týsdagur 6. september 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í
|
|
|
|
|
Tíðindablaðið [ sosialurin ) Nr. 168 — 6. SEPTEMBER 1994 Síða5
Samgongan hevði
ikki riggað kortini
- Hetta er bert ein staðfesting av nøkrum, sum hendi áðrenn vit
løgdu frá landi,og samgonguskútan var kortini ikki komin útum
landoddarnar, sigur Tordur Niclasen
Tað er torført at gera við-
merkingar til samgongu-
slitið í vikuskiftinum.
Tordur Niclasen, formað-
ur í miðflokkinum málber
seg í myndum, so frægt sum
tað nú einaferð ber til, tá ein
er partur í málinum.
- Eg haldi, at tað er ábyrg-
darleyst at fara at klandrast
um, hvør skal seta nøglina í,
tá skútan skal flotast, sigur
Tordur Niclasen.
- Var Edmund Joensen
ikki nóg avgjørdur leiðari?
- Hatta vilja fólkafloks-
menn siga, mótvegis sam-
bandinum, men eg hugsi
eisini, at sambandið kann
siga tað sama um fólka-
flokkin.
Rætt av Edmundi
- Edmund Joensen hevur
sum samráðingarleiðari,
eina uppgávu at meta um
heildina, so hvørt sum frå-
líður. Hann skal eisini taka
stóðu út frá, hvussu avgerð-
imar fara at åvirka sam-
starvið komandi fýra árini.
- Eg haldi, at Edmund
Joensen tók réttu avgerði-
na, við at slíta samgonguna,
sigur Tordur Niclasen.
- Hver hevði skyldina av
at tað koma so langt?
- Tað fellur ikki í mun lút
at peika nakran út. Tey, sum
hava fylgt við gongdini,
hava sæð, hvønn leiklut
fólkaflokkurin hevur havt í
hesum leiki.
- Út frá tí kann ein spyrja,
um fólkaflokkurin hevur
verið rímiligur í sínum
krøvum.
- Fyri tað fyrsta er tað á-
taluvert, og fyri tað næsta,
so er tað at halda fólk fyri
gjøldur. Tað kann eisini
verða ein umbering hjá
fólkaflokkinum, fyri ikki at
fara í samgongu kortini, hó-
ast teir hava undirskirvað
samgonguskjalið, = sigur
Tordur Niclasen.
Formaðurin í miðflokki-
num sigur um samgongu-
skjalið, at tað er farið fyri
bakka.
Hóast fólkaflokkurin fær
samráðingarleiðsluna, um
Edmund Joensen leggur frá
sær, so skal fólkaflokkurin
ikki vænta, at hinir flokkar-
nir uttan víðari góðtaka tað.
Samgonguskjalið
fariði vaskið
- Um so er, at samráðingar-
partarnir verða teir somu,
bert við fólkaflokkinum á
odda, so fara vit ikki at lata
samgonguskjalið = verða
galdandi undir nýggjum
samráðingum.
- Tað er staðfest at sam-
gongan er farin í vaskið, og
tå ber ikki til hjá fólka-
flokkinum at hiva skjalið
fram aftur, og bara fáa mál-
søkini upp á pláss.
- Nýtt samgonguskjal má
skrivast, hóast tað ikki nýt-
ist at verða so nógv gørvísi
enn hetta.
- Var tað so kortini iki ein
lætti, at samgongan slitna-
di áðrenn landsstýrið varð
skipað?
- Eg eri ómetaliga harmur
um, at tað sum var nýtt í
føroyskum politikki, skuldi
fara fyri bakka, orsakað av »
persónligum ósemjum.
- Hetta var bert ein stað-
festing av, at skútan ikki
kundi leggja frá landi.
- Hevdi hon kortini gjørt
tað, so var hon ikki komin
út um landoddarnar kortini,
sigur Tordur Niclasen, og
leggur aftrat: Skal borg-
arliga samgongan kortini
gerast veruleiki, so er neyð-
ugt at broyta politiskan hug-
burd.
Dagny
Tordur Niclasen: - Eg haldi, at Edmund Joensen tók réttu
avgerðina, við at slíta samgonguna
Trúgvi Guttesen, skrivari í í
starvsnevnd sambands-
flokksins argast tá hann
verður spurdur, um sam-
gonguslitið og nú áheitanin
á javnaðarflokkin er spæl
fyri áskoðarfjøldini,til tess
at fáa fólkaflokkin at sissa
seg?
- Tað er ikki rætt. Sam-
bandsflokkurin kundi ikki
góðtaka allar ósemjurnar,
sum stóðust, hóast partarnir
høvdu skrivað samgongu-
skjal.
- Stutt sagt - tolið gekk
undan, sigur Trúgvi Gutte-
Trúgvi Guttesen: - Vit fara at meta javnaðarflokkinum vid”
opnum sinni. GT et em jun við — -Kundu tit ikki komið til
at lurta og góðtaka sjónarmiðini hjá hvør ødrum, er ikki hesa nidursiødu áður?
ógjørligt at vit koma til eina semju - Jú, vit kundu havt gjørt
# á
okkurt við tað, men av tí at
valið vísti á, at veljararnir
vildu hava borgarligt stýri,
so hildu vit, at tað var okk-
ara skylda at royna hetta.
- Royndu tit ov leingi?
- Eg ivist í, um tað var ov
leingi at nýta átta vikur at
skipa eina samgongu, sigur
Trúgvi Guttesen.
Klokkan 13.30 í gjár fóru
sambandsflokkurin og
javnaðarflokkurin á fund,
men tað var Ogjørligt at fáa
uppspurt, hvar fundurin
varð hildin.
Trúgvi Guttesen vil
heldur einki siga um tað.
Hann fer yvir til at nýta
myndamål, tá hann sigur, at
flokkarnir hittast í onga-
mannalandi, har miðlinjan
undirstrikar ein politikk,
sum hevur ligið í dvali í 20
ár. Fundurin byrjar við
fortroppunum, sum fara at
leita eftir portrinum. Tá
flokkarnir báðir hava funn-
ið lásið, fara teir at lata upp,
sigur Trúgvi Guttesen.
- Er hetta nøkur verulig
roynd frá sambandsfloks-
ins síðu?
- Vit fara at meta javn-
aðarflokkinum við opnum
sinni. Vit góðtaka at flokk-
arnir eru ymiskur, men við
at lurta og góðtaka sjón-
armiðini hjá hver øðrum,
skuldi tað ikki verið Ogjør-
ligt at komið til eina semju.
Trúgvi Guttesen ásannar,
Trúgvi Guttesen, formaður í starvsneund sambandsfloksins
Hetta er ikki spæl
fyri áskoðarafjeldini
— Sambandsflokkurin hevur eisini aðrar møguleikar, men vil
heldur royna at fáa javnaðarflokkin við í samgongu, av tí at hesir
flokkar áður hava samstarva til stórt gagn fyri Fóroyar
atsamgonguskjalið, sum nú
er koyrt í skuffuna, ikki
kann nýtast. Nýtt samgong-
uskjal skal skrivast.
- Tað er bert náttúrligt, at
vit venda okkum til javn-
aðarflokkin, hóast aðrir
møguleikar eru.
- Orsøkin er tann, at sam-
bandsflokkurin og javnað-
arflokkurin áður hava sam-
starvað, og at tað tá var til
stórt gagn fyri Føroyar, sig-
ur Trúgvi Guttesen.
Dagny