Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ti Ól da' FRÆLSI—- JAVNADUR— BROÐRALAG Eg siti so eina NU sær ikki mætari út enn, at sam- gongan er við at koma undir land. Hóskveldið samdust fólkaflokkurin og sambandið um talið av landsstýris- monnum og í gjár skuldi so telvast um málsgkini. Tað er greitt, at tað er sambandið, sum er tann stóri taparin í telvingini higartil. Fólkafloksmenninir eru komnir nærum snikkaleysur frá samráðingunum og hava fingið sín politik við í samgonguskjalið, bæði tá tað snýr seg um vinnulív, mentan, útbúgving og nærum alt annað. Tak- tikkur fólkafloksins alla tíðina at seta fót fyri møguleikanum hjá samband- inum at skipa landsstýri og fáa løgmann hevur eydnast so mikið væl, at sam- bandið hevur verið tvingað at makkað rætt. Krav fólkafloksins at fáa eins nógv fólk í landsstýrinum sum sambandið var eisini ein “avleiðingsmangvra" - við tí sikti at fáa tann so tydningarmikla løgtingsformannin. Vit vita jú, hvussu stórt vald hann fær um ikki so langa tíð, tá nýggja stýrisskipanarlógin fer at virka. Og sambandið var tískil noytt til at ofra ein av sínum egnu, sum annars skuldi røkja henda sessin á løgtingi. MEN ikki nokk við tí. Skulu vit trúgva gitingunum, so koma landsstýrismenn sambandsfloksins helst at eita Finnbogi Arge og Jákup Joensen. Og sum øll vita, so eru hetta í veruleiknum fólkafloksmenn. Tað hava teir verið áður, og neyvan hava treir gloymt sítt fólkaflokshjartað, nú teir eru valdir á ting fyri sambandið. Taka vit tískil politikkin, sum rekast skal í Tinganesi, so er tað ikki heilt burturvið at siga, at fólkaflokkurin í veruleikanum hevur fýra umboð í landsstýrinum. Snilt! Tvs. Fólkatingsvalið UM fáar vikur skulu føroyingar aftur í valhølini kring landið. Hesaferð at velja tvey umboð á fólkating. Í dag eiga fólkaflokkurin og javnaðarflokkurin hesi umboð. Brúka vit so úrslitið av løgtingsvalinum sum grundarlag fyri einum komandi fólkatingsvalúrsliti, so kundi sæð út sum, at føroyingar fara at velja tvey borgarlig umboð á fólkating. Sambandið stendur til at fáa eitt umboð og stillar verkamannafylkingin upp, so verður atkvødurnar á vinstravonginum so nógv spjaddar, at hetta í veruleik- anum er tann trygga atgongsbilettin hjá Óla Breckmann. TAÐ eru helst ymsar metingar um, hvønn tydning eitt fólkatingsval hevur fyri Føroyar og kunnu eisini hava ymsar meiningar um, hvussu okkara fólkatingsumboð eiga at arbeiða. Eitt eiga vit tó at vera samd um, og tað er, at tað verður sera óheppið fyri ikki at siga ein vanlukka fyri Føroya fólk, verða tað vald tvey borgarlig umboð á danating. Tað ringasta, sum kann henda, er at umboðið hjá fólkaflokkinum hesi seinastu 10 árini, Óli Breckmann verður afturvaldur. Øll vita vit, hvørja skomm hann hevur oyst út yvir Føroya land og Føroya fólk við sínum haturfullu, Hilmar Jan Hansen - Baðfóik- Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Tórfinn Smith - umframt sínar tveir so hesar báðar trojansku hestarnar í sambandsflokk- inum. TRUPULLEIKIN hjá Edmundi verður tí at finna út av, hvar tann “gamli" sambandsflokkurin er í øllum hesum. Vil hann síggja veruleikan sum hann er, so verður hann fyrr ella seinni noyddur at viðganga, at sambandið er uppetið av fólkaflokkinum. Tað, sum vit áður kendu sum tað gamla, hóvliga og siðiliga sambandið, tað er horvið. Hetta kemur hann skjótt at sanna í verki - við ómenniskjansligu og óndsinnaðu rødum á fólkatingi. Øll vita vit, hvussu hann hevur brúkt fólkatingsessin til at reka føroyskan partapolitikk, og øll vita vit, hvussu hann hevur brúkt henda eina av okkara fólkatingsessum til síni egnu egotripp. VINSTRAVONGURIN i føroyskum politikki stendur spjaddur i dag. Tad visti løgtingsvalid. Nå má vend koma i. Tey å vinstravonginum mugu finna saman aftur fyri at fåa eitt av sinum umbodum vald og av ikki minni tydningi: at forda fyri at Oli Breckmann verdur afturvaldur. Stillar Verkamanna- fylkingin upp til fólkatingsvalið, so fellur javnaðarmaðurin og fólka- floksmaðurinn verður afturvaldur. Óli Jacobsen eigur at umhugsa seg væl, áðrenn hann tekur avgerð um at stilla upp. Hann eigur at vita, at stillar hann upp á einum lista fyri seg, so letur hann harvið upp dyrnar á fólkatingi fyri einum av sínum argastu mótstóðu- monnum, navnanum Óla Breckmann. Nú er upp á tíðina at leggja stridsøksina og gloyma haturið til javnaðarflokkin. Nú er at forsóna. Hvat kundi verið betri høvi enn júst eitt fólkatingsval hjá kreftunum á vinstravonginum tvs. javn- aðarflokkinum og verkmannafylkingini at stilla upp saman - tvs. á einum lista! fundarborðið í Tinganesi saman John Petersen og hver veit, Svend Áge Ellefsen. Teir faria ikki at lyfta lítlafingur fyri at hjálpa formanni sambandsfloksins at koma væl frá síni nýggju uppgåvu sum løgmaður. Tverturímóti fara teir - við øllum snildum - at royna at seta fót fyri Edmundi - júst á sama hátt sum teir gjørdu í undanfarna landsstýri, tá javn- aðarflokkurin átti løgmann, men at enda fekk nokk og segði stopp. HVÍ tók javnaðarflokkurin tá ikki av “tilboði" sambandsfloksins at fara í samgongu kundi verið spurt, tí tá hevði Hetta er ein tanki, sum átti at verið vendur bæði millum javnaðarfólk og eisini í verkamannafylkingini. VIT hava ikki ráð til at stríðast meira. Vit mugu heldur taka saman hendur og aftur finna veruliga fíggindan, nevniliga fólkaflokkin. Latið okkum standa øksl móti gksl og savna kreftirnar móti tí hóttan, ið fólkaflokkurin er móti áhuga- málunum hjá bæði verkamannafylking og javnaðarflokki. LATIÐ okkum forða fyri, at tað verða vald tvey borgarlig umboð á fólkating. Tað er meira enn nokk at hava fingið eina borgarliga samgongu. Lat okkum endurtaka: verkamannafylkingin fær einki umboð á fólkating stillar hon upp. Tverturímóti fer ein slík uppstilling til fólkatingsvalið at hava við sær, at Óli Breckmann verður afturvaldur. Og tað: vil vera tað ringasta, sum kann henda fyri Føroya fólk. Skomm hansara er longu fullkomin. Nógv kundi verið skrivað um gerðir ella kanska heldur orð hansara á fólkatingi. Meðan allur heimurin fegnaðist um, at aparteid fekk mønusting í Sudurafrika, fegnaðist um, at Nelson Mandela varð leyslatin úr fongsli og fegnaðist um, at frítt val varð hildið í landinum fyri fyrstu ferð, so helt Óli Breckmann við teimum hví 67. ÁRGANGUR Bústaður. Argjavegl 26 | Postadr.: Postsmoga 76 Argjum 110 Tórshavn Telefon; 11820 Teletax: 14720 tú forðað fólkaflokkinum at koma í Tinganes! Til hetta er at siga, at javn- aðarflokkurin tapti valið. Og sambært demokratiskum hugsunarhátti lat hann vinnararnar sleppa at royna seg. At úrslitið skuldu blíva ein “rein" fólka- floksstjórn hevði fåur roknað við, tí tað var sambandið, sum vann valið, og tískíl eisini átti at leggja kósina. Tað er lætt at vera eftirklókur, men eftir okkara hugsan átti sambandið, tá tað rættiliga skjótt sá, hvønn veg tað bar og hvussu fólkaflokkurin tíggjaði sær, at kvett við fólkaflokkin og ístaðin kanna møgu- leikan at fingið eitt breitt landsstýrið umboðandi breiðari fjøld av Føroya fólki. Og her skutu vit upp fyri fáum døgum síðani møguleikan fyri eini samgongu millum samband, javnað- arflokk, verkamannafylking og so antin tjóðveldið ella sjálvstýrisflokk. Men hver veit: kenna vit fólkafloksmenninar rætt - við undantaki av nøkrum sjálv- andi - so skulu teir nokk klára at endurtaka lagið frá tí at teir vóru í samgongu við javnaðarflokkin. Edmund verður helst skjótt at sanna, at fólkaflokkurin er ikki ein heild, ikki ein flokkur men ein forsamling av indi- viðum, har hvert vil sleppa at ráða og fáa sítt igjøgnum. Vit spáa tí hesi samgonguni stutta livitíð, og tí verður helst um ikki so langa tíð vent aftur til umrødda samgongumøguleiki nevndur omanfyri. SMÆRRI flokkarnir f samgonguni liggja eisini nógv nærri upat fólka- flokshugsan enn teirri sambandsku. Við ødrum orðum kann tað enda við, at Edmundur kemur at sita einsamallur fTinganesi umboðandi ta "gomlu” sam- bandshugsjónina. Tá kann hann eisini sigandi syngja lagið “Eg siti so eina". SOSIALURIN løgreglumonnum og stýri teirra, sum høvdu eittans endamál, og tað var at varðveita ómenniskjansligu apartheid- skipanina og myrða ella fongla øll svørt, sum striddust fyri frælsi og demokratii. Áhugavert kundi verið at latið Føroya fólk, sum nú aftur skal velja umboð á fólkating, sæð á prenti, hvussu haturfullur, hvussu óndsinnaður Óli Breckmann hevur verið í orð og tal, tá tað galt tey svertu í Suðurafrika. Hvat stóð hesin maður fyri og hvat stendur hann fyri í dag! Einki er broytt. Einasti munurin er tann, at nú tegir hann, tí tað er ikki góð tala í dag at skýra eitt nú Nelson Mandela sum ein drápsmann og ein fanatiskan kommu- nist. Men tað var nettup tað Óli Breckmann gjørdi. Føroya fólk - fáið eyguni upp fyri hesum og atkvødid hann úr fólkatinginum. VERKAMANNAFYLKINGIN! Hjálp- ið til við hesum og stillið ikki upp á egnum lista. Javnaðarflokkurin og verkamannafylkingin áttu kanska at umhugsað at stilla upp saman. Latið okkum byggja uppaftur heldur enn at bróta niður. Hetta krevur vanligi før- oyingurin av okkum. Fólkatingsvalið er kanska besta høvi at vísa hetta í verki. SOSIALURIN