Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 166 — 2. SEPTEMBER 1994 Sida 11 Knivurin er einasta vitni Glenn Close og Jef Bridges hava høvuds- leiklutimar sum åvikavist verjuadvokatur og ríkur blaðstjóri í hesum amerikanska filminum frá 1985. Kona tann ríka blaðstjóran Jack Forester verður funnin myrd. Í fyrstuni bendir alt á, at hetta er eitt tilvildarligt morð, men løg- reglan fær illgruna um, at maðurin sjálvur hevur framt illgerðina. Hann verður ákærd- ur fyri morðið og fær sær ein sera dugnalig- an kvinnuligan advokat at verja seg. Tey verða forelskað, men alt meira bendir á, at blaðstjórin er sekur. Leygardagur kl. 16.00; Rokkonsert við Suede Konsertfilmur frá Brixton Academy við enska ný-rokkbólkinum Suede. Í Suede spæla Brett Anderson, Bemard Butler, Simon Gilbert og Mat Osman, og teir fara at spæla hit sum >Next Life<, >Animal Ni- trate<, »Metal Mickey« og »So Young«. Leygardagur kl. 17.00: Tornfuglarnir Richard Chamberlain spælir katólskur prestur og Rachel Ward er kvinnan, hann elskar, í hesi endursendingini av tí amerik- ansku sendirgðini í 10 pørtum um ættar- bond og kærleika í Australia Aðrir leikarar eru Barbara Stanvyck, Christopher Plummer og Jean Simmons. Leygardagur kl. 18.30; Børnini við havið Sendirgð fyri børn um tvey børn, sum upp- liva mangt og hvat saman við pápanum í eini litlari havn í New Zealandi. Mamma børnini er deyð, og gerandis- dagurin hjá børnunum hevur verið striggin, síðani hon doyði. Pápin er skipari á einum loðsbáti, og tó at nógvir stuttleikabátar og luksusskip leggja at í havnini, og pápin hev- urnógv at gera, so hava tey ilt við at fáa end- arnar at røkka saman. Men Petur og lítla- systurin Georgina gevast ikki so á hondum. Leygardagur kl. 21.35; Um sannleikin skal fram Amerikanskur filmur frá 1991 við Gene Hackman í hevuðsleiklutinum sum advo- dóttur síni. Jedediah Ward átekur sær mál fyri tey før fyri at stridast ímóti teimum stóru fyri- tøkunum. Men í sakarmálinum ímóti einum bilverksmiðjueigara er mótstøðumaður hansara eingin annar enn dóttur hansara. Tað sær ikki mætari út enn at stríðið teirra millum verður bæði drúgt og hart, tí hvørgin parturin vil lúta, og tað fer kanska fullkomi- liga at forkoma viðurskiftunum millum fað- ir og dóttur, sum ikki sita serliga væl um sátt sum er. Leygardagur kl. 23.20: Willie Nelson — 60 år Mæti maðurin innan countrytónleikin Willie Nelson fylti 60 ár í fjør. Í sendingini síggja vit Willie Nelson sman við nógvum ødrum kendum sangarum, m.ø. Paul Simon, Bonnie Raitt, Bob Dylan og Kris Kristoffersen. Sunnudagur kl. 14.40; Loyndarmålid —Éf|—|a|M Svenskur filmur um n drongin Sam og gent- una Amandu, sum detta niður í eitt hol og finna eina so stuttliga íbúð niðri undir jørd- ini. Sunnudagur kl. 17.40; Lítil dama, stórur tónleikur Sending, ið vísir hvussu amerikanski kom- ponisturin og orkesturleiðarin Maria Schneider arbeiðir við Radioens Big Band. Sunnudagur kl. 18.25; Tann fjaldi vakurleikin Tey best vardu listasøvnini í Danmark liggja í Ringe, Horsens og Nyborgs Stats- fængsel. Í Bandverkstaðnum fortelur Karen Binicki um projektið, sum hon og sjálvboð- in listafólk hava arbeitt við í níggju ár — at skapa list saman við teimum, sum sita í aft- urlatnum donskum fongslum. Sunnudagur kl. 22.00: Ein frælsur madur A r filmur frá 1988. Alan Alda hevur skrivað og leikstjórnað henda filmin, har hann eisini hevur høvuds- leiklutin sum ein maður, ið verður skildur frá konuni eftir fleiri ára hjúnalag. Hann og konan finna skjótt nýggjar partnarar, men eru tey lukkuligari av tí? Týsdagur kl. 21.10: Veruhúsið Svensk sendirgð frå 1987 í 60 pørtum um lívið í einum veruhúsið. Veruhúsið Øhmans er í kreppu. Gamli stjórin Gustag Øhman hevur avgjørt at fara frá, men hver skal verða hansara eftirmad- ur? Dóttur hansara Margareta kennir seg sjálvskrivaða til starvið, men hon hevur ein kappingarneyta, og tað er dugnaligi sølu- stjórin... Týsdagur kl. 22.05: Svimjiutferdin Danskur filmur frå 1991. Vit eru í Keypmannahavn í 30-årunum, har vit hitta arbeiðarafamiljuna Axel, Sven og sonin Gustav Adolf. Tey búgva í eini litl- ari bakgarðsíbúð í einum stórum íbúðarhús- um. Einaferð um árið fara tey saman við øll- um hinum í húsinum útferð á strondina — og tað er ein langur og spennandi dagur. Mikudagur kl. 20.35; Tað er Gud, ið tosar Í sendingini siga nøkur fólk frá hvussu tey upplivdu tað guddómliga. Tá nimdarmadurin Edgar Mitchell stóð á mánanum, upplivdi hann tað guddómliga streyma igjøgnum seg. Ein kvinnuligur prestur sigur seg hava mett Jesusi, tá hon var deyðanum nær. Rithøvundurin Ib Michael og trúboðarin Michael Rothstein siga sina hugsan um, hvat liggur aftan fyri gåtuføru upplivingar- nar, meðan ein sóknarprestur finst at fólka- kirkjuni fyri hennara vantandi fatan av hesum spurningum. Mikudagur kl. 21.35: Flamingo Kid Amerikanskur filmur frå 1984. Matt Dillon fær arbeiði í El Flamingo Beach Club á Long Ísland. Tað er heita summarið í 1963, og tann ríka, tilkomna Carla fer at fjeppast uppi í tí unga manni- num, ið er ógvuliga hugtikin av tí hábærs- liga umhvørvinum. Hósdagur kl. 20.35; Heimahjålpin Til arbeidis 1:3 * Arbeiðið hevur stóran týdning fyri tey flestu. Tað er umráðandi at hava eina upp- gávu at røkja í í samfelagnum. SvF fer í trimum sendingum at fylgja fólki, ið eru til arbeiðis. Í fyrstu sendingini er tað heimahjálpin Nancy Splidt, ið hvønn dag vitjar fýra óhjálpin fólk. Hennara upp- gáva er at hjálpa teimum við tí, tey ikki longur megna sjálvi, so tey kunnu vera verðandi í egnum heimi. Dagmar Joensen-Næs hevur lagt fyrstu sendingina til rættis. Ragnar A. Jacobsen hevur tikið upp og sett saman. Hósdagur kl. 21.05: Tann svikna kvinnan