Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

"Tidindabladid Nr. 166 — 2. SEPTEMBER 1994 Síða 19 í ; Neyðugt við broytingum Teir somu ellivu, sum byrjaðu móti Vejle, verða neyvan allir við frá fyrsta bríksli móti Grikkalandi Móti Vejle hevði landsliðs- venjarin teir leikararnar tøkar, sum hann metir vera besta føroyska landsliðs- hópin. Tað hevur hann ong- antíð havt fyrr, tí Ld. Todi Jónsson var ikki tøkur, tå teir vóru í Eysturríki. Av teimum seks útisetun- um vóru fýra við frá fyrsta bríksli. Korter inn í 2. hálv- leik kom Jens Erik Rasmus- sen á vøllin sum hin fimti, meðan Jákup Mikkelsen ikki slapp at royna seg. Burtursæð frá honum var tað bara Jan Andreassen, sum ikki kom inn í dystin. Og í báðum førunum var tað spell, men tað skal helst tak - ast sum ábending um, at í hvussu so er teir báðir verða ikki við frá fyrsta bríksli móti Grikkalandi. Jens Martin var ikki til at kenna aftur í málinum. Tað hevði einki við rópini at gera. Tey vóru so (ov) mong, sum tey altíð eru. Heldur var tað, at hann onga húgvu hevði. Ein nýggj byrjan hjá málverjanum! Í fleiri fórum bjargaði hann ein móti einum, men lang- skotið til 2-0 átti hann at tikið. Tað var ov bíligt, og so trekti okkurt útspælið frá, L.d. tá hann, áðrenn liðið var komið úr brotsteiginum, tveitti til Jan Allan Miller, sum hevði fimm mótstøðu- menn kring seg. Jens Martin Knudsen í ongari húgvu — soleiðis plaga vit ikki at síggja hann í landsdysti... Mynd: Kalmar Lindenskov Føroyar-Vejle Venjingardystur á Svangaskarði | mikudagin 31. august 1994 kl. 1 | Føroyar-Vejle 1-4 (0-3) 0-1: Brian Rasmussen (10. min.) 0-2: Jan Larsen (32. min.) 0-3: Brian Rasmussen (40. min.) 0-4: Klaus Eskildsen (83. min.) 1-4: Jan Allan Miiller (90. min.) Føroyar: Jens Martin Knudsen - Allan Mørkøre, Tummas Eli Hansen, Oli Johannesen, Jens Kristian Hansen, Øssur Hansen (Henning Jamskor, 80.) - Ábraham Hansen, Magni Jarnskor (Jan Dam, 67.), Djóni N. Joensen (Jens Erik Rasmussen, 64.) - Todi Jónsson, Jan Allan Miller Vejle: Erik Boye - Lars Døhr Pedersen, Jan Larsen, Kurt Fritsen, Rene Schmidt - John Sivebæk (Lasse Ottesen, 72.), Finn Christensen (Klaus Eskildsen, 56.), Mads Spur-Mortensen, Benny Poulsgaard (Alex Nørlund, 62.) - Kim Nørholt, Brian Rasmussen Dómaratrio: Niklas á Líðarenda (dómari), Andreas Poulsen (linjuverji), Jón Kári Frederiksen (linjuverji), Lassin Isaksen (4. dómari) Áskoðarar: uml. 350 Leysar eftiransingar Í miðverjuni vóru nógvir trupulleikar. Kropsliga stóðu teir seg væl mann móti manni, og allir vístu teir skiftivis evnir í upp- byggjandi partinum, td. hevði Jens Kristian royndir upp á mál. Trupulleikarnir vóru, at Hansen beiggjarnir við hvort lógu ov langt frå måtstødumanninum, so taklingin kom ov seint. Skjótleikin er heldur íkki sum hjá kvikum álopsleik- arum. Óli Johannesen skal lyfta arvin eftir Jóannes Jakob- sen, tað er ikki sum at siga tað og krevur eitt umbýti av rollunum. Jóannes stýrir nógv, men Óli sigur lítið ella næstan einki. Miðverj- an hevði tað trupult við rangstødufellunum. Tær vórðu settar tríggjar ferð, men tað miseydnaðist hverja ferð og var um repp- ið at bera mál við sær! Allan Mørkøre hevði stórar trupulleikar við eftir ansingini í høgru. Madurin, hann skuldi ansa, varð ov ofta leysur, tí Allan var frammarlaga staddur. Tað er skeivt at geva Allan ein- samgllum skuldina, men tað er ein sannroynd, at í fleiri stóðum, tá tað varð skorað, kom maðurin úr høgru. Konditiónin hjá All- ani tykist ikki vera tað, hon onkuntíð hevur verið. Í landskappingini gongur tað at leggja stórri áherðslu á framrættaða partin, um ein álitismaður fyllur hol- ini. Skal Allan hava sama málsókna leiklut á lands- liðnum, sum hann hevur hjá KÍ, so mugu avtalur gerast um tippingina í vinstru. Øssur Hansen megnaði hampuliga væl vongverjan í vinstru. Seinna umfarið var hann meiri framrættaður, rann nógv og var púra liigv- aður, tá Henning Jarnskor kom inn. Henning var ov stutt inni fyri at verða dømdur, men tað er ein Ein tann frægasta før- oyska royndin var skot- ið hjá Toda Jónsson í fyrra hálvleiki, ið fór bert sentimetrar yvir Vejle-målinum. Hend- an myndin varð tíkin beint undan skotinum Mynd: Kalmar Lindenskov Stóri føroyski spælarin mikukveldið var — uttan síðustykki — Jan Allan Múller, ið nú spælir í AC Horsens í donsku 1. deild. Hann rann og tuskaði allan dystin, og so vann hann at kalla hvgnn ein- asta luftbólt, umframt ein hóp av gðrum duellum vid Vejle-spælaramar. Perlan á frálíka innsatsinum hjá vágbingunum var málið, ið hann átti uppleggid til: Fyrst forfylgdi hann Vejle-verjuni, til tað eydnaðist at vinna bóltin frá henni, spældi Jens Erik sannroynd, at hann orkar væl at spæla. Hekk ikki saman Á miðvellinum vóru nógvar misskiljingar. Tað Jan Allan Miiller eftir Vejle-dystin: Eg hevði vonað at vit fingu 1-1 Rasmussen frían, og rann so sjálvur í positión, so hann var á rætta staðnum, tá lobbarin hjá Jens Eriki endaði á yvirliggjaranum. --Jústhasa støðuna hava vit í Horsens vant hundr- aðtals ferðir, hvussu vit skulu gera, tá vit tveir og tveir bjóða mótstøðu verj- uni av, so tað var so mikið stuttligari atuppliva, atein slík gjøgnumvand stóða kann eydnast, sigur Jan Allan. — Sjálvur hevdi eg ikki væntað, at vit fóru at koma so ílla frá avrikinum. tóktist torført at finna fram til rætta arbeiðsbýtið, stød- urnar vóru ofta skeivar og tað kostar, tá nógvar send- ingar eru skeivar. Tå mistøk verda gjørd i uppbyggjandi Frammanundan hevdi eg vóna, at vit fingu 1-1, og at spælbýtið fór at vera sum í seinna hálvleiki, men tí- verri gekst okkum ikki so væl, Sunnudagin skulu Jan Allan, Jens Erik og AC Horsens spæla móti topp- liðnum i 1. deild, Her- følge, og månadagin ligg- ur leidin so aftur til Før- Oya, 80 teir saman við hin- um á landsliðnum kunnu fyrireikaseg til EM-dystin móti Grikkalandi miku- kveldið. hj. man BD [BAA SS A 8 AAA AAA partinum, eru ongar eftir- ansingar, tá métstødulidid fer i ålop, og tað kostar nógv