leygardagur 3. september 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Eidesgaard
Í samgonguskjalinum verð-
ur Samhaldsfasti eftirlønar-
grunnurin avtikin.
Hetta heldur Jóannes Eid-
esgaard verða eitt afturstig.
- Eftir uppskotinum, ið er
sama skipan sum Havnar
Arbeiðsmannafelag nýtir,
verður útgjaldið sett, eftir tí
sum fólk hava goldið inn.
- Tað vil siga, at talan er
um eina privata trygging-
arskipan, har tann ríki kann
tryggja sær góða inntøku í
pensiónsárunum, meðan
tann, sum hevur havt trong
kor í vinnuføra aldrinum,
ikki fær meira, tá hann fer á
pensión. Skipanin varðveit-
ir stættarmunin.
Ósolidarisk trygging
Samhaldsfasta eftirlønar-
tryggingin tryggjar hinveg-
in øllum eina iskoytis-
veiting til pensiónina, eisini
mammuni, sum alt liv sitt
hevur verið heima og ansa
heimi og børnum.
- Samhaldsfasta er ein so-
liðarisk skipan, meðan
henda, sum samgongan ætl-
ar at stovna, ger mannamun
millum rík og fátæk, sigur
Jóannes Eidesgaard.
- Viðvíkjandi tí, at endur-
skoða almannaskipanina
og at lagað hana eftir føroy-
skum viðurskiftum, er gott
hugskot. Slíkir stovnar eiga
at verða endurskoðaðir av
og á.
- Eisini skal samskiftið
millum borgaran og al-
mannaverkið gerast smid-
ligari, og tað kann eg eisini
taka undir við.
- Bert sampakkar tað ikki
við næsta punktinum í
skjalinum, har sagt verður,
at almannaverkið skal
spara.
- Tað er júst sparingar í
almannaverkinum seinastu
árini, sum hevur gjørt tað
neyðugt at prioritera arbeið-
suppgávurnar, og tað hevur
økt um biditidina.
Síðani verður tosad um at
miðspjaðingar, og at tey,
sum veruliga hava tørv á al-
mennhjálp, fáa hana.
- Her sæst, at hetta lands-
stýrið hevur lagt teimum
lag á, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Allar kommunur
ikki eins væl fyri
Eisini verður tosað um heil-
darveitingar til kommu-
nurnar. Tað kann eg taka
undir við, men tað sparir
ikki í umsitingini at leggja
Málarameistararnir
Zachariasen
* Alt málararbeiði
* Sproytuarbeiði
* Tapet- og vevuppsetan
+ Gólváleggjan í samband
við málararbeiði
Unl Zachariasen
Telefon 19299/86485
Djupagilsvegur 44, 188 Hoyvik
Steinbjørn Zachariasen
Telefon 12432,
Landavegur 35, 100 Tórshavn
Af ffAfAfA[AfyAfAy Af Af Ay Af Af Af Af A [A A [Af AA [AA AAA
Tidindabladid CSE Nr. 167 — 3. SEPTEMBER 1994 Sida3
Jóannes Eidesgaard um samgonguskjalið:
Privatisering
er eingin loysn
- Tað er júst tað privata virksemið, sum hevur
koyrt okkum á húsagang. Nú verða nýggjar
royndir gjørdar, men hesaferð er tað skatta-
borgarin sum skal gjalda, sigur Jóannes
uppgávuna út í kommunur-
nar, sum sagt verður í sam-
gonguskjalinum.
- Eg eri bangin fyri, at all-
ar kommunur ikki eru eins
væl førar fyri at umsita tað.
Harnæst stendur, at vit her-
við fáa einljóðandi sosial-
politikk.
- Vandi er fyri, at nakrar
kommunur eru betur førar
fyri at veita stuðul, og at
hetta kann skapa manna-
mun millum borgarnar, alt
eftir hvørjari kommunu tú
býr í, sigur Jóannes Eid-
esgaard.
Landsstýrismaðurin veit
ikki rættiliga, hvat sam-
gongan sipar til, tá hon so
ofta nevndir ætlanirnar um
at útlisitera og privatisera.
- Tað stendur ongastadni,
hver skal átaka sær hesar
uppgávur, og hvussu tað
skal gerast?
- Almannagkið eru so
grundleggjandi funkti6nir í
samfelagnum, at tað kann
ikki privatiserast, sigur Jóa-
nnes Eidesgaard. Hann
heldur, at orðingarnar í
samgonguskjalinum oftani
eru so leysligar, og at tað
ikki boðar frá góðum.
Privata virksemið
eingin fyrimynd
- Høvdu vit havt góðar
royndir av ti privata virk-
seminum í Føroyum, so
hevði tað verið til at skilja.
Tað er júst tað privata virk-
semið, sum ver koyrt
okkum á húsagang.
- Nú verða nýggjar roynd-
ir gjørdar, sum sigast at
skula endurreisa samfel-
agið, men hesaferð er tað
skattaborgarin, sum skal
gjalda, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Viðvíkjandi sjúkrahús-
verkinum, so eigur uppgáv-
ubýti millum sjúkrahúsini at
verða framd. Hetta er helst
tíkið burtur úr frágreið-
ingini um sjúkrahúsverkið,
sigur Jóannes Eidesgaard.
- Hinvegin er tað harmi-
ligt, at sjúkrakassaskipanin
ikki verður avtikin. Hetta er
ein avoldað skipan, sum var
góð í síni tíð, men sum nú er
farin í søguna.
- Í dag ber til at umsita
sjúkrakassaskipanina uttan
meirkostnað. Tí hevði tað
verið gagnligari, um hon
fall burtur, og at ein almenn
trygd varð sett í staðin, sum
borgarnir rindaðu um skatt-
in.
Eftirlit her og har
Jóannes Eidesgaard sigur
um brotið í samgonguskjal-
inum, sum snýr seg um
fosturtøku, at hetta er eitt
afturstig fyri kvinnurnar, í
sama ári sum javnstødu-
lógin er sett í gildi.
- Her sæst greitt, at teir
kristiligu hava fingið sett
sín fingur á reglumar um
fosturtøku.
- Tad er løgid i okkara
samfelag, at kann eftirlit
verða við hesum og hasum,
so verður tað góðtikið. Í
londunum uttan um okkum
erumvent. Har verður eftir-
litið avtikið, fyri at fólk
skulu sleppa at ráða sær
sjálvum, sigur landsstýris-
maðurin.
- Viðvíkjandi arbeiðs-
marknaðarmálum, stendur í
samgonguskjalinum, at tá
ALS ikki røkkur, so skal ein
millumtrygging setast í-
staðin, fyri at fólk ikki skulu
noyðast at fara undir for-
sorgarlógina.
Veita stuðul eftir tervi
- Hetta er fyrsta útspælið frá
borgarligu samgonguni,
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður: - Almannaøkid
py,
eru so grundleggjandi funktiónir í samfelagnum at tað ikki
kann privatiserast
har hon ásannar, at tað ikki
ber til at basa arbeiðsloysi-
num.
- Eg haldi kortini, at tað er
løgid fyribrigdið, at sam-
gongan ger allar snildir, til
tess, at fólk ikki skulu fáa
samband við Almanna-
stovuna.
Samgongan vil við hesum
gera reglur fyri, at tá fólk
detta úr ALS, so skulu
nøkur teirra langtíðarpark-
erast í eini skipan, sum
landið skal fíggja.
Hví ikki nýta Almanna-
stovuna, sum er tænastu-
stovnur, har fólk kunnu
leita sær hjálp? Er orsøkin
kanska tann, at borgarliga
samgongan er bangin fyri at
forsorgarlógin ikki veitir
teimum pening, sum ikki
hava brúk fyri hjálp?
- Tað er burturvið at
stovna eina alternativa al-
mannastovu, sum ikki tekur
stóðu til, í hvgnn mun fólk,
sum søkja um stuðul, hava
tørv fyri neyðini, sigur Jóa-
nnes Eidesgaard.
Dagny
TIf. 17500
vid Oyggjarvegin
Ætla tit at gera dagin Forrættir:
minnisrikan við
1. Klársuppa við bollum
góðum mati| 2. Aspargessuppa við asparges
— ringið so) 3. Urtavidgjørdur laksur
tif. 17500;
"| 1. Heilstokt lambasteik vid grøn- |
| meti og sås av sobnum
. Heilstoktur nakkakambur vid
reydkåli, ertrum, hvitum
brunkadum eplum og sås av
sodnum
. Gamaldags oksasteik vid |
glaseraðum perluleyki og sås |
av soðnum |
| 1. Pera Belle Helena
| 2. Appelsin fromasja
| 3. Try sløg av ísi vid fruktsós
beer
£ 2 | 3 rættir fyri 160,-
ókeypis matkoyring í býin