Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 128 - 10. juli 2003 Nr. 128 - 10. juli 2003 7 Fundast um rækjuprísir Tað er ikki bara tann føroyska rækjuvinnan, sum er í trupulleikum. Soleiðis er eisini í Grønlandi. Grønlendska veiðimannafelagið KNAPK og Royal Greenland høvdu fyrradagin fund um viðurskiftini, eftir at rækjuprísurin er fallin. Har samdust partarnir um at halda fund hvørja viku fyri at fylgja gongdini í vinnuni. Tønnes Berthelsen hjá KNAPK sigur, at partarnir fara at halda eyga við rækjuprísinum á útlendsku marknaðunum, men hann ásannar, at á altjóða markn- aðinum er prísurin í botni í løtuni. Keypa ikki bilar Hóast rentan er so lág sum sjáldan fyrr, og hóast danir hava fingið sera góðar møguleikar at umleggja síni lán, er tað einki, sum bendir á, at fólk hava hug at nýta fyrimunirnar til at keypa sær nýggjan bil. Bent Mikkelsen í bilainnflytarafelagnum sigur við Jyllandspostin, at tølini í juni vóru líka vánalig sum mánaðarnar frammanundan, og hann sigur seg ikki duga at síggja nakran glotta fyri framman. Tvørtur- ímóti er hann bangin fyri, at nýggir bilar eru vorðnir so dýrir, at vanligar inntøkur eru ikki nóg mikið til bil- keyp longur. Lítla bilasølan fer eisini at svíða í statskassanum. Stjórnin hevur roknað við, at bilasølan fer at veksa seks prosent í ár, og at statskassin sostatt fær væl meiri inn- tøkur frá skrásetingargjaldinum. Men so verður ikki. Bent Mikkelsen sigur, at heldur verandi gongd fram, fer statskassin at missa millum 2,5 og tríggjar milli- ardir krónur í skásetingargjøldum. Stórur áhugi fyri flogfelagi Fleiri av teimum størstu flogfeløgunum liggja nú fram- við at sleppa at keypa sveisiska flogfelagið Swis Inter- national Airlines. Talsmaðurin hjá felagnum vil ikki upplýsa, hvørji tey áhugaðu feløgini eru, men týska Lufthansa, bretska British Airways og franska Air France hava fyrr sagt seg hava áhuga í sveisiska felagnum. Swiss Internati- onal Airlines fór fyrstu ferð á flog fyri einum góðum ári síðani og kom ístaðin fyri tað gamla Swissair, sum fór á húsagang í 2001. Sveisiski ríkiskassin eigur 19 prosent av felagnum. Men felagið hevur havt tað tungt, og stjórnin hevur gjørt greitt, at hon fer ikki at seta meiri pengar í fel- agið. Fyri einum mánað síðani setti felagið fleiri flog- før, og 3.000 fólk vórðu søgd úr starvi. Men tað var iva- leyst eisini neyðugt, tí fýra teir fyrstu mánaðarnar í ár hevði felagið umleið hálva aðru milliard krónur í halli. Keypti bil við kokaini Ein maður í Týsklandi gjørdist ikki sørt skakkur, tá hann nú um dagarnar keypti ein bil á uppboðssølu hjá tollvaldinum. Tá maðurin fór at kanna bilin nærri, kom hann fram á tíggju kilo av kokaini í viðførisrúminum, skrivar blaðið Hamburger Morgenpost. Tann 41 ára gamli maðurin boðaði alt fyri eitt tollvaldinum frá. Hamburger Morgenpost skrivar, at tollvaldið tók bilin í 1997 og fann tá 54 kilo av kokaini í bensintang- anum og rúminum, sum er ætlað eykahjólinum. Men eftir øllum at døma sá løgreglan ikki tey tíggju kiloini í viðførisrúminum, men tey hevur tollvaldið so fingið nú. UTTAN ÚR HEIMI Menningin í heimin- um gongur alt ov seint, og ringast stendur til í londun- um sunnan fyri Sa- hara og í Mið- og Eysturevropa. FÁTÆKRADØMI Árni Joensen Í september í 2000 samdust heimsins leiðarar um at fara undir eitt veruligt átak, sum skuldi gera livikorini javnari kring heimin, men sambært einari nýggjari uppgerð er langt eftir á mál, og nógvastaðni hevur gongdin verið tann øvugta av tí, sum ætlað varð. Eitt av málunum, sum leiðararnir settu sær, var, at í 2015 skal talið á teimum, sum hava minni enn ein dollara at liva fyri um dag- in, vera helmingin av tí, sum tað var í 1990. Nýggja uppgerðin vísir, at tað ber til at røkka hesum málin- um, men at tað kemst fyrst og fremst av búskaparfram- gond í heimsins fólkarík- astu londum, Kina og India. Í nítiárunum eydnaðist tað kinesisku myndugleik- unum at lyfta 150 milliónir fólk burtur úr fátækradømi, men samstundis eru livilík- indini í Kina vorðin sera ymisk. Uppgerðin sigur, at í Shanghai eru livilíkindini á sama stigi sum í Portugal, men úti á bygd líkjast tey mest viðurskiftunum í teimum fátækastu londun- um í Afrika. Júst har, í londunum sunnan fyri Sahara, er bar- dagin ímóti fátækradømin- um steðgaður upp, og tey, sum hava gjørt uppgerðina, siga, at við verandi gongd verður málið, sum skuldi røkkast í 2015, ikki rokkið fyrr enn í 2147. Omar Norman, sum er varastjóri á menningar- deildini hjá ST, og sum hevur verið við tilat gera uppgerðina, stúrir eisini fyri gongdini í Mið- og Eysturevropa. Hann sigur, at lond sum Ukraina, Mol- dova og Tadjikistan hava havt búskaparliga aftur- gongd seinastu árini og eru í dag í tí fátækasta bólk- inum. 54 lond fátækari í dag enn í 1990 Ellivu fólk skotin í USA Douglas Williams skeyt fimm av sínum starvsfeløgum og síð- ani seg sjálvan. Eina aðrastaðni vórðu fimm fólk funnin skotin. USA Árni Joensen Í hermannabúna og vápn- aður við einari høglbyrsu og einari riflu fór Douglas Williams til arbeiðis á Lockheed-verksmiðjuni í býnum Meridan í Missis- sippi fyrradagin. Har skeyt hann fimm av sínum starvsfeløgum og særdi fleiri onnur, áðrenn hann skeyt seg sjálvan. Fýra av teimum, sum Douglas Williams skeyt, vóru svørt, og tað hevur fingið løgregluna at halda, at talan var um rasistisk morð. Men illgerðin kom ikki óvart á hini, sum ar- beiddu saman við dráps- manninum, tí hann hevði fleiri ferðir tosað um, at hann ætlaði sær at drepa onkran. Hetta hevði leiðsl- an á verksmiðjuni fingið at vita, men hon hevði kortini einki gjørt við tað. Tilburðurin í Meridan hendi bert tveir dagar eftir, at løgreglan í Kalifornia kom fram á fimm lík í ein- um húsum í býnum Bakers- field. Í húsunum funnu løg- reglumenninir líkini av trimum børnum, mammu teirra og ommuni. Teir báðir tilburðirnir hava enn einaferð fingið amerikanskar politikarar at tosa um at broyta ta laga- ligu vápnalógina. Ein av teimum særdu fær hjálp í einum sjúkrabili uttan fyri Lockheed-verksmiðjuna í Meridan Alistøðin á Bakka og Bakkafrost halda ikki, at tey hava brotið lógina, men nú liggur málið í hondunum á løgregluni, siga stjórarnir báðir, Hans og Regin Jacobsen ÚTFLUTNINGUR UNDIR ILLGRUNA Áki Bertholdsen – Vit halda ikki, at vit hava brotið lógina. Hans Jacobsen, stjóri á alistøðini á Bakka og Regin Jacobsen, stjóri á Bakka- frost, eru ikki samdir við Heilsufrøðiligu Starvsstov- una í, at teir hava brotið lógina. Heilsufrøðiliga Starvs- stovan hevur meldað ali- støðina á Bakka og Bakka- frost fyri at hava brotið kunngerðina um niðurberj- ing av ILA og fyri at hava brotið matvørulógina. Í tíðindaskrivi týskvøldið siga teir báðir stjórarnir siga, at teir hava hildið seg til forskriftirnar. Men nú ivi er sáddur um framferðina, hava teir tikið tað til eftirtektar og hava steðga virkseminum. Ongar viðmerkingar Teir báðir stjórarnir siga, at teirra virki er eitt av teim- um, sum hevur verið fyri tí vanlagnu, at verða rakt av ILA við teimum avleiðing- um, tað hevur við sær. – Vit hava síðani ILA varð staðfest á Skálafjørð- inum í mars mánað havt tætt samskifti við Fiska & Djórasjúkudeildina á Heilsufrøðisligu Starvs- stovuni um, hvussu farast skuldi fram. – Vit hava fylgt teim mannagongdum, kunngerð- um og lógum, sum fyri- skriva, hvussu farast skal fram í slíkum førum og 14. hvønn dag hava teir havt eftirlit við virksemi okkara. Hans og Regin Jacobsen sigur, at tað hava ikki verið stórvegis viðmerkingar, fyrrenn nú. Hava skyldur Teir siga, at umframt at hava skyldu til at halda seg til reglurnar, hevur einhvør fyritøka eisini skyldu til at aansa eftir teimum virðum, sum eru í fyritøkuni. Hetta er ein skylda sum fyritøkan hevur, bæði mót- vegis sær sjálvari, mótvegis fólkinum og mótvegis land- inum. – Hetta ger seg í ser- stakligan mun galdandi, tá ein hevur við livandi djór at gera. Teir siga, at tá ið ILA fiskur verður tikin, skal ansast eftir, at fiskur við kliniskum sjúkueyðkennum ikki verður nýttur. – Harvið er eisini sagt, at ILA fiskur kann takast, bera ansað verður eftir ávísum viðurskiftum. Teir siga, at teir hava ansað eftir hesum viður- skiftum og hava skilt tann fisk frá, sum teir hava mett hava sjúkraeyðkenni. – Hetta hevur verið gjørt við at skilt fiskin umborð á bátinum sum tekur fiskin upp, og á kryvjilinjuni, har fiskurin verður kruvdur. – Henda skiljing hevur viðført, at vit hava burtur- beint sløk 500 tons av laksi eftir forskriftunum fyri há- vanda lívrunnið burturkast. Teir siga, at fyri at minka um mongdina av fiski sum fer fyri skeyti av sjúkra- áðum, hevur verið roynt at taka fisk áðrenn hann gerst sjúkur og doyr. Hetta má handfarast við skili so at ikki vandi er fyri at sjúkur fiskur kemur uppí tann fríska fiskin. – Fiskin, sum vit hava tikið á henda hátt, hava vit selt til ein kunda í Eystur- evropa. Yvirlit yvir allar hesar sølurnar eru send Heilsufrøðisligu Starvs- stovuni. Teir leggja afturat, at eingin slíkur fiskur seldur til ES. – Vit hava ikki mett, at hetta varð brot á reglurnar um niðurberjing av ILA. Men tá ið ivi nú er sáddur um hetta, hava teir tó tikið avleiðingarnar og eru steðgaðir við hesi manna- gongd. Teir siga ,at eini 90 tons av hesi vøru eru seld til kundan í Eysturevropa og at eini 43 tons liggja á goymslu, men tey verða burturbeind eftir boðum frá Heilsufrøðisligu Starvs- stovuni. – Kundin í Eysturevropa sum annars keypir nógva aðra vøru frá okkum, hevur verið væl nøgdur við alla vøruna, og vildið helst keypt meira. – Vit hava tó verið noyddir at greiða honum frá, at hetta ikki letur seg gera, tá mynduleikarnir í Føroyum meta at vit eru gingnir ov nær reglunum um niðurberjing av ILA. – Sostatt verður vøran sum er á goymslu burtur- beind, og eingin slík vøra virkað framyvir. Teir vísa annars á, at at Heilsufrøðiliga Starvs- stovan hevur melda teir til løgregluna og at málið sostatt nú liggur í hondun- um á løgregluni og at tað verður hon, sum fer at gera av, um ákæra skal reistast ímóti teimum. Hava útflutt 90 tons av laksi undir ILA- illgruna Bakkafrost og alistøðin á Bakka er meldað til løgregluna. Nu ivi er sáddur um framferðina, hava tikið tað til eftirtektar og hava steðga virkseminum, sum illgruni er um, siga Hans og Regin Jacobsen á Bakkafrost C M Y K 7 6