leygardagur 3. september 1994síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18 Nr. 167 — 3. SEPTEMBER 1994 Tíðindablaðið CD
Heilsan til Martin
Drangå á
45 åra
degnum i dag
f dag fyllir Martin Drangå
45 år. Hann heldur dagin
heima.
Hetta er ein stórur dagur
hjá Martini og tá man er
fyltur 45 er man ikki nakar
ársungi longur.
Vit eru mong sum kenna
Martin og vit vita, at vit
hava fingið ein vin fyri
lívið. Trúfastari enn Martin
skalt tú leita leingi eftir,
hann finst neyvan.
Martin er sera ættkærur
maður, hann er sera góður
við sína familju, ikki bara
tey nærmastu, men eisini
longur út. Martin er føddur í
Skopun og hóast hann
hevur búð uttan fyri heim-
bygdina meginpartin av
lívinum, er hann sera góður
við hana og vitjar ofta
suður. Martin býr í Havn í
Jóanesar Paturssonarggtu.
Martinr ein álitismaður
har hann starvast, hann er
íðin og nærlagdur.
Martin er trúgvandi mað-
ur og hann veit at tað er Gud
tann eini sum stýrir,
kristnilívið í Føroyum
eigur ein av sínum trúgvu
stuðlum í Martini.
Vit eru mong sum ynskja
tær tillukku í dag. Og vit
mugu siga, at vit gleða
okkum til tey næstu 45 árini
saman við tær.
ein vinmaður
>EINGIN GÓÐA MAMMA<
tiltikið, tá ið hart leikar á hjá onkrum. Hetta tiltak er
: beinleiðis týtt úr donskum: >Der hjælper ingen kære
- Øpr«, sum í sjálvum sær gevur góða meining: hjá
i „sum er komin illa fyri, dugir ikki altíð at rópa
u sína um hjálp. Men hetta er í royndum eldri
erðafelli, avbronglað og umtýtt. Fólk hevur ikki
longur sæð høpi í, tí hevuðsorðið í tí er vorðið >forn-
arð< fyri teimum. Tað ljóðaði upprunaliga: >Der
hjælper ingen kæremål«. Hetta gamla løgfrødiordid
rætt<, hava tey so týtt um til hitt bamsliga >kære
mor<, og vit føroyingar eru sum ikki einaferð skjótir
at taka við. >Tað hjálpa eingi føgur orð við slætti-
bøku«, er orðatiltak, sum vit hava átt frå fyrndini og
sum man siga á leið tað sama.
Á til rættis:
+” eddbjerg
) Poulsen
Na'aman er sjúkur
Kona Na'aman hevði eina tænastugentu.
Hon skuldi hjálpa til í húsinum, men Gud
ynskti, at hon eisini skuldi koma at hjálpa
Na'aman.
N'aman var vorðin sjúkur av spedalsku.
hetta var ein ring sjúka — eingin kundi
hjálpa honum helt hann —og hann var
keddur.
Men tá segði tænastugentan nakað, sum
var vert at lurta eftir
Gentan segði: >Í heimlandið mínum, Ísrael,
er maður, sum trýr og biður til hin livandi
Gud. Gud hevur hálpt mongum í heimlandi
mínum.<
Hetta vóru góð tíðindi.
+ (Meira um Na'an næstu ferð)
Fjúrtanda sunnudag eftir trinitatis
Kollekt: Latum okkum øll biðja:
Harra vár Guð, himmalski faðir! Tú, sum við lív-
sæla orði tínuim og tínum heilaga dópi hevur náði-
liga hjålpt okkum øllum, sum trúgva, út úr hini
ræðuligu spitalsku sjúku syndarinnar og dagliga
letur okkum fáa at kenna náðigu hjálp tina í øllum,
sum okkum er tørvur á bæði til líkams og sálar,
vær biðjum teg: vek upp hjørtu okkara við heilaga
anda tínum, so at vit aldri gloyma hesar vælgern-
ingar tínar, men arbeiða upp á frelsu okkara við
ótta og bivan og siga tær, faðir okkara, tøkk fyri
allar lutir fyri tín kæra son, harra váran, Jesus
Krist, sum við tær livir og ræður í einleika heilaga
andans, ein sannur Guð um aldur og ævir allar!
Amen.
Hesin heilagi lesturin er skrivaður
í Åpostlasøguni, 3. kap. 1.—10. v.
Men Pætur og Jóhannes gingu niðan í halgidómin
um bønastundina, um nónbil. Og ein maður, sum
var haltur frá móðurlívi, varð borin hagar; hann
løgdu tey hvønn dag við tær dyrnar í halgidómi-
num, sum kallast Føgrudyr, so at hann kundi biðja
olmussu av teimum, sum gingu inn í halgidómin.
Tá ið hann sá Pætur og Jóhannes, sum ætlaðu sær
at ganga inn í halgidómin, bað hann geva sær ol-
mussu. Men Pætur leit fastliga at honum, saman
við Jóhannesi, og segði: >Hygg upp á okkum!< Og
hann bíndi at teimum, við tað at hann væntaði sær
at fáa okkurt frá teimum. Men Pætur segði: >Silv-
ur og gull eigi eg ikki; men tað, sum eg havi, tað
gevi eg tær: Í navni Jesu Krists úr Nasaret, statt
upp og gakk!« Og hann tók í høgru hond á honum
og reisti hann á fótur. Men í stundini vórðu føtur
hansara og gklar sterkir, og hann sprakk upp og
stóð og gekk og fór við teimum inn í halgidómin
og gekk umkring og leyp og lovaði Guði. Og alt
fólkið sá hann ganga umkring og lova Guði. Og
tey komust við hann, at tað var hann, sum hevdi
sitið við Føgrudyr á halgidóminum fyri at fáa ol-
mussu; og tey vóru full av undran og ræðslu um
tað, sum hent var honum.
Hetta heilaga evangeliið skrivar
Jóhannes evangelistur, 5. kap. 1.—15. v.
Eftir hetta var hátíð hjá Jødum, og Jesus fór niðan
til Jerúsalem. Men í Jerúsalem er við Seyðaliðið
ein hylur, sum kallast á hebráiskum máli Betesda
og hevur fimm súlnagangir: Í teimum lá mongd av
sjúkum fólki, blindum, høltum, visnum, [sum bíð-
aðu eftir, at vatnið skuldi koma í røring; tí at við
hvert fór eingil Harrans niður í hylin og órógvaði
vatnið. Tann, sum tá fyrstur fór niðurí, aftan á at
vatnið var komið í réring, fekk heilsuna aftur,
hvørjum sjúkdómi hann so var sjúkur av.) Men har
var ein maður, sum hevði verið sjúkur í átta og
tríati ár. Tá ið Jesus så hann liggja har og visti, at