mikudagur 7. september 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 169 — 7. SEPTEMBER 1994 Sida9
Føroyar-Grikkaland
Landslidsvenjarin Allan Simonsen heldur
tað ikki vera ósannlíkt, at landsliðið fer at
fáa okkurt stigið í EM-undankappingini
So skulu Allan Simonsen og
hansara menn rættiliga í eld-
in. Grikkar bíða á Svanga-
skarði í kvøld, og tað er ikki
frítt, at venjarin leggur upp
til, at føroyingar skulu vera
við til at mynda dystin:
— Vit royna at mynda eina
nýggja byrjan. Liðið er ikki
púra samanspælt enn, og tí er
tað eitt sindur misjavnt, sum
vit hava spælt. Men tað er
góður stuðul, at vit hava
tríggjar dagar í frið og náðum
at venja saman. At tað hevur
stóran týdning, sóu vit á ferð-
ini í Eysturríki.
Men gongur væl í dag, so
er ikki óhugsndi, at vit fáa
betri úrslit, enn roknað hevur
verið við. Hendir tað, kunnu
vit siga, at nýtt tíðarskeið er
grundað iføroyskum fótbólti.
Hvat er eitt betri úrslit,
enn roknað hevur verið við?
— Fyri tað fyrsta ynskja vit
at vera við til at mynda dyst-
irnar, soleiðis at skilja, at vit
spæla framrættad og fáa mál-
møguleikar uttan at gera ov
stór mistøk í okkara verju.
Skulu fáa stig
— Men tað er einki at liggja
oman á, at betri úrslit, enn
roknað verður við er, at vit
fáa stig frá onkrum av hinum
tjóðunum. At tað kann bera
til hjá føroyskum fótbólti at
standa seg javnbjóðis fótbólt-
inum í útlandinum, sóu vit, tá
GI spældi so væl í Trelleborg,
at ikki nógvrestaði í, at teir
komu víðari í UEFA Cup.
Allan Simonsen sigur einki
um føroyska liðið í kveld.
- Eg fái onga hjálp frá
grikkum, og ti fáa teir onga
hjálp frá okkum. Teir hava
skift tað mesta út síðani HM
kappingina í USA, men eg
síggi, at teir hava ein royndan
í verjuni, ein royndan á mið-
vellinum og ein royndan í
álopinum, og tað er klókt av
nýggja venjaranum, heldur
okkara venjari.
Hann hevur eisini upp-
skriftina upp á, hvussu føroy-
ingar skulu fáa gott úrslit:
— Teir tykjast standa eitt
sindur á berum eftir HM
kappingina, og tað skulu vit
royna at fáa nyttu burturúr.
Um tað ikki eydnast teimum
at fáa samanspælið at hanga
saman, og um teir ikki fáa
mál, so kann tað verða so
skjótt, at teir gerast ótolnir og
í ringum hýri, og tað skulu vit
fáa nyttu burturúr.
Vit skulu royna at streingja
teir, soleiðis at tingini ikki
hanga saman. Eydnast tað, so
fáa vit at síggja, hvat fæst
burturúr. Men skal hugsingur
vera at fáa nakað sum helst av
skafti, so er neyðugt, at hvør
einasti leikari leggur meiri
enn alla orku í.
Feroyska liðið
Hóast Allan Simonsen ikki
fer atkunngera føroysku upp-
stillingina fyrr enn ein tíma
undan dystinum, so loyva vit
okkum at gita um føroysku
utgangsstøduna:
Jens Martin Knudsen
Allan Mørkøre, Tummas Eli
Hansen, Oli Johannesen
Jens Christian Hansen, Øssur
Hansen - Jan Dam, Abraham
Hansen, Magni Jamskor
Todi Jónsson - Jan Allan
Miiller. Hugsast kann, at Jens
Erik Rasmussen verdur vid.
Um so er, verdur Magni Jarn-
skor å beinkinum.
-nn-
Seinnapartin i dag fer før-
oyskur fótbóltur undir triðja
kapitul í altjóða søguni. Teir
báðir fyrstu vórðu skrivaðir í
EM og HM undankappingun-
um ávikavíst frá 1990 til 1992
og frá 1992 til 1994.
Páll Guðlaugsson var mað-
urin, sum leiddi føroyskan fót-
bólt inn á altjóða leikpallin, og
nú er tað Allan Simonsen, ið
skal standa við endan.
Men tað er ikki bara, tá tað
Tað ber framvegis til hjá
smáum og løttum tjóðum i
altjóða fótbólti at spæla
teimum stóru eitt puss. Tað
fingu vit so seint sum nú
sunnudagin eina áminning
um.
Tá vitjaði Pólland í Ísrael
í sambandi við fyrsta dyst-
in í EM undankappingini í
bólki 1. Ísrael kom tveir
minuttir undan steðginum
á odda 1-0, og teir øktu til 2-
0 miðskeiðis í 2. hálvleiki.
Pólland trýsti ógvusligt, og
viðvíkur venjarapartinum, at
útskiftingar verða gjørdar.
Landsliðið spælir fyri 27. ferð
í altjóða høpi í kveld. Fyrsti
dysturin var á Akranesi móti
Íslandi 24. august 1988. Ísland
vann 1-0, og sammeta vit hóp-
in hjá okkara monnum í dag
við hann, sum var í Íslandi fyri
seks árum síðani, so eru tað
seks leikarar, ið ganga aftur í
dystinum í kveld móti Grikka-
landi. Teir eru Jens Martin
eydnaðist teimum tíggju
minuttir undan dystar-
enda at minka. Men teim-
um eydnaðist ikki at fáa
fleiri mål, og so hevdi Ísrael
vunnið sín fyrsta týdning-
armikla sigur á heimavelli
í heili fimm ár. Ei undur í at
teir fegnaðust eftir dystar-
lok.
Tey bæði londini eru í
bólki saman við Fraklandi,
Rumenia, Slovakínum og
Aserbadsjan. Í kveld verða
tveir dystir leiktir — annar
Knudsen, Jákup Mikkelsen,
Abraham Hansen, Magni Jarn-
skor, Jan Allan Miller og Jens
Erik Rasmussen.
Sammeta vit hópin móti
Grikkalandi við liðið, sum
vann heimskenda sigurin móti
Eysturríki í Landskrona, so eru
tað sjey leikarar í hópinum
hesa ferð, sum eisini vóru við
móti Eysturríki: Jens Martin
Knudsen, Tummas Eli Han-
sen, Abraham Hansen, Allan
millum Slovakia og Frak-
land, og hin millum Rume-
nia og Aserbadsjan.
Hóast tað var Rumenia,
sum var við í HM kapp-
ingini í USA, so er tað Frak-
land, ið verður mett sum
sterkasta tjóðin í bólki 1.
Men eitt eru metingar, og
annað er, hvat hendir á
vellinum. Tað kunnu í
hvussu so er ísraelsmenn og
póllendingar skriva undir
uppá!
-nn-
Tað gongur skjótt
Mørkøre og Jan Dam vóru á
liðnum fyrsta EM dystin, sum
varð leiktur 12. september
1990, og Magni Jarnskor og
Jens Erik Rasmussen sótu á
beinkinum allan dystin. Páll
Guðlaugsson skifti ongan leik-
ara út hetta minniliga miku-
kveldið.
Fyri fýra árum síðani vóru
fýra av teimum sekstan leikar-
unum, sum nú mynda lands-
liðshópin, umleið 18 ára gaml-
ir. Teir, sum eru føddir í 1972:
Óli Johannesen, Henning Jarn-
skor, Djóni N. Joensen og Todi
Jónsson, sum hóast sín unga
aldur man vera ein tann leikar-
in, sum er komin longst í fót-
bólti.
Henning Jamskor er yngsti
maður í føroyska hópinum.
Hann er føddur 15. november
1972, og tad vil siga, at hann
verdur 22 år dagin fyri, at Før-
oyar dystast móti Finlandi í
Helsingfors.
Abraham Hansen er nógv
tann elsti føroyski leikarin í
hópinum hesaferð. Hann er
føddur 16. juni 1959 og er 35
åra gamal. Honum å baki kem-
ur so Tammas Eli Hansen, ið
er 28 åra gamal. Hann er fødd-
ur 11. februar 1966.
-nn-
Jan Dam
26 ár í dag
Ein av landslidsspælarunum, sum í kvøld fer
at royna seg móti grikkum, fyllir árið í dag.
Tað er Jan Dam úr HB, ið fyllir 26 ár.
Jan er ein av spælarunum í núverandi h6p-
inum, ið hevur flestar altjóða royndir — bæði
um landsliðið og HB í Europa Cup.
Tilsamans hevur hann spælt 28 altjóða dyst-
ir fyri Føroyar, og eitt mál hevur hann eisini
skotið. Tað skjeyt hann á
móti Íslandi í Gundadali Ai ég
land vann dystin 3-2. bj.