leygardagur 3. september 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 167 — 3. SEPTEMBER 1994 Síða 17
Brot úr livsins
skuggalandi
Tað eru ikki smávegis, sum verður avdúkað á pallinum
í Sjónleikarhúsinum í hesum døgum. Orðavalið og
innihaldið í leikinum er nóg mikið til at fáa fólk at sita
sum súlur - og tað er ikki keðiligt
Veðurlagið og sex kunnu
fólk altíð tosa um, tí hetta
eru fyribrigdi, sum er við-
komandi fyri teimum flestu.
Í sjónleikinum "Skøkjur-
nar ganga fremst inn í
himmalin” er meir tosað um
sex enn um verðurlagið,
men evnið er áhugavert -
ikki minst tá tað verður lýst
frá sjónarmiðinum hjá ein-
ari skøkju.
Birita Mohr gevur skøkj-
uni lív á pallinum, og hetta
er sterkur lútur, sum krevur
stórt dirvi at bera fram.
Kortini drálar sjónleikar-
in ikki, men leggur til brots
og ger leiklutin so livandi
og positivan, at tú ikki kanst
annað enn fáa samhuga og
samkenslu við kvinnuni,
sum livir á lívsins skugga-
síðu.
Av sonnum eitt megnar
avrik hjá Biritu Mohr, eftir
at hava staðið á palli í 20 år.
Skøkjan eitur Rósa, og
hon er serstøk. Rósa livir í
einsemi og hevur bert eina
kristus-standmynd at tosa
vid. Standmyndin - og å-
skoðararnir fáa nógv at vita
um lívið hjá skøkjuni, og
ikki alt er so borðbart, hóast
tað fellur Biritu Mohr, sjón-
leikara, so lætt at bera út um
pallin.
Rósa hevur ikki gott at
bera mannfólkunum, hóast
teir eru hennara livibreyð.
Hon kastar sín alsk á Krist-
us-standmyndina, og tá hon
rannsakar seg sjálva, sigur
hon frá einastu ferðini hon
hevur verið góð við ein
mann - men tað var ikki sex
teirra millum, sum fekk
hana at elska hann. Tá hann
var greiður yvir at Rósa var
skøkja, fór hann. Tá var
Rósa við barm, men hon
segði honum tað ikki.
Rósa nærum holdliga góð
við, og við hvert líkist tað
nærum blasfemi. Stand-
myndin krevur heldur ikki
sex frå skøkjuni, so kanska
er tad fyribrigdid at taka og
geva, sum Rósa ikki hevur
lært í lívinum. Hon gevur á
sín hátt, ger tað sum verður
"bilagt", og krevur peningin
inn. Tað er eingin góður
handil.
Livssøgan hjá Rósu
Livssøgan hjá Rósu verður í
brotum lýst, bæði í góðum
og óndum tíðum. Tosing-
arlagið hjá Rósu er eins op-
inskárað og grómut, sum
hon hevur livað og virkað á
fold. Hon smæðist ikki at
siga frá sínum upplivingum
viðorðum, sum eru neyðug,
fyri at lýsa hennara veru-
leika.
Rósa hevur ongantíð lært
at vanda sær um málið, ella
at pynta uppá veruleikan.
Hon ger seg ikki til, og letst
at betur enn hon er. Hon er
ærlig, bæði tá hon sigur frá
skøkjulivinum og tå hon
tosar kristindóminum, so
sum hon fatar hesir lutir í
tilveruni.
Tað er katólski presturin
José Luis Martin Descalzo,
sum hevur skrivað leikritið,
og Birita Morh hevur um-
sett.
Leikritið er eitt av teim-
um bestu, sum eg havi hoyrt
og sæð á palli. Eisini hevur
Birita Mohr verið heppin
við umsetingini. Her er tal-
an um einfalt gerandismál,
sum á besta hátt lýsir tað,
sum rithøvundin vil siga
okkum.
Hon tosar morreytt
Nógv morreytt tos er eisini
á pallinum, men hetta eru
bert vanligar orðingar, sum
fólk brúka í slíkum sam-
bandi.
Tá tað er mest skemtiligt,
flenna fólk, men tey geva
seg ikki yvir til láturin, so
sum vit annars høvdu gjørt,
um vit sótu heima við hús.
Í stuttum hevur lívið hjá
Rósu verið fátækt og harð-
rent. Hon misti foreldur og
systir undir loftálopi undir
seinna heimsbardaga. Hon
varð koyrd å nunnuskiila, og
fekk har at vita, at hon var
virðisleys, og at hon altíð
fór at veratað.
Tað nýtist eingin Freud at
siga okkum, at verður slíkt
trúttað niður í eitt barn, so
fer tað at halda, at "hini"
hava rætt.
Rósatók tað til eftirtektar.
Hon sigur einastaðni, at hon
fekk sær einasta starvið í
verðini, sum einki prógv
kravdi. Rósa fekk sær
skøkjustarvid.
Hon visti at hon einki
kundi vænta sær í tilveruni,
og tí fór alt tað góða, sum
hon kundi fáa lut í í lívinum,
at verða tikið frá henni.
Góðtekur at hon Ikkl
er verd at elska
Tað ræðuliga er, at Rósa
góðtekur, at hon ikki er verd
at elska. Samstundis leggur
hom likam til "tey svínini",
sum gjalda pening fyri at
læna hennara kropp.
Hetta er kvinnukúgan av
ringasta slag, men hvussu
nógvar kvinnur í dag hava
ikki somu áskoðan, at tær
eru virðisleysar, og tí lata
seg misbrúka, móti at fáa
tryggleika og status, hóast
karmurin ikki er tann hjá
skøkjuni?
Tad er vanligt at kvinnur
onga sjålvsvirding hava, at
tå nærum heldur, at hetta er
barnsligt at føra fram å palli,
onkur vil halda, at hetta er
ein påstandur - og kortini er
júst hetta reydi tráðurin í
leikinum.
Í verleikanum er søgan
um Rósu ikki ein lýsing av
skøkjutilveruni og hennara
serliga tilknyti til kristin-
dómin. Hetta er meir søgan
um maktgimd og ómegd,
um sosialan ótryggleika og
etisku virðini hjá ú
einstaka, og misjøvnu
møguleikarnar hjå
menniskjum at fóta í sam-
felagnum.
Hetta er bardagin millum
tey virðisleysu ødrumegin
Birita Morh er vandur
sjónleikari. Hon hevur
staðið á palli í umleið 20
ár, og hevur spælt nógvar
og týðandi leiklutir
gjørnum árini. Her er
Birita Morh i
sjónleikinum "Antigone",
sum varð framførdur fyri
nøkrum årum sidani i
Norðurlandahúsinum
og tey ráðandi hinumegin.
Tigandi melrlutin
Kirkjan er stórveldi í ka-
tólska samfelagnum. Hon
prædikar eitt, men fremur
annað í verki. Tað er ikki
Gud, sum er atvoldin til
skeivleikarnar, men teir
ráðandi í samkomum og
samfeløgum, sum brúka
Guds orð at gera sær dælt.
Eg kom at hugsa um "tig-
andi meirlutan" hjá Nixon,
sum amerikanski forsetin
misbnikti, og gjørdi til við-
haldspart í bardaganum um
maktina í síni tíð. Tey, sum
tiga, góðtaka.. o.s.fr.. Tað
sjónarmiðið kann altíð
brúkast.
Tað, at tey frelstu halda
seg vera betri enn hini, er
einki nýtt. Vit uppliva tað
hvønn dag, og hjá summum
er hetta vorðið "image" ella
sjålvsmynd, sum verður sett
upp móti tí veruliga guds-
trúnni, so sum skøkjan Rósa
vísir okkum á palli. Hverja
nidurstøda Rósa kemur til,
skal ikki avdúkast her. Tað
skulu fólk fara í Sjónleikar-
húsið at uppliva.
Almennan týdning
Samanumtikið kann sigast,
at hesin leikur er eins
aktuellur hjá okkum, sum tá
hann var skrivaður í Spania
í 1985.
Tað er eisini áhugavert, at
sjónleikarfelggini taka evni
upp, sum hava almennan
týdning, og ikki bert hugsa
um, hvat leikarar hava hug
at royna seg við innan leik-
list.
fløtum gloymdi tú, at tad
var sjónleikur á pallinum,
men aðrastaðni var Bitira
Mohr heldur teatralsk ella
uppgjørd.
Er tað neyðugt at rópa og
geyla henda sorgarleikin út
til áskoðarnar, tá sjónleikar-
kvinnan fyllir allan pallin,
bert við at teska?
Dagny Joensen