Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 128 - 10. juli 2003 Nr. 128 - 10. juli 2003 11 Í sambandi við at danska heildarveitingin ella blokkurin, sum hesin stuðul vanliga nevnist, var skorin við 366 milliónum krónum í fjør, varð mælt til, at henda upphædd heilt ella lutvíst varð sett í ein grunn. Tankin var, at í staðin fyri at lata peningin fara í danska stats- kassan, átti hesin peningur heldur at farið í ein grunn, ið kundi verið føroyskari mentan og gransking at gagni. Hetta uppskot var ikki tikið til realitetsvið- gerðar, og tað var í grundini mikið spell. Talan var jú um pening, sum var ogn Føroya fólks. Henda upphædd var ætlað til at rinda fyri skyldur, sum danski staturin hevði í Føroyum. Eisini kundi henda upphædd tulkast sum eitt slag av endurgjaldi fyri alt tað, sum danski sturin í øldir hevði vunnið av Føroyum ella forsømt at útbyggja í Føroyum. Men sum sagt, uppskotið var koyrt í gloymibókina. Nú standa aftur stórar yvirtøkur fyri stavn. Eftir Tvøroyrarskjalið er vorðið kunngjørt, at vit innan eitt ár hava yvirtikið løgreglu- og rættar- málini, kirkjuna og mangt annað. Talan er altso um stórar upphæddir, ið skulu latast aftur til danska statskassan, har peninurin fer til danska nýtslu. Er hetta í lagið, kann ein spyrja. Eru hesir pengar ikki okkara pengar? Hevði tað ikki verið bæði rætt og rímiligt, at hesin peningur, hóast hann verður tikin úr okkara almenna búskaparliga rensli, kom okkum øllum til góðar á einhvønn hátt? Vit halda, at tað hevði verið vert enn einaferð at tikið uppskotið um ein føroyskan-danskan grunn fram aftur. Øll Norðurlond hava stórar og ríkar bilateralar grunnar, sum verða nýttir til gagns fyri samstarvið landanna milælum og fyri tjóðirnar sum heild. Tað eru enn meira enn 600 milliónir av heildarveiting, sum skulu burtur í næstu framtíð sambært samgonguna. Um henda upphædd var løgd í ein grunn til frama fyri føroyskt samstarv við onnur Norður- lond serstakliga á mentanar og ítróttarøkinum, vildi tað, sjálvt við lága rentustøðinum í huga, skapað heilt aðrar karmar fyri hesum okkara samstarvi við grannar okkara. DAGSINS MEINING Sosialurin Vert at umhugsa VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jóannes Eidesgaard, for- maður í javnarflokkinum, hevur í bløðunum hin 8. juli 2003 viðmerking um ein- skiljing av Føroya Fiska- virking. Notio Framtaks- felag P/F hevur ongar ætl- anir um at gera viðmerk- ingar til politisku metingar- nar hjá Jóannesi Eides- gaard og hevur heldur ikki nakra meining um hesar, men hevur mett, at tørvur er á einstøkum faktuellum rættingum. Lítil ivi man vera um, at Jóannes Eidesgaard sipar til Notio, tá tosað verður um keyparar av Føroya Fiskavirking og boð uppá DKK 140 mió.. Í sama við- fangi tosar hann um út- lendskar keyparar herundir Eimskip. Eimskip er ikki partaeigari í Notio. Lat tað standa heilt greitt, at Notio er eitt føroyskt Framtaksfelag, við føroysk- um heimstaði, føroyskari nevnd og leiðslu. Haraftur- at er 64,11% av partapen- inginum hjá felagnum før- oyskur. Tað skal eisini enn eina- ferð gerast greitt, at ætlanin hjá Notio var at keypa Føroya Fiskavirking og varveita felagið í verandi líki. Ætlanin var eisini at selja part av felagnum -- her verður sipað til part av partabrøvunum- aftur til áhugaðar føroyskar keyp- arar, og skráseta felagið á einum komandi føroyskum partabrævamarknaði. Notio Framtaksfelag P/F Viðmerking til Jóannes Eidesgaard um einskiljing av Føroya Fiskavirking Vagnur Michelsen Í vár og í summar hevur nógv verið skrivað og hoyrt um oljulekar á Havnarvág. Oljulekarnir frá oljufeløg- um og skipum hava sett met seinasta árið og hava verið til stóran ampa fyri náttúr- una og fólkið, sum á ein ella annan hátt hava tilknýti til vágirnar báðar. – Tórshavnar Havn stink- ar, sum ein bátaeigari tók til nú ein dagin. Tað luktar av olju og óhumsku, so skjótt tú nærkast Vágsbotni. Nú er reinari í Rotterdam enn á Havnarvág. Vit kunnu øll vera samd um, at einki samband er millum tað, sum vit føroy- ingar vilja við okkara ferðavinnu og bjóða fram í faldarum uttanlands, og so tað, sum í løtuni gongur fyri seg á Havnarvág. Vit, sum dagliga koma í Vágsbotn, og sum dagliga sigla á vágni og í Nólsoyar- firði kunnu vátta, at ein oljufilmur og annað órudd í mánaðir hevur ligið á sjó- num á báðum vágunum og suður í fjørðin. Sjálvandi meir og minni, alt eftir hvør ættin er. Tað er ikki at taka munn- in ov fullan, tá sagt verður, at okkara kappróðrarbátar í summar hava vant í olju. Teir hava ongantíð verið so skitnir eftir venjing. Eisini er hoyrt um manning á út- lendskum stuttleikabáti, sum kappaði endarnar, tá teir fóru úr Føroyum, tí teir ikki vildu hava skitnu end- arnar inn aftur í bátin. Vágsbotnur er ein perla í høvuðsstaðnum, og har koma nógvir útlendskir stuttleikabátar og nógv fremmandafólk. Tað er pín- ligt at eygleiða útlendingar- nar, sum hyggja at, meðan fiskimaðurin selur dagsins fong úr kørunum á bryggjukantinum, og so síggja oljuna og óhumsk- una flóta á sjónum útfyri. Tú hevur altíð hoyrt, at Tórshavnar havn er tann stovnurin undir býráðnum, sum hevur flestu inntøkur- nar og flestu pengarnar at ráða yvir. Tí er tað óskilj- andi, at meðan Tórshavnar havn byggir ferjuhavn fyri tíggjutalsmilliónir og ann- ars byggir út á havnarøkin- um, so hava tey ikki ráð at rudda havnarøkið og taka óhumskuna og óruddið upp úr sjónum. Tað er eisini løgið, at samstundis sum býráðið hevur stórarbeiðið í gongd uppi býnum, so rennur óhumska á sjógv í Vágs- botni. – Vit vita um trupul- leikan, og vit innheinta til- boð í løtuni til nýggja kloakk, segði býráðslimur í útvarpinum. Eftir mínum tykki eigur handan kloakk- in at raðfestast allarfyrst, tí óhumskan í Vágsbotni er ein stór skomm fyri býin. Og tað er ikki bara oljan, sum er trupulleikin. Tað líkist ongum, at tað skal vera so óruddiligt í fjøruni og á havnarøkinum, tað veri seg um tú gongur av Argjaboga og heim til Havnar ella av Skansanum og út á Boðanes. Tað liggur alt ov nógv órudd og flýtur allastaðni. Fyrr sást tú dagliga menn spula á bryggjunum, men hesir eru nú sum lundi á jólanátt. Sum skilst, so arbeiða nógv færri menn hjá Tórshavnar havn enn tað gjørdu fyri nógvum árum síðani, sjálvt um Tórshavnar havn í dag eisini umfatar Argir og Kollafjørð. Havi skilt, at teir eru undirmannaðir í mun til stóra økið teir hava ábyrgdina av. Tórshavnar havn kundi lært av teimum, sum hava ábyrgdina av Viðarlundini. Hvønn morgun fer ein maður við posa og einari tong framvið ánni og nógvu gøtunum í Viðarlundini. Har koma nógv fólk hvønn dag bæði ung og eldri, og har er reint og nossligt. Tórshavnar havn eigur longu í hesi vikuni at søkja eftir arbeiðsfólki, sum kann rudda á havnarøkinum og á vágunum. Ein dag kanska ganga ein túr við posanum av Argjaboða heim í Ála- ker, ein annan dag frá Skansanum út á Boðanes og ein triðja dag spula óhumskuna burtur, sum er komin uppá bryggjukantin í Vágsbotni. Her er nógv at tríva í, og hví ikki nýta skúlaungdómin, sum er í summarfrí og kann for- vinna sær nakað av peningi? Tað er undir alt lágmark, at kommunan ikki megnar at halda vágirnar, havnar- økið og bryggjurnar reinar, nú vit eru í hægstu summ- artíð, og so nógv fremm- anda fólk koma til landið. Tað er pínligt og skomm, tað sum er farið fram á vág- unum seinasta árið. Hoyrdi í sjónvarpinum í seinastu viku, at higartil hevur uppruddingararbeið- ið av teimum 25 000 litrun- um, sum farnir eru á sjógv, kostað 100 000 krónur. Tað er ógvuliga bíligt, um oljufeløgini og skipini, talan er um, sleppa bara við at gjalda 100 000 krónur, tí skaðin tey hava gjørt og gera á nátturna hevur eitt størri virði enn 100 000 krónur. Og harafturat kann staðfestast, at Vágsbotnur framvegis stinkar av olju, og at olja framvegis flýtur millum bátarnar í Vágs- botni. Tórshavnar Havn stinkar framvegis SUMMARHUGNI Tíðindaskriv Leygardagin klokkan 14 skipar kórið Sólarmagn fyri hugna í summarveðrinum á Velbastaðhálsi. Kórið skal ferð til landsynningshornið í Írlandi í august, og ætlar á henda hátt at savna eitt sindur av peningi. Fryntligu sangararnir vestan fyri fjallið hava fyri- reikað fjøltáttað undirhald uppi við Skøtuheyggjarnar. Á einum horni í Stórutjørn liggja posar við onkrum luti í. Har kanst tú fáa fong við tráðu. Børnini fáa høvi at sleppa á rossabak. Hoppiborgir verða eisini. Burturlutað verður ør- grynna av góðum lutum. Og kanska tríva Sólar- magns-fólkini í onkran sangin…. Eldhugaðir modellskipa- eigarar og -reiðarar, sum halda til uppi á hálsinum, fara at vísa, hvussu hetta stak áhugaverda ítriv fer fram. Og hin væl umtókta neytalortakappingin verður eisini. Tú kanst verða hin hepni sum fyri ein lutaseðil fær eina heila kúgv, sund- urskorna, pakkaða og flutta heim til hús. Svongd kemur altíð á fólk, tá tey spáka í hagan- um. Men fryntligu sangar- arnir hava kaffi, køkur og rættiligan, vælsmakkandi grillmat til fals. Velbastaðhálsur er í løtuni við at skifta ham. Nýggjur modernaður vegur verður av einslistum lagdur inn í lendið, so hann skaðar sum minst. Tað krevur tíðin. Men gamli vegurin er ein av landsins elstu. Hann var liðugur í 1926, men koyrandi var ikki um brúnna fyrr enn tvey ár seinni. So bar til hjá velba- staðmonnum og kirkjubø- ingum at koyra mjólkina til Havnar í rossavogni, til bilurin hjá meiarínum seinni kom. Men ørindi til Havnar fóru vestanmenn sum oftast til gongu. Niðan á hálsin og so tvørtur um Reynsmúlalág og oman á Landavegin. Og á hálsinum varð oftani fingist við okk- urt. Velbastaðmenn brutu ís til havnarmenn á Stórutjørn í tríatiárunum. Á køldum vetri kundi ísurin vera ein heilan fót og meir. Tað kundi fjálga um økonomiin í teim soltnu tíðunum. Góðan sand fingu teir eisini úr "grubuni" á sjálvum hálsinum. Alt gjørdi mun. Velbastaðmenn spældu fótbólt "uppi á plenuni" á hálsinum. Og hóast vøll- urin ikki stóð altjóða mát og ikki sást so væl alla- staðni fyri túgvum, so bar væl til, um ein dugdi at snúgva sær. Onkran dystin spældu teir móti fremm- andum liðum. Ein spældu teir móti prentarum úr Havn. Hvør ið vann, fæst ikki at vita í dag. Sigmund Petersen plagdi at fiska síl á Stórutjørn í fimmti- árunum. Soleiðis er. TÌÐINDASKRIV Týskvøldið hin 8. juli um tíggjutíðina fekk sjó- bjargingarstøðin fráboð- an frá løgregluni í Klaks- vík, um at báturin Pollur var farin á land, norðuri við Kunoyarnakkin á Kunoynni. Ein maður var umborð og báturin lak illa. Ein bátur úr Klaksvík, Saga, fór á staðið til hjálpar og bátarnir Elsa og Turid vóru eisini á leiðini. Klaksvíkar Bjarg- ingarfelag og Brand- støðin vórðu fráboðað og teir fingu fatur í pump- um, sum blivu koyrdar umborð á Alfa Pilot, ið síðani setti kós móti Polli. Umleið klokkan hálv- gum ellivu hevði Saga fingið fast á Poll og byrjað varð at sleipa, men báturin lak illa og gjálvut var í sjónum, so vandi var fyri at báturin fór at søkka. Alfa Pilot kom á staðið við pumpum og tað tók bert eina lítla løtu at pumpa sjógvin úr Polli. Alfa Pilot sleipaði síðan Poll til Klaksvíkar, har hann var tikin upp. Løgreglan í Klaksvík sigur, at eitt kanningar- arbeiði verður gjørt fyri at staðfesta orsøkina til tilburðin. Útróðrarbátur rent á land Útróðrarbáturin Pollur sigldi týskvøldið á land norðan fyri á Kunoynni Mynd: Símun á Høvdanum VIÐMERKINGAR Henrik Old, løgtingsmaður Tá Regin Hammer í grein í síðstu viku heldur uppá, at allar sparingar sum vístar eru á við at knýta saman verkætlarnirnar - tunnil Øravík-Hov og samferðslu- havnina á Trongisvágsfirði eru tiknar úr leysum lofti, so er hetta sjálvandi ikki so. Tú nevnir, at sjálvt í álitinum hjá vinnunevndini eru hesir pástandir at finna. At tú heldur lítið um tingfólk sum heild, hevur tú tíbetur enn loyvi til. Men máti skal verða við – at pástanda at ein nevnd við 7 fólkum kann koma aftur til løgtingið eftir at hava viðgjørt eitt mál á 17 fundum, sum er tætt við met - og so bara hava nakr- ar pástandir tiknar úr leys- um lofti er ov grov undir- meting av tingfólki sum heild. Heldur tú veruliga, at eingin av teimum 25 tingfólkunum sum ikki sita í vinnunevndini ikki høvdu gjørt vart við seg, um alt var tikið úr leysum lofti, sum tú pástendur. Er tað ikki at fara ov langt. Fyri tað fyrsta er ikki talan um at framskunda tunnilsætlanina, heldur var neyðugt at útsett byrjanina nakrar mánaðir. Tað eru í ár avstettar 7 mió. til tunnil millum Øravík og Hov, sum skuldi byrja í smáum nú, har borast kundi einar 400 metrar í ár fyri tær 7. mió - harumframt er nakað av lendi longu tikið til hesa ætlan. Kostnaðurin upp á 125-130 mió. fyri tunnilin sum landsverkfrøðingurin skuldi gera er ikki tikin úr leysum lofti, men er upp- lýstur fíggjarnevndini í desembur í fjør. - Somu- leiðis fekk vinnunevndin hesar upplýsingar tíðliga undur sínari viðgerð. Hesir upplýsingar eru atkomu- ligir fyri øllum. Størsti vandin við hesari verkætlan er, at hesin tunnil liggur so ovarlaga í Hovs- egg, at lítil og eingin nýtta fekst úr honum, umframt at útvið 3 km av nýggjum vegi skulu gerast, og at alt tilfarið úr tunnlinum skal brúkast til vegagerð, í mun til tunnil í neðra, hvar einans nakrir fáir metrar av vegi skulu gerast. Hevði borurin verið sett- ur í uppi í erva so vendist ikki aftur - so vóru 30 mió. sleptar í leysa luft í mun til tann tunnil, ið gerast skal í neðra. Viðvíkjandi teimum 15 mió. í spardar vóru við at nýta grótið úr tunnlinum neðra til samferðsluhavnina heldur enn til vegagerð, so er tað ein rættuliga grovur pástandur at hetta er tikið úr leysari luft og kann max blíva 2. mió. eftir tínum roknihátti. Rættuliga skjótt í nevnd- arviðgerðini kom fram, at stórir fyrimunir máttu verða við at taka grótið úr einum tunnli millum Øra- vík og Hov heldur enn at koyra tað úr einum grót- broti - sum liggur munandi longur burtur - umframt at sprongt verður tá bert tað einu ferðina. Grótið í koyrt verður úr einum tunnli skal í øllum førum koyrast út á eitt lagur. Hví so ikki gera sum gjørt var leirvíkstunnlinum har grótið - ógvuliga skila- gott - varð koyrt beinleiðis til havnagerðina í Leirvík. Tín hugsan við at leggja grót á lagur og so nýta tað senni um brúk verður fyri tí er ikki serliga skilagóð. Fyri tað fyrsta krevur hetta, at grótið skal koyrast fleiri ferðir aftur og fram, sum kostar rættiliga nógv umframt óvissan nær brúk verður fyri tí. Av góðum grundum veit tú ikki, at av avlopinum av grótið úr Sumbiartunnlin- um liggja á lagri í Loprans- haganum millum 50.000 og 100.000 tons sum fyri fleiri árum síðani skuldi verði burturbeind, og sum avgjørt ikki er nakað príði fyri øki. So grótmangul er ikki talan um. Upplýsingarnar um hesar áleið 15 mió. spardu krónur eru at finna í skrivið frá Landsverkfrøðinginum til Vinnumálastýrið sum svar upp á nakrar spurningar frá nevndini - hettar skriv er frá 1. apríl í ár og hevur journal nummar ob-266 og hevur eisini nógvar aðrar áhugaverdar upplýsingar. Rætting til Regin Hammer um Samferðslu- havn og tunnil Øravík-Hov Summarhugni á Velbastaðhálsi C M Y K 11 10