hósdagur 10. juli 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 128 - 10. juli 2003
Nr. 128 - 10. juli 2003
3
Ternan 1 verður til Vípan
Enn er ikki greitt hvat
gamla Ternan skal
nýtast til, nú nýggir
eigarar hava tikið
yvir. Hon broytir tó
navn og eitur nú
Vípan
SKIPASØLA
Stefan í Skorini
Fólk skulu nú venja seg
við, at gamla Ternan frá nú
av kallast Vípan. Hóast
Strandferðslan ikki vildi
varðveita skipið, so vildi
hon fegin varðveita navnið,
og tí hava nýggju eigarar-
nar nú givið skipinum nýtt
navn.
Tað er Faroe Group við
Sjúrði Gorm Petersen, sum
hevur keypt gomlu Ternuna
fyri 510.000 krónur frá
Strandferðsluni.
– Hetta er eitt væl við-
líkahildið skip, sum funger-
ar væl og er í góðum standi,
sigur
Sjúrður
Gorm
Petersen.
Fer møguliga av
landinum
Enn hava nýggju eigararnir
ikki gjørt av, hvat Ternan 1
skal nýtast til, men ein
møguleiki er at seta hana í
sigling í øðrum londum,
t.v.s. at leiga hana út til út-
landið. Einki ítøkiligt er tó
á borðinum enn.
Strandferðslan
hevði
fimm boð upp á skipið, tá
freistin at bjóða var úti tann
20. juni. Avgjørt varð at ar-
beiða við tí hægsta boðnum
uppá 750.000 krónur, men
tá tað varð tikið aftur, varð
skipið selt Faroe Group fyri
511.000 krónur, sum var
tað næsthægsta boðið.
Strandferðslan
keypti
Ternuna í 1970 úr Týsk-
landi, og hon røkti farleið-
ina millum Klaksvík og
Leirvík fram til 1980, tá
nýggja Ternan varð sett í
sigling. Síðani broytti skip-
ið navn til Ternan 1 og
sigldi fyri tað mesta millum
Havnina og Skálafjørðin og
um Vestmannasund.
Gamla Ternan varð smíð-
að í 1960 í Wawelsflath í
Týsklandi og hevur tískil
43 ár á baki.
Faroe Group hjá Sjúrði
Gorm Petersen hevur nú
tvey gomul skip hjá Strand-
ferðsluni í flotanum. Felag-
ið eigur eisini gamla Trónd,
sum í nógv ár røkti farleið-
ina til Sandoynna.
Tróndur hevur júst havt
tríggjar túrar sum vaktar-
skip í oljuvinnuni, men er
aftur í Føroyum nú. Triðja
skipið hjá Faroe Group er
Orion, sum er í fastari
sigling hjá Statoil.
Ternan 1 broytir navn og
kallast nú Vípan. Nýggju
eigararnir hava enn ikki gjørt
nakran nýggjan sáttmála,
hvat skipið skal nýtast til,
men møguliga verður hon
sett í sigling aðrastaðni enn í
Føroyum
Mynd: Skipalistin
C
M
Y
K
3
2