Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 168 — 6. SEPTEMBER 1994 Anfinn Kallsberg um samgonguslitið: Vit eru ikki settir i skammukrok — Tad var eisini ein spurningur hjå okkum at siga hertil og ikki longur, um vit ikki skuldu leggja okkum skerflatir fyri sam- bandinum, sigur Anfinn Kallsberg Tad hevur verid sagt ofta undir samgongusamråb- ingunum, at orsøkin til sam- starvstrupulleikamar = er taktikkur frá fólkafloksins síðu. Hesum afturvísur Anfinn Kallsberg avgjørdur. - Eg havi ongar tankar gjørt mær um tað, sigur An- finn Kallsberg. - Hverjar tankar gert tú tær um samgongu ella ikki í dag? - Eg hugsi als ikki um nakað, so leingi sum sam- bandsflokkurin samrådist vi aðrar flokkar. - Er tað ikki stór skomm soleiðis at draga málið út, við at klandrast um lands- styrissessir? Vanærulig skomm - Jú, tað er vanærulig skomm, men tað er ikki fólkaflokkurin, sum hevur skyldina av hesum. Tað var eisini ein spurningur hjá okkum at siga hertil og ikki longur, um vit ikki skuldu leggja okkum skerflatir fyri sambandinum. - Hava tit ikki kravt nóg mikið? - Vit hava bert sett kravið at fáa vinnulívsmál burtur- av. Tað ber ikki til at luta vinnulívsmál sundur, tá nýggja ráðharraskipanin verður sett í gildi í hesum landsstýrisskeiðinum. - Er ósemjan um máls- økini ikki bert ein umbering fyri at møda Edmund Joen- sen, so sambandið letur yvir samráðingarrættin til fólkaflokkin? - Nei, tað er heldur hin- vegin, at Edmund Joensen ikki torir út í Tinganes at umsita tann politkk, sum samgonguskjalið snýr seg um, sigur Anfinn Kallsberg. - Kennir fólkaflokkurin seg ikki hava ábyrgd av, at tað dregur út við at skipa landsstýri? - Tað eru ikki vit, sum hava initiativid í løtuni, og tí er tad åbyrgdin hjå sam- bandsflokkinum, at einki spyrst burturúr. Velkleiki Ikki at geva eftir - Er Edmund Joensen ov veikur samráðingarleiða- ri? - Um tað er ein veikleiki at geva eftir, so er tað ikki ein styrki at sita og halda tørn. Edmund Joensen fær einki samstarv í lag, við ongantíð at geva eftir. - Er hetta ikki eitt taktiskt spæl hjá fólkaflokkinum? - Nei, hetta er ramasta álvara. Hjá okkum er tað ikki spurningur um taktikk, men um hvat er neyðugt at gera, fyri at fáa samfelagið aftur á fótur. - Er úrslitið av øllum hes- um ikki bert, at tit nú eru settir í skammukrók? - Nei, tað eru vit íkki. Vit vilja fegnir havasamgongu- na at virka, og vit kenna okkum eisini athavaábyrgd av hesum. Vit staðfesta bert, at fáa vit ikki vinnu- málini undir einum, so gerst einki við tað, sum stendur í samgonguskjalinum. Fólkaflokkurin bíðar nú bert eftir, at sambands- flokkurin letur initíativið frá sær. So fer fólka- flokkurin at føra samgongu- samráðingar, og tað fara ikki at ganga nógvir dagar at fáa upp á pláss, sigur An- finn Kallsberg. - Miðflokkurin sigur, at teir ikki góðtaka at hetta sam- Tíðindablaðið GSK ÆT gonguskjalid verður grundarlag undir møgulig- um samráðingum við fólka- flokkinum á odda? - Tað dugi eg ikki at siga, men um 18 tinglimir hava undirskrivað eitt sam- gonguskjal, og tað íkki kann verða grundarlag und- ir nýggjum samráðingum, so hava allir 18 gingið frá sínum orði. Tað hugsi eg ikki er sannlíkt, sigur An- finn Kallsberg. - Tað hevur eisini verið tosað um, at tað er torført at finna stevið innanflokka hjá tykkum, har nógvir eru vinnulívsmenn. Ert tú veru- ligi leiðarin í flokkinum? - Eg eri leiðari í fólka- flokkinum, og tað skal eing- Anfinn Kallsberg: - Um 18 tinglimir hava undirskrivað eitt samgonguakjal, og tað ikki kann vera grundarlag undir nýggjum samráðingum, so hava allir 18 gingið frá sínum orði. Tað hugsi eg ikki er sannlíkt in ivast í ein løtu. Kanska er ein yvirvág av vinnulívs- fólku.n í flokkinum, men vit standa saman, hóast vit eru ósamdir um ymisk mál. Anfinn Kallsberg heidur ikki, at allar súðir eru syftar. Nú bíðar hann bert eftir, at sambandsflokkurin letur fólkaflokkinum leiðsluna av samráðingunum. Dagny Va i Hvat hava vit át bjóða. Vit hava eitt nýmótans væl útbygt studio, við ollum tú kann hugsa tær. Partur av útgerð okkara : Tascam 3700 mixpultur, við automatisering. Tað vil siga, at hann kann goyma allar stillingar og broytingar av stillingunum, soleiðis at tú við eitt handavend kann heinta tær fram aftur. Tanoy monitorsystem og Yamaha nearfield. Effektir av øllum slag. Telduskipan til at smidja løg vid. Back-line av øllum møguligum slagið, bæði elektronist og aukustist. Stórt urvæl av mikrofonum. Skuldi tað ótrúliga hent, at tú hevur brúk fyri onkrum, ið vit ikki hava, so skaffa vit tað beinanvegin. Manglar tær ein steelguitarist, trompetist, ella okkurt heilt annað, so skaffa vit eisini tað. Hvat kostar at fara í studio : Tímaprísurin er einans 175,-kr. men er tað eitt størri projekt tú ætlar í holt við, so eru vit fúsir at geva eitt ébindandi tilboð. Stakk inn á gólvið, so skulu vit vísa tær okkara hugnaligir helir og framkomnu útgerð. Vit hava altíð ein kaffimun at bjóða. 24 spor studio : TASCAM 3700 pultur, við automatisering og minni, sum kann goyma allar stillingar Ljóð til video/filmar. Vit bjóða okkum eisini fram, til at gerða ljóð til videoupptøkur og filmar. Vit eru royndir í hesum, og gerða vit arbeiðið bæði skjótt og væl, og eru sera kreativir, tá ið tað snýr seg um serligar effektir og tílíkt. Er tað ein serlig uppgáva, sum tú hevur og tú ikki veit hvenn tú skal venda tær til, so tosa við okkum. Vit hava, uttan iva eina góða og ódýra loysn. Útgáva og Fíggjan. Utgåvufelag okkara, ” STEV ”, kann átaka sær at umsita útgávur. Felagið hevur drúgvar royndir og gott fólk Við í útgávuni eru lýsingar og annað, so salan gerðst mest meguligt. Vit átaka okkum eisini at marknaðarfora uttanlanda. Utgåva av plátum, bondum og fløgum kann vera tung byra at lyfta sjålvur, hetta hava vit hugsa um Vit kunnu figgja alt projekti sum tad er! So her er einkið at bíða við ! FRÁI00 Tarzhaym AC. Evyansanoysta I Á TU, & Fx LIS 1740