mikudagur 7. september 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 169 — 7. SEPTEMBER 1994
| Lésarabrøv
Målsøki i landsstyrinum
Býti av målsøkjum í lands-
styrinum er sjålvandi altid
aktuelt, tá ið nytt landsstyri
verður skipað. Tað er tað eisin
hesu ferð. Men hesu ferð hevur
tað serligan týdning, at býtið
verður gjørt við skili, og ikki
bara sum ein partur av polit-
iskum rosashandli.
Gamla Legtingið gjørdi tað
bragd atsamtykkjaeinanýggja
stýrisskipanarlóg, og nývalda
tingið endurtók bragdið við at
samtykkja lógina av nýggjum,
soleiðis at hon fær gildi á ólav-
søku komandi.
Eftir hesi lóg fáa viteinaråd-
harraskipan frá og við 29. juli
1996, tað vil siga eftir vanligari
mannahugsan í starvstíðini hjá
tí landsstýri, sum nú tekur við.
Ábyrgdin hjá hesum lands-
stýri, og serstakliga hjá kom-
andi løgmanni, er tí at skipa so-
leiðis fyri, at bæði politiska og
embætisliga skipanin er í sam-
svar við lógina, bæði hin 29.
juli 1995 og ólavsskudag
1996. Ein partur av hesum
skyldum er, at vit hava nøku-
lunda væl defineraðar ráð-
harrastovur um bæði eitt og
tvey ár. Tí er tað av størsta
týdningi, at býti av målsøkju-
num longu nú, tá landsstýrið
verður sipað er í samsvar við
samtyktu stýrisskipanarlóg-
ina.
Í lótuni eru í Tinganesi hesar
deildir, sum líkjast ráðharra-
stovum, og sum uttan størri
hóvasták kunnu umskipast til
slíkar:
1. Løgmansdeildin
Henda deildin umfatar í høv-
uðsheitum hesi øki:
Stýrisskipanarmál
Fyrisitingarmál
Umboðan
Almenn starvsfólkamál,
sí viðmerking seinri
Uttanríkismál
Undirgrundarmál
Samskipan av landsstýrisar-
beiðinum.
Løgmansstarvid er sjálvandi
tað mest týðandi av lands-
styrisstørvunum. Løgmadur er
stjórnaleiðari, og mest týðandi
av målsøkjum hansara er tað
seinast nevnda, nevniliga
samskipan av landsstýrisar-
beiðinum, ikki minst tá ið ráð-
harraskipanin fær gildi, og
landsstýrisfundir, soleiðis sum
teir virka í dag, detta burtur.
Løgmansdeildin kann saman-
berast við forsætismålaråd og
uttanríkismálaráð aðrastaðni.
Tað starvsøki, sum eitur al-
ment starvsfólkamál, tað er
eisini ein serlig lønardeild i
Tinganesi, átti at veri flutt frá
Løgmansdeildini til tað næstu
deildina, Lógardeildina. Løg-
maður vilaltíð hava nóg mikið
at gera kortini, og týdningurin
sum stjórnarleiðari vildi veri
stórri, um hann ikki hevði hetta
målsøki.
2. Lógardeildin
Henda deild umsitur f høvuds-
heitum hesi øki:
Lógarmál, tað vil siga eftir-
kannan av øllum lógartilfari,
bæði løgtings- og ríkislógum.
Serligar lóggávur, sum td.
ferðslulóg, rúsdrekkalóg,
navnalóg, brunalóg v.m.
Kommunumál
Almenn starvsfólkamál
(lønardeildin), sí viðmerking
omanfyri.
Lógardeildin kann, umsipað til
ráðharrastovu, sammetast við
løgmålarådid og inanríksráðið
í Danmark.
3. Almanna- og heilsudeildin
Henda deildin umsitur:
Almannamál
Heilsumál
Arbeiðsmarknaðarmál
Íbúðarmál.
Henda deildin kann væl um-
skipast til ráðharrastovu, og
kann sammett við donsk viður-
skifti umfatað Social-, Sund-
heds-, Arbjejds- og Boligmini-
steriet.
4. Fíggjar- og
búskapardeildin
Hendan deildin umsitur:
Fíggjarmál
Skattamál
Búskaparmál, herundir
bankamál
Tryggingarviðurskiftir.
Eisini í hesum førinum er lætt
at umskipa til ráðharrastovu,
sum svarar til Finans-, Skatte-
og Økonomiministeriet aðra-
staðni.
5. Vinnulívsdeildin
Hendan deildin umsitur í høv-
uðsheitum hesi øki:
Fiskivinnumál
Sjóvinnumál
Fiskiídnað- og onnur
ídnaðarmál
Alivinnuna
Landbúnað
Orku- og oljuvinnumál
Handilsmál, herundir parta-
feløg, skrásetingar v.m.
Hetta er tann deildin, sum
longst hevur virkað sjålvstød-
ug í Landsstýrinum. Á donsk-
um vil henda deildin sum ráð-
karrastova svara til Fiskeri-,
Industri-, Landbrugs- og Ener-
giministeriet.
6. Útbúgvingar- og
mentadeildin
Í høvudsheitum umfatar hend-
an deildin:
Skúlamál
Onnur útbúgvingar- og
lærlingamál
Mentamál
Kirkjumál.
Svarandi til onnur lond, um-
fatar hendan deildin undirvís-
ingar-, mentamála- og kirkju-
málaráð.
7. Samskiftisdeildin
Hendan deildin umsitur í høv-
uðsheitum:
Vegir og havnir
Strandferðslu og loftferðslu
Telefonverk og onnur
kommunikatión
Umhvervismál
Ferðamannavinnu
Orsøkin til at ferðamannavinn-
an er í hesi deild er, at hon er so
nær knýtt at samferðsluni.
Hendan ráðharrastova svarar
til tað sum í Danmark verður
rópt Trafik-, Kommunika-
tions- og Miljøministeriet.
Tá ið henda greinin kemur í
blødini er býtið av målsøkjum
millum teir nýggju landsstýris-
menninar, sum helst verða sjey
í tali, longu gjørt. Vónandi
ræður sakligheitin og skyn-
semi, soleiðis at tann uppbýt-
ingin, sum her er víst, nøku-
lunda verður fasthildin. Við
hesum uppbýti kann ein ráð-
harra- og ráðstovuskipan út-
byggjast, og fyrisitingin og
embætisverkið verður betur.
Tað er ein fortreyt fyri, at
landsstýrismenn einsamallir
og persónliga skulu hava á-
byrgd av hvør sínum øki.
Tíðindablaðið (ST,
Annars er at siga til tað stríð,
sum hevur verið um tillutan av
målsøkjum seinastu dagarnar,
at tað er einki nýtt í samband
við landsstýrisskipanir. Ég
minnist í 1989, tá var eg sjálvur
légmaður. Vit umskipaðu
landsstýrið í juni mánað. Tá
kom Sambandsflokkurin upp í
landsstýrið, og hann setti tað
sum eina ófrávíkiliga treyt, at
flokkurin kom at umsita bæði
fiskivinnumál og fíggjarmál.
Hann fekk eisini bæði hesi mál
at umsita. So tá formaður sam-
bandsfloksins heldur, at hetta
ikki er siðvenja, er tað ikki heilt
rætt. Hann átti at minst tað, tí
hann var sjálvur við í teimum
samráðingunum.
Vit mettu tå, at løgmans-
starvið var tað tydningarmesta
í landsstýrinum, og tað er
framvegis vanliga metingin.
Um sambandsformaðurin ikki
ger tað nú, er fryktandi fyri, at
starvið ikki verður nóg væl
røkt.
Jógvan Sundstein
Frå månadegi 12. sept.
avgreida vit ymiskt
+ SVEISIARBEIÐI
+ DEKKSKIFT
* UMVÆLINGAR
JACOB POULSEN
SUMBA - TLF. 70216
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1,
100 Tórshavn, afholdes
torsdag den 29. september 1994
kl. 10.00
tvangsauktion, (AS 187/94) over matr.
nr. 154, Kirkjubø beliggende Traðar-
gøta 29, Argir.
Auktionen er begæret af Advokatskriv-
stovan, Fr. Petersensgøta 9, Tórs-
havn, tlf. 11145 (j. nr. 940442) på veg-
ne en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 320 m? stor grund. Det bebyggede
areal udgør 88 mí 1 etage.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 01.09.94
Henrik Engell Rhod
dím.
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1,
100 Tórshavn, afholdes
torsdag den 29. september 1994
kl. 09.20
tvangsauktion, (AS 243/94) over matr.
nr. 4 ac, Argir beliggende Reynsgøta
15.
Auktionen er begæret af Advokatskriv-
stovan, Fr. Petersensgøta 9, Tórs-
havn, tlf. 11145 (j. nr. 940493) på veg-
ne en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 380 m? stor grund. Det bebyggede
areal udgør 126 mí 2 etager.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 01.09.94
Henrik Engell Rhod
dím.
Tvangsauktion
Pá Dommerkontoret, C. Ployensgeta 1,
100 Tórshavn, afholdes
torsdag den 29. september 1994
kl. 10.10
tvangsauktion, (AS 188/94) over matr.
nr. 198, Miðvágur beliggende við Kirkj-
ar.
Auktionen er begæret af Advokatskriv-
stovan, Fr. Petersensgeta 9, Tórs-
havn, tlf. 11145 (j. nr. 940441) på veg-
ne en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 371 m? stor grund. Det bebyggede
areal udgør 44 mr i 2 etager.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 01.09.94
Henrik Engell Rhod
dím.