týsdagur 6. september 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Er
Tað fer ikki dagur, at ikki onkur lesari setir seg í samband við blaðið og bíður um at fáa alt
tilfar, sum hevur verið í blaðnum um okkurt ávíst evni.
| Vit vilja menna orðaskiftið
Vitfara nú sum eina roynd at taka ynskið frá lesarum okkara — og tað eru fólk um alt landið
- til eftirtektar og bjóða tykkum at keypa fyri biligan penga alt savnað tilfar um ávís evni.
Við hesum vilja vit fegin gera okkara til at menna ordaskiftid, sum er eitt tað mest týðandi
grundarlagið undir demokratinum.
Nettup tann sannroynd, at blaðið hevur roynt at lýsa mong ymisk samfelagsmál frá fleiri
síðum og harvið hevur hýst nógvum ymiskum meiningum, ger tað meguligt at fara undir
slíkt tiltak.
Hetta er so eisini ein tíð, har so mangt bylgist í fólki, og tað er m.a. fyri at fáa eitt breitt og
sakligt orðaskifti, at vit nú koma við hesum tilboði.
Vit halda tað er einki meira enn natúrligt, at eitt blað, sum dag um dag, viku eftir viku,
mánað eftir mánað og ár eftir ár viðger flestallar samfelagsspurningar, verður brúkt til
slíkt endamál.
Skúlar, stovnar, feløg, politikarar 0.0.
Tað eru serliga fólk undir útbúgving av alskyns slag, sum ringja til okkara og biðja um at
fáa alt tað, sum er skrivað um eitt åvist mál. Ta% eru eisini skúlaflokkar, sum vilja hava
tilfar, tað eru feløg, stovnar og nógvir einstaklingar.
Undirgrund og marknaðarsamráðingar
Sum eina byrjan hava vit ti nú gjørt eina roynd at savna tað nógva av tilfarinum, sum
hevur verið í blaðnum seinastu 10 árini um undirgrund, olju og marknaðarsamráðingar.
Hetta tilfarid er sera rúgvusmikið og fevnir um fleiri hundrað A4-síður.
Tilfarið varð savnað í sambandi við, at tingid herfyri fyri fyrstu ferð vibgjørdi spurningin
um eina komandi oljuvinnu her á landi. Tað vóru politikarar og teirra millum øll javnaðar-
manningin á tingi og í landsstýri, sum ynsktu at fáa alt hetta tilfarið til tess at kunna kunna
seg um málið undan ordaskiftinum á tingi.
Nú bjóða vit so ollum okkara lesarum sama tilfarið, ið er avrit av greinum 0.ø. um olju-
vinnu og samráðingar við tilknýti til hana. Hetta tilfarið er alt savnað í einum ringbindi og
tískil sera høgligt at koma framat.
Bert 500 krónur
Takið av tilboði okkara fyri bert 500 krónur
Eisini onnur evni
Um áhugi er fyri at fáa alt tilfar um onnur evni eisini, so eru vit til reiðar. Men tað veldst
sjálvandi um, hvussu stórur áhugin er.
Evnini kunnu vera so mong, alt frå sanering av fiskiídnaðinum til spurningin um okkara
sjúkrahúsverk, fyri bert at nevna tvey dømi.
Um ikki so langa tíð verða tvær ráðsteynur í Havn um åvikavist eina komandi oljuvinnu og
so seinastu sjúkrahúsfrágreiðingina. Nú er tað so, at Tíðindablaðið Sosialurin hevur
dekkað hesi bæði oki rættiliga gjølla seinastu 10 árini.
Í oljupakkanum eru eisini fleiri samrødur
við Maritu Petersen, legmann, sum um-
situr hetta stóra målsøkid: Undirgrund.
| Oljupakkin
Í »Oljupakkanum« eru m.a.
allartær áhugaverðu grein-
arnar hjá Sverra Dan Joen-
sen, sum úr Bahrain hevur
gjørt viðmerkingar í Sosial-
inum til teir flestu av spurn-
ingunum, sum snúgva seg
um einakomandi oljuvinnu.
Halda tit, at
hetta ljóðar á-
hugavert og
meta tit, at tit
hava brúk fyri
at síggja alt
tilfar um um-
røddu evni, so
er at fylla sedil-
in út ella ringja
til okkara á tlf.
mangar áhugaverdar sam-
røbur við ein av oddamonn-
unum í oljuráðleggingar-
bólkinum og ein av stjór-
unum á Danmarks Geo-
logisk Institut, Stefan Hult-
berg, ið er ein tann mest
serkøni i øllum oljuspurn-
ingum.
Navn:
Sendið lepan til
BOStabur: ere
Tidindabladid | sosialurin | Nr. 168 — 6. SEPTEMBER 1994 Síða 15
Bileggid oljupakkan nå!
— eitt nú prát við ein av stig-
takarunum til felagið Før-
oya Oljuidnabur, Johan
Mortensen, sum heldur at
vit eiga at fara undir olju-
vinnu sum skjótast, um-
framt samreður við ymsar
útlendskar serfrøbingar á
økinum.
fyri kr. 500,-, sum eg gjaldi
Q Viði. kekki, O Postuppkravi ella Ú Banka/giroflyting
Tíðindablaðið SOSIALURIN
Box 76 — 110 Tórshavn