hósdagur 1. september 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i Tidindabladid { sosialurin | Nr. 165 — 1. SEPTEMBER 1994 Síða 3
Bjarti Mohr, stjóri í Fiskavirking:
Eingin loysn í
eini handavending
- Alt veldst um fortreytirnar, sum ikki kunnu broytast eftir einum
degi. Enn er Fiskavirking besta trygd fyri jóvnum virksemi í
fiskiidnadinum kring landið, sigur Bjarti Mohr
- Tað er bláoygt at halda, at
fleiri fólk kunnu koma til
arbeiðis í fiskivinnuni um
ein mánað ella so, ella at tað
eftir so stuttari tíð skal fara
at ganga betur hjá vinnuni.
Tað eru fortreytirnar, sum
skulu broytast, og tað tekur
tíð.
Hetta sigur Bjarti Mohr,
stjóri í Fiskavirking.
Hann hevur áður alment
tikið undir við at lækka
lønir fyri at minka um
kostnadarstødid.
Men tað tiltakið einsa-
maltgkir ikki um virksemið
í landinum, tí virkini kunnu
ikki hava meira arbeiði, enn
tey hava fisk til, sigur Bjarti
Mohr.
Hann sigur, at alt ræður
um at broyta fortreytirnar.
Altminka um lønaritreidsl-
urnar er ein máti, men neyð-
ugt verður eisini at end-
urskoða samstarvsavtaluna
við ES, serliga viðvíkjandi
triðja lands fiskinum.
Lægri lønir kunnu bóta
um, so meira fiskur kemur á
land, men vit mugu minnast
til, at vit hava virkini í ES at
kappast við, og tey fáa
nógvan studning. Her er
studningurin avtikin, sigur
Bjarti Mohr.
Ber til við
ongum studningi?
- Tann stóri spurningurin er,
um tað ber til at fiska og
framleiða fiskavørur í Før-
oyum við ongum studningi.
Tað er ongantíð prógvað
enn.
Í samgonguskjalinum
verður sagt, at flakavirkis-
skipanin aftur skal á pri-
vatar hendur.
- Fyrst er at síga, at Fiska-
virking er ein privat fyri-
tøka.
- Vit í Fiskavirking eru
ikki ósamd í, at tey aft-
urlatnu virkini eiga at
sleppa í gongd aftur, men
tað er bara ikki nóg nógvur
fiskur.
- Fiskavirking er ein
kreppuloysn. Í krepputíð-
um er neyðugt við kreppu-
losynum. Tá tá aftur fer at
ganga fram á, ber til at tosa
um at lata fleiri virki upp
aftur.
Fiskavirking sum trygd
- Tað tryggjar ikki javnari
virksemi kring landið at
upploysa Fiskavirking.
Fiskavirking er frægasti
máti at stýra jøvnum virk-
semi kring landið. Sand-
oyggin er í løtuni ein trup-
ulleiki, men har er so tað
góða hent, at sandoyggja-
fólk hava leigað virkið frá
Fiskavirking, sigur Bjarti
Mohr.
- Nú ræður um at sláa kalt
vatn í blóðið. Fortreytirnar
mugu broytast, men tað
hendir einki í eini handa-
Bjarti Mohr heldur Fiskavirking vera bestu trygd fyri
jøvnum virksemi kring landið
vending, og øll mugu royna
at gera sítt Sum er eru eingir
pengar at vinna í fiski-
vinnuni. Okkurt virki og
virki ganag gott eina tíð,
men samanlagt er eingin
vinningur.
- Nú mugu vit síggja, hvat
kann gerast. Og so veldst
eisini um, hvat danir fara at
siga, heldur Bjarti Mohr,
stjóri í Fiskavirking.
randi
Jákup Danielsen sigur, at ætlanin hjá samgonguni fer at
ksota hópuppagnir í tí almenna
Jákup Danielsen, formaður í
Starvsmannafelagnum:
Nei takk
til tilboðið
- Eg kann ikki hugsa mær, at nakað fakfelag
gongur við til, at politikararnir nú skulu leggja
seg út í viðurskiftini millum partarnar á arbeiðs-
marknaðinum
Jákup Danielsen, formaður
í Starvsmannafelagnum,
væntar ikki, at ætlanirnar
hjá nýggju samgonguni um
kollveltandi broytingar í
lønar- og skattavidurskift-
unum fara at bøta nakad um
støduna i landinum.
Sambært samgonguskjal-
inum skulu partarnir á ar-
beiðsmarknaðinum í sein-
asta lagi 1. oktober hava eit
tilboð um at regulera allar
lønir vid 12 prosentum nið-
ureftir frá 1. jaunar 1995,
men lækkingin skal so mót-
roknast aftur í skattinum.
- Eg dugi ikki at síggja
annað í hasum enn, at tað
almenna missir nógvan
pening, tað fer at kosta hóp-
in av almennum arbeiðs-
plássum, og vit hava als
onga trygd fyri, at fleiri fólk
koma í arbeiði, sigur Jákup
Danielsen.
Kostar hópuppsagnir
- Taka vit við hasum so-
nevnda tilboðnum, skriva
vit samstundis undir hóp-
uppsagnir í tí almenna, og
tað kann Starvsmannafel-
agið sum fakfelag ikki gera,
sigur Jákup Danielsen.
Hann væntar ikki, at na-
kað fakfelag við góðum
gongur við til slíkt, og óivað
eru tað eisini privatir ar-
beiðsgevarar, sum em
ímóti, at politíkararnir
leggja seg út í avtalurnar
millum partarnar á arbeiðs-
marknaðinum.
Politikararnir havaeinki við
tær avtalurnar at gera, sigur
hann.
Starvsmannafelagið hev-
ur ringar royndir av at gera
avtalur við landsstýrið, og
neyvan verður nøkur slik
avtala gjørd aftur.
- Fleiri arbeiðspláss
kunnu undir ongum um-
stóðum koma burturúr, tí
avmarkað er, hvussu nógv
fólk kunnu vera á flaka-
virkjunum. Tað tænir ong-
um endamáli at seta fleiri
fólk at arbeiða saman fisk-
in, sum frammanundan ov
lítið er til av.
- Tað kundu verið aðrir
mátar at minka um útreiðsl-
urnamar hjá virkjunum enn
at lækka lýnarútreiðslurnar,
Ld. við at koyra oljuav-
gjaldið burtur. Hetta við at
lækka lønina er so mann-
minkandi fyri løntakaran,
sum fær at vita, at hann nú er
20% minni verdur, enn
hann var.
Regulera sjálv
Jákup Danielsen nevnir eis-
ini, at ein partur av privatu
arbeiðsgevarunum sjálvur
regulerar sínar lønir. T.d.
eru kioskeigarar, har tey
arbeiða sjálv, og gongur
illa, fáa tey lítið og einki í
løn.
- Tad er eisini onkur
stórhandil, sum ikki lønar
fólki eftir nøkrum sáttmála.
Tey áseta bara lønirnar
sjálv, og onkur hevur ungar
gentur í arbeiði fyri heilt
líða timaløn.
- Eg dugi ikki at síggja, at
hetta við at regulera løn-
irnar niðureftir skal bera til.
Partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum gera avtalur um
bruttoløn. Hvat landskassin
skal hava burturav, er ein
heiltannar spurningur, sigur
Jákup Danielsen.
randi
útvegast ti!
FLEST ALLAR
BILAR
Fa. BILLUTIR
TIL Fax.
21605 21666