Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Vit fingu onga borgarliga samgongu á hesum sinni. Hóast veljarin valdi ein borgarligan meiriluta á løgting seinast, so gavst formaður sambandsfloks- ins seint leygarkvøldid við royndunum at skipa eina samgongu millum fýra borgarligar flokkar, sam- bandið, fólkaflokk, mið- flokk og teir kristiligu. Sambært bæði útvarpi- num og sjónvarpinum sunnudagin, so hevði sambandið loksins mist tolið við fólkaflokkinum. Trætan snúði seg um at målsøkini. Afturfyri at góðtaka, at sambandið fekk trý fólk í landsstýrið helt fólkaflokkurin seg kunna krevja tvey av teimum stóru målsøkjunum, nevniliga bædi fiskivinnumål og búskaparmál. Hetta góð- tók sambandið ikki og kravdi fiskivinnumál. Eftir togan atur og fram søgdu fólkafloksmenn, at sambandið kundi fáa búskaparmál, og so skuldi fólkaflokkurin hava øll Anfinn Kallsberg, formaður fólkafloksins énøgdur við sam- bandsformannin Nr. 168 — 6. SEPTEMBER 1994 Edmund misti - tolið við fólka- flokkinum vinnumálini harímillum fiskivinnu bæði á sjógvi og landi. Eisini kravdi fólkaflokkurin oljumál. Træta um oljuna Sambandið vildi íkki góðtaka hetta. Tað metti tað vera sera óheppið, at sambandið skuldi hava bæðii løgmann og bú- skaparmál. Tá hevði verið betri, at báðir teir stóru flokkarnir byttu løgman- sess og búskaparmál millum sín. Sambandið kundi so heldur ikki góðtaka, at fólkaflokkurin fekk øll vinnumálini og serliga ikki, at oljumál varð lagt undir vinnumál, og at hetta nýggja målsøkid skuldi umsitast av fólkaflokkinum. Sam- bandið helt fast um, at oljumál framvegis er partur av undirgrundar- málum, sum løgmaður umsitur. Hóast nógvar royndir eitt nú frá teimum smærru flokkunum at finna eina neyðsemju, so eydnaðist hetta ikki. Seint leygar- kvgldið boðaði formaður sambandsfloksins frá, at hann gavst við royndunum at skipa eina fýra flokka borgarliga samgongu. Tað vóru ikki mjúk orð, sum formaður fólka- floksins hevði til sambands-formannin í útvarpinum sunnudagin. Hann segði m.a., at hvgrja ferð félkaflokkurinnhevdi loyst ein trupulleika, so skapti Edmund Joensen ein nýggjan. Hann ivadist ti stórliga i, um tað hevði borið til at fingið eina arbeidsføra samgongu við Edmundi sum leiðara. Hann segði, at sam- bandið gav uppat, tí tað tordi ikki at átaka sær búskaparmál í Tinganesi. Hann segði eisini, at fólkaflokkurin hevði givið seg alla tíðina, meðan sambandið vildi ikki vika seg ein tumma. Edmundur Joensen segði harafturímóti við útvarpið, at fólkaflokkurin var óserigsur at samráðast við og setti fullkomiliga órímulig krgv. Hetta var orsøkin til, at hann gav skarvin yvir. Fólkaflokkurin legði annars eisini sera hart út eftir formanni sambands- floksins í sjónvarpinum sunnukvøldid. Har varð sagt um formann sam- bandsfloksins, at hann var ódugnaligur, at hann dugdi bert at arbeiða við einum ókendum í senn. Seinnapartin í gjár skuldi so vera fundur millum sambandsflokkin og javnaðarflokkin. Sam- bandið vil gera enn eina roynd at skipa landsstýri, og avgjørdi sunnudagin at biðja javnadarflokkin koma á fund. Ætlanin er so eisin at fara til verka- mannafylkingina. jan A a os BP 4 ev pær 4 % "re. - varet ar 0 4 e? ; bø : . SRETSSNN A RT 8 A tl: 4 Á 4 tr ES AE þa þ- A eg sp re + rss sei Tíðindablaðið (SHU fre Edmundur Joensen, formaður sambandsfloksins lættur um hjartað eftir endaliga slitið við fólkaflokk? ( Lesarabrøv | á Vilja vit telva? — So mega vit eisini flyta fólkið! 18 tingfólk undirskrivaðu eitt samgonguskjal, sum vísti, at nesi eru til reiðar at flyta fólkið. Kanska serliga innan tann al- menna sektorin. At tey so ikki kundu semjast um at arbeiða saman er so ein onnur søga. Men fakfelagsfólk og ein- staklingar í tí almenna sektori- num havalongu vent afturpart- in til, áðrenn nakar hevur tosað um, hvussu fólkið skal flytast. Er hetta boð um muruna í føroyinginum, so berst ikki í bøtur. Tíbetur hava vit dómi um fakfelagsleiðarar, sum síggja veruleikan í eyguni, og sum í verki hava víst, at teir eru til reiðar at ganga nýggjar leið- ir. Hinvegin eru nakrir setning- ar í nevnda samgonguskjali, sum bera boð um, at tað ikki al- tíð er greitt, hví fólkið skal flyt- ast — og tí verður eisini ógreitt, hvussu tað skal flytast. Í øllum heiminum stendur tann almenni sektorurin fyri broytingum. Nú ella í næstu framtíð. Norðanlond eru rætti- liga frammaliga í hesi gongd. Eisini í ødrum londum eru grundgevingarnar fyri broyt- ingunum ymiskar og ofta ógreiðar. Onkur tosar eintátta um at privatisera almennar partar til tess at effektivisera teir. Vit, sum dagliga arbeiða við báðum formum vita, at hetta er nakað tvætl. Eins væl og tú kanst sovna í einum almennum sessi, so kanst tú eisini sovna í einum privatum sessi. Og eins væl og tú kanst arbeiða efektivt innan- fyri marknadarbiskaparligu girðingarnar, so kanst tú eisini arbeiða effektivt uttanfyri. Tað eru heiltonnur viðurskifti, sum her gera seg galdandi. Men privatiseringin av al- mennum apparatum hevur ein annan týdning, við tað, at tey almennu apparatini tá verða tøk fyri alt samfelagið — tey eru >kompatibel< við tann privata sektorin. Tað gerst lættari hjá tí almenna sektorinum og tí pri- vata sektorinum at samvirka. Heldur enn tvær atskildar hálv- ur í samfelagnum fáa vit sam- bæriligar eindir. Royndirnar í okkara granna- londum eru misjavnar og sjálv- andi uppliva tey byrjunar- trupulleikar. Royna vit uttan fyrilit at ganga beint í teirra fótaspor, so beri eg Ótta fyri, at vit snáva so dyggiliga, tí okk- ara fortreytir eru so ymiskar frá teirra. Tað, sum í stórri londum eru smærri byrjunartrupulleik- ar, kann skjótt gerast snáving- arsteinur fyri okkum. Men við tað,at vit eru so lítil tjóð, so eru aðrir møguleikar at flyta á føroyska talvinum ímóti heimsbúskapinum. Tað eru hesir møguleikar vit skulu troyta, og vit noyðast at semj- ast um leikirnar, til tess at teir skulu vera at gagni. Tí skal tað vera mín áheitan til okkum øll — innan — og utt- an fyri tann almenna sektorin: lat okkum vera til reiðar at flyta á talvinum! Og til tey, sum skulu ráða fyri borgum tey næstu lagnuár - ini: Starið tykkum ikki blind í hissini smásparingar her og har ella smærri dagføringar, men sekið meguleikamar, sum kunnu broyta fortreytirnar fyri vinnulívi heilt fundamentalt! Uppgávan verður so at telva, líka til vit megna at skapa eitt fjøltáttað vinnuliv! Signar P. Hansen Eliaskirkjan, vesterbrotorv 49 Møti er hvort leygarkvøld kl. 19.00. Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis. Nærri fæst at vita á tlf. 031-242268 ella 031- 578999.