Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 128 - 10. juli 2003 Nr. 128 - 10. juli 2003 5 Er illgrunin ímóti Bakkafrost og alistøðini á Bakka, rættur, er talan um eitt sera álvarsligt mál ÚTFLUTNINGUR UNDIR ILLGRUNA Áki Bertholdsen Nú fingu føroyingasr eisini sína matvørugølu. Tað fingu vit seinnapart- in týsdagin, tá ið Heilsu- frøðiliga Starvsstovan meldaði Alistøðina á Bakka og Bakkafrost fyri í fyrra lagi at hava brotið mat- vørulógina og fyri í øðrum lagi at hava brotið kunn- gerðina um niðurberjing av ILA. Illgruni er um, at ali- virkið á Glyvrum hevur útflut laks, sum er sjúkur og deyður av ILA til manna- føði. Og tað er ikki lógligt. Løgreglan kannar nú málið og Landsdjóralæknin sigur, at hann fer at geva løgregluni arbeiðsfrið. Fiskur, sum hevur ILA, kann takast og seljast, men undir serligum treytum, ella skal hann burturbein- ast. Heilsufrøðiliga Starvs- stovan sigur, at tað er ikki samsvar ímillum tey tølini, sum alifyritøkan á Glyvrum hevur tikið sum ILA sjúkan og deyðan laks og ta mongdina, sum fyribeindur ella útfluttur undir hesum serligu treytunum. Sostatt er Heilsufrøðiliga Starvsstovan komin eftir, at laksur, sum er sjúkur og deyður av ILA, er útfluttur til matna sum vanlig vøra. Bjørn Harlou, lands- djóralækni, sigur, at verður illgrunin prógvaður, kann ES í ringasta føri banna innflutningi av føroyskum laksi. Hann sigur, at tá ið slík mál taka seg upp, hevur hann skyldu at boða ES frá, og tað hevur hann gjørt. Seinasti seymurin Keldur í alivinnuni, sum vit hava tosað við, stúra fyri, at hetta kann verða seinasti seymurin í kistuni hjá føroysku alivinnuni, sum er illa sperd frammaundan. – Tað er ongin ivi um, at felagsskapir í ES londum, fara at brúka hetta sum eitt gylt høvi til at royna at beina fyri føroyskum út- flutningi av alifiski til ES marknaðin, tí vit eru ein stórur kappingarneyti hjá alivinnuni í ES. Hóast Alistøðin á Bakka og Bakkafrost verða fríkend, er illgrunin reistur og tað kann verða til stóran skaða fyri føroyskan útflutning. Hinvegin kunnu vit eisini brúka hetta til at vísa á, at eftirlitið virkar og tað kann skapa álit, sigur Jan Mortensen, stjóri í vinnuhúsinum. ILLGRUNASAMUR ÚTFLUTNINGUR Áki Bertholdsen – Hetta kann verða ómeta- liga óheppið fyri føroyskan útflutning. Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum og skrivari í Havbúnaðarfelagnum, sig- ur, at hevur alibrúk útflutt fisk, sum er sjúkur og deyður av ILA, er tað eitt álvarsmál. – Tað kann fáa stórar avleiðingar fyri føroyskan útflutning, ikki bara av alifiski, men av fiski, sum heild. Hann sigur, at vit vita, hvussu stóran ans matvøru- gølur vekja kring um í Evropa og í heiminum ann- ars. Nú hava so vit eisini fingið eina matvørugølu og tað kann gerast okkum dýrt, heldur hann. Hann sigur, at tað kann fáa keyparar at aftra seg við at keypa føroyskan laks, tí teir missá álitið á okkum. Men tað kann eisini smitta annan útflutning, so at tað eisini raka útflutn- ingin av vanligum fiski. Tað er heldur onki duls- mál, at í eygunum á alarum kring um í Evropa, er alivinnan í Føroyum ein stórur kappingarneyti og tað hevur av og á verið nevnt, at alivinnan í Evropa, brúkar allar snildir fyri at seta fót fyri alivinn- una í Føroyum. Eitt nú var hildið, at ongar sakligar orsøkir vóru til at ákærar føroyska ali- vinnu fyri prísdumping og ákæran varð rætt og slætt tikin sum ein ósaklig roynd at darva føroysku alivinn- uni. – Vit kunnu stúra fyri, at alivinnan í Evropa fer at brúka hetta sum eitt gylt høvi til aftur at seta fót fyri føroysku alivinnuna og fer at royna at fáa myndug- leikarnar at steðga innflutn- ingi av føroyskum laksi, kanska ikki í allar ævir, men inntil málið er kannað til botns og avgreidd. Men bara tað, at stígur kemur í útflutningin, kann fáa sera álvarsligar avleið- ingar fyri føroysku alivinn- una, sum ordiliga ekur á knøunum frammanundan. – Vit hava eina heilsu- frøðiliga savtalu, so tað skuldi onki verið at stúrt fyri, men tað kann hugsast, at alarar í Evropa fara at brúka hetta høvi til at seta forðingar í vegin fyri føroyska aling. Hvørjar avleiðingarnar verða veit Jan Mortensen ikki. Men tað er almanna kunnugt, at alivinnan er í so svárari kreppu, at summi ivast í um ikki mesti parturin av henni er farin fyri bakka um eitt ár, so hetta er bara steinur oman á eina byrðu, sum er næstan er óberandi frammanundan. Men hann sigur eisini, at hetta málið kann eisini brúkast til at styrkja álitið á føroyskan útflutning. – Vit kunnu brúka hetta høvi til at vísa umheimin- um, at vit hava áhaldandi eftirlit og at okkara eftirlit virkar. – Vit kunnu vísa á, at hetta er eitt dømi um, at vit taka mál upp, beinanvegin illgruni um okkurt óreglu- ligt tekur seg upp og at óregluligt virksemið verður steðgað beinanvegin. Skaðin er hendur Jan Mortensen vísir tó át, at enn er bara talan um ein illgruna ímóti Bakkkafrost og Alistøðini á Bakka. Og hóast tað endar við fullkomiligari fríkenning , heldur hann, at stórur skaði kann longu vera hendur. – Illgrunin er sáddur og tað kann gera sítt til, at keyparar aftra seg við at keypa føroyskan alifisk. Hann heldur tí, at før- oyskir myndugleikar eru ov skjótir at almannakunngera slík mál. Hann er ikki fyri at dylja slík mál. Men hann heldur, at myndugleikarnir eiga at halda tætt, til tey eru kann- að og ein avgerð er fallin. – At almannakunngera illgrunar sum hesar, er ógvuliga óheppið fyri alla vinnuna og tí eigur slíkt ikki at almannakunngerast í hálvum gekki, men bara tá ið full greiða er fingin um, hvat yvirhøvur er í málin- um. – Eg haldi, at føroyskir myndugleikar duga ov illa at halda tætt. Hann tekur løgregluna sum dømi. – Løgreglan kannar ein hóp av málum, uttan at eitt orð lekur út um tað og eg haldi, at aðrir myndugleikar eiga at brúka sama leist, sum løgreglan. Hann sigur, at vit kunnu hugsa okkum gøluna ið verður, verða Bakkafrost og Alistrøðin á Bakka fríkend, men at útflutningurin kort- ini er farin fyri bakka, tí myndugleikarnir vóru ov opinskáraðir og kunngjørdi ein illgruna, sum onki hald var í. Tá kunnu vit skjótt koma í ta støðu, at vit missa stór útflutningsvirði á full- komiliga skeivum grundar- lagi. – Tí er tað ótrúliga um- ráðandi, at myndugleikar- nir gera sær stóran ómak at handfara slík mál rætt og tað haldi eg ikki at teir gera í løtuni, sigur Jan Morten- sen. Farin frá sum for- maður Hans Jacobsen, sum er stjóri á Alistøðini á Bakka, sum er meldað til Løg- regluna er farin frá sum formaður í Havbúnaðar- felagnum Hans Jacobsen er ikki longur formaður í Havbúnaðarfelagnum. Tað gjørdi hann greitt týsdagin. Hann er stóri á Alistøðini á Bakka, sum er meldað til løg- regluna fyri illgrunan um at hava útflutt fisk, sum er sjúkur og deyð- ur av ILA. Og tað er ein av- leiðing av hesum, at nú hevur tikið seg aftur sum formaður í Hav- búnaðarfelagnum. Jan Mortensen, sum er skrivari í felagnum, váttar, at Hans Jacob- sen hevur tikið seg aftur sum formann. Hann sigur, at tá ið nevndin kemur saman, má hon so taka støðu til, antin nýggjur for- maður skal veljast. Annars hevur Hav- búnaðarfelagið ikki viðgjørt støðuna, eftir at Bakkafrost og Ali- støðin á Bakka eru meldað til løgregluna undir illgruna fyri at hava útflutt fisk, sum er sjúkur og deyður av ILA. So fingu føroyingar eisini sína matvørugølu Útflutningur og ILA: Skaðin er longu hendur – Illgruni er um, at Bakkafrost og Alistøðin á Bakka hava útflutt fisk sum er sjúkur og deyður av ILA, men Jan Mortensen heldur ikki, at myndugleikarnir handfara málið rætt, tí teir kunnu elva til stóran skaða við síni framferð Sambært Heilsufrøðilgu Starvsstovuni hevur Bakkafrost virkað og útflutt laks, sum er sjúkur og deyður av ILA. Løgreglan kannar nú málið Operatión fólkaræði er sett í gongd í Irak. Landið skal byggjast upp frá grundini, so ein demokratisk siðvenja kann taka yvir, har harðrenda stýrið hjá Saddam Hussein slepti. Tommy Petersen er biðin um at hjálpa til at byggja eina umsiting í býnum Basra og økinum rundanum ÚTSENDUR Ingi Rasmussen Kríggið er av, og Irak skal byggjast uppaftur. Londini í vesturheiminum kappast um at bjóða seg fram og senda pengar og fólk til krígsrakta økið. Í næstum fer eitt fólk úr Føroyum til Irak at byggja land. Talan er um Tommy Petersen, løgfrøðing, sum kanska er mest kendur fyri sína tíð sum almannastjóri. Herfyri var hann útsendur av DANIDA til Nepal, har hann arbeiddi í tvey ár við at menna og spjaða umsit- ingina í einum nýggjum fólkaræði. Nú er hann ráð- gevi í føroyska oljumála- ráðnum, har hann serliga fæst við orku og umhvørv- isvernd. Tommy Petersen hevur staðið á einum lista í danska uttanríkisráðnum yvir persónar við royndum og fakkunnleika, sum kunnu traðka til, um brúk er fyri teimum úti í heimi. Uttanríkisráðið var eftir øllum at døma so væl nøgt við hansara avrik í Nepal, at boð vóru send eftir Tommy, nú Irak skal hjálp- ast á føtur og broytast til eitt demokratiskt land eftir mong ár undir harðrenda stýri Saddams. – Eg gleði meg og eri øgiliga spentur. Uppgávan hevur víðar karmar, og vit skulu í stóran mun sjálv skapa innihaldið saman við irakum. Vit skulu vera við til at leiða økið inn í eina umsitingarliga siðvenju, sum vit kenna frá meiri opnum samfeløgum, og tað er ein stór avbjóðing, sigur Tommy Petersen. Bretskt stýrt øki Tommy Petersen verður í økinum kring býin Basra í suðurpartinum av Irak. Hetta er eitt av teimum fýra fyrisitingarligu økjunum, sum Irak varð býtt upp í eftir kríggið. USA hevur leiðsluna í hinum trimum økinum, men Bretland hevur yvirskipaðu stýring- ina í sunnasta økinum, sum gongur frá markinum til Kuveit norður ímóti Bag- dad. Danski ambassadørurin í Sýria, Ole Wøhlers Olsen, er sivilur stjóri í bretska økinum og hevur ovastu umsitingarligu ábyrgdina. Danmark hevur sett 350 milliónir krónur tilsamans av til at byggja Irak upp- aftur, sum eru býttar í 180 milliónir krónur til neyð- hjálp og 170 milliónir krón- ur til uppbygging. Millum tey, sum skulu til Irak at leggja lag á, eru dómarar, politistar, heilsu- starvsfólk og umsitingar- ligir persónar. Í tøttum samstarvi við lokalar kreft- ir ræður um at fáa landið aftur á føtur og virka meiri opið eftir vesturlendskari fyrimynd, men á arabiska grund. – Fólkini í økinum eru sum heild væl útbúgvin, so vit skulu ikki læra tey. Eg síggi ikki meg sjálvan sum ein lærumeistara, men meira sum eitt hjálparfólk. Vit skulu í felag byggja upp og menna eina skipan, ið hevur til endamáls at hjálpa fólkum heldur enn at stýra teimum, sum hevur verið lagið undir ræðslu- stýrinum hjá Saddam Hus- sein. Fólkini kenna kon- septið við demokratiskari umsiting, men tey hava ikki upplivað hana, og tí kunnu vit hjálpa til, sigur Tommy Petersen. Eitt lag er burtur Í Nepal upplivdi hann nak- að líknandi, sum hann kann koma út fyri í Irak. Fólk vóru von við, at alt var miðstýrt. Tey tordu ikki at taka avgerðir sjálv, og bíðaðu eftir boðum úr erva, áðrenn nakað varð gjørt. Nú er eitt lag av leiðarum burtur, sum hoyrdu upp í harkaliðið hjá Saddam Hussein, og tí verða av- gerðirnir fluttar út, nærri borgaranum. – Vit skulu fáa tað lokala at rigga. Tað ræður um at fáa alt tað lívsneyðuga at virka í einum milliónabýi, sum er komið undan einum ræðslustýri og einum kríggi. Vit skulu ráðgeva um, hvussu umsitingin virkar meiri desentralt og opið ímóti borgaranum, sigur Tommy Petersen Ein balansugongd Basra er ein gamal mið- depil, er havnabýur og hevur verið ein handilsæðr frá gamlari tíð. Í sjálvum Basra eru 1,4 milliónir íbúgvar, og í øllum økinum, sum Ole Wøhlers hevur ábyrgdina fyri, búgva til- samans 4 milliónir fólk. Økið er hampuliga væl fyri eftir kríggið, men trupulleikar kunnu sjálv- andi standast av, at hjálpar- fólkini koma inn í landið í kjalarvørrinum á einari innrás frá fremmandari her- megi. – Tað er ein balansu- gongd. Sjálvandi kunnu konfliktir íkoma, tí vit koma inn uttanífrá uttan at vera bjóðað. Men vit hava hinvegin boðið okkum til at gera ein humaniteran inn- sats, so eg rokni við, at vit eru vælkomin. Grund- leggjandi eru arabar gesta- blíðir, so eg ræðist ikki, sigur Tommy Petersen. Tey hava fingið ein irakskan tulk, sum eisini skal ráðgeva um lokal viðurskifti. Harafturat er tað helst ein fyrimunur, at danski leiðarin hevur eina konu úr Algir, er konverter- aður til Islam og hevur búð nógv ár í Miðeystri og tosar arabiskt. – Tað ræður um at stinga fingurin í jørðina og hyggja eftir, hvussu tey plaga at gera. Eg fati meg meira sum ein, ið skal ganga ímillum, seta spurningar, lurta og geva góð ráð, heldur enn ein, sum kemur at fortelja teimum, hvussu tey skulu gera, sigur Tommy Petersen. Ímóti Saddam Oyðileggingarnar eru ikki so ógvusligar av krígnum í sunnara parti av Irak, og mótstøðan ímóti fólkum uttanífrá er minni enn aðrastaðni. Tá samanum kemur er tað kanska ein fyrimunur, at tey flestu í økinum, sum eru shia- muslimar, vóru ímóti stýr- inum hjá Saddam Hussein, áðrenn hann fall. Tey settu seg ikki til mótverju, tá innrásin kom, tí tey hava verið fyri hørðum ágangi í nógv ár. – Økið er ikki í humani- terari neyðstøðu av kríg- num, og tær grundleggjandi tænasturnar virka hampi- liga væl, hóast kríggj hevur verið. Men júst tað, at Saddam Hussein royndi at pína økið, tí hansara mót- støðufólk vóru í økinum, er ein partur av avbjóðingini. Fyri at stýra økinum við harðari hond leiddi Saddam Hussein vatn burtur, svølt- aði og gjørdi skaða, og tí skal nógv rættast, greiðir Tommy Petersen frá. Uppgávan er ásett at vera í eitt hálvt ár, og Tommy Petersen fer avtað áðrenn ólavsøku. Hann er tann einasti úr Føroyum, sum er sendur avstað, og einans 8 til 10 danskarar fara í líkn- andi uppgávum. Til Irak at byggja land Áðrenn ólavsøku skiftir Tommy Petersen útsýnið av oljumálaráðnum út við krígsrakta Irak Mynd: Jens K. Vang Bretska økið, sum er stýrt av dananum Ole Wøhlers Olsen, gongur suðuri frá markinum til Kuveit norður ímóti Bagdad C M Y K 5 4