hósdagur 10. juli 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 128 - 10. juli 2003
Nr. 128 - 10. juli 2003
9
Í hesum døgum fer
ein nýggj verkætlan í
gongd í føroyskari
fiskivinnu
FISKISKAPUR
Rógvi Borðoy
Eitt heilt ókent slag av
fiskiskapi verður sett í verk
við gamla Skansatanga,
sum nú hevur skift navn til
Bergunn.
Báturin fer fyrst og
fremst at royna eftir einum
krabbaslagi, sum enn ikki
hevur fingið eitt føroyskt
heiti. Á latínskum eitur
slagið Chefion Affinis,
men
Finnbogi
Hansen,
reiðari á Bergunn, styttir
tað Affinis. Reiðarin sigur
harafturímóti, at spanskir
keyparar ikki bert vilja
hava hetta krabbaslagið.
Teir vilja gjarna gera
royndir við tindakrabban-
um fyri at kanna, um eisini
hann kann etast. Finnbogi
Hansen sigur, at prísurin á
Affinis er nøktandi, men vil
ikki siga, hvør prísuri verð-
ur.
Teir leggja frá landi
mikukvøldið, og fara út á
djúpan sjógv at royna.
Helst út á rennuna við Før-
oya Banka, sigur reiðarin
Finnbogi Hansen. Hann
sigur, at Nimb og Arctic
Wolf hava gjørt onkran
stuttan royndartúr eftir
sama krabbaslagnum, og
teir hava í øllum førum
fingið okkurt í rúsurnar.
Tað eru teir báðir Finn-
bogi Hansen, reiðari, og
Holgar Johansen sum hava
tikið stig til verkætlanina.
Holgar Johansen verður
skipari á Bergunn.
Gamal í gørðum
Skiparin Holgar Johansen
er ikki óroyndur innan
krabbafiskiskap.
Hann
hevur verið við til krabba-
fiskiskap í Grønlandi síðan
1998, og sostatt hevur hann
verið við síðani byrjanina á
krabbafiskiskapinum
í
Grønlandi. Samanborið við
grønlendsk skip, er Berg-
unn nógv betri útgjørd,
sigur Holgar Johansen.
Hann sigur, at tað fyrsta
árið í Grønlandi var tað
besta. Skipið, sum hann tá
var við fiskaði fyri 90
milliónir krónur fyrsta árið,
men Holgar Johansen sigur,
at hann tá royndi eftir ein-
um dýrari slagi av krabba,
so tað skal man ikki rokna
við í Føroyum.
Trúgva uppá
verkætlanina
Finnbogi Hansen sigur, at
verkætlanin er sera spenn-
andi, tí hon er tann fyrsta av
sínum slag. Hann sigur, at
tað er ringt at siga, hvat ein
skal vænta sær burturúr
verkætlanini,
tí
eingin
hevur roynt hetta slag av
fiskiskapi undir Føroyum,
men hann hevur góðar
vónir um, at tað fer at bera
til.
- Vit eru komnir fram til,
at vit skula hava okkurt um
eitt tons av lidnari vøru um
dagin fyri at fáa tað at bera
til, sigur Finnbogi Hansen.
Kostnaðurin av verkætlan-
ini liggur um tvær milliónir
krónur,
- Í dag er tað tað sama
sum ein útróðrarbátur kost-
ar, sigur reiðarin. Hann
heldur ikki, at verkætlanin
er dýr.
Landa triðja hvønn
dag
Bergunn fer til skips við
600 rúsum at byrja við.
Manningin telur átta, og
reiðarin roknar við, at tað
er nokk at byrja við.
Fyri at krabbin skal hava
so góða góðsku sum gjør-
ligt, má Bergunn inn at
landa umleið triðja hvønn
dag. Krabbin er enn livandi,
tá hann verður landaður, og
komin á land verður hann
slaktaður. Bein og kjaftar
verða so tiknir av og sund-
urskildir í støddir. Síðani
verður lidna vøran fryst og
send av landinum.
Finnbogi Hansen sigur, at
tað besta hevði verið at havt
eitt størri skip, sum kundi
framleitt lidna vøru um-
borð, so teir ikki vóru
noyddir at koma inn at
landa so ofta. So høvdu teir
slaktað og fryst krabban
umborð, og høvdu tí kunn-
að fiskað meir.
Hann sigur tað vera
ógjørligt at spáa um gongd-
ina í framtíðini.
- Vit vita ikki, hvussu
nógv er til av krabba, og
heldur ikki, hvar hann livir.
Men vit vita, at krabbin
veksur seint, sigur Finnbogi
Hansen. Og um hann bara
livir í einum stað, er ikki so
nógv til.
Holgar Johansen
ávarar
Skiparin ávarar ímóti at lata
ov nógvar bátar sleppa
framat krabbafiskiskapin-
um, serliga tey fyrstu árini.
Hetta byggir hann á roynd-
irnar, hann hevur í Grøn-
landi, har roynt hevur verið
eftir krabba síðan 1998.
- Vinnan í Grønlandi er í
smildur, tí veiðitrýstið er ov
stórt, sigur hann. Allur
krabbin er longu uppfisk-
aður, og trupulleikin er, at
krabbin ikki gerst kyns-
búgvin til hann er 7 ára
gamal, sigur skiparin frá.
Annars nevnir Holgar
Johansen at Affinis, sum
krabbaslagið eitur, eisini
hevur verið fiskað aðra
staðni í heiminum, og at
krabbin longu er uppfisk-
aður nógvastaðni.
Av tí, at krabbaslagið ikki
er tað sama sum í Grøn-
landi, sigur Holgar Johan-
sen, at tað er torført at siga,
hvussu tað fer at ganga. Í
Grønlandi bleiv krabbin
kókaður, og síðani frystur.
Fyribils verður krabbin,
sum Bergunn fiskar, frystur
ráur, og skiparin sigur, at so
gerst prísurin verri.
Royndarloyvi
Holgar vónar, at tað fer at
ganga krabbafiskiskapin-
um betur i Føroyum enn
aðra staðni. Hann sigur, at
tað ræður um at vera varin
at byrja við, og mælir til
ansni.
Fyribils hevur Bergunn
so fingið royndarloyvi, sum
reiðaríið noyðist at søkja
um av nýggjum hvørt ár.
Hetta er ein sera spenn-
andi verkætlan, sum Sosial-
urin fer at fylgja væl við.
Mourits Joensen frá
Fiskirannsóknar-
stovuni er sera
spentur uppá, hvat
krabbafiskiskap-
urin hevur at bjóða
FISKISKAPUR
Rógvi Borðoy
Mourits Joensen starvast
á Fiskirannsóknarstovuni
dagliga, og hevur stóran
áhuga í krabbavinnuni.
Hann sigur, at krabbin
sum Bergunn fer at royna
eftir, er púra ókendur á
okkara leiðum.
- Krabbin er umleið
eitt kg til støddar. Vit
vita, at har er nakað at
fáa av slagnum á Ytra-
banka og á Bankarygg-
inum. Men royndirnar,
sum vit hava, siga í veru-
leikanum einki um stovn-
in, tí tølini eru so fá.
Mourits Joensen held-
ur fram, at hann vónar, at
tað fer at bera til hjá ein-
um báti at fiska alt árið,
men sigur, at farvatnið
har á leiðini er ringt, og
at tað tí kunnu vera
nógvir dagar, har ikki ber
til at fiska.
Mourits Joensen endar
við at siga, at hann vónar,
at tað eydnast Bergunn at
reka bátin.
Føroyingar á krabbaveiði
Spennandi
verkætlan
Holgar Johansen úr Vestmanna verður skipari á Bergunn
Soleiðis síggja krabbarúsurnar út
Fyrrverandi Skansatangi eitur í dag Bergunn, og skipið fer í
hesum døgum á krabbaveiði undir Føroyum
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Jonna Krog
Poulsen 45 ár
10. juli verður Jonna Krog
Poulsen á Sandi 45 ár.
Jonna er fødd og uppvaksin
á Sandi, dóttur Annu Dahl
úr Funningi og Óla Krog á
Sandi. 6 ára gomul misti
hon mammuna, og var hon
19 ára gomul tá pápin fór. Í
1977 tók Jonna útbúgving
sum
sjúkrahjálpari
á
Sjúkraliðaskóla
Islands.
Jonna er yngst av 4 systkj-
um. Hon hevur síðan 1983
arbeitt sum læknaskrivari
hjá kommunulæknanum á
Sandi. Tvær ferðir er hon
vald í bygdaráðið, har hon
eisini hevur verið skrivari í
mong ár. Í 13 ár var hon í
umboðsráðnum hjá Føroya
Sparikassa. Hóast tornur á
vegnum er hon altíð við
sínum róliga og milda
verumáta øðrum til hjálpar.
Jonna er gift við Elis Poul-
sen og eiga tey børnini Miu
24 ár og Ólav Enna 20 ár.
Dagurin
10.
juli.
Knútur
kongur,
deyður
í
1086.
Hann
varð
myrdur fyri altarinum
í St. Albans kirkju í
Odense henda dag, og
pávin skírdi hann
halgimenni í árinum
1100.
Hann
fekk
navnið Knútur hin
Heilagi.
Arne Nørrevang
70
Hann er hálvur føroyingur,
doktari og professari. Arne
Nørrevang varð føddur í
Fasterholt í Jútlandi 10. juli
1933. Mamma hansara,
Anna Elisabeth Frederikke
Djurhuus, var ættað úr
Fuglafirði. Pápin, Peder
Einar Nørrevang, var úr
Køge.
Arne tók studentaprógv í
Århus
Katedralskole
í
1952, og í 1960 gjørdist
hann mag.scient. í lívfrøði
á universitetinum í Keyp-
mannahavn. Hann hevði
kannað lomviga í Myki-
nesi, og serritgerð hansara
var um atburðin hjá lom-
viganum. Í 1965 gjørdist
hann doktari við einari
ritgerð um búning av kyns-
kyknunum hjá einum ávís-
um maðkaslag.
Sama árið fekk hann
starv sum amanuensis í
Keypmannahavn,
síðani
lektari í 1965 og dosentur
1965-83.
Hetta árið kom Arne
Nørrevang til Føroya at
starvast og her hevur hann
livað og búð tey 20 árini,
sum eru liðin síðani. Hann
var lærari á Læraraskúl-
anum
1983-86,
síðani
savnsvørður á Náttúru-
gripasavninum og frá 1995
professari á Fróðskapar-
setrinum. Eitt skifti var
hann rektari.
Eitt av hansara stór-
verkum, sum føroyingar
munna hava størstan áhuga
fyri, er um fuglaveiðu. Við
stuðli frá Carlsberggrunn-
inum fór hann í 1975 undir
eina miðvísa kanning av
fuglaveiðuni hjá føroying-
um. Kanningin bygdi fyrst
og fremst á samrøður við
veiðumenn ymsastaðni í
oyggjunum. Tilfarið kom út
í bók, sum hann kallaði
Fuglefangsten på Færøer-
ne. Hans Thomsen umsetti
hana til føroyskt, og hon
kom út í 1977 við titlinum
Úr bjargasøguni.
Tað var annars longu sum
blaðungur, at Arne fór
undir at kanna fuglalívið í
Føroyum.
Frá
1946-50
ferðaðist hann her í summ-
arfrítíðini
og
skrivaði
greinar
í
vísindaligum
tíðarritum og dagbløðum
og vikubløðum í Danmark
og Týsklandi um fuglalívið
her.
Í 1988 gjørdist Arne
Nørrevang stjóri á Hav-
lívfrøðiligu Royndarstøðini
í Kaldbak og leiðari fyri
BIOFAR-ætlanini. Hetta er
ein kanning av botndýra-
lívinum undir Føroyum, og
kanningin hevur víst, at her
finnast smákykt, sum ikki
eru funnin aðrastaðni í
heiminum. Arne
hevur
skrivað nógvar vísindaligar
greinar við støði í BIO-
FAR-kanningunum.
Til
1995 vóru 36 vísindaligar
greinar skrivaðar.
Arne Nørrevang eigur
tvær døtur, sum eita Iben
Angelica og Pia Monica.
Hann er sambúgvi við Elin
Súsannu
Jacobsen
úr
Klaksvík.
Fyrrapart mánadagin 7. juli
2003 vóru Tórbjørn Mikk-
elsen og Heðin Mortensen
á Christiansborg til audiens
hjá Hennara Hátign Drotn-
ing Margrethu. Tórbjørn
Mikkelsen takkaði fyri
heiðurin at vera útnevndur
til Riddara av Dannebrog
og Heðin Mortensen takk-
aði fyri heiðurin at vera
útnevndur til Riddara av
Dannebrog á 1. stigi.
3. juni 2003 bleiv Tór-
bjørn Mikkelsen, ið er
stjóri á Toll-Skattstovu Før-
oya, útnevndur til riddara
av
Dannebrog-heiðurs-
merkinum eftir at hann tann
1. apríl 2003 hevði starvast
á stovninum í 50 ár.
28. mai 2003 bleiv Heðin
Mortensen tryggingarmað-
ur útnevndur til riddara av
1. stigi av Dannebrog-heið-
ursmerkinum.
Hendan
heiður fær Heðin fyri tað
arbeiði hann hevur gjørt
innan ungdómsarbeiði, fe-
lagsarbeiði, lokalpolitikk,
landspolitikk, umframt at
hann hevur verið upp í og
virkað fyri altjóða sam-
starvi á ymsum økjum.
Heðin bleiv eisini Riddari
av Dannebrog í 1991.
Tórbjørn og Heðin hjá drotningini
Tórbjørn Mikkelsen og Heðin
Mortensen í slotsgarðinum
beint eftir vitjanina hjá
drotningini.
C
M
Y
K
9
8