Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 128 - 10. juli 2003 Nr. 128 - 10. juli 2003 13 Um 22 dagar flyta vit Um ein lítlan mánað flytir Kongshavnar Barnagarður og Vøggustova í nýggj høli úti við Toftavatn í Runavík. Vit hava verið og prátað við børnini nú beint áðrenn tey flyta BARNAGARÐUR Solby og Ingrid Saltangará: Veðrið á Skálafjørðinum er heilt gott henda morgunin Sosialurin er farin at vitja Kongshavn- ar Barnagarð og Vøggu- stovu. Uttanfyri á spæli- plássinum spæla nøkur og børn, meðan hini sita inni í stovuni og hyggja í nakrar bøkur og spæla við leiku- toyið har. Tá komið verður innar í barnagarðin sæst beinan- vegin, at heldur trongligt er inni, og slitið eftir meira enn 20 ár á sama staði er týðuligt. Børnini eru blíð og fleiri eisini ósmæðin. Uttanfyri eru tað mánabilarnir, sum eru væl umtóktir, men eis- ini súkklurnar eru nógv umbidnar. Sebastian, Sølvi og Bjarki sita allir tríggir á einari súkklu. Tað tykist ikki at gera mun, at teir eru tríggir, og tað sær út til at teir einast tvæl. Um ein lítlan mánað flytir Kongshavnar Barna- garður og Vøggustova í nýggj høli úti við Toftavatn í Runavík. Hetta eru tey øll glað fyri, tí har úti koma tey at húsast undir rúmligari og betri umstøðum. Barna- garðurin á eystara armi á Skálafjørðinum er tann elsti í oynni, og hevur hann húsast í kjallaranum á post- húsinum alla sína tíð. Súkklurnar við Hjalmar, sum er fýra ár spælir við Ólav og Inga úti í gongini. Teir hugna sær óført, og teir siga allir, at teir tíma væl í tann nýggja barnagarðin. Ingi sleppur tó ikki við, tí hann skal í skúla aftaná summarfrítíðina. 54 børn ganga sum er nú í barnagarði og vøggustovu í Saltangará. 18 av teimum skulu í skúla aftaná summ- arfrítíðina, og tað er rætti- liga fitt. – Súkklurnar skulu við í tann nýggja barnagarðin, sum er nógv betri. Har kann man spæla við sand, sigur Sebastian, sum síðani peikar úteftir, fyri at vísa okkum, hvar tann nýggi barnagarðurin er. – Hann er í Rituvík, legg- ur Karin Jóhanna stolt aft- urat. Hon er trý ára gomul. – Tá eg verði lítil, so skal eg hava prikkar í oyruni, sigur hon, meðan hon tekur í aðra oyralippuna. Børnini tíma ikki so væl at práta. Tey vilja heldur spæla, og koyra óført aftur og fram við súkklunum. Nøkur reiggja, meðan upp- aftur onnur spæla í spæli- húsinum sum stendur í einum króki í garðinum. Barnagarðurin úti í Runavík letur upp 31. juli. Har verður pláss fyri 94 børnum í fýra barnagarðs- stovum og tveimum vøggu- stovum. Hetta hevur við sær, at ongin bíðilisti er fyri at fáa ansingarpláss í trið- størstu kommunu í land- inum. Tað tykist ikki, sum børnini geva sær stórt far um, at tey skulu flyta í nýggj høli um stutta tíð. Men tá tey verða spurd, so siga tey, at tey gleða seg. Tað verður uttan iva undir nógv betri umstøðum, at barnagarðurin í Runavíkar kommunu kemur at húsast tey nógvu árini framyvir. Minna er 2 ár og elskar rosinur Hesir tríggir kúllarnir gleða seg nógv at sleppa í tann nýggja barnagarðin. Teir eita Sebastian, Ólavur og Bjarki Gorm sat inni og teknaði hendan dagin Sosialurin kom á vitjan Eydna Mariu dámar væl at reiggja. Hon er trý ár Marta er 3 ára gomul Ingi skal í skúla eftir summarfrítíðina, so hann sleppur ikki við í tann nýggja barnagarðin Heim til Føroyar at pensjónerast Í heili 21 ár var hann sóknarprestur í Klaksvík, men so var tíðin brádliga búgvin til at flyta burtur og royna okkurt annað. Hóast tað so eru røt- urnar til Føroyar sera sterkar, og prestur vitjar javnan aftur. Yngri sonurin og hansara familja búgva á Eiði. Presturin talan er um, er Henning Bøgesvang SAMRØÐA Solby A. Eliasen Henning Bøgesvang er ein prestur, sum serliga norð- oyingar minnast væl. Tað er onki at siga til, tí hann var prestur í Klaksvík í 21 ár. Við sínum serstaka lætta lyndi knýtti Henning Bøge- svang eitt sterkt band til oyggjaland okkara og tess fólk. Flest øll munnu minn- ast hansara kanska heldur øðrvísi prædikur við lætt- um og til tíðir skemtiligum søgum. Men samstundis eisini hansara álvarsemi, sum lá aftan fyri hesi orð. Sosialurin hevur hitt Bøge- svang, sum hann vanliga verður kallaður millum fólk, til eitt prát. Bøgesvang er ikki ein maður, sum liggur á tí latu síðuni. Ei heldur tá hann er heima og vitjar. Tá Sosialur- in roynir at hitta mannin til eitt prát, liggur tað ikki so væl fyri hjá honum, tí hann stendur í einum stiga og málar húsini hjá soninum. Og seinni um kvøldið gong- ur leiðin av Eiði til Nes- víkar, har barnamøti eru. Men loksins eydnast tað okkum at finna eina stilla stund, har hann hevur stundir til eitt prát. Og hann er sum altíð prátingarsamur. Hann greiðir frá, at hann og konan hava búsett seg í Gøteborg. Tey fluttu úr Klaksvík til Gøteborg, har Bøgesvang í dag er sjó- mansprestur út yvir at hava sína egnu donsku sam- komu. Bøgesvang letur væl at yrkinum sum sjómans- prestur. Hann sigur, at har fær prestur høvi at koma út til fólk á teirra arbeiðs- plássi. – Tað er ikki nakað ein vanligur prestur ger. Tá er tað heldur hinvegin, at fólk- ið kemur til hansara í onkr- um ørindum. Eg haldi, tað er gott, at ein prestur kann koma inn í heimin hjá sjó- fólkunum, sigur hann. Bøgesvang fer ikki vanliga umborð at hava bønarhald, men hann plagar at taka føroysku og donsku bløðini við og á tann hátt fær hann borið tíðindir út og eitt prát við manningina. Og so onkuntíð kemur tað fyri, at onkur biður prest koma til síðis, tí eitthvørt er, sum viðkomandi vil tosa um ella vísa fyri presti. – Tað kann vera so nógv. Alt frá trupulleikum heima, ella at ein hevur fingið eitt barn. Øll vita, at sjómans- málið er ikki nakað sunnu- dagsskúlamál, og tí kann tað tykjast heldur torført hjá einum sjómanni at tosa við onkran umborð um tey meiri bleytari virðini, kenslur, trupulleikar ella bara lívið sum heild. Og tá er tað gott, at tey kunnu fáa onkran umborð, sum kann lurta eftir teimum og tosa við tey um tílík evni, sigur Bøgesvang, sum hittir før- oyingar umborð á skipum í Gøteborg hvørja viku. – Eg royni altíð at hitta føroyingar – eisini fyri, at eg skal kunna halda málið við líka so frætt sumt tað nú einaferð er, ha, sigur hann við sínari eyðkendu úttalu av málinum. Flyta heimaftur Hóast prestur fyri fimm árum síðani segði farvæl við Føroyar, so hevur hann ikki sagt tað fyri altíð. Tá hann tosar um at vitja Føroyar, sigur hann alla- tíðina heim til Føroyar. – Ja, vit kenna okkum heima her. Danmark er ikki longur heimið hjá okkum. Sviar hava hug at flenna at okkum, tá vit siga heim til Føroyar, tí vit eru danir, men soleiðis er tað bara vorðið, sigur Bøgesvang flennandi. Spurdur um hann og konan ikki hava ætlanir um at koma aftur til Føroyar, sigur hann púra avgjørdur á málinum, at tað hava tey. – Vit hava keypt okkum eitt grundstykki í Søldar- firði, so tá eg eri pensioner- aður, flyta vit heimaftur. Men tað verður ikki aftur til Klaksvíkar í embæti. Eg eri har, sum eg eri nú, og har verði eg helst til eg verði ov gamal til at arbeiða, sigur Bøgesvang, sum ei heldur heldur, at tað er nakað gott hugskot at flyta heimaftur til tað sama, sum hann fyri fimm árum síðani, fór frá. – Nær vit flyta aftur, veit eg ikki. Eg dugi ikki at síggja meg sjálvan sum pensioneraðan enn, men ein veit, at ein er við at ger- ast gamal, tá børn, sum ein hevur doypt sjálvi hava fingið børn, sigur hann smílandi. Hóast hann hevur verið burtur í fimm ár, so hevur hann verið aftur í Føroyum tvær ferðir um árið síðani. Hann og konan eiga tveir synir, sum báðir hava før- oyska konu. Tann eldri, Anders, býr saman við familju síni í Noreg, meðan tann yngri, Villads, býr á Eiði. Og ofta tá hann so hevur verið heima, so verð- ur hann biðin um at gera eina og hvørja kirkjuliga handling. So nakrir barna- dópir, nakrar brúðarvígslur og onkur gudstænasta eru tað blivin til kortini. Seinasta summar var Bøgesvang eisini heima sum vanligt og vitjaði. Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur, heitti tá á hann um at halda prædik- una í Christianskirkjuni, tí báðir prestarnir í Klaksvík vóru í feriu. Og hann so gjørdi, og tað var rættuliga nógv fólk í kirkju, hóast meginparturin av klaksvík- ingum mundu vera á Ólavssøku. – Tað var sera løgið fyri meg at standa aftur í Christianskirkjuni og præd- ika, og tað var ikki frítt, at eg var eitt sindur rørdur, viðgongur prestur. Og hann leggur afturat, at tað koma altíð so nógvar kenslur fram, tá ein kemur aftur til tað, sum ein hevur verið so góður við. – Eg og familja mín vórðu væl móttikin í Klaks- vík, og hóast tað var sera torført at tillaga seg hvørj- um øðrum í fyrstuni, so gekk tað bara heilt væl. Vit hava havt tað so gott í Føroyum, og tað er eisini tí, at vit síggja tað sum okkara heimland og vilja flyta aftur, sigur Henning Bøges- vang, prestur, at enda. Vitjanin hjá Bøgesvang og konuni í Føroyum hesu- ferð varar til fríggjadagin, tá leiðin gongur aftur til Svøríkis. Henning Bøgesvang flutti úr Føroyum í januar mánaði í 1998 til Gøteborg, har hann í dag er prestur fyri donsku samkomuni og sjómansprestur. Men hann og kona hansara hava ætlanir um at flyta heimaftur til Føroya at búgva Mynd: Jens K. Vang C M Y K 13 12