fríggjadagur 2. september 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 166 — 2. SEPTEMBER 1994 Sida 3
lu 2
Nýggjasta frágreiðigin frá serfróðingum:
Ein skola niður
yvir foroyingar
Frágreiðingin frá nevndini, sum lgtingid og fókatingið samtyktu
at seta, til at lýsa kreppuna, eisini bankarnar, skal lesast kristiskt,
tí hon hevur sínar veikleikar, heldur Marita Petersen, løgmadur
Marita Petersen, løgmaður,
og Finnbogi Ísakson, lands-
stýrismaður í fíggjarmál-
um, fingu ongan skelk av
frágreiðingi frá Gertz-
nevndini. Frágreiðingina
fekk landsstýrið miku-
dagin.
Hendan nevnd var sett í
vár, og arbeiðssetningur
hennara var at lýsa gongd-
ina í føroyska búskapinum,
eisini leiklut bankanna, í
80-árunum og fram til í dag.
Í nevndini sótu danski
professarin Erik Gørtz,
íslendski professarin Gud-
mundur Magnússon, og
Eigil Waagstein, undir-
stjóri í Tele Danmark.
- Henda frågreidingin er
stutt sagt ein skola nidur
yvir føroyingar, sigur Finn-
bogi Isakson.
Mikudagin hevdi hvørki
Marita Petersen ella Finn-
bogi Ísakson havt stundir til
at seta seg gjølla inn í frá-
greiðingina, sum er drúgv
og tungur lesnaður, men so
mikið høvu tey lisið, at tey
ikki hildu, føroyingar eiga
Pensionistur
Sjálvhjálpin 76 ára gamal maður sekir
búfelagsskap móti at latagóðan part av
fólkapensiónini.
Vinarligast skrivið til: Sosialin,
Box 76, 110 Tórshavn, við ávísing til
Bill. mrk. 1008
” Blindastovnur Føroy
vur opið måndag-friggjadag kl. 9-16.
Telefoni: 18222 og 19238. — Í
at taka allar atfinningarnar
frå nevndini til eftirtektar.
Bædi Marita og Finnbogi
halda frágreiðinga vera
nokkso merkta av, at
nevndarlimirnir ikki kenna
samfelagið innanifrá
Nakrir beinleiðis feilir
eru í, men tað tileinkisger
kortini ikki frágreiðingina.
Ein stórur veikleiki, held-
ur Marita Petersen vera, at
tað í frágreiðingi verður
sagt, at teir hava lisið aðrar
frágreiðingar, og teir hava
tosað við stovnar og fólk í
Føroyum. Men tað stendur
ongastaðni, hvgnn teir hava
tosað við, og summastaðni
er ivamál, um orðini eru
nevndarinnar, ella hon
hevur sjónarmiðini frå ødr-
um.
Tey bæði sakna eisini, at
stýriskipanarviðurskiftini
ikki eru nevnd, viðurskiftini
milum Føroyar og Dan-
mark, fyri at lysa, hvar
avgerðirnar eru tiknar.
Nevndin leggur so at siga
alla ábyrgdina av skeivu
gongini á føroysku polit-
ikararnar. Staturin, bankar
og kredittfeløg sleppa und-
an.
Nevndin leggur størri
dent á, at feilfløgur hava
verið gjørdar, ikki so nógv
skeiv nýtsla. Nevndin finst
at vinnulivspolitikkinum,
at tað almenna so nógv hev-
ur stuðlað tí privata. Skiln-
aður eigur at verða. Funnist
verður at nógvum fløgum,
sum skipasmíði, íløgum í
havnir og vegir, Atlantsflog
o.a. Tað privata eigur at
våga meira, sigur nevndin
Blokkurin fær ongaskyld,
men hann eigur at verða eitt
trygdarnett, og skal ásetast
eftir tørvi.
- Hatta er Ráfiskagrunn-
urin um aftur, er viðmerk-
ingin hjá Finnbogi Ísaksyni.
- Sumt í frágreiðingini er
tíverri satt, og vit mugu læra
av teimum mistøkunum,
men annars mugu vit lesa
hesa sum allar hinar frá-
greiðingarnar kritiskt, held-
ur Marita Petersen.
Tað vóru løgingid og
fólkatingið, sum avgjørdu at
seta Gørtz-nevndina at gera
hesa frágreiðingina, og nú
verður so upp ul tingini,
hvat gerast skal burturúr
frágreiðingini.
randi
Edmun 0
sen
sambandsfloksins:
-Tolið
er uppi
Nú skal nakað henda -
Seinnapartin í gjár skuldi
fólkaflokkurin koma við
einum uppskoti til restina
av samgonguni um talið
av landsstýrismonnum og
býti av målsøkjum. Tá
Sosialurin tosaði við for-
mann sambandsfloksins
undan fundin í gjár segði
Edmund Joensen, at nú
má fólkaflokkurin taka
eina stóðu. Tað ber ikki til
aftur og aftur at biðja um
umhugsunnartíð í øllum
málum.
-Eg kann bert siga so
mikið sum at fólkaflokk-
urin brúkar alt ov nógva
tíð til at koma til eina
nidstødu. Flokkurin er alt
ov oftani ikki førur fyri at
taka eina stóðu, og eg
kann bert siga, at mítt tol
nú er uppi. Nú skal okkurt
henda. Fólkaflokkurin má
taka eina stóðu, soleiðis at
vit kunnu sleppa til ar-
beiðis. Tað liggja nógv
stórmál og bíða og lands-
stýrið má nú fara í gongd.
Uppá fyrispurning hvat
trætan snýr seg um sigur
Edmund Joensen, at
sambandsflokkurin heldur
fast um, at flokkurin skal
hava trý fólk í lands-
stýrinum tvs. eitt meira
FO
„fólkaflokkurin må taka stóðu
enn fólkaflokkurin. Hetta
er ikki annað enn rímuligt,
tá hugsað verður um, at
sambandið hevur 8
tingmenn og fólkaflokk-
urin 6.
Afturfyri hevur sam-
bandið so bjóða fólka-
flokkinum tingformannin.
Hetta vil fólkaflokkurin
ikki ganga við til. Síðani
hevur sambandið sagt, at
skal fólkaflokkurin hava
tríggjar landsstýrismenn,
so skal sambandið hava
tingformannin.
Heldur ikki tað vil
fólkaflokkurin ganga við
til.
Vit spurdu Edmund
Joensen um tað ikki er eitt
sindur óhugaligt at skula
fara út í Tinganes og skula
stýra landinum saman við
einum fólkaflokki, sum
bara hevur rumblað og
gjørt alt so 6møguligt
longu áðrenn farið er til
arbeiðis av álvara!
Kernnir tú teg ikki sera
ótryggan at fara í
Tinganes saman við
fólkaflokkinum?
-Onga viðmerking.
jan
rmaðul