fríggjadagur 2. september 1994síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Landsliðið
visti einki
Stórt sæð einki virkaði hjá landsliðnum í dystinum
móti Vejle, har Jan Allan Miller skaraði framúr sum
klárt besti maður — skoraði eisini fóroyska málið — og
Todi Jónsson vísti rættiligan klassa í fyrra hálvleiki
Sum vanligt vóru áskoðar-
arnir ikki nógvir til venjing-
ardystin móti Vejle miku-
kvøldid á Svangaskarði, og
hóast teir kanska verða
koma á vitjan komandi
mikukvøld, gav landsliðið
sær sjálvum stak vánaliga
reklamu.
Fyrri hálvleikur var ein
katastrofa. Hóast okkara
menn løgdu hampuliga væl
út við tveimum hálvum
kjansum, sást beinanvegin,
at verjan kann fáa trupul-
leikar, tá hon verður løgd
undir trýst. Sjálvandi vantar
landsliðnum nakað í at fáa
samanspælið upp á pláss, tá
hugsað verður um, at næst-
an seks vikur eru farnar, síð-
ani liðið var saman í Eystur-
ríki, men innsatsurin miku-
kveldið boðaði kortini ikki
frá góðum.
Ikki vóru meira enn tíggju
minuttir farnir, tá Vejle í
sínum fyrsta veruliga álopi í
Ossur Hansen dystast
við ein av dag'igu liðfel-
øgum sínum úr Vejle
Mynd: Kalmar Lindenskov
dystinum legði seg á odda.
John Sivebæk í sínum — í
hvussu er fyrr — eyðkenda
stíli streyk igjøgnum i
høgru síðu, uttan at nakar av
føroyingunum megnaði at
fylgja vid, og so smekkadi
hann innfyri, har Brian Ras-
mussen vid handaru stong
slapp at standa púra einsam-
allur, so hann kundi sópa
bóltin inn til 1-0.
Todi í serklassa
Eftir hetta varð ikki nógv
meira at síggja til føroying-
arnar í fyrra hálvleiki, hóast
Todi Jónsson eitt korter
seinni við tveimum stak
góðum einmansavrikum —
bæði í serklassa — royndi
seg móti Vejle-málinum.
Í fyrra førinum sneiddi
hann tveir Vejle-menn av
sær, men málmaðurin kom
út og vardi, so Todi ikki
fekk so gott skot á. Í seinna
førinum, bert ein minutt
seinni, slapp Todi leysur í
høgru síðu, legði útfrá og
trekti inn móti sirklinum á
brotsteiginum, tá hann
smekkaði til — ein ella tveir
sertimetrar yvir handara
málhorni.
Men í staðin fyri, at Todi
* klassa — serliga í fyrra
hálvleiki sást tað
Mynd: Kalmar Lindenskov
fekk javnað út og kanska
lagt Føroyar á odda við hes-
um báðum kjansunum, varð
tað Vejle, ið økti um leiðsl-
una fimm minuttir seinni, tå
Jan Larsen sendi eitt lang-
skot móti málinum úr 25
metrum. Bóltin átti Jens
Martin Knudsen — spældi
uttan = topphúgvu — men
hann valdi at meta, at bólt-
srin fór uttanfyri — og so
brast hann í friði og náðum í
yvirliggjaran á vegnum til
2-0.
Tvey mál kolldømd
Seks minuttir fyri steðgin
snaraði Kim Nørholt tveir
av føroyingunum av sær og
legði inn um verjuna til ein
púra frían Brian Rasmus-
sen, ið kundi økja til 3-0.
Létu seinni fekk Vejle eitt
mál kolldømt, og við einum
øðrum, ið eisini varð koll-
dømt fyrri í hålvleikinum,
kundu gestirnir saktans far-
ið til steðgin við 5-0 leiðslu.
Og tað enntá uppiborið.
Onkra hendinga ferð
glógvaði hjá føroyingunum
í fyrra hálvleiki, men Erik
Boye í Vejle-málinum varð
ongantíð ordiliga royndur.
Til tað var uppspælið ofta
ov tilvildarligt, og av hesum
sama gjørdust støðurnar
ofta ikki so góðar, tá álopini
skuldu endast viðroynd upp
á málið.
Heldur frægari
í seinna hálvleiki
Seinna hálvleik gjørdist
føroyska spælið munandi
frægari, hóast Allan Simon-
sen ikki valdi beinanvegin
at broyta nakað við uppstill-
ingini. Spælarar sum Allan
Mørkøre, Djóni N. Joensen,
Magni Jarnskor og partvís
Øssur Hansen høvdu undir
vanligum umstødum spælt
seg av liðnum, men meðan
Djóni, Magni og Øssur
vórðu skiftir út, sum seinni
hálvleikur leið, slapp Allan
kortini at halda fram allan
dystin. Kanskahugsar venj-
arin, at teir verða betri, um
samanspælið eisini verður
tað.
Eitt korter inn í seinna
hálvleik spurdist eitt gott
føroyskt álop burturúr, tå
Øssur smekkaði innfyri til
Toda, ið legði útfrá til All-
an. Hann smekkaði bóltin
hart inn fyri málið, men har
var Jan Allan Miller rang-
staddur.
Tólv minuttir seinni end-
aði gott samanspæl millum
Tummas Eli Hansen, Toda
og Allan við, at bólturin
varð sendur innfyri til Jan
Allan, men hann rakk ikki
upp at skalla inni við nærm-
aru stong.
Vejle fekk fjórða málið
átta minuttir fyri leiklok, tá
Klaus Eskildsen breyt
Mr. Vejle um landsliðið:
Betri móti Grikkalandi
Beint
ere...«
Jens Martin
igjøgnum.
hålvbjargadi i fyrru atløgu,
men í aðru atløgu varð dan-
in aftur fyrri á bóltinum og
kundi sópa inn til 4-0.
Jan Allan klárt
besti maður
Móti endanum høvdu før-
oyingarnir fyrst einar tvær
úrslitaleysar royndir, men
tá komið var inn í seinasta
minuttin bar endiliga til: Jan
Allan Miiller legði seg út í
uppspæl hjá Vejle, vann
bóltin og spældi hann hegn-
isliga til Jens Erik Rasmus-
sen — innkomin miðskeiðis í
seinna hálvleiki. Jens Erik
gjørdist leysur móti mál-
manninum og royndi at
lobba uppum. Bólturin fór
móti málinum, men rakti
yvirliggjaran, og tá hevði
Jan Allan runnið inn í brots-
teigin, har hann fekk fatur á
ripostinum og sendi leður-
kúluna í kassan, sum hann
er vanur, tá landsliðið spælir
móti vitjandi divisiónslið-
Tað var fult í tráð við av-
rikið hjá Jan Allani, at hann
fekk einsamalla málið, tí
hann skaraði heilt klárt
framúr millum føroying-
arnar, og allan dystin rann
hann sólina svarta, meðan
hinir — burtursæð frá Toda
Jónsson í fyrra hálvleiki og
partar av seinna — stóðu
nógv stillir og ofta ikki byrj-
aðu at renna, fyrrenn Vejle-
menninir vóru farnir fram-
við!
eftir dystin mikukvøldid, fekk Sosialurin orðið
áEjgil Jensen, ið vanliga verður róptur Mr. Vejle, og
eitt nú var persónligur ráðgevi hjá Allan Simonsen
øll árini, tá Allan var í hæddini sum fótbóltsspælari.
Ejgil Jensen væntaði, at tað fór at gangast berri, tá
rikkaland vitjar komandi mikudag: »Efter en dár-
lig generalprøve følger som regel en god premi-
(Savnsmynd)
Landskrona
neyvan umaftur
Eftir dystin sat ein eftir
vid kensluni av, at føroyska
landsliðið er í so vånaligum
standi, at tað er aftur á tí
stødi tað var, áðrenn Páll
Guðlaugsson í síni tíð tók
landsliðsvenjarauppgávuna
á seg mitt í 80-unum…
Í hvussu er var einki, ið
talaði fyri, at Landskrona-
starturin í fyrru EM-undan-
kappingini fer at endurtaka
seg, tí til tað tóktust alt ov
nógvir av spælarunum hjá
Allan Simonsen ikki at vera
í formi. Annaðhvort orkaðu
teir ikki, dugdu ikki ella
tímdu ikki.
Serliga verjan og midvøll-
urin megnaðu lítið, so har
eru ikki smáting hjá Simon-
sen at fáa upp á pláss áðrenn
dystin móti Grikkalandi
komandi mikukvøld. Og
helst skuldu grikkar verið
væl betri enn eitt lið úr miðj-
uni í næstbestu donsku
deildini.
Nei, ikki sá avrikið hjá
landsliðnum gott út í hesi
annars heitu og sólríku løt-
uni á Svangaskarði. Men
sum Mr. Vejle, Ejgil Jensen,
helt fyri við Sosialin aftan á
dystin: >Efter en dárlig ge-
neralprøve følger som regel
en god premiere… «
Vónandi fær hann rætt,
men tað er so sanniliga ikki
nógv, ið talar fyri tí!
hj.