Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Mind MØD Ms SPEER Ses Arne Nørrevang heimaftur av oljurådstevnu: — re Vit mugu gera alt >= fyri at varðveita eitt reint umhvørvi -Norðmenn er teir, sum seta strangastu króv til oljuvinnuna, tá tað snýr seg um at varðveita eitt reint umhvørvi. F øroyar og Nor- eg eru meinlík í mangar mátar, og tí eiga fóroyingar at læra av norsku royndunum á umhvørvisøkinum, nú vit fara undir eina oljuvinnu. Hetta sigur Arne Nørrevang, limur í Oljurådleggingar- Arne Nørrevang vísti stóran áhuga fyri teimum fyritøkunum, sum arbeiða við umhvørvisspurningum. Her vitjar hann básin hjá Norsk Veritas, sum hevði sett upp eitt sera áhugavert kort yvir oljugkini í Norðsjónum. Vit neyndini júst heimafturkomin av oljurådstevnu í S tavanger. Millum luttakararnar á oljuráðstevnuni í Stavang- er í farnu viku var eisini umhvørvisserfrødingurin Arne Nørrevang. Hann er limur í oljuráðleggingar- nevndini. Arne Nørrevang heldur seg at hava fingið væl burtur úr ráðstevnuni, serstakliga tá hugsað verð- ur um, hvussu frammaliga norðmenn eru á umhvørv- isøkinum. Noråmenn fremstir -Tað er neyvan ov nógv sagt, at norðmenn eru fremstir, tá tað snýr seg um at gera fløgur í eitt reint umhvørvi í sambandi við oljuvinnu sigur hann og vísir á, at franska oljufelagið ELF júst hevur bygt eina marinbiologiska stød uttan fyri Stavanger fyri tilsamans 70 mill. kr. Ame Nørrevang nýtti und- ir vitjanini høvi til at vitja hesa støðina, sum hann heldur er sera áhugaverð eisini fyri okkum før- oyingar, nú vit skulu fara í gongd við eina oljuvinnu. Á stødini er tann mest framkomna tøknifrødiliga útgerðin, sum hugsast kann. Stødin skal arbeiða við nógvum uppgávum og ein teirra er at kanna spill- oljuna frá oljupallum, hvørji kemikaliir talan er um og hvat årin hesi hava á umhvørvid. Tað verða framleiðsluskip sum hetta, sum lon Stór uppliving Arne Nørrevang sigur annars, at tað var ein stór uppliving at vera við á oljuframsýningini. -Ein hevur altíð vitað, at talan er um eina stóra vinnu- grein, men at tað skuldi vera so stórt og so um- fevnandi hevði eg ikki ímyndað mær. Við hesum sipar hann til ta ovurstóru framsýn- ingina, har meira enn 950 virki úr 22 londum, sum hava tilknýti til oljuvinnu, sýndu sínar verur og tænastur fram. Arne Nørrevang heldur tað var ein skilagóð av- gerð hjá oljuráðlegging- amevndini at fara á ráð- stevnuna í Stavanger. -Eg havi fingið fatur á nógvum áhugaverðum og relevantum tilfari hjá okkum at brúka, og eg havi so eisini fingið sam- band við nógv fólk og fyritøkur, sum vit koma at hava samband við í framtíðini. Sjálvur heldur Arne Nørrevang, at vit føroy- ingar eiga at hyggja nógv eftir norðmonnum, tá vit skulu til at menna eina oljuvinnu. Londini eru, hóast ymisk til støddar, á nógvum gkjum eins. Eitt nú hava bæði londini langa strond og hjá báðum hevur fiskivinna nógv at síga. 76 ræður fyrst og gu komandi ár fara at liggja á markinum vid Føroyar og taka ímóti tí fyrstu oljuni frá bretskari oljukeldu. Arne Nørrevang, sum er limur í Oljuráðleggingarnevndini, vitjar her eina av mongu norsku básunum á framsýningini. Mynd jan hóma Føroyar ovast til vinstru. Mynd jan fremst um at laga eina slíka vinnu eftir okkara egnu fortreytum og viðurskiftum, men har vit kunnu læra av royndunum hjá øðrum eiga vit avgjørt at gera tað, og her ikki minst á umhvørvisøkinum. Tað er eisini avmarkad, hvat vit sjálvi verða før fyri at gera av fløgum á teim ymsu økjunum. Umhvervið alt- avgerandi Vit spurdu Arna Nørre- vang, um tað hevur stóran týdning at hava eitt um- hvorvisfólk í oljuráðlegg- ingamevndini! -Tað má eftir mini hugsan vera altumráðandi. Hava vit ikki tað og fáa vit ikki sett tær reglur og lógir fyri at forða dálking, sum eru neyðugar, so kann hetta koma okkum aftur um brekku í ólukku- mát. Vit kunnu td. ímynda okkum, at ein sending av fiski úr Føroyum kemur á marknaðin og hon smækk- ar av olju. Tá skal nógv til fyri at byggja upp aftur álitið á føroyskan fisk. So tad skal bert ein tilik sending til og hon kann vera til óbótaligan skaða fyri føroyskan fiskaút- flutning. Eiga at hyggja eftir noråmonnum Nú tað hevur verið tosað um, antin tað skulu vera danir, bretar, norðmenn ella aðrir, sum skulu byggja upp eina komandi føroyska oljuvinnu spurdu vit Ama Nørrevang, um hann heldur ta& vera meira náttúrligt, at vit koma at hava meira samarbeidi við td. norðmenn enn danir. -Eg kann bert tosa um umhvørvid, og har vil eg siga, at tað er ikki so lætt at brúka royndir frá t.d. Mariagerfjord í Danmark til tað, sum fer fram á Ld. Føroyabanka. Har haldi eg, at vit kunnu læra nógv av norðmonnum, tí um- hvervið og vinnan eru so eins. Arne Nørrevang vísir annars á, at bretar hava roynt at taka við læru av norðmonnum, og teir fara longu í 1995 at seta í verk eina umhvervislóg í sam- bandi við oljuvinnu, sum er sera strong. -Norðmenn leggja so mikið stóran dent á um- hvørvisspurningin, at hev- ur eitt oljufelag ikki fylgt reglunum um eitt reint umhvørvi, so kann tað hava við sær, at felagið als ikki fær lut í komandi lisensum. Árinið á samfelagið -Nú eru Føroyar eitt sera lítið og viðkvæmt land. Ber tú ótta fyri teimum avleiðingum ein oljuvinna kann fáa fyri okkum? -Eg trúgvi vit kunnu klára at loysa umhvørvis- spurningin, men tann stóri spurningurin er so, hvussu tað føroyska samfelagið - tvs. tað menniskjansliga umhvervið - fer at klára eina ovurstóra oljuvinnu. Tað er so ikki mítt borð, men eg má viðganga, at tað er tað, sum eg stúri mest fyri. -Meinar tú tá, at tað heyði verið betri als onga oljuvinnu at fingið? -Tað meini eg ikki. Har er nokk eingin vegur aftur. jan