mikudagur 7. september 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða4 Nr. 169—7. SEPTEMBER 1994
þr
Marita Petersen, lógmaður:
— Eg kolldøm!i
ikki meguleikan
Javnaðarflokkurin er til reiðar at taka ábyrgd, men nógvir
og truplir spurningar skulu fáast upp á pláss, áðrenn ein
møgulig samgonga kann skipast, sigur Marita Petersen
Sambandsflokkurin, javn-
aðarflokkurin, verkamann-
afylkingin og sjálvsstýris-
flokkurin samráddust til kl.
tvey náttina til týsdagin. Tá
vóru partarnir samdir um at
hittast aftur í gjár kl. 14, fyri
at vita, um ein møguleiki er
fyri at skipa samgongu.
Marita Petersen sigur, at
eittnýttsamgonguskjal skal
orðast, og at tað kann gerast
soleiðis, at javnaðarflokk-
urin kann taka undir við tí.
- Enn eru tó nógvir torfør-
ir spurningar at loysa, eitt
núhava vit ikki tosa so nógv
um fíggjarmál higartil.
- Spurningurin er, hvgnn
figgjarpolitikk henda sam-
gongan ætlar sær at reka.
Her eru fleiri ógreiðir
spurningar at fáa upp á
pláss, sigur Marita Peter-
sen.
Marita Petersen sigur um
samgongufundin mánadag-
in, at fólk vóru positiv og til
reiðar at fáa endaligu spurn-
ingar um samgongu av-
greiddir so skjótt sum til
ber.
- Eg hugsi, at flestu
fundarluttakarnir kendu tað
á sær, at hesin møguleiki
skal fåa loyvi at standa sina
roynd, um tad yvirhøvur
skal bera til hjå sambands-
flokkinum at skipa sam-
gongu.
- Sum sagt, av pråtinum
higartil vil eg ikki kolldøma
møguleikan at javnadar-
flokkurin fer í samgongu,
men allar sådir eru ikki
syftar, sigur Marita Peter-
sen i stuttari vidmerking til
seinasta umfarið í søguni
um samgonguna komandi.
Dagny
Fyrsti fundurin millum
sambandsflokkin og
javnaðarflokkin var kl.
13.30 mánadagin. Seinni
vórðu sjálvstýrisflokkurin
og verkamannafylkingin
boðsendir. Fundast var á
ókendum stað til kl. tvey
náttina til týsdagin.
Flokkarnir fóru hvor til
ssín, við tí í huga, at taka
stóðu til realitetssam-
ráðingarnar kl. 13.30
týsdagin.Tingmenn sótu
uttan fyri fundarhølid og
bíðaðu eftir, hvat nú
skuldi henda. Her er tað
Hendrik Old og Marita
Petersen, sum skemta sær
við baksíðutekningini hjá
Óla Petersen
Tíðindablaðið ÆÐI)
Edmund Joensen,
samrådingarleidari
- Eydnast okkum ikki at fåa
samgongu i lag, so fari eg at
lata initiativid frå mær, sigur
Edmund Joensen, sum kortint
ikkt hevur mist vónina um at
skipa landsstýri
Orsøkin til at Edmund Joen-
sen bjóðaði Maritu Petersen
á fund mánadagin, var fyri
at vita, um mótsetningarnir
millum sambandsflokkin
og javnaðarflokkin vóru so
stórir, at eitt samstarv ikki
kundi fáast í lag. Um so ikki
var, so vildi Edmund Joen-
sen bjóða til samstarv.
Edmund Joensen: - Taðer
ov tíðliga at siga nakað enn,
men fyrstu fundirnar hava
verið positivir. Nú skulu vit
tosa nærri um ávís mál, og
so fáa vit at síggja.
- Hóast vit hava arbeitt í
tveir mánaðir við at fáa
borgarliga samgongu, og
hava roynt hetta í tveimum
umførum, so miseydnadist
royndirnar. Fyrst vid verka-
mannafylkingini og teim-
um smáu flokkunum, og
síðani við fólkaflokkinum í
fleiri umførum. Vit hava
verið tolnir, men tað gekk
ikki kortini, sigur Edmund
Joensen.
- Ein onnur orsøk til at
royna enn einaferð er eisini,
at sambandsflokkurin og
javnaðarflokkurin hava sit-
ið í samgongu í 1970 - 74,
og tá eydnaðist samstarvið
væl, so hví kki royna aftur?
sigur Edmund Joensen.
- Um hetta eydnast at fáa í
lag, so fáa vit nærum eina
reina heimastýrissamgon-
gu, saman við verkafylk-
ingini, og tað er heldur ikki
óheppið í hesum døgum.
- Ætlanin er íkki, at tað
skulu ganga nógvir dagar,
áðrenn vit hava skipað okk-
um, men um hetta ikki
gongur, so fer sambands-
flokkurin at lata initiativið
frá sær sigur Edmund Joen-
sen.
- Føroya skulu hava eitt
stýri so ella so. Tí er hesin
møguleiki avgjørt eisini
verdur at royna, sigur Ed-
mund Jonesen.
Dagny