Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 1994síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 166 — 2. SEPTEMBER 1994 Síða 17 É Tíðindablaðið (SK > % Á ár“ ni BÆRE) + rr É Sr gg > LÆ N ; Ikki færri enn sjey boripallar av hesum slagnum bora nú eftir olju vid føroyska markið. Hesa myndina tók Oluf P. Joensen úr Klaksvík umborð á Smyrli 28. august. landsoyggjarnar, ið eisin verður kannað í løtuni, hevur íkki allar teir fyri- munir sum Føroyar hava, tí har er ósemja millum Argentina og Bretland umframt at umstødurnar har ikki eru so góðar at arbeiða. -Men sjálvandi eru eis- ini vansar at arbeiða við Føroyar. Tað er veðrið, dýpið og so sjálvandi eis- ini basaltið. Men eg ivist ikki í, at okkurt skilagott fer at spyrjast burtur úr her hjá tykkum sigur Steve Butler frá Western at enda. Seismikkur á Porcupine Banka Í somu lýsing í Eurooil lýsir Western eisini seis- miskt data frå økinum vestan fyri Írland til sølu. Hetta eru sera góðir upp- lýsingar, sum Pattrick Haggarty hevur gjørt. Hetta skipið vitjaði annars sum tað fyrsta seismikk- skipið á Havnini í fjør. Sama skipið gjørdi eisini kannngar fyri felagið Total eystan fyri Føroyar í 1992. Tað áhugverda við kanningunum vestan fyri Írland er, at gkið har er partur av tí menn kalla “The Western Slope”, sum eisini Føroyar og partur av norska landgrunninum er partur av. Talan er um tað yðsta - kantin - á tí stóra europeiska landgrunni- num, sum gongur frá Porcupine Bank vestan fyri Írland víðari til Før- oyar og síðani víðari til Vøringbassengid út fyri Miðnoreg fyri so at enda í Norðurnoregi. Eitt spennandi ski Tað áhugaverða vid kann- ingunum sum Western nú hevur til sølu frá bæði Porcupine Bank og Føroya økinum er tað, at oljufeløgini hava møgu- liga at samanbera hesar upplýsingar um somu tíð sum teir eisini hava seismiskar kanningar frá Vøringøkinum longur norðuri. Hildið verður at møguleiki er at finna olju í øllum hesum støðum, og higartil er hetta so staðfest vestan fyri Skotland. Eingin ivi er um, at oljufelggini síggja eitt samanhang millum gll hesi økini tvs. Pocupine Bank vestan fyri Írland, Føroya og Hetlendska øk- ið og síðani Vøringøkid út fyri Miðnoreg. Tað er eisini vert at bíta merki í, at kanningarnar í hesum økjum eru komnar eins langt, tó við undantaki av bretska partin av gkinum millum Hetland og Før- oyar. Tað er einasta staðið at menn hava borið og har hava teir eisini rakt við nógva olju. Norðmenn fara í vetur at bjóða út Vøringøkid, soleiðis at oljufelggini kunnu fara undir boring har í næstum. Meðan hetta hendir gongur framá við kanningunum á føroyskum øki og tíðliga í komandi ári fara vit at vita meira um, hvussu leikur verður at fara fram á okkara egna oki. jan Roykur frá Foinaven oljukelduni bert sjey fjórðingar frá føroyska markinum. Myndin er tíkin 14. august og myndatakari er Oluf P. Joensen úr Kiaksvik POLAR PRINCESS Polar Princess, sum nú avloysir Sea Star Amerikanska seismikkfel- agið Western, sum ger seismiskar kanningar vid Føroyar, fer nå at skifta skipið teir hava havt her í summar út við eitt av flaggskipunum hjá fyri- tøkuni, nevniliga tað sera vælútgjørda “Polar Prin- cess". Hetta skipið er júst liðugt við sína uppgávu í Norðsjónum og fer nú at avloysa “Sea Star", sum nú í nakrar mánaðir hevur gjørt kanningar undir Før- oyum. “Polar Princess" er sera snotuligt far og er bygt í Noregi í 1986. Tað er skrásett í Bergen og siglir undir norskum flaggi. Tað er útgjørt við tí nyggjastu tøknifrødini, sum finst á seismikkgkinum og er tað serliga væl utgjørt til at kunna arbeiða, har larmur eru. Tvs. at tað verður minni órógvað av skipum og ødrum í umhvørvinum, tá tað ger kanningar. Skipið er eisini utgjørt við stórum tyrlupalli. Steve Butler frá Western sigur, at ein partur av manningini á Sea Star fer umborð á Polar Princess og her er serstakliga talan um serfrødingarnar. Polar Princess skuldi koma å Havnina i dag. jan