Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CD Nr. 168 — 6. SEPTEMBER 1994 Síða3 Hendan myndin er tíkin Nú suffa vágafólk og rópa um hjálp Sam er aftur farin at sigla — Hóast Ternan sigldi fullsett fleiri túrar um dagin hevur Strandferðslan aftur sett Sam í sigling. Hann er alt ov lítil til hesa sigling og vit missa stóra inntøku orsakað av vánaliga sam- bandinum, sigur Niels Joensen, lastbilastjóri Mánadagin var hýrurin ringur á teimum vága- fólkum, sum hava flutning um Vestmannasund fyri neyðini. Seinastu vikurnar hevur Ternan siglt um Vest- mannasund og vágafólk hava vant seg við, at ongin trupulleiki er at sleppa sum sundið. " Hetta er akkurát sum ordiligt, segði ein væl- nøgdur vágamaður umborð á Ternuni leygardagin á veg til Vestmanna. Men mánadagin var dreymurin hjá vága- monnum av. Sam er komin aftur í sigling. Onki ilt at siga um hetta skip, tað er eitt gott strandferðsluskip, tað er bara alt ov lítið, skipið nøktar als ikki stóra tørvin á flutningi um sundið, líka mikið hvussu ofta tað siglir. Tríggir lastbilar — Í løtuni standi eg fremst í rødini av bilunum, sum skulu um sundið. Tríggir lastbilar standa fremst og so sleppa ikki fleiri bilar hendan túrin, segði Niels meðan Joensen, lastbilastjóri, tá vit tosaðu við hann mánamorg- unin. — Nú Sam siglir aftur, so hava virkir neyvan ráð at leiga okkum, so drúgv er bíðitíðin um sundið. Vit klára neyvan meir enn ein túr um dagin og á hendan hátt missa vit kærkomna inntøku, sigur Niels Joen- sen. Hann hevur í mong ár koyrt lastbil í Vágum. — Flogruturnar eru eisini tættar hesa tíðina. Onkuntíð koma bæði flogførini um somu tíð og tá skulu báðir bussarnir um sundin í senn. Tá er sjálvsagt ikki nógv pláss fyri øðrum vágafólki. Hesa tíðina, Ternan hevur siglt, hevur hon verið full- sett fleiri ferðir, sigur Niels Joensen. — Eg haldi, tað er åbyrgd- arleyst av Strandferðsluni bert at seta Sam í sigling. Sigldi gamla Ternar eisini so var tørvurin nøktadur. Minni fólk á flogvøllinum Politivaktin á flogvølli- Sam siglir í klingur meðan ferðaseðlarnir voru innkravdir. Manningin hevdi so nógv at gera, at teir vóru ikki lidnir at krevja ferðagjáldið, tá Sam kom á Vestmanna. Mynd: Jens Chr. Vang Ternan er vælumtókt av v'agafólki. Mynd: Kalmar Sunnudagin varð ein russisk familja send aftur til Danmarkar við flogfari. Hjúnini, sum vóru um 40 ára aldur og 10 ára gamla barn teirra, vóru rýmd av einum russiskum skipið í Dan- mark og ætlaðu at búseta seg í Íslandi. Men tey høvdu hvørki visum ella pass. — Tey komu til Føroy- ar seinasta månadag vid Norrønu og bíðaðu her til Norrøna hevði verið í Bergen. Tey svóvu í telti num sigur, at nógv fólk hava verið í Vágum og fylgt ferðafólki til flogfarið, meðan Teman hevur siglt. — Men nú beinanvegin aftaná at Sam aftur er farin at sigla er tómt í termi- nalinum. Fólk hætta sær ikki vestur, tá so Óvist er nær tey sleppa aftur um sundið, sigur vakthavandi. — Tað er heilt greitt, at vágafólk missa pening av vánaliga sambandinum um sundið. Eg veit dómi um, at Fiskavirking í Miðvági hev- ur biðið fólk komið til ar- beiðis, tí bilur við fiski var á Russisk ólógliga í Føroyum á plássinum Við Strond. — Mikudagin fóru tey til Íslands við Norrønu, men har sluppu tey ikki í land. Leygardagin komu tey aftur við Nor- rønu og vit avheintaðu tey. Eftirsum barnið var við, vildu vit ikki halda teimum á stødini. Tey svóvu á hotelli eina nátt, síðan fluttu vit tey á flogvøllin. Teirra sak verdur nå vidgjørd av donskum myndugleik- um, sigur Georg Ott- hamar, politistur. je veg vestur. Arbeiðsfólkið mátti bíða í tímar, tí fiskurin kom ikki fram. Bilurin stóð í drúgvu bíðirgðini í Vest- manna, sigur Niels Joensen. Av Strandferðsluni fekkst ikki at vita um Sam einsamallur skal rekja rutuna, tá vit ringdu mánadagin. Øll leiðslan á Strandferðsluni sat á fundi og helt framm langt út á seinnapartin. Um teir tingaðust um Vestmanna- sund sigur søgan einki um. jústinus