mikudagur 7. september 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TAÐ SKAL BERA TIL
BÆÐI Reagan og Thatcher høvdu
øvundad okkum hesa skipan. Hetta
vóru orðini hjá einum av tingmonnum
fólkafloksins í sjónvarpinum
sunnukvgldið. Við hesum sipaði hann
til nýggja studningsbarn fólkafloksins,
12% arbeiðsgevarastudningin, sum
hesin flokkur fekk við í borgarliga
samgonguskjalið, sum tó varð av
ongum. Í hvussu so er á hesum sinni. At |
fólkafloksmenn halda, at uppskot teirra
um at allir arbeiðsgevarar skuldu fáa
12% afturgoldnar av útgoldnu lønunum
í skattinum, er teirra sjónarmið. At seta
hetta uppskot í samband við
figgjarpolitikkin hjá so høgravendum
politikarum sum Thatcher og Reagan er
einki minni enn stór skomm, men sigur
ikki so lítið um uppskotið og serstakliga
fólkaflokkin heldur. Neyvan eru tað gll
konservativ/borgarlig, sum fegnast um
at fáa eina skipan, ið so víðgongd
høgraf6lk sum Thatcher og Reagan
øvunda okkum. Hasi Breckanskliku
orðini fella neyvan heldur í góða jørð
hjá øllum fólkafloksfólki, Anfinni t.d.
FÓLKALFLOKSMENN siga, at teir
eru teir einastu, sum hava nakran
politikk. Og rætt hava teir, um orðið
studningspolitikk verður sett ístaðin.
Teirra politikkur er umrødda studnings-
uppskot og so avtøka av Fiskavirking.
Er hetta politikkur? Eitt uppskot, sum
skal lata hvørjum ti einasta arbeids-
gevara 12% av lønariitreidslunum aftur-
goldnar úr landskassanum er ikki nøkur
politisk loysn. Tvgrturímóti er her bara
talan um umfordeiling. Tú sigur so og
so nógvum alment løntum fólkum upp
og forkemur nøkrum almennum tæn-
astum og letur pengarnar tey fåa til
livsins uppihald til allar arbeidsgevar-
arnar í landinum. Hetta siga teir er fyri
at lækka kostnadarstødid og fáa fleiri
hendur í arbeiði. Hetta er tó ikki so. Tú
hevur als onga trygd fyri, at peningurin
ikki fer til privatforbrúk hjá arbeiðsgev-
aranum, tí ongar treytir fylgja við.
Virki, sum kanska ongan møguleika
| FRÆLSI- JAVNADUR— BRØDRALAG
67. ÅRGANGUR
Bladioik; Randi Jacobsen - Dagny Utgevar: PÆ Saslalurin Bústaður: Argjavegi 26 | Postadr.: Postsmoga 76
— Jøensen - Tórfinn Smith - | Uppsetng. P/T Saslalurin Argjum 110Térshavn
— Hilmar Jan Hansen - Prent: PT Pressan 1981 | Teisíon; 11820 ” Telefar: 14720
-
hava at klára seg kortini æna so eitt
sindur longri við hesum pengum. Men
tú hevur onga sum helst trygd fyri, at
hesin studningur fær gongd á nakað
vinnulív.
HITT uppskot fólkafloksins er avtøka
av Fiskavirking. Um fólkafloksmenn
halda, at slík avtøka fer at fáa gongd á
arbeiðið á teimum 20 flakavirkjunum
kring landið, so mugu teir trigva um-
aftur. Vit halda ikki, at Fiskavirking er
endaliga loysnin, men at fyrigykla sær,
at meira virksemi hevði verið kring
landið, um Fiskavirking varð upployst,
er heilt burturvið. Summa summarum
hevur fólkaflokkurin als ongan politikk,
tí uppskot floksins til tess at fáa vinnu-
lívið í gongd, hava møguliga beinleiðis
øvugta effekt. Tað verður ein nýggjur
koddi hjá vinnulívinum.
TAÐ hvílir stór ábyrgd á teimum
flokkum, sum nú eru farnir at royna at
skipa nýtt landsstýri. Vit vita, at talan er
um eina samanseting, sum kann tykjast
mongum løgin. Hvussu skulu samband
og javnaðarflokkur, sum so leingi hava
verið "figgindar” nú bráddliga fáa eitt
samstarv at virka? Hvussu kunnu javn-
aðarflokkur og verkamannafylking fáa
nakað burtur úr einum samarbeiði, tá
hesir flokkar í veruleikanum eru (hava
verið) ringastu "figgindar”. Og soleiðis
kundi verið hildið fram. Vit eiga ikki at
vera blind fyri hesum sannroyndum.
Spurningurin er ti: ber tað til at reka ein
politik við hesum flokkum? Tað kann
bert tíðin vísa. Nú teir borgarligu ikki
so frægt sum kláraðu at liva upp til álit
veljarans er einki annað at gera enn at
royna aðrar møguleikar, tí eitt stýri
skulu vit hava. Nýval eigur bert at vera
ein síðsta loysn.
TAÐ er so vón okkara, at umrøddu
flokkar, sum nú royna at skipa sam-
gongu, kunnu semjast um ein politikk,
sum fyrst og fremst kann fáa stabilitet í
aftur og síðani fáa gongd á. Væl
vitandi, at tað sær svart út, um vit eitt
nú hava seinastu
serfrødingafrågreidingina í huga, so
mugu vit tvinga okkum til at siga: at tað
skal bera til. Tað er so at royna at brúka
tað besta frá øllum. Tað skal bara vera
ein áheitan her á verkamannafylkingina
um ikki at vera órealistisk. Men at hava
bæði bein á jørdini. Tú fær einki
samstarv at ganga við bert at langa út
eftir øðrum og alla tíðina gera ultimativ
krøv galdandi. Hetta eyðkendi
fólkaflokkin og vónandi fer hetta ikki at
eyðkenna nakran av flokkunum, sum nú
samráðast.
UMFRAMT at fáa skil á her heima, so
er neyðugt at vit nú beinanvegin leggja
eina strategi til rættis mótvegis dønum.
Her mugu vit finna eina javnvág, sum
er rímulig og røtt. Vit hava ongan rætt
til at geva dønum skyldina fyri allar
okkara vanlukkur, men vit hava so
sanniliga heldur ikki nakra orsøk til at
gerast undirbrotlig og leggja okkum á
knæ fyri dønum og góðtaka allar teirra
dómar og avgerðir. Her er ikki talan um
antin ella, um hvítt ella svart. Sum
partur av einum ríkisfelagsskapi hava
bæði føroyingar og danir ábyrgd og
skyld í tí stóðu, sum Føroyar eru í í dag.
Tá vit hava sannað hetta mugu vit eisini
royna at liva upp til tær avbjóðingar,
sum ein ríkisfelagsskapur fevnir um.
Eftir okkara tykki er tað ikki rætt at
brúka eina sambandsloysn og enn minni
eina tjóðveldis-loysn, sum hava við
ávíkavist amtsstødu og loysing við
sær. Nýggja landsstýrið og danska
stjórnin mugu til at gloyma tað, sum
farið er og byrja heilt av nýggjum. Tað
er meira enn nakrantíð neyðugt at báðir
pariar lurta hvør eftir ødrum og royna at
skilja hvør annan. Hetta er tað, sum
ríkisfelagsskapurin eisini skal borga
fyri.
JAVNAÐARFLOKKURIN, sum hevur
verið við til at gera flestu avtalur við
danir, verður at sanna, at partar av
hesum avtalum hava íkki verið so
hepnir fyri okkum, og í tílíkum føri eiga
vit at endurskoða avtalurnar. Men mest
umráðandi er, at vit - nú nýggjar avtalur
skulu gerast millum eitt nýtt landsstýri
og eina nýggja danska stjórn - leggja
agg til síðis og fara til verka við opnum
sinni. Føroyingar eiga at vita, at høvdu
vit ikki gjørt avtalur við danir um
endurfigging, so hevði stødan í landi-
num verið nógv meira katastrofal enn í
dag. Tað er tí sera umráðandi, at vit
eisini og ikk minst gera okkum greitt,
hvat gott umrøddu avtalur hava havt við
sær fyri okkum. Hetta eigur at verða
gjørt í sama andadrátti, sum vit og danir
saman royna at broyta og betra um teir
óhepnu partarnar av avtalunum. Her
verður m.a. hugsað um renturnar vit
skulu gjalda aftur av lánunum, ið vórðu
tíkin fyri at bjarga bankunum.
NÚ ræður um at standa saman og brúka
sunt skil. Flokkarnir í komandi sam-
gongu mugu fara til Danmarkar við
einum greiðum uppleggi og vísa, at tað
tænir bæði Danmark og Føroyum at
londini í felag taka skilagóðar avgerðir.
Ein donsk stjórn má gera sær greitt, at
Føroyar hava ikki brúk fyri donskum
skrivaborðsloysnum, sum verða kroyst-
ar niður yvir høvdid á okkum. Vit hava
brúk fyri, at tvey stýri seta seg saman
og útgreina støduna og síðani taka
skilagóðar avgerðir. Ein høvudsfortreyt
fyri hesum er at danski
forsætisráðharrin - eftir komandi
fólkatingsval - kemur til Føroya at vitja.
Tað skal við hesum vera áheitan okkara
á komandi forsætisráðharra, hvat enn
hann eitur, um at koma til Føroya í
hesum árinum. Hann skal vera
hjartaliga vælkomin.
Í blaðnum í dag skrivar John Smith
annars grein, sum m.a. eisini er ætlað
júst komandi danska forsætisráðharra-
num. Hon ger støduna upp og vísir á, '
hvussu neyðugt tað er hjá bæði donsk-
um og føroyskum politikarum og em-
bætismonnum at meta støduna í
Føroyum it frå røttum fortreytum.
Nógvar av "loysnunum”, sum eru
gjørdar hesi seinastu árini bera nedttup
bráð av, at tær eru gjørdar út frá heilt
skeivum fortreytum Tað eu m.a. hesar
forteytir rithøvundin viðger í greinini.
SOSIALURIN
Kjartan D. Joensen, yvirtollari:
Rotta sjáldsom umborð
á føroyskum skipum
Rotta varð funnin umborð á Smaragd herfyri, teir hava tó fingið
ruddað hana út, sigur ein av manningini
Rotta umborð á føroyskum Madurin, id skrivar rottu-
skipi í dag er sjåldsom. sertifikatið, til føroysk skip
Herfyri frættist at landarar | sum vitjaútlendskarhavnir,
høvdu sæð rottu umborð á eitur Kjartan D. Joensen og
isfiskatrolaranum = Sma- hann er yvirtollari í Havn.
ragd, meðan hann lá og
landaði í Miðvági. Umborð
Eitt rottusertifikat eigur at
merkja at skipið er rottu-
á Smaragd verður váttað, at frítt.
teir hava havt trupulleikar — Rotta er sjáldsom um-
við rottu, men at hendan er borð á føroyskum skipum.
útruddað nú. Vit geva heldur ikki rottu-
sertifikat, skuldu vit sæð
leivdir av rottu umborð á
einum skipið, sigur Kjartan
D. Joensen, yvirtollari á
Tollbúðini í Havn.
— Verður rotta sædd um-
borð á skipi, so setir mann-
ingin seg vanliga í samband
við kommununa, har skipið
hoyrir heima og teir fáa
síðan rottueitur umborð.
Tað kemur fyri at teir seta
seg í samband við okkum
og tá eru vit sjálvsagt til
hjálpar, sigur Kjartan D.
Joensen.
— Bert einaferð tað eg veit
um er komið fyri, at
neyðugt hevur verið at
gassa eitt føroyskt skip, tí
tað var fult av rottu. Tað var
tå gøtutrolarin Logos hevði
verið í Maurentania og
roynt. Komin heimaftur
varð hann vístur frá bryggju
í Fuglafirði, tí so nógv rotta
var umborð. Hann lá úti á
redini í Fuglafirði og danir
komu til Føroya at gassa
skipið. Í tilikum arbeiði er
neyðugt at taka alt fólkið av
skipinum og skalka væl til,
sigur Kjartan D. Joensen.
Trupulleikar
við russum
— Russisk skip hava ofta
tey finastu rottusertifikat-
ini, men hetta merkir ikki at
onginrotta er umbord, serti-
fikatini eru ikki eftirfarandi.
- Herfyri varð neyðugt at
vísa einum russiskum skip-
ið burtur frá bryggju, tí so
nógv rotta var umborð. Tað
sama hendi fyri einum
trimum árum síðan á Mið-
vági, tá var eisini talan um
ein russiskan trolara. Í sum-
mar góvu vit loyvi til at
russiska skipið kundi sleppa
at flyta frysta fiskin yvir í
eitt annað skip í Nóls-
oyarfirði. Hetta gjørdu vit, tí
russar flyta kolli fyri kolli
við hond á plattar og tá talan
var um frysta vøru var ongin
vandi fyri at rotta skuldi
finnast í henni, sigur Kjart-
an D. Joensen.
Kjartan sigur, at ikki er
kravt at føroysk skip, sum
bert fiska undir Føroyum
skulu hava rottusertifikat
umborð, men í millum-
landasigling er hetta neyð-
ugt.
jústinus