Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CD Nr. 165 — 1. SEPTEMBER 1994 Edmund Joensen, leiðari fyri samgongusamráðingunum: — Eg eri tolin maður Tað er kanska ein dygd hjá komandi løgmanni. Drúgv tíð og stórt hóvasták hevur verið gjórt burturúr samgongusam- ráðingunum millum teir fýra flokkarnar, men nú vónar Edmund Joensen, samráðingarleiðari, at borgarliga sam- gongan fer til verka Edmund Joensen er kanska mest umrøddi persónur í seinastuni. Øll hava í ótolni bíðað eftir, hvat oddamaðurin fyri flokkunum í samgongu- samráðingunum fór at gera, fyri at fáa flokkarnar at semjast um eitt samgongu- skjal. - Ert tú ein tolin maður? - Tað er torført hjá mær at meta um sjálvur, men jú - eg havi gott tol. - Er tað ein fyrimunur? - Sum oftast, sigur Ed- mund Joensen skemtandi í biltelefonini millum Oyra- bakka, har hann býr, og Havnina, har hann fundast dúgliga í hesum døgum. Ikki akademikarl Edmund Joensen er 49 ára gamal. Hann er uppvaksin á Oyri, og hevur búð á Oyrabakka í nógv ár. Hann er giftur við Edfríð, og tey eiga tvær døtur, sum eru 27 og 23 ára gamlar og ein 16 ára gamlan son. Edmund Joensen sigur, at kona hansara arbeiðir í heiminum, og tá tað er ney- Bugt, eisini tekur hon eina hond í á virkinum hjá teim- um. Edmund Joensen sigur seg vera sjálvlærdan. Hann er vinnulívsmaður og sipar hervið til, at hann ikki er akademikari av nøkrum slag. Fyritøkan hansara er Fa. O.C. Joensen. Hann stovn- aði Skejlavirkið í 1970 og Rækjuvirkið í 1986. Um- framt hetta eigur virkið skejlatogaran Norðheim. Talan er um partíðarvirk- semi á Oyri, og tilsamans eru 120 ársverk á hesum ar- beiðsplássum. Edmund Joensen sigur, at tað ikki verður nakar trupul- leiki at føra virkini víðari, um hann ikki er til arbeiðis um dagarnar. Eingin broyting á Oyri - Eg havi gott fólk á virki- num, so tey kunnu saktast vera meg fyri uttan. Sein- astu árini havi eg verið í før- oyskum politikki, og tí er tað ikki nøkur broyting hjá okkum, sigur Edmund Jo- ensen. Edmund Joensen varð fyrstu ferð valdur á ting í 1988. Hann gjørdist for- maður í tingbólkinum hjá sambandsflokkinum i 1990, og í 1991 formaður í flokkinum. - Hvat fært tú tíðina at ganga við, tá tú ikki fæst við politikk? - Nú havi eg ikki havt so nógva fritid í seinastuni, men mær dámar ógvuliga væl at spæla bridge. Iva- samt er, hvussu tað verður í framtíðini, men vónandi noyðist eg ikki at sleppa bridgespælinum. - Annars dámar mær væl fara á flot, skjóta harur og fugl og tílíkt Annað er sjálvandi áhugin fyri sam- felagsvidurskiftum á einum breiðum grundarlag, sigur Edmund Jonesen. - Eftir hvat skilst, so fara tey tiltók sum tit seta í verk at kosta einar 200 - 300 mió. krónur. Hvat verður gjørt fyri at spara á fíggjar- lógini? - Tað er ov tíðliga at siga nakað um tað. Vit hava verið noyddir at gera stórar sparingar. Tað er rætt, men tað fara vit at siga meira um seinni. Vinnulivsmenn og kristiligir í Tinganes - Komandi landsstýri verð- ur helst mannað við garvaðum vinnulívsmonn- um ødrumegin, og umboð fyri teir kristiligu hinumeg- in. Hvussu verður sam- starvslagið? - Tað er einki nýtt í før- oyskum politkki við slíkari samanseting. Hon er helst ikki stórt ødrvisi enn tær, sum hava verið áður. Eg ivi- st ikki í, at samstarvslagið verður gott. - Tad, at so drúgv tid gekk, ådrenn vit fingu skrivað samgonguskjalið er ikki legið, tí stødan í Før- oyum hevur ongantíð verið so álvarslig, sum júst nú. Orð: Dagny Mynd: Kalmar Edmund Joensen: -Tað, at P tað tók so drúgva tíð at skriva samgonguskjalið, ' er ikki so løgid, tí stødan í Føroyum hevur ongantíð verið so álvarslig sum júst 8 nú. Eisini hevur tað tydning, at heilir fýra flokkar skulu semjast um at føra politikk komandi fýra árini, og tað krevur, at vit eru samdir um heildina - Eisini hevur tað týdning í drúgvu samráðingartíðini, at vit eru heilir fýra flokkar, sum skulu semjast um at føra politkk komandi fýra árini, og tað krevur, at vit eru samdir um heildina. - Væntar tú at samgongan fær lív lagað, tá tað hevur verið so torført at semjast um ávís mál? - Tað ivist eg onga løtu i. Tá taðhevur eydnast okkum at gera samgonguskjalið, so fer hin parturin, sum vit hava sett okkum fyri at fremja, eisini at eydnast, sigur Edmund Joensen. - Fara tit at føra ødrvisi politikk enn higartil hevur verið gjørt í Føroyum? - Tad er greitt, at skulu vit fáa samfelagið aftur á fótur, so skulu henda stórar broyt- ingar í Føroyum. Tað verður m.a. neyðugt at føra nýggj- an politik, tí higartil hevur alt bert gingið afturá. - Skal tað gerast liviligt í Føroyum, mugu umfevn- andi tiltøk setast í verk. Vit mugu fáa lønsemi í høvuds- vinnuna og vinnulívið ann- ars, so fólk sleppa aftur í ar- beiðis. Tað verður eisini neyðugt at bóta um korini hjá teimum arbeiðsleysu, til tey aftur fáa arbeiði. Skal hetta gerast, er neyðugt at føra ødrvisi politikk enn higartil. Fólk vita alt í dag - Hvat er munurin å borg- arligu samgonguni í 1981/84 og nú 10 år seinni? - Útreiðslurnar og uttan- landaskuldin er stórri í dag. Ogkortini, fyri 10 árum síð- ani høvdu vit eisini kreppu- tíðir, tá fiskiflotin kom heim aftur av fjarleiðum og fiski- - Munurin er, at fólk í dag vita um kreppuna. Politik- ararnir kunnu ikki longur fjalda nakað fyri borgaru- num. Fyri 10 árum síðan kundu politkararnir káva yvir, at teir læntu okkum út á sjógv. Tað kunnu vit ikki gera í dag, sigur Edmund Joensen og leggur dent á, at nú skal alt gerast, til tess at veita borgarunum tryggari viðurskifti. Tað skal ganga - Nær verður nýggja lands- stýrið valt? - Tað er ov tíðliga at siga nágreiniliga. Tað kunnu ganga nakrir dagar, tó í mesta lagi einir fýra dagar. - Ert tú ikki bangin fyri at kuril aftur kemur á tráðin, t.d. tá målsøkini skulu být- Síða 5 ast? - Semja er fingin, og tá er ikki sannlíkt, at samgongan ikki heldur orð - men tó so, alt kann henda í politikki, plaga vit at siga. Eg vænti kortini, at hetta fer at ganga, sigur Edmund Joensen og leggur aftrat: tað skaí ganga. Hús í Sorvági 36 ára gomul hús í Sørvågi til solu, bert við at yvirtaka lánini. Feroya Sparikassa 120.000,- kr. Húsalánsgrunnurin 105.000,- kr. Húsini eru í tveimum hæddum. Grundstykki er 838 m*, hartil vegur til húsini 60 m?. Góðir meguleikar at byggja út. Húsini standa mitt í bygdini. Skriva til: Sosialin, Box 76, 110 Tórshavn, Bill. mrk. A-1