týsdagur 6. september 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Borgarligt fallitt
TAÐ mundi koma mongum dátt við, tá
útvarpmaðurin tíðliga sunnumorgunin
kundi siga Føroya fólki, at borgarliga
samgongan hevði spælt fallitt. Stríð um
målsøki sigst vera orsøkin til, at teir
báðir stóru borgarligu flokkarnir ikki
kundu semjast. Og tá samráðingarleið-
arin, formaður sambandsfloksins hevði
mist tað síðsta av sínum annars góða
toli við teir tungu dreingirnar í fólka-
flokkinum sum Edmund Joensen
målbar seg í fjølmiðlunum sunnudagin,
slitnaði.
NÚ hevur sambandið so tikið stig til at
kanna møguleikarnar fyri eini sam-
gongu tvørtur um miðjuna og hevur
gjørt av at tosa við javnadarflokkin
fyrst og harnæst verkamannafylkingina.
Hetta var annars júst tað, sum vit bóru
upp á mál í oddagrein í farnu viku, tá
samgongan eisini tyktist fara í vaskið.
VÆL vitandi, at tað eru ymsar áskoð-
anir í javnaðarflokkinum um hvat
javnaðarflokkurin eigur at fyritaka sær:
nakrar, sum siga, flokkurin undir
ongum umstødum eigur at fara út í
Tinganes saman við borgarligum
flokkum, tí teir borgarligu sjálvir eiga at
vísa, hvat teir duga til og síðani aðrar
áskoðanir, sum siga, at finst eingin sam-
gonguloysn uttan um javnaðarflokkin,
so eigur flokkurin at kenna ábyrgd. So
eru tað tey javnaðarfólk, sum halda, at
javnaðarflokkurin á ongan hátt so frægt
sum eigur at rætta sambandinum
lítlafingur, og tað eru so onnur, sum
halda, at flokkurin ikki kann sita lið um
lið við verkamannafylkingini í
Tinganesi. Javnaðarflokkurin er ein
demokratiskur flokkur, og tískil finnast
tað eisini nógvar ymsar áskoðanir í
flokkinum.
TAÐ er okkara meting, at javnaðar-
flokkurin bæði demokratiskt og parla-
mentariskt hevur borið seg rætt at
higartil í spurningnum um at skipa
landsstýri. Hann gjørdi beint, tá hann
eftir valið lat teir borgarligu flokkarnar
fáa høvi til at skipa eina samgongu, nú
veljarin hevði víst á hesa. Teir borgar-
ligu fingu nevniliga 20 tingmenn og er
tað stórur meiriluti. Javnaðarflokkurin
hevur so eisini víst á, at megnaðu hesir
flokkar ikki at skipa samgongu, so var
talan um eina nýggja stóðu. Og júst
hetta er stødan nú. Sjálvandi er eitt
nýval eisini ein møguleiki, men hann er
lítið hugsandi. Vit meta tað í hvussu er
vera ábyrgdarleyst av javnaðarflokk-
inum, um hann nú - bara fyri at fáa
fleiri atkvødur - setur fótur í spenni fyri
at forða eini breiðari samgongu og
roynir at eggja til nýval.
SPURNINGURIN í løtuni er, hvat sam-
bandið í veruleikanum leggur í vend-
ingina: eina samgongu um miðjuna!
Merkir hetta, at hann fer at góðtaka
krøv frá bæði javnaðarflokki og verka-
mannafylking, krøv, sum ganga kanska
beinleiðis ímóti andanum í borgarliga
samgonguskjalinum? Ella fer samband-
ið at seta so strong krøv til hesar báðar
flokkarnar um, at tað skal rekast borg-
arligur politikkur, at hann tá forkemur
hesum samgongumgguleikanum við
vilja. Meinar sambandið nakað við eina
samgongu um miðjuna við umrøddu
flokkum, so verður flokkurin noyddur
at sanna, at hann má virða fleiri av
hjartamálunum hjá hesum flokkum.
Tvs. at sambandið í veruleikanum
noyðist at koppa 180 stig og skifta hest.
Nú bråddliga at skula skipa samgongu
við javnaðarflokk og verkamanna-
fylking ístaðin fyri fólkaflokk krevur
stóra toleransu og tillaging frá sam-
bandinum. Men klárar sambandið
hetta? Hetta er tann stóri spurningurin.
Hinvegin er eisini greitt, at javnað-
arflokkur og verkamannafylking ikki
bara kunnu seta treytir. Tey mugu eisini
til at virða ta sannroynd, at sambandið
er størsti flokkur.
Uopsetng. PAT Søslalurin
Prent: PA
gongu. Tad er eisini greitt, at verka-
mannafylkingin må ikki sleppa undan at
taka við ábyrgd, og tí eigur javnað-
arflokkurin eisini at seta sum treyt, at
verkamannafylkingin er við í eini sam-
gongu. Her er eingin vegur uttan um.
Nú manglar ein flokkur í fyri at fáa
meiriluta. Vit halda, at tað besta vildi
verið at fingið tjóðveldisflokkin við,
hóast hetta kann verða ein beiskur biti
at svølgja hjá sambandinum. Hinvegin
eigur sambandið at endurskoða sínar
fíggindamyndir. Sambandið kann
nevniliga í dag ásanna, at tann flokkur,
sum tað helt stóð tí næst í politikki,
fólkaflokkurin, í veruleikanum er tess
størsti fíggindi - í hvussu er um vit
brúka samgongusamráðingarnar sum
grundarlag fyri hesi meting. Utspilling
Samgongan slitnaði. Glidu teir í oljuni?
TAÐ er ein spurningur um at sam-
ansjóva ynski og krgv, soleiðis at vit
fáa eitt stýri, sum er ført fyri at stýra.
Vit vita, at gjørdist borgarliga
samgongan veruleiki, so hevdi hon ikki
sitid leingi, tá hugsað verður um,
hvussu ymisk kemiin er hjá
sambandsmonnum og fólka-
floksmonnum. Her hevur javnað-
arflokkurin harafturímóti víst, at hann
er førur fyri at arbeiða saman við flest
øllum flokkum, og tískil eigur hann
eisini at hava eina lyklastødu í eini
komandi samgongu.
Javnaðarflokkurin eigur at vísa seg sum
ein åbyrgdarfiokk - ístaðin fyri fyri
einhvgnn prís at tvíhalda um at vera í
andstøðu - so eigur flokkurin at meta
um nýggju støduna og - um tað ber til at
fáa greið fingramerki í eitt nýtt
samgonguskjal - at vera flokkurin, sum
fær tað at bera til. Flokkurin eigur at
seta krøv, soleiðis at javnaðarmál, sum
flokkurin var noyddur at sleppa í síðstu
samgongunum, aftur verða sett í hásæti.
Samhaldsfasti skal vera verandi og helst
útbyggjast. Tað er bert eitt av
krøvunum. Hvat viðvíkur EU, so er
stødan javnaðarfloksins greið.
Flokkurin má so gera upp við seg sjálv-
an, um hann skal ganga við til krav-
/ynski sambandsfloksins at kanna av-
leiðingar av EU-limaskapi ella tættari
tilknýti til felagsskapin. Ein slík kann-
ing eigur ikki at forkoma møguleik-
anum fyri eini samgongu.
TAÐ er greitt, at javnaðarflokkurin skal
ikki vera klípi í eini borgarligari sam-
Kalsbergs og Breckmans av formanni
sambandsfloksins borgar í hvussu er
ikki frå nøkrum positivum. Tá gll vita,
hvussu álvarslig stødan er í samfelagn-
um, so eiga eisini sambandið og tjóð-
veldisflokkurin at grava sína stridsøksir.
TAD eru aftur bod eftir javnadarflokk-
inum fyri at fåa parlamentarisku skip-
anina i Føroyum at virka. Aftur kann
Føroya fólk ásanna, at javnadarflokk-
urin er tann flokkurin, ið best dugir at
fáa samarbeiði at ganga. Men tað er
nakað nýtt, at flokkurin skal í Tinganes
og ikki vera størsti flokkur. Nettup
uppgávan at vera tann, sum fær tingini
at glíða hevur flokkurin megnað so væl,
tí hann hevur átt løgmann. Spurningurin
er tí, um slíkt samstarv fæst at virka,
uttan at javnaðarflokkurin eigur løg-
mann. Vit vilja koma við tí uppskoti, at
javnaðarflokkurin, sum tann veruligi
samgongubyggjarin fær løgmann, og tå
kann sambandið so fáa fleiri lands-
stýrismenn umframt tingformannin.
Tað hevði verið sambandinum til
miklan heiður, um tað valdi
aldursforsetan Jógvan Ingvard Olsen í
henda álitissess.
STØDAN í Føroyum er alt ov álvars-
som til at spælt verður ping-pong og
hasard við møguleikunum at fáa eitt
stýri. Politisku flokkarnir skylda sínum
veljarum, at teir seta saman eina sam-
gongu. Tað ber rætt og slætt ikki til, at
valdu politikararnir ikki megna hetta,
meðan alt samfelagið rapar rundum um
okkum. Vit síggja, hvussu Fiskavirking
Bústaður. Argjavegi 26
Argjum
er við at fara niður við flagginum. Vit
síggja, at fleiri og fleiri skip fara av
landinum, alsamt fleiri fólk rýma av
landinum, ja samfelagið tykist at vera
við at steðga heilt upp. Við javnað-
arflokkin, verkamannafylkingina, tjóð-
veldið og sambandsflokkin hava vit tí
hesi greiðu boð: vísið at tit eru førir fyri
at liva upp til álit veljarans - setið
tykkum við samráðingarborðið í góðum
treysti og leggið kortini á borðið. Fáið
okkum eitt nýtt landsstýri, áðrenn
henda vikan er av. Vit hava ikki ráð til
taktiskt — politiskt spæl út í tað
óendaliga. Hetta kann vera tað sama
sum at spæla russiska roulette.
MEINAR sambandið nakað við at fáa
eina samgongu um miðjuna ella er her
bara talan um taktiskar “mangvrir"?
Kann tað veruliga vera so, at sambandið
fer at seta javnaðarflokkinum so
ómgegulig krøv, at í veruleikanum bara
er úti eftir at tvinga javnaðarflokkin til
at siga nei til at fara í samgongu,
soleiðis at sambandið kann vísa á, at
javndarflokkurin vildi kortini ikki vera
við til at taka við ábyrgd? Og er tað
kanska nakað um tað, sum Jóannes
Hansen segði í sjónvarpinum, at teir
borgarligu kortini fóru at finna saman
aftur. Tað var bara ein spurningur um
tíð og um at mikja støduna? Og fær
fólkaflokkurin samgonguinitiativið, fer
hann so at ganga gllum sambands-
krøvunum á meti, soeidis at Edmund
harvið bjargar andlit og soleiðis at
fólkaflokkurin fær sína samgongu? Tí
hvat betýðir tað fyri fólkafllokkin at
geva sambandinum tað hann ynskir av
målsøkjum, tå fólkaflokkurin jú longu
hevur fingið ta týdningarmesta kravið
uppfylt, nevniliga eitt samgonguskjal,
sum nærum burturav er dikterað av
fólkaflokkinum og sogar har dato er sett
á, nær lokið verður tikið av lands-
kassanum og studningurin aftur verður
goldin teimum svongu arbeiðsgevar-
unum. Nei fólkaflokkurin hevði longu
fingið í posa og sekk, áðrenn farið varð
at tosa um tal av landsstýrismonnum og
býti av målsøkjum. Øll teirra krøv í
hesum sambandi hava bara verið fyri at
chikanera formann sambandsfloksins,
sum so at enda takkaði fyri seg. Nú bíða
fólkafloksmenninir bara eftir, at teir fáa
eitt høvi til at gera tað gott aftur við
Edmund. Hver veit, kanska teir longu
hava boðað honum frá, at teir vilja
skykka sær ordiligt. Og harvið sleppa
teir báðir borgarligu flokkarnir undan at
missa andlit mótvegis veljanunum, sum
jú vildu hava eina borgarliga
samgongu.
ALT hetta eru gitingar og metingar.
Tað kann vera, at vit eru á rættari leið.
Tað kann eisini vera, at vit yvirtulka alt
hetta sokallaða taktiska spælið. Kanska
Edmundur við sínum nógv toli og
treiskni hevur slept fólkaflokkiaum
med alla. Eitt skal hann vera vísur í:
setir hann javnaðarflokkinum órímulig
krøv og harvið letur fólkaflokkinum
initiativið og sambandið eftir tað fer
upp í eina borgarliga samgongu, tá
verður trúvirði hansara á einum sera
sera lítlum stað. Nú fáa vit at síggja,
hvussu leikur fer fram.
SOSIALURIN