðslan hevur latið seg dragað eftir hárinum av fólkaflokkinum og tí rætt og slætt fara at gera uppreistur móti sínum egnu. Allar samgongusam- ráðingarnar hava verið merktar av, at fólkaflokkurin hevur sett treytimar. Og soleiðis fer flokkurin eisini at halda fram í landsstýrinum. Tað verður so bara ein spurningur um tíð, nær stóra fjøldin av vanligum sambandsflokki fer at síga: nú kann tað vera nokk. Hevur Edmund hava nógvar svøvnleysar nætur síðani hann fór at tingast við fólkafloksmenn, so kemur hann so sanniliga ikki at fáa færri, tá hann skal til at halda skil á somu høgraheykum í fólkaflokkinum í Tinganesi. HVAT teimum smærru flokkunum viðvíkur, so er tað stórt spell, at gongdin skal halda fram her á landi, har teir smærru flokkarnir framhaldandi skulu sleppa at fáa so nógv at siga. Teir kunnu lættliga koma at vera tungan á vágskálini í mongum málum. Og eisini her má sigast, at sambandið hevur tapt. Tí skulu vit seta hesar báðar smærru flokkararnar í bás, so er tað í fólkafloksbásin. Teirra politikkur er nevniliga í mongum eins høgravendur og óhugnaligur sum politikkurin hjá fólkafloksmonnum. Tapararnir - nú samgongan er vorðin veruleiki - eru: sambandsflokkurin og Føroya fólk. SOSIALURIN Semja um samgongu Arbeiði fæst Týskvgldið 30. august kl. 22 skrivaðu teir fýra borgarligu flokkarnir at enda undir samgongu- skjalið, sum hevur verið samráðst um í slakar átta vikur. Sambandsflokkurin, fólkaflokkurin, mið- flokkurin og Kr.F fara komandi árini at skipa borgarligt stýri í Føroy- um. Samráðingarnar um samgongu hava verið drúgvar og torfgrar. Fleiri ferðir er komið vátt í reiðrið, og vandi fyri, at tað fór at slitna millum flokkarnar, sum nú hava undirskrivað samgonguskjalið. Aðrir flokkar vóru bodnir á fund, men tóku seg burtur úr samráðing- unum, tí ov lítið itøkiligt var í tí, sumsambands- flokkurin førdi fram. Valúrslitið vísti, at veljararnir vildu hava borgarligt stýri, og sam- bandsflokkurin tók stig til samráðingar um sam- gongu, og bjóðaði fólka- flokkinum, sjálvstýris- flokkinum og verka- mannafylkingini at lut- taka. Tað vardi tó ikki leingi til verkamannafylkingin tók seg burturúr, og seinni eisini sjálvstýris- flokkurin. At enda vóru mið- flokkurin og Kr.F bodir á fund við sambands- flokkinum og fólka- flokkinum, og realitets- samráðingarnar byrja- ðu. Sambandsflokkurin og fólkaflokkurin hava lønarlækking, ið var høvudsevnib. Fólkaflokkurin vildi hava lønarlækking við "lóg, men tað vildi sam- bandsflokkurin ikki. Samrådingamar slit- naðu av hesi orsøk einar tvær ferðir, men so sam- dust teir ístaðin um 20% endurgjald av lønariit- reiðslunum, til allar ar- beiðsgevarar í landi- num. Hósdagin í farnu viku søgdu teir fýra flokkar- nir, sum samráddust um samgongu, at nú var greitt at skriva sam- gonguskjalið. Tá kom kuril á tráðin, av tí at fólkaflokkurin = vildi hava nakrar eyka reglur inn í samgonguskjalið, um ráfiskabýti millum uttanlands oyggjamar. á SEDs Tað koma framvegis søkireftir maskinmeist- segði, at samgongu- áheitanir úr útlondum til — aratilein islendskan bát, skjalið var liðugt skriv- Arbeiðsloysisskipanina = sum um veturin roynir og xi skuldi umatfáaarbeiðsmegiúr við línu á Vestur- Týskvgldið vóru þm ie í Borg landinum. Um summ- pldið | A in familja en —arid er båturin rækjubát- DR TE komm vilfeginhavaeinal8ára ur. Gl ske em. de gamla gent ella eldri at = Áhugaðir kunnu - din I ansa einum barni. Kon- — ringjabeinleidis til reið- omu tíðindini, at nú aníhúsunumerfgroysk. aríið, tlf. +747822. varð samgonguskjaldið Sjúkrahúsið í Korsør í korn undirskrivað Danmark sekir efir Hygg ítekstvarpið æð burtur frá, at onk- fysioterapeuti. Arbneiðsloysisskipanin a nn 5 a Í báðum fórum skal ger vart við, at hvørja gonguskjallð v byrjast | beinanvegin. ferðteyfáaáheitanirum undirskrivað, so er líkt til, at borgarligu flokkar- nir nú fara at skipa landsstýri. Dagny Nærri fæst at vita hjá Arbeiðsloysisskipanini, tlf. 19550. P/F Brimnes å Vest- urlandinum í Íslandi at fáa fólk til arbeiði utt- anlands, kunngera tey tilboðini í tekstvarpi- num.