Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 166 — 2. SEPTEMBER 1994 Fríggjadagur kl. 11.45: Lost People Bretskur filmur frå 1949 um nøkur fólk, sum eru vilst, men tey finna eitt tyskt sjón- leikarahús, har tey kunnu vera... Erlggladagur kl. 20.00: Hard to kill Amerikanskur actionfilmur frå 1990 vid Steven Seagal f høvudsieiklutinum sum Mason Storm, Samstundis sum løgreglu- maðurin Storm er um at verða dripin i skot- bardaga við ein korruptan politikkara, verður kona Storm myrd. Eftir sjey ár í coma, vaknar Masen, og táer hann til reiðar at finna drápsmannin hjá konu síni... Fríggjadagur kl. 22.50; Dead og alive Amerikanskur filmur frá 1988 við Kris Kri- stoffersenb í høvudsleiklutinum, Noble Adams er ein rættur >tevhundur< og hann arbeiðir saman við soni sínum. Teir leita eftir einum brotsmanni, sum júst hevur rænt eina unga gentu... Leygardagur kl. 16.55; Hvor ræður? Ein ungur, fráskildur pápi fer úr stórbýnum saman við dóttur síni og fær arbeiði sum húshjálp. Arbeiðsgevarin er ung og frá- skild, hon arbeiðir og eigur ein lítlan son. Leygardagur kl. 22.10; Comes a Horseman Amerikanskur western frá 1978 við James Caan og Jane Fonda í høvudsleiklutunum. Frank Athearn er krígsveteranur frá seinna heimsbardaga og fer aftur til Montana í vón um at byggja sær ein garð. Í staðin noyðist hann at berjast fyri landi sínum og lívi sín- um. Ella Conners er ein annar garðeigari, sum berjist fyri sínum... Sunnudagur kl. 19.00: Air America Amerikanskur filmur frå 1990 við Mel Gib- son og Robert Downey jr. f høvudsleiklutu- num. Undir Vietnam-krignum brúkti CIA gjøgnum Air America-flutningin narko- tikapengar at figgja kríggið við og útflutti samstundis heroin til bæði leiðarar har og til amerikanska fólkið. Air America varð kent sum >narkotikaflutningurin<, sum bókin hjá Christopher Robin avdúkar... Mánadagur kl. 21.00: Anything to survive Amerikanskur filmur frå 1990. Hesin film- urin byggir á eina sanna søgu um eina pápa og try børn og stríð teirra at yvirliva... Tsdagurkl. 10.20: October Man Bretskur filmur frá 1947. Jim Acland, ein ungur kemi-verkfrødingur liggur á sjúkra- húsinum eftir eina ræðuliga bussvanlukku, har ein smágenta doyði. Eitt ár seinni verður hann útskrivaður, men hann hevur fingið tvangstankar og noyðist at halda seg friðar- ligan. Ein av vinum hansara verður funnin deyður, og Jim verður illtonktur… Mikudagur kl. 0.30: Arabian Nights Italskur/franskur filmur frå 1974. Hin vakra, unga frillan hjá Mue-el-Dins verður rænd, og vit fylgja honum gjøgnum ævin- týrheimin... Hósdagur kl. 23.55: Long Riders Amerikanskur western frå 1980 vid Stacy Keach í høvudsleiklutinum. Søgan fer fram i Missouri eftir amerikanska borgarastríðið og byggir partvis å veruligar hendingar. Nakrir lógleysir, Frank og Jesse James, brødumir Younger og Miller, herja i Miss- ouri. Teir ræna bankar 0.a. og eftir eitt blóð- ugt bankarán biðja fólkini har sheriffarnar seta seg í samband við detektivar fyri at steðga hesum. Leygarmorgunin kl. 10.10: Hey Føroya børn — måltrådur fyri børn Leygarmorgunin verdur aftur høvi hjå børnum at ringja til »Måltrådin fyri børn«. Telefonirnar hjá Máltráðnum svara longu kl. 9.30, og tá kunnu børn ringja til Barnaútvarpið og ynskja sær eitt lag. Ringt verður aftur til børnini, tá sendingin byrjar kl. 10.10. Leygardagur kl. 15.00: og x x # 1 Fyrsta deild í fótbólti spælir longu leygar- dagin. FSF hevur flutt landskappingardyst- irnar í 1. deild ein dag til tess at landsliðs- spælarar kunna fyrireika seg væl og virði- liga til landsdystin móti Grikkalandi. Dystirnir verða helst spældir kl. 15 leygardagin, og útvarpið fer at hava frásøgn frá tveimum dystum, og fylgja gongdini í hinum trimum dystunum. | Nú fer at sansa at í kappingini. Halda GÍ og HB fram, sum higartil, ella snáva tey, og hvørji verða tey, sum noyððast niður í 2. deild? Svarinum koma vit kanska nærri leygardagin. Leygardagur kl. 19.05; Menn undir sól - 1. Skaldsøga eftir palestinska høvundan Ghassan Kanafani (1936—1972). Marianna Debes Dahl tyddi og legdi til rættis sum ljóðmynd. Triggir palestinar, ein hálvvaksin drong- ur, ein ungur maður í tjúgunum og ein til- komin, um fimti ár til aldurs, hava hvor í sínum lagi okkurt at stríðast fyri í tilveruni, okkurt, sum eggjar teimum ti latbróta seg burtur úr tí neyðarsligu, eyðmýkjandi flóttatilveruni. Kuwait er hitt lovaða land- ið, har einki er ófórt. Men tú sleppur bara inn hagar loyniliga. Og ikki eru teir fáir, ið royna at gera sær dælt av vónleysu stóðu flóttanna. Nøkur av teimum, sum eru við í ljóð- myndini: Torbjørn Poulsen, Kári Mourit- sen, Signar Pauli Poulsen, Jóannes B. Danielsen og Kristína Hansen Tíðindablaðið (571) Mikudagur kl. 18.00 Landsliðsfótbóltur Landsliðið leggur til brots aftur í næstu viku. Á ødrumsinni spælir fótbóltslandslið- ið í europakapping, og fyrsti dysturin verð- ur á Svangaskarði mikukvøldid. Tað verða tvey nýggj landslið, ið hittast. Allan Simonsen hevur sett føroyska lands- liðið av nýggjum, og hetta verður teirra fyrsta roynd í lótum. Teir spæla móti einum landsliði, sum eisini er sett av nýggjum. M6tstødulidid er Grikkaland, sum fór til Amerika at spæla HM vid góðum, men varð sent heim aftur við ringum avrikum. Síðani hevur venjarin lagt frá sær, og helst er stórur partur av liðnum skiftur út. Spurningurin er kanska um grikkarnir eru komnir so stutt við at endurbyggja liðið, at hetta kann geva okkara monnum ein kjans. Tað fáa vit at hoyra mikukvøldid, tå út- varpið fer at hava beinleiðis frásøgn av Svangaskarði.