Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 167 — 3. SEPTEMBER 1994 Sida 11 Bjørn á Heygum er: hevur tú kunnað teg so mikið við málið, at tú hevur eitt haldgott grundarlag at gera tína avgjørdu nidurstødur? Hevur tú tosað við lim- imar í samráðingarnevnd- ini og hoyrt teirra áskoð- an, áðrenn tú fór út í blødini við hesum spreingimáli. Byggir av- gerð tykkara at fáa tað við í samgonguskjalið eisini á vegleiðing og ráðgeving? Og Bjørn á Heygum! Hevur tú lisið teir mongu dómarnar, sum Haagdóm- stólurin hevur felt í málum í sambandi við líknandi marknatrætur? Hevdi tú gjørt tað, so átu tú eisini at vitað, at dómstólurin í fleiri fórum er gingin burtur frá miðlinjuprinsippinum og heldur brúkar aðrar grundgevingar fyri at seta markið. Hetta er hent í dómi millum Malta og Libya, í dómi millm Frak- land og Kanada um oyggjarnar St. Pierre og Miquelon og lutvíst eisini í dóminum millum Dan- mark og Noreg við- víkjandi Jan Maien og Grønland. Eru tað hesir dómar, sum hava sannført teg um, at tað hevur skund at fara til Haag, sa = hevur tú lisið illa upp á. Brúk fyri góðum fólki at samráðast Eg haldi, at Arni Olafson og føroyska samráðing- amevndin hevur vist sera gott hegni og skil í sinum samráðingartaktikki. Sjálvandi veit eg ikki, hvat fyrigongur við sam- ráðingarborðið, men tað hann hevur úttalað seg um alment haldi eg vera skilagóð tala. Vit hava brúk fyri monnum í slíkum týðandi samráðingum, sum brúka sín sunna fornuft og hava royndir. Monnum, sum ikki leypa á leistum, hverja ferð onkur polit- ikari rópar upp ella leggur trýst á teir. Monnum, sum ikki bara hugsa um løtu- vinning og um at kunna ávísa eitt skjótt úrslit. Monnum, sum hava tol og ikki leypa framav. Tað er eftir míni meti- ng ikki ein spurningur um at koma til eitt úrslit so skjótt sum gjørligt Bjørn á Heygum. Hevdi tú kunnað teg meira um hetta mál so visti tú eisini, at orsøkirnar til at føroyingar fyri nøkrum árum síðani tosaðu um at fáa eina skjóta loysn fyrst og fremst var tann, at vit bóru Ótta fyri, at stóru oljufeløgini fóru ikki at visa føroyska økinum nakran ans, soleingi 6- semja var um markið. Hetta er nú munandi broytt. Nú er olja staðfest við markið. Nú eru kann- ingar í gongd við Føroyar, og nú standa øll olju- feløgini og bíða í spenn- ingi eftir seismiska tilfar- inum. Hóast ein 6loyst marknatræta er óheppin, so er áhugin nú so stórur fyri føroyska økinum sum heild, at vit væl kunnu liva við ikki at fara til Haag í stundini. At marknaspurningurin ikki er loystur er ikki longur nøkur forðing fyri, at oljufelggini vilja gera fløgur her hjá okkum. Hastverk er lastverk Og hví tá leika so í Bjørn á Heygum? Hastverk er lastverk sigur orðatakið. Tað kann eisini vera at vit koma at sanna tað í hesum máli, um Bjørn á Heygum fær sín vilja og fær málið til Haag. Western ger kanningar í løtuni. Lat teir sleppa at koma við tilfari og hver veit, kanska hetta tilfar vísir, at tað finnast mong onnur øki enn um- stridda gkið við markið, sum kunnu hava áhuga. Kanska Sandoyarbanki, kanska gkini norðan fyri eru eins áhugaverd, og tá nýtist okkum ikki eina her og nú loysn við bretar um markið við Hetlands- rennuna. Tá kann hon væl bíða. Eftir mini meting ger tú sama stóra mistak sum so nógvir føroyskir politikarar og vinnulívs- menn hava gjørt gjøgnum tíðirnar, nevniliga hetta: alt ov sjáldan at seta seg niður, útvega sær upplýs- ingar, kunna seg vid stød- una og umhugsa hana - nei tað skal henda her og nú, kosta hvat tað kosta vil. Henda tín útbasunering í bæði Dimmu og í sam- gonguskali er nettup slík her og nú loysn. Heldur átti tú at havt lurtað eftir orðunum hjá Arna Olaf- syni um, at vit skulu heldur hava eina góða loysn enn eina skjóta loysn. Og tá alir samráð- ingarmøguleikar ikki eru úttgmdir - er tað einki minni enn ein vanlukka, tá tú alment og fullkomiliga óneyðugt fer í "kriggj” við bæði samrådingarnevnd og bretar. Bretar provokeraðir at fara til Haag? Hver veit, kanska bretar nú - eftir at teir hava lisið smgonguskjalið og tin úttalilsi - halda, at nú er einki at tosa um meira og tí fara til Haag? Og hver sigur, at hetta er tað besta fyri okkum júst nú! Jú tað sigur Bjørn á Heygum. Men hvat byggir hann hetta á? Hvønn sakkkunn- leika hevur hann tosað við sum kann undirbyggja orð hansara um , at fáast Brotið í samgonguskjalinum um marknatrætuna samráðingarnar ikki frá hondini nú, so fara vit til Haag! Vit hava bruk fyri sterkum og upplýstum politikarum - og politikarum, sum hava eina meining og tora at standa við hana. Men vit hava so sanniliga eisini brúk fyri polikarum, sum samráðingar og leggið taktikk saman við teimum, áðrenn tit fara út í fjøl- miðlarnar og binda tykk- um fastar til eina so av- gjørda stóðu, at hon kann forkoma einum góðum samráðingarúrsliti. Tað skal ikki vera nak- ar ivi um, at undirritaði heldur tað vera rætt av fiskimark eisini dum renna saman vi Þ Mark knarspurningurin við bretar verður lovstur fram við hesum samráð- ingum. Kanska tvertur- ímóti. Oljufeløgini eru framvegis sera áhugað fyri okkara gki. Western er í gongd við sítt arbeiði. Og hvørki bretar ella føroyingar hava heldur gjørt sær endaliga greitt, hver vinnur meira og tapir meira við at fara til Haag. Nú samgongan hevur felt niður í samgonguskjalid, at fiskimark skal vera undirgrundarmark er væl ikki so nógv at samráðast um munnu bretar hugsa og kanska hava teir longu sent málið til Haag. Her samráðingarneyndin. hugsa seg um, áðrenn teir leggja seg út í eitt so álvarsligt mál sum marknatrætuna. Orðini og vendingarnar diplomati, at duga sær hógv og situa- tiónsfornemmilsi eru ikki sprottin úr ongum. Tey eru tvørturimåti partur av tí reiðskapi - tí førningi, sum einhver politikari eigur at hava liggjandi fremst í skjáttuni, hverja ferð hann úttalar seg um mál, sum hava so stóran tydning fyri samfelagið. Eitt skeivt orð á skeivum stað kann nevniliga vera til óbótaligan skaða fyri sama samfelag politikarin annars er valdur at tæna. Latið telr sam- ráðast víðari Bjørn á Heygum og restin av samgonguni: latið vera við at seta kílar í samráð- ingarnar. Tosið heldur við teir menn, sum føra hesar føroyingum at royna at sannføra bretar um, at miðlinjan eigur at vera markið Men eitt er hvat verður skrivað í odda- greinum og hvat vit journalistar halda. Eitt annað er hvat teir menn og tær kvinnur, sum skulu til at stýra landinum og helst umsita hetta týðandi målsøki fara út við alment - í eini stóðu, har júst samráðingar í trúnaði eru so umráðandi. Eg fari heldur ikki at geva Tór- móði Dahl, hvers skriving eg annars havi stóra virðing fyri, rætt, tá hann í bløðunum tekur undir við Bjørn á Heygum. Gevið teimum frið at samráðast Eg fari at siga sum Árni: betri er eitt gott úrslit enn eitt skjótt. Enn hava vit so einki mist við at halda bretska Vit vita tað ikki. Og so leingi tað ikki oyðileggur nakað fyri okkum at bíða, hava vit ongan skund. Bíðitíðin kann kanska koma væl við í síðsta enda Bjørn á Heygum tosar so eisini um hevd: at bretar fara at kunna brúka síni fund og virksemið við markið sum grundgeving fyri at kunna krevja nakað av tí føroyska økinum. Hesum trúgvi eg íkki. Tí eitt er teirra gki. Annað er okkara. Nú eru vit so eisini farnir í gongd. Tað kann vera at olja sprýkur upp úr føroysku undir- grundini um ikki so mong ár. Tá hava vit eisini eitt virksemi at vísa á. Tað er tí mín sannføring, at vit hava meira at vinna við at halda fram við somu sam- ráðingum enn at tvinga málið til Haag. Tað kann vera, at vit koma væl frá er undirgrundarmark kr ð tað forovska. rs eini rættarsak. Tad øvugta kann eisini henda. Tad kann eisini vera, at vit fåa eitt enn betri úrslit vid samráðingum. Tað er m.a. hetta, sum verandi sam- ráðingar skulu kunna klár- leggja fyri okkum. Og slíkt krevur sína tíð. Samgongan eigur at ansa sær í hesum álvars- máli og ikki leggja upp til hasardspæl við okkara undirgrund. Hon má fyri Guds skyld ikki misbrúka hetta mál í eini innanhýsis politiskari telving. Sitandi løgmaður hevur alla tíðina sagt, at partapolitikkur má ikki koma í undirgrundar- málið. Tað er tað alt ov álvarsligt til. Ístaðin eigur hetta mál at verða mett sum ein tvørpolitiskt mál, sum skal loysast í sátt og semju av einum samdum løgtingi. Abyrgdarleyst Nú at gera markna- spurningin til eitt stór- politiskt tjakevni og royna at spæla við musklunum mótvegis bretum er einki minni enn ábyrgdarleyst. Tann linja, sum Bjørn á Heygum hevur lagt í hesum máli, boðar so sanniliga ikki frá góðum. Vandi er á ferð, um tað verður spælt ping pong við undirgrundini eisini. Tað hava vit alt oy mong dómi um á ødrum økjum. Tað lovar heldur íkki gott, verður viðgerðin og umrødan av hesum máli symptomatisk fyri annað arbeiði í samgonguni. Størsta styrki okkara í marknatrætuni við bretar hevur higartil verið hon, at vit hava staðið saman og stuðlað okkara samráðing- arnevnd. Og at eingin pol- itisk uppíblanding hevur verið. Hetta átti sambands- tingmaðurin Bjørn á Heygum at lagt sær í geyma. Men kanska tað longu er ov seint. Kanska er vanlukkan longu hend. Og kanska hava bretar longu latið brævbjálvan aftur og sent hann til Haag - provokeraðir av einum eftir mínum tykki óbún- um og illa upplýstum pol- itikara sum Bjørn á Heygum. Er hetta hansara politiska sveinaroynd so er hann dumpaður og tað við lægsta karrakteri. Jan Miller